fríggjadagur 18. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 200 - 18. oktober 2002
Nr. 200 - 18. oktober 2002
13
Hann minti mest um dystin millum David og
Goliat - fótbóltslandsdysturin millum týska ris-
an og føroyska pinkulingin. Hóast okkara Dáv-
idar ikki megnaðu at fella týsku kempurnar, so
raktu vit tær tó so meint, at ein av heimsins
bestu fótbóltstjóðum fór særd av aftur vøllin-
um. At spæla 2-1 móti Týsklandi við møguleika
fyri at javna móti endanum av dystinum er
kanska tað størsta bragdið, sum okkara landslið
og fyri tað nakað føroyskt ítróttarlið hevur
fingið nakrantíð í ungu ítróttarsøgu okkara.
Neyvan nakrantíð hevur tann føroyska tjóðin
staðið so nógv saman sum í stórdystinum móti
Týsklandi mikukvøldið. Neyvan nakrantíð áður
hava so nógvir føroyingar fylgt eini ítróttarkapp-
ing í sjónvarpi og útvarpi sum hetta søguliga
kvøld, har vit fyri fyrstu ferð spældu móti Týsk-
landi, sum hevur verið heimsmeistari fleiri ferðir
og gjørdist silvurvinnari til seinastu HM-kapp-
ing. Og hóast vit ikki megnaðu at vinna var ósig-
urin so lítil, at vit í veruleikanum "vunnu".
Vunnu frama, áhuga og virðing ikki minst mill-
um tær milliónir av týskarum, sum sóu dystin.
Hetta var eisini í aðrar mátar ein sigur fyri
okkum – fyri tað sjálvsálit og ta sjálvsvirðing,
sum ungu spælarar okkara góvu sær sjálvum og
øllum landsmonnum sínum.
Her var ikki talan um eitt einmansavrik, hóast
málverji okkara skaraði framúr. Hann var fant-
astiskur. Men her var í veruleikanum talan um
eitt liðavrik av teimum allar bestu. Eitt vælspæl-
andi føroyskt lið vísti aftur og aftur, hvussu langt
kann røkkast við sjálvdisiplin og við at halda
høvdið kalt ein heilan dyst. Sjálvandi vóru brek
og ting at fýlast á. Men tey eiga vit at lata fara.
Ungi fótbóltsalvin úr Klaksvík mundi sett Før-
oyar á allar heimsins blaðforsíður. At hann ikki
skoraði eigur ikki at liggja honum til last. Hann
var bara millimetrar frá. Vit hava ikki loyvi til at
vera misnøgd við úrslitið og henda misbrúkta
málmøguleika, tá tað samanumtikið gekst nógv
betur enn nakar hevði torað at droymt um.
Landslið okkara eigur tøkk og heiður uppiborið.
Tað er enn einaferð við til at seta okkara tjóð á
heimskortið. Hetta úrslitið eigur at geva okkum
øllum uppaftur størri sjálvsálit men samtíðis
eisini fáa okkum til at virða og menna tað, sum
landsliðið stendur fyri. Í veruleikanum er lands-
liðið okkara besta søluvøru, tí eiga vit at halda tí
til og hjúkla um tað. Nú eiga vit at seta okkum
sum mál at vinna komandi dystir. At vinna móti
Týsklandi í Føroyum eigur at verða næsta málið.
Tøkk til landsliðið, eingin nevndur eingin
gloymdur. Tit eru okkara hetjur. Tit eru okkara
vón. Góða eydnu víðari.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
David og Goliat
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Góðan morgun, løgmaður
Marius Dam,
tingmaður
Løgmaður er nú vaknaður.
Eftir at hava ligið í dvala í 5
ár. Ella skal nú aftur kann-
ast og kannast, so at onki
hendir?
Ongan løgmann:
Seinastu 5 árini hava vit
ongan løgmann havt, stórt
sæð. Varaløgmaður hevur
unsitið løgmansembætið.
Hjá sjálvum løgmanni hava
undanførslur verið reglan
og ikki undantakið. Inntøk-
urnar hava verið stórar. Og
skatturin uppaftur meiri
øðiligur.
Onki er hent fyri at lækka
skattin at kalla. Og onki
hevði hent, um ikki and-
støðan tók um endan.
Men á nøkrum økjum er
nógv hent.
Miðfyrisitingin:
Tá Agnes Lousie legði at
kei, fullfermd, kostaði mið-
fyrisitingin 54 milliónir
krónur. Eftir at Annfinn
Kalsberg hevur staðið á
brúnni í 5 ár, kostar sama
fyrisiting
137
milliónir
krónur. Vøksturin hevur
verið ótálmaður og skaðilig-
ur. Og samstundis tørvar
privatu vinnuni arbeiðs-
megi.
Føroyar kunnu stýrast av
3-4
landstýrismonnum.
Men Annfinn Kallsberg
nýtir nú hesar sessir til “be-
skæftighedsterapi”
at
styðja undir sín sess í
Tinganesi - og teir eru nú
heilir 9 í tali, 2-3 ferðir
fleiri enn enyðugt.
Øll umsitingin hjá Høgna
Hoydal eigur at verða nið-
urløgd beinanvegin - sum
tað fyrsta. Hesi umráðir eig-
ur løgmaður at taka sær av.
Við fleiri øðrum økjum
er sama óskil.
Almenni sektorurin:
Innan almenna sektorin
hevði undir øllum umstøð-
um verið neyðugt við ábót-
um og vøkstri. T.d. var
neyðugt at pensiónir hækk-
aðu. Og íløgur í hava ligið á
láni máttu og eiga at gerast.
Her kunnu nevnast ábøtur í
infrastruktur og t.d. Fiski-
vinnuskúli.
Ríkisveitingin:
Tað er nú púra greitt fyri
øllum, at ríkisveitingin
ongantíð átti at verið skerd.
Tað er mín hugsan, at
hesi viðurskiftir áttu at ver-
ið
tikin
uppaftur
við
donsku stjórnina. Tí tað
kann ikki vera rætt, at
skeivleikar ið eru tiknir
undir leiðslu av einum sov-
andi løgmanni, nú skulu
kosta vælferð hjá gomlum,
børnum, longri bíðilistar, at
landsverkfrøðingurin
steðgar upp o.s.v.
Hesin katastrofali feilur
eigur at verða rættaður - um
gjørligt.
Skatturin lækkast:
Drepandi skattatrýstið má
lækkast fyri at bøta um
kappingarføri. Skjøl eru
útflýggja til tingmenn, ið
greitt vísa, at Føroyar hava
nógv hægsta skattatrýst í
Europa - og Heiminum. Eitt
tað besta gerast kann fyri at
fyribyrgja at fyrisitingin hjá
løgmanni ikki framhaldandi
veksur ótálma, er at lata
føroyingar hava meira eftir
av tí peningi, ið teir for-
vinna. So sleppur vinnan
møguliga undan at gjalda til
fleiri Stýrir og yvirbygning-
ar hjá Fólkaflokkinum, við
alsamt økjandi skatti, frá
teimum somu.
Góðan morgun:
– Eg skilji væl at løgmaður
klórar sær í nakkanum - ný-
vaknaður. Í bestu tíð í Før-
oyum gevur Fíggjarlógin
gevur eitt reelt undirskot í
2003.Yvirskotið á fíggjar-
lógini er “kreativ bókfør-
ing”. Undir leiðslu av løg-
manni
– Ríkisveitingin minka
við 1500 milliónum kom-
andi valskeið - uttan kon-
sekvensútgreiningar
ella
konsekvens. Undir leiðslu
av løgmanni.
– Miðfyrisiting vaksin
við 150 milliónum og al-
menni sektorurin við 1000
milliónum uppá 5 ár. Undir
leiðslu av løgmanni.
– Skattatrýstið er tað hæg-
sta í heiminum. Undir leið-
slu av Fólkafloksløgmanni.
Míni ráð:
Nú Harra løgmaður er vak-
in, fari eg at heita á hann
um at viðurkenna sína
ómegd. Leggið frá tygum,
og lat aðrar við betri hegni
sleppa til. Góðan morgun !
Vinarliga Marjus Dam
Gudmundur Joensen
270 Nólsoy
So vítt til veggja skal tað
ikki vera í Føroya Javnað-
arflokki. Útsøgnirnar hjá
Gerhardi Lognberg í Degi
og Viku týskvøldi 15.10.02
vóru beinleiðis í andsøgn
við bæði grundsjónarmið-
ini hjá Javnaðarflokkinum
og valskránna hjá flokkin-
um til seinasta løgtingsval.
Bæði tú og Gerhard Logn-
berg stillaðu upp og fóru til
val við lyfti um, at:
"...leggja dent á at menna
umhvørvið fyri føroyskari
mentan í øllum hennara
fjølbroytni". Tit vóru samd-
ir um, at: "Øll mentan grør
úr skapandi vilja og fyri-
takssemi hjá tí einstaka og í
felagsskapi." Føroya Javn-
aðarflokkur er ímóti, at
politikarar leggja leggja seg
út í, hvussu listarfólk velja
at nýta teir pengarnar, sum
teimum verða játtaðir á
fíggjarlógini. Og hetta var
undir viðgerðini av fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2003, at Gerhard sum løg-
tingslimur fyri flokkin út-
talaði seg.
Eg haldi at tað er umráð-
andi, at Javnaðarflokkurin
sum tann einasti roynir at
seta seg upp ímóti hesari
religiøsu uppøsingini, sum
fer fram í Føroyum í dag.
Hesin samanvavsturin av
religiøsaru niðurgeringini
av minnilutabólkum og
Mao-líknandi sensurering
av tí skapandi listini er
skaðilig og skammilig fyri
samfelagið. Eg veit ikki,
hvat tað er fyri eitt samfel-
ag, sum samgongan hevur
ímynda sær, at einar sjálvs-
støðugar Føroyar skula
verða. Men Javnaðarflokk-
urin skal undir ongum um-
støðum stuðla samgonguni
í at royna at skapa eitt sam-
felag, har Miðflokkurin og
ein partur av Fólkaflokk-
inum setir dagsskránna, tá
tað snýr seg um mentan og
siðalæru!
Nei Henrik
VIÐMERKINGAR
Tann gloymdi parturin í málinum um Als-gjaldið
Rættiliga drúgvt
orðaskifti tók seg
upp, nú stýrið fyri Als
hevur tikið avgerð
um at lækka inngjald-
ið við 0,75%. Fleiri
landsstýrismenn
royna at kanna sær
lækkingina til onnur
endamál m.a. til eina
longda barsilsskipan,
men enn hevur eingin
grett orð um tey, sum
skipanin veruliga
snýr seg um - tey
arbeiðsleysu.
Jóannes Eidesgaard
Tá inngjaldið til Als lækk-
ar, so er tað tí, at stýrið met-
ir, at skipanin ikki longur
hevur tørv á einum so høg-
um inngjaldið, sum tað fær.
Als eigur í dag eitt stovns-
fæ, sum táttar í eina hálva
milliard, og tí er tað bæði
rætt og rímiligt, at stýrið nú
tekur avgerð um, at inn-
gjaldið skal lækkast. Skip-
anin er væl konsoliderað,
og arbeiðsloysið er tað
minsta síðan áðrenn krepp-
una.
Rættiligt orðaskifti hevur
síðan tikið seg upp um,
hvat lækkingin uppá 0,75%
skal brúkast til. Landsstýr-
ismenn hava roynt at kanna
sær lækkingina til onnur
endamál, men lækkingin
kann ikki av sær sjálvum
beinast til eina aðra skipan
t.d. barsilsskipanina. Ein
lækking kann ikki markast
til annað endamál. Lækk-
ingin ger, at løntakarar og
arbeiðsgevarar
sleppa
0,75% bíligari, so stutt er
tað.
Annað er so, um lands-
stýrið ætlar sær at brúka
hetta sum eitt høvið til at
áleggja pørtunum nýggj
gjøld. Men tað er so upp til
løgtingið at gera tað av.
Men eitt er, sum undrar
meg í hesum orðaskifti. Og
tað er, at hvørki stýrið og
enn minni landsstýrið hev-
ur havt frammi møguleikan
at hækka útgjaldið til tey
arbeiðsleysu, nú skipanin
hevur ráð til tað. Útgjaldið
varð í síni tíð sett til 70% av
einari arbeiðsmannaløn, tí
skipanin var undir hørðum
trýsti av tí stóra arbeiðs-
loysinum, sum tá valdaði.
Men hetta er tíbetur broytt.
Eg veit fullvæl, at fakfel-
agsumboðini í stýrinum
hava havt líknandi uppskot
frammi, tó uttan at tað hev-
ur fingið undirtøku í stýr-
inum. Men tað kennist eitt
sindur kollut í dag bert at
tosa um, at inngjaldið skal
lækkast, tí pengarnir flóta
yvir í Als, og so als ikki at
taka útgjaldið við.
Enn tosa vit um, at ein
arbeiðsleysur bert fær 70%
av einari arbeiðsmannløn.
Tí vildi eg mett tað sum
eina virðiliga markering av
10 ára degnum, nú Als hev-
ur 10 ár á baki, at útgjaldið
verður hækkað út 70% upp
í 80%. Ein slík hækking
hevði
kostað
skipanini
góðar 8 mió. kr. m árið.
Hetta krevur sjálvsagt, at
løgtingið
lóggevur
um
hækkingina, men gagnligt
hevði tað verið fyri kjakið,
at eisini stýrið fyri Als og
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum høvdu peikað á slíkt
uppskot.
Ongin á brúnni, sjálvstýrarin stóð til
Edmund Joensen
Ein
loysingarsamgonga
hevur nú aftur roynt seg í
góð 4 ár. Boðað varð frá, at
nú skuldu allir føroyingar
uppliva, hvussu ein full-
veldisfíggjarlóg sær út og
hvussu hon virkar.
Samfelagið skuldi sker-
ast til eftir føroyskum leisti.
Ongin skuldi merkja yvir-
tøkur og niðurskurðin í rík-
isveitingum
yvirhøvur.
Heldur var tað sagt verða
ein fyrimunur at sleppa av
við ríkisveitingarnar, tær
vóru bara haft um beinið og
til stóran skaða, vóru
loysingarmenn samdir um.
Bestu
serfrøðingar
hjá
landstýrinum høvdu roknað
og sagt alt hetta og nógv
afturat. Aftaná kann ein
ikki lata verað við at
samanbera við fíggjarkrep-
purnar í USA har júst
serfrøðingarnir
høvdu
meira enn ein fingur við í
spælinum.
Vit í sambandsflokkinum
ávaraðu staðiliga loysingar-
flokkarnar og vístu á av-
leiðingarnar av teirra høp-
isleysu ætlanum. Vit vístu
á, at hetta kom at verða til
óbótaligan skaða fyri før-
oyska samfelagið. Vit vistu
eisini hvat vit tosaðu um, tí
vit høvdu júst tikið upp
eftir húsagangin hjá loys-
ingarflokkunum í 1992.
Men hvat er so hent síð-
ani? kunnu fólk spyrja. Er
nøkur fullveldisfíggjarlóg
at síggja? Eru nakrar ser-
føroyskar loysnir skornar,
sum gera at ongin kemur at
merkja yvirtøkur og niður-
skurin í ríkisveitingum
yvirhøvur?
Fíggjarlógin er løgd
fyri løgtingið
Tá íð rakstur, íløgur og av-
drøg er goldið, sigast 2
milliónir leypa av á løg-
tingsfíggjarlógini
fyri
2003.
Tá er 50 mijóna skatta-
lættin hjá Fólkaflokkinum
ikki við. Nógv ymisk ar-
beiði ikki við, sum td.- veg-
urin Gamlarætt,- Strend-
ur/Skála,- trygdin í Eystur-
oyar tunlinum, -Oyra veg-
urin, -Gásadals tunnilin, -
tunnilin til norðuroyggjar, -
Postverkið, -Svf, -Vags
Havn,- bakkaverja í Sumba
o.s.fr. o.s.fr. Landstýris-
menn og løgtingsmenn
hava síðani kappast um at
fortelja, at hesi mál koma
eisini við. Samgonguskjal-
ið verður havt á lofti í sam-
bandi við skattalættan.
Postverkið var útigloymt í
meldrinum, hetta skal við
sambært landstyrismannin
og løgmann. Svf var ikki
búgvið áðrenn fíggjarlógin
var løgd fyri tingið, men
kemur eisini við seinni
sambært landstýrimannin,
o.s.fr. o.s.fr. ”Det greyer
seg í sjøen.” sum ein ting-
maður tók til undir fyrstu
viðgerð.
Ongin á brúnni,
sjálvstýrarin stóð til
Við hvørt hoyra vit í fjøl-
miðlunum, at skip hava
siglt á land og at sjóforhoyr
hevur verið. Orðsøkin hev-
ur meira enn ta einu ferðina
verið stutt og greið, ”Ongin
á brúnni, sjálvstýrarin stóð
til”. Soleiðis tykist tað okk-
um, sum hava fylgt við hesi
góðu 4 árini óskilið hevur
vart.
Hyggja vit eftir samfel-
agsgongdini, so síggja vit
sanniliga at sjálvstýrarin
hevur staðið til. Samfelagið
kostar 1.150 milliónir kr.
meir at reka í dag, enn tá íð
fullveldislandsstýrið
tók
við í 1998. Samlaða fíggj-
arlógin er hækkað úr 2,5
mij, uppí 3,6 milliardir kr.
Bara raksturin er hækkaður
út ímóti líka nógv sum allur
landskatturin í miðal hesi
árini hjá øllum føroyingum
tilsamans. Hetta er jú onki
minni enn ein vanlukka.
Ongin skeran til eftir før-
oyskum leisti, ongin full-
veldisfíggjarlóg í eygsjón.
Hetta kemur ikki bak uppá
okkum í Sambandsflokkin-
um, tí ryggurin á teimum
leiðandi er sum í høggu-
slokki.
Yvirtøkur og minkan av
ríkisveitingum hava higartil
kostað føroysku skatta-
borgarunum umleið 400
miljónir í frumintøkum um
árið. Ikki kan sigast annað
enn, at hetta er ein sera
vánalig
handfaring
av
fíggjarviðurskiftum føroy-
inga og ein sera skeiv
gongd øll árini.
Játtanarreglunar ikki
hildnar
Undirbudgetteraðar
út-
reiðslur á fíggjarlógini hev-
ur verið meginreglan síðan
loysingarlandstýrið tók við.
Eykafíggjarlógin, sum var
minka niður í litið og onkið
ella slakar 12. milliónir í
1997, er síðan vaksin ár
undan ári, og var uppí á 207
milliónir kr. seinasta ár.
Tað er nú eisini vorðin
fastur regul at flyta fram frá
einum ári til annað fyri at
sminka komandi fíggjarlóg.
Hetta er td. fráboðað í
sambandi við Norðoyar-
tunnilin, sum ikki er á
fíggjarlógini yvirhøvur.
Hetta er gongdin bestu
inniløguár í Føroya søgu.
Hvussu verður skilið, tá íð
konjunkturarnir svinga aft-
ur til tað meira normala,
fyri ikki at tala um bein-
leiðis vánaligar konjunktur-
ar, tí tað vita øll at teir gera.
Spurningurin
er
bert
hvussu skjótt.
Eftir at ríkisveitingarnar
eru minkaðar, eru frum-
intøkurnar frá blokkinum,
nú aftur áleið tær somu,
sum tær vóru árini 1985/88
tá íð Tjóðveldisflokkurin
seinast hevði ábyrgdina av
fíggjarmálum.
Varin fíggjarpolitikkur
sigur landstýrismaðurin í
fíggjarmálum, og sam-
gongumenn kappast um at
nikka.
Vit onnur kalla tað ófor-
svarligt, at sjálvstýrarin
hevur staðið til síðan
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin tóku yvir
landsins stýri. Spurningur-
in er, um sjálvstýrarin fer at
standa til líka til tað brestur
í klettin við øllum føroy-
ingum umborð, eins og tað
gjørdi í 1992.
Maria Jacobsen
Tað hevur verið nógv at lis-
ið í bløðunum seinastu tíð-
ina, um skrásett parlag mill-
um samkynd, siðsemis-
nevnd og fólkakirkjuna.
Vanlig
miðalhampafólk
kenna seg kanska eitt sindur
ótrygg við tónan í nógvum
av hesum, tí ein hómar at
tað sum ein partur av fólk-
inum vil, er at fáa kristna
siðaarvin hjá føroyingum
burtur. Nú siga summi kan-
ska, at tað er at taka munnin
ov fullan, men tað haldi eg
ikki. Er man byrjaður at
máa burtur av tí kristna
støðinum, so fer skjótt at
ganga niður á bakka.
Er kristindómurin vorðin
so týdningarleysur fyri
okkara land, at vit fara at
velja
humanismu
ella
kommunismu í staðin, um
vit skulu skipa okkum sum
sjálvráðandi tjóð?
Hevur tann kristni siða-
arvurin ikki havt alstóran
týdning fyri okkum? At tað
hava verið fólk sum hava
vilja nýtt tíð sína til at siga
okkum frá kristna gleði-
boðskapinum? Vit kunnu
taka prestarnar í gomlum
døgum. Teir ferðaðust í
millum bygdir til gongu og
í báti og settu lívið í váða
viðhvørt, fyri at fólkið
skuldi hoyra Guds orð.
Prósturin kannaði á sínum
rundferðum, at børnini
høvdu lært tað tey skuldu,
skrivað
stendur: »Hesi
orð…skalt tú prenta inn í
børn tíni«.
Hetta rann mær í huga, tá
eg í útvarpinum hoyrdi eina
mammu siga, at hon ætlaði
sær ikki at siga við børn
síni, hvat hon helt vera rætt
ella skeivt, børnini skuldu
sjálvi finna út av, hvat
teimum tykti. Tað ljóðar
humant, men eg eri bangin
fyri, at tey foreldur sum lata
uppalingina
til
børnini
sjálvi, koma at merkja tað
onkuntíð.
Eg kom eisini at hugsa
um tilburðirnar norðuri við
Gjógv, tá ið 8-mannaførini
gingu burtur. Petur Jacob
Sigvardsen skrivar um hetta
í Gjáar søgu, sum kom út í
2000.
Hann sigur frá, hvussu
Hammershaimb, ið var
próstur tá, legði leið sína
norður til Gjáar, at vitja øll
tey, sum sótu eftir við
stórari sorg. Hann skrivar
soleiðis: »Komin til bøð-
garðin neig hann í knæ,
hirðilin hjartagóði heitti
bønarorð á hirðilin altvald-
andi um at beina leiðina
fyri øllum teim sorgar-
bundnu, ið innan fyri
hendan garð vóru, til ta
kelduna, har einans sálar-
bót er at oysa av«. Ógvuliga
hjartanemandi, men hvat
hevði verið at tikið til í
slíkum løtum, um vit ikki
áttu henda kristna siðaarv,
sum so lítið verður virdur í
dag.
Eitt er vist, tann Altvald-
andi er til, um vit trúgva tí
ella ikki, og vit eiga at
minnast til at skrivað stend-
ur: »Tí álvarsamur Gud, er
Harrin Gud tín!«
Vit kunnu gera sum vit
vilja, tað eru altíð nøkur val
at gera her í lívinum, tað er
eisini eitt val at liva sam-
kyndur, og tað er sanniliga
eitt álvarsligt val at gera
landsins lógir soleiðis, at
tær máa støði undan krist-
indóminum.
Skal kristni siðaarvurin burtur?
C
M
Y
K
13
12