fríggjadagur 18. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 18. oktober 2002
15
skriva ótta og skapa spjað-
ingar, ið bert byggja á
óvitan og viljan til vald á
sálunum í Føroyum í ár
2002.
• Neyðugt er at vit gevast
við at rópa øll fundamen-
talistar,
hetta
er
valdsmál, sum orð sum
fanatisma, ekstremisma
o.s.fv. Og at onnur tosa
um eina humanismu, ið
tey ikki tykjast vita hvat
er.
• At fólk í Føroyum eru so
ódemokratisk, at tey enn
ikki tora at lova at okkara
valdu fólk kunnu kjakast
um týðandi mál. Tí skulu
vit berjast fyri at gera alt
fyri at vit ikki enda sum
eitt ódemokratiskt teo-
krati, t.v.s. eitt presta-
stýri.
• At kristin tora at kjakast
opið og frælst og at hu-
manistar ikki kolldøma
øll kristin, tí tað er eins
ódemokratiskt.
Humansiman boðar tað
øvugta av dogmatikki, hon
tosar um at menniskja
kann fáa andans og
tankans frælsi um tað torir
at líta um eina fasthaldandi
heimsmynd, ið mangan
bæði er vísundaliga aftur-
víst, men sum er eitt spott
av Guds skaparaverki (um
vit siga ein slíkur finst), tí
hesi hava ongantíð viljað
viðurkent undurfulla heim-
in, planeturnar, stjørnu-
heimarnar, menningina av
djórunum og søguni hjá
okkum og planetunum, tí
hetta er alt samalt, eisini
tey samkyntu, Guds
skapanarverk (fylgja vit
hesum tanka). Kristna
konservatisman og
bíbliutrúgva lesingin av
øllum blindar seg sjálvan,
leiðir til stagnatión og
fremmandagerðing av
lívinum og eina avmarking
frá veruleikanum, tí mo-
dernaða samfelagnum.
Humansiman boðar opin-
leika, kjak, hon skrivar
greinar sum hesar, og
krógvar seg ikki millum
aðrar samsintar, í hatri og
ótta fyri øllum framtøkum.
Humansiman boðar, enn
sum fyrr eini boð um, at
tað einstaka menniskja
hevur týdning, samkynt,
breka, deyv, klók, feit,
hvít, gul, svørt, kristin, øll
hava rætt at vera tað tey
eru, til at finna fram til
teirra egnu náttúru við at
brúka skynsemi í staðin
fyri myndugleika fastsett
dogmukend harraboð.
Dannandi bókmentir okkara sið-
menning er bygd á, saman við t.d.
Bíbliuni:
Erasmus: Dårskabens Pris
(1511), endurprentað frá útgávu
frá 1745.
Martin Luther: Om den træl-
bundne vilje. (1525), frá De
Servo Arbitrio, 1950.
Jean Calvin: Fremstilling af den
kristne troslære. (1536). Frá:
L´institution de la Religion
Chrétienne.
Rabelais: Gargantua og
Pantagruel. (1532).
Nicolas Kopernicus: De
himmelsek kloders bevægelser.
Stockholm, 1881.
Lucrets III, 938, 1965.
Galilei bræv til kepler 19 august
1610. Í: Leif Nedergaard:
"Litteratur og idéhistorie -
Indbefattet en verdenslitterær
antologi". 1981.
Descartes: Discours de la
Méthode pour bien conduire sa
raison & chercher la verité dans
les sciences (1637), 2002.
Tcchonis Brahe: De Nova Et
Nvllis (…). (Um nýggju stjórnuna
1573).
Aðrar bøkur:
Gunnar Skirbekk: Filosofi
Historie 1-2. 1980.
Odd Wormnæs: Vitenskaps
filsosofi. 1984.
Leif Nedergaard: "Litteratur og
idéhistorie -Indbefattet en
verdenslitterær antologi". 1981.
Justus Hartnack: Filosofiens
historie. 1969
Politikens filosofi leksikon (Red.
Paul Lübke).1998.
Thomas Bredsforff, Mihail
Larsen & Ole Thyssen: Til
Glæden - Om humanisme og
humaniora. 1979.
Carl S. Petersen & Vilhelm
Andersen: Illustreret dansk
litteraturhistorie. Bd. 1. 1924.
Bókin "De Nova Et Nvllis", um nýggju stjórnuna hjá Tyge
Brahe frá 1573
Føroyski
trummusláarin
skal saman við bólki sínum
spæla á kenda danska
spælistaðnum
fyrst
í
november mánaði
Trygvi Restorff í Brekk-
unum er trummusláari í
bólkinum Swing Slingers,
sum er eitt neoswingor-
kestur. Í bólkinum eru 11
tónleikarar, og teir spæla
ráan og ófalsaðan swing-
tónleik við eitt sindur av
Jive og Rock-a-Billy uppi í.
Trygvi er búsitandi í
Danmark, og hann hevur í
ár havt ymsar spennandi
uppgávur saman við bólk-
inum á festivalum og til
onnur tiltøk í Danmark.
Pop.fo
Tey fáa ikki vent sær
fyri føroyskum tón-
leiki í íslendska
høvuðstaðnum. Kom-
andi vikuna eru
føroyskir konsert-
dagar, og fjølmiðl-
arnir fylgja væl við í
tí, sum fer fram
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Føroyskur
tónleikur
er
rættiliga í miðdeplinum í
Íslandi í hesum døgum.
Skipað verður fyri tí, tey
kalla Fairwaves, og før-
oyskir bólkar eru farnir til
Íslands at spæla og føra seg
fram á annan hátt.
Tað ber ikki til at lesa eitt
blað ella lurta eftir eini
útvarpsrás, uttan at tú kanst
lesa ella hoyra okkurt um
føroyskan tónleik. Og alla
staðni í íslendska høvuðs-
staðnum eru plakatir, sum
vísa á føroysku konsert-
dagarnar.
Íslendsku fjølmiðlarnir
sýna stóran áhuga fyri
føroyskum tónleiki. Bløð-
ini hava havt samrøður við
føroyskar tónleikarar, og
Eivør Pálsdóttir hevði eis-
ini fingið pláss á forsíðuni í
Fréttablaðnum mikudagin.
Í gjárkvøldið var konsert
við Hanusi G. Johansen,
Eivør Pálsdóttir og Kára
Sverrisson. Leygarkvøldið
verður rockkonsert við
Clickhaze og Krit, og fyrr á
degnum fara Clickhaze og
A.R.T at spæla í risastóra
keypsskálanum Smáralind.
Føroyskur tónleikur ger innrás
Sjeyndi og seinasti
finalisturin í Barna-
prixnum skal finnast
í innleiðandi kapp-
ingini, sum verður í
Miðvági leygar-
kvøldið
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Seks av teimum sjey final-
istunum í Nósabarnaprix-
num 2002 er funnir. Sang-
kappingin fyri børn hevur
fingið sera góða undirtøku
kring alt landið, og saman-
lagt hava 60 sangarar verið
við í kappingini.
Teir seinastu 10 avbjóð-
ararnir fara at royna seg í
Bygdarhúsinum í Miðvági
leygarkvøldið 19. oktober
kl. 19.00. Atgongumerki
kunnu keypast við dyrnar,
og sølan byrjar kl. 18.00.
Luttakararnir í hesum
umfarinum eru: Jónhild
Lindenskov
Magnussen,
Aleth Jacobsen, Brynhild
Jacobsen, Jónsvein Magn-
ussen, Torgunn á Løg-
mansbø, Terji Skaalum
Jacobsen, Durita Thoma-
sen, Ronja á Plógv, Jona
Ásvør Svabo Samuelsen og
Óluva Dam.
Finalan í Barnaprixnum
verður á Kambsdali 9.
november. Fyrireikararnir
hava lovað onkran serligan
gest, og teir boða nú frá, at
tað verður føroyska tann-
áringaidolið Brandur Enni,
sum fer at hava eina fram-
førslu undir finaluni.
Seinasta umfarið verður í Miðvági
Trygvi á Copenhagen JazzHouse
Føroyska tannáringaidolið Brandur Enni, sum fer at hava eina framførslu undir finaluni
15
14
Nr. 200 - 18. oktober 2002
"Videre afviser vi, at Bibe-
len skal kunne bruges til at
oprette en religiøst styret
stat. Om så vi fik sådan et
teokrati overrakt kvit og
frit, ville vi ikke ha' skidtet.
Vi tror hverken på hellige
hære eller kristelige krige.
Faktisk kan vi bedre leve
med et pluralistisk samfund
end et såkaldt gudstyret
samfund. Og vi tror over-
hovedet ikke på, at Bibelen
giver den kristne den ring-
este ret til overgreb imod
andre eller foragt over for
andre."
Leiðarin innan kirkju-
og missiónssøgu
Finn Aa. Rønne og
teologiski lærarin, Cand.
theol. Leif Andersen, 2002
Seinni partur av
tveimum:
Kim Simonsen
(humanistur m.a.)
Verri er sterka anti-hu-
manistiska argumentið.
Hesi meina, at humanist-
ar vilja seta Gud til síðis,
ella burturbeina hann
heilt. Henda dómadags-
kós er fyri tað mesta
tálmandi og blindandi
tokutala, hesin bardagi
fyri svartskygninum, finst
sum eitt ovurhonds leiði
við modernaða mentan,
vesturlendska siðmenning
og fólkaræði og ikki minst
við humanismu.
Tað er hugvekjandi at
minnast, at allar ógvusligar
totaliterar
anti-liberalar
rørslur í 20. øld., frá
fasismu, marxismu, mao-
ismu, nasismu, kristnari- og
muslimskari fundamental-
ismu til ógvusligari seku-
lariseraða
nationalismu,
altíð hava roynt at sett tank-
an um tað einfalda lívið,
kristna
barnalærdómin
fram um alt modernað lív, tí
hetta slagið av tilveru
umboðar í teirra hugaheimi
eina verð, har tankin um
eina fólksliga breiða kristna
mentan livir best, har
etikkurin, solidariteturin,
søgan, samleikin og sjálvur
sannleikin livir óskælaður
og í friði og náðum. Tað
slíkum rørslum mangan
ikki dámar er serligani
stórbýarmentan, ið bjóðar
alt tað, sum tann urbana
siðmenningin
umboðar,
samanrenning av ymiskum
fólkasløgum, listarligt og
kynsligt frælsi, vísund,
stuttleiki, persónlig trygd,
verdsligt- og mentunarligt
vald. Mao Tse-tung, Pol
Pot, Hitler, islamistar og
kristnar
samkomur
í
Noregi, Íslandi, Finnlandi
og Føroyum hava tað til
felags, at allir bólkar hálova
tí simpla og óseka lívinum,
har fólk ikki eru oyðiløgd
av lívinum í stórbýum, ið er
vanur við at arbeiða og
skúgva egnan túrv til viks,
eitt menniskja, ið er bundið
at heimstaðnum, samkom-
uni, jørðini og trýr uppá
myndugleikar, kirkjuna ella
andligar leiðarar o.s.fv.
Allar hesar rørslur, nakrar
ekstremar og aðrar minni
ógvusligar, hava kanska
skapt bæði 19. og 20. øld
og ávirka nógv meiri enn
vit kunnu ímynda okkum.
Hesar rørslur hava bygt á
eitt ávíst mentanarsvart-
skygni, ið mangan er henda
vanvirðing fyri nútíðini, tí
modernaða lívinum, upp-
lýsingarheimspekini, mið-
savnan, humanismuni stór-
býarmentan og modernitet-
inum. Soleiðis hevur Tale-
ban-rørslan, sum Mao og
Pol Pot, roynt at skapt ein
heim av reinleika, moral-
ismu, ið glógvar av vænt-
andi dekadensu, men altíð
endar sum kúging, heila-
vasking og morð. Allar
hesar hugmyndafrøðisligu
og trúðarrørslur hava roynt
at vunnið einkarrættin til
tað fólksliga, og hava tí
tikið hetta uppá seg at
skapa, endurskapa ella elva
til tankan um eina fasta
trygga og mergjaða fólks-
liga mentan. So hetta, at
fólksligheitin
er
meiri
verulig enn ein og hvør
siðmenning og modernaðir
tankar um eitt samfelag, ið
m.a. byggir á tankan um, at
modernaðir stovnar í væl-
ferðarsamfelaginum eru ein
partur av eini størri skipan,
ið aftur eru partar av einum
fólkaræði. Men við at
venda hesum við og gera
fólkaræði og modernaða
lívið til ein syndabukk og
hugmyndina um tað fólks-
liga til politiskt propa-
ganda, hevur tað í 20. øld
eydnast hesum bólkum at
fáa vald.
Í Føroyum hava vit
ikki "frítonkjarar"
Í Føroyum var eingin veru-
lig upplýsingarøld, her var
ein "frítonkjari" enn nakað
man rópti eftir óvinum
(sjálvt um tað mótsætta av
einum frítonkjara er ein, ið
hugsar ófrælst, er stýrdur!).
Í Føroyum var og er ein
ramligur luktur av fiski,
pengum og bardaga fyri at
skapa líkinda kor í hesum
mangan so karga landi. Vit
eru kanska enn ein anda-
ligur nýføðingur, sum onk-
ur tók til. Enn eru vit noydd
at lýta niður í djúpu trúar-
innar brunnar, har skyn-
semi, ljós ongantíð røkkur
botnin. Har vitan og opin-
leiki slóknar, har bert for-
dómurin livir, áðrenn tank-
in er hvestur. Har heim-
speki enn sum fyrr, er
tvætl. Hetta kann ikki brúk-
ast til nakað siga vit, saman
við yrkingum, meðan ann-
aðhvør maður í Føroyum
stendur á palli, og boðar
Johannesar Opinbering, um
undirgang, um djórið, um
reiðmenn
og
endatíðir.
Eingin torir at siga frá um,
mótmæla, tá vit skulu sita
og jagla kristindómin á
tamb í 10 ár í skúlum.
Sjálvandi eigur heimspeki
ongan heimarætt, tykist
moralurin vera fyrr sum nú.
Fólk eru komin úr 3. g. í
Føroyum og halda enn, at
heimspeki bert er okkurt
vemmeligt gudloysi. Tá
hesi koma víðari inn á
skúlar, tekur heimspekin og
humanisman eina speisama
hevnd, tí hon fossar nú úr
bókum
um
pedagogik,
læknafrøði, løgfrøði, polit-
iska vísindi, sosiologi, mál-
frøði, støddfrøði, alisfrøði
og t.d. sálarfrøði. Heim-
spekin er undir øllum, hev-
ur elvt til alla modernaða
vísindi, til humanismu.
Men enn er hon eitt for-
fjónað fak í Føroyum, har
siðment lond sum Frakland
hava hetta fak sum skyld-
bundið fak fyri øll, er hetta
eitt lítið valfak hjá okkum,
okkurt er kavfúkvandi rotið
her á landi, sum prinsurin
Hamlet eisini tók til, bert
um annað land, t.v.s. Dan-
mark.
Náttúruvísindi og
humanisma
"…hesir hava latið eyguni
aftur mótvegis sannleikans
ljósi. (…) Tú hevði flent,
kæri Kepler, um tú hoyrdi
hvat fremsti heimspeking-
urin við universitetið í Pisa
segði, tá stórhertugin var
her, tá hann royndi at
skræða tær nýggju planet-
urnar niður av himmal-
hválvinum og oyða hesar,
við logiskum argumentum,
sum við andaligum trábøn-
um…."
Calilei í brævi til Kepler
í 1610
Størsta vendin og endur-
nýggjanin skuldi koma við
náttúruvísindaligu kollvelt-
ingini, ið ikki beinleiðis
hevði so nógv við human-
ismuna at gera, men tó
andin haðan elvdi til hesar
stóru
fatanarfrøðisligu
broytingar. Descartes kom
at kasta partar av miðaldrar
og antikku heimspekini í
grøvina. Við at krevja próv-
førslur menti hann bæði
rationalismuna og sjálvandi
andan í upplýsingarheim-
spekini.
Humanistiska
heimsmyndin
Kopernikus og seinni Gali-
lei avloystu aristotelisku
(eftir Aristoteles) heims-
myndina, og Newton festi
seinni í at boða eina heilt
nýggja heimsmynd. Innan
heimspeki kom Descartes
áðrenn hetta at skapa eina
nýggjari heimspeki, ið lov-
aði tí einstaka framat. Alt
broyttist jørðin var ikki
meiri flata, sólin endaði
sum miðan í einum størnu-
himmali, har alt ferðaðist,
broytti kós, hvarv ella fødd-
ist.
Í árinum 1600 kom Johs.
Kepler
(1571-1630)
til
Prag. Hesin leitaði eftir
Tycho Brahe, sama árið
sum Giordano Bruno, bleiv
brendur av inkvisitatiónini
á Blómutorginum í Rom, tí
hesin tosaði um óendaligar
stjørnuheimar. Hesar ræðu-
ligu
kanningarnevndir,
leiddu eftirkanningar og
rannsóknir (serl. í miðøld),
ið bygdu á ræðslu og for-
hoyr, ið endaðu sum píning
av fólki, øll tey ið tann
katólska kirkjan helt vera
trúvillingar. Kepler fann
Brahe í Prag, eitt hálvt ár
áðrenn hann doyði, hesin
hevði empiriska vitan um
stjørnuferðaleiðir. Brahe
hevði áðrenn skakað heim-
in, við at tosa um eina
nýggja
stjørnu
kallað:
"Cassiopeia", tá meinti
menn, at stjørnuhimmalin
var eitt liðugt skaparverk,
ið tí ikki kundi broytast.
Danin Brahe hevði ikki
torað at stuðlað helio-
sentrisku
heimsmyndini
(t.v.s. at sólin, heldur enn
jørðin er miðjan í okkara
stjørnuhópi) hjá Koperni-
cus. Eftir tíðina saman við
Brahe, kom Kepler at taka
til í: "Astronomia Nova",
at: "..í heimspekini er bert
skynsemi galdandi".
At
jørðin var rund kundi nú
prógvast.
Serliga Francis Bacon
skuldi kom at skapa eina
induktiva leið, t.v.s. at
vísindin skuldi nú byggja á
royndir, heldur enn óenda-
ligar bardagar um rætta leið
og metafysik. Høvundar
sum John Donne og Milton,
vóru eisini ávirkaðir av
nýggju heimsmyndini hjá
Galilei. Tað er sum Jo-
hannes V. Jensen helt fyri
um Galilei: "Mest stór-
sligna løtan í søguni hjá
allari upplýsing, var tá
Galilei fyri fyrstu ferð rendi
nýggja kikara sín móti
mánanum. Tá datt Ari-
stoteles og bókana bók
niður av hyllini". Hetta var
tá Galilei sá fýra mána-
drabantar fara um planetina
Jupiter. Kirkjan noyddist
seinni at góðtaka, at mo-
dernað náttúruvísindi bein-
leiðis stóð í andstøðu til
tankar um skapanina (gene-
sis) og kristna kosmologi.
Seinni gav Darwin djór-
unum og okkum menniskj-
um eina søgu, har menn-
ingarlæran setti á at siga frá
um lógir, ið elvdu til menn-
iskjans nøring, søgu og
broyting.
Religiørskapur í
Føroyum?
"Cur non ut plenus vitæ
conviva rededis?" "Hví ikki
sleppa lívinum sum mettur
gestur?"
Lucrets
Óivað hava hesar gjáir altíð
funnist í føroyska samfe-
lagnum, millum tað sum
longu Lucas Debes, Jørgen
Landt tosaðu um, sum
religiøst vanvid, ið læknin
P.L. Panum, eisini skrivaði í
bók, ið kom í 1846, at
mangir føroyingar vóru
harðliga álopnir av religi-
øsum ørskapi, trúðu uppá
huldufólk, vættrar og sóu
fanan í hvørjari vælferð.
Svabo gamli dámdi einki
henda tátt, hann var sum
ungur ávirkaður av tonkum
um upplýsing og human-
ismu, har hann vildi seta
vísindi ístaðin fyri dog-
matik, óvitan og yvirtrúgv.
Nærum allir teir kendu
føroyingar vit halda vera
stórar menn í søguni, Janus
Djurhuus, William Heine-
sen, Christian Matras, Pól F
og aðrir, tjóðarbyggjarar,
radikal og onnur so sum
okkara listafólk, høvundar í
dag, vóru og eru hóvlig í
trúðarspurningum. Kanska
hesi hava skilt orðið hjá
Montagne um deyðan og
um at liva nú, ella kanska at
Erasmus frá Rotterdam og
Martin Luther vóru báðir
kristnir, at ein humanistur
er ikki eitt ónt menniskja,
men kann vera trúgvandi,
ella hevur sett modernaða
morallæru áðrenn fordøm-
ingar.
Neyðugt er at tey, sum
skriva yvirlýsingar, serliga
tann seinasta gevst við
royndini at elva til ein
religiøst stýrt samfelag, eitt
slíkt teokrati. Finn Aa.
Rønne og Leif Andersen
gera vart við, er hin størsti
parturin av teim kristnu
ikki áhugað í hesum, tá tey
flestu ikki trúgva uppá
heilagar herar ella kristin
kríggj. Bíblian gevur ikki
rætt til á loypa á onnur, til
at misskilja hvat t.d. hu-
mansima er, til at fram-
VIÐMERKINGAR
Um sterku anti-humanismuna í Føroyum
- Upplýsandi greinar ognaðar Álv Kirke og øðrum góðum fólkum í Føroyum
Træskurður frá Tyge Brahesa:"Astronomi instauratæ
Mechanica" 1558
C
M
Y
K
14