Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 200 - 18. oktober 2002 Nr. 200 - 18. oktober 2002 17 UTTAN ÚR HEIMI Skal ikki henda aftur Bróður ráðharrans meldaður Kostar 2460 milliardir Drap sínar starvsfelagar Amerikanska senatið samtykti fyrrakvøldið umfatandi broytingar í vallógini, sum skulu forða fyri, at hurlivasin á forsetavalinum fyri tveimum árum síðani skal endurtaka seg. Lógin heimilar stjórn- ini at lata teimum ein- støku statunum 28 milli- ardir krónur, so teir kunnu keypa sær nútím- ans atkvøðutól. Pengarnir skulu eisini nýtast til at gera sjálva veljaraskrá- setingina meiri einfalda. Aftan á samtyktina varð lógin send George W. Bush, forseta, sum nú skal staðfesta hana. Tað var serliga í statin- um Florida, at óskil var í uppteljingini aftan á for- setavalið fyri tveimum ár- um síðani, og hóast myndugleikarnir har hava nýtt 240 milliónir krónur til nýggja útgerð, høvdu fleiri valdømi trupulleik- ar við uppteljingini, tá uppstillingarval var í Florida í síðsta mánað. Norski skiparin Kåre Ludvigsen er meldaður til løgregluna í Tromsø, tí hann skal hava landað 17 tons av upsa uttan at hava givið veiðina upp. Hetta er í sjálvum sær ikki óvanligt í Noregi, men tað serliga við hesum máli er, at Kåre Ludvig- sen er bróður norska fiskimálaráðharran Svein Ludvigsen. Tað er fiskiveiðieftirlit- ið, sum hevur meldað Kåre Ludvigsen til løg- regluna. Eftirlitið sigur, at trolarin "Guldringnes", sum Kåre Ludvigsen er skipari á, hevur landað 47 tons av upsa, men at skip- arin bara gav 30 tons upp. Tann meldaði skiparin vil ikki gera nakrar við- merkingar til málið, tí hann hevur ikki sæð ákæruna. Svein Ludvig- sen, fiskimálaráðharri sigur við tíðindastovuna NTB, at øll brot á reglur- nar verða sektað, sama hvør tað er, sum brýtur tær. Amerikanska stjórnin sleppur at nýta 2460 milliardir krónur til verjumál næsta ár. Tað hevur senatið samtykt eftir einum uppskoti hjá stjórnini. Samanborið við gald- andi fíggjarlóg veksa út- reiðslurnar til verjumál 12 prosent, og so stórur hevur vøksturin ongantíð verið síðani tíðliga í átt- atiárunum. Uppi í játtan- ini er eitt møguligt hern- aðarátak ímóti Irak, sum er mett at fara at kosta millum 750 og 1500 milliardir krónur. Einar 60 milliardir krónur eru settar av til ta umstríddu rakettverjuskipanina. Men Bush fekk illa alla ta játtanina, sum hann hevði biðið um til bar- dagan ímóti yvirgangi. Senatið skarvaði 10 milli- ardir krónur av upp- skotinum hjá forsetanum, eftir at umboðsmanna- tingið hevði gjørt tað sama. Ein 56 ára gamal kan- adiumaður gjørdist so frá sær sjálvum, tá hann misti arbeiðið sum leiðari á einari umhvørvisskriv- stovu, at hann skjeyt tveir av sínum starvsfeløgum og síðani seg sjálvan. Maðurin hevði arbeitt á umhvørvisskrivstovuni í tí lítla býnum Kamloop í landnyrðing úr Vancouv- er í 15 ár. Tá hann týsdag- in fekk at vita, at hann var uppsagdur, fór hann beina leið til hús eftir einari byrsu. Síðani fór hann aftur á skrivstovuna og tók fýra fólk gíslar. Tað eydnaðist 12 øðr- um starvsfólkum at sleppa til rýmingar, og tá løgreglan seinni herjaði skrivstovuna, hevði mað- urin skotið tveir av sínum starvsfeløgum og seg sjálvan. Útlendingar vóru uppi í bumbuálopinum á Bali Indonesisku myndug- leikarnir siga nú, at tað vóru útlendingar, sum skipaðu fyri bumbuálopinum á Bali seinasta leygar- kvøld. Samstundis er váttað, at spreinging- in umborð á franska oljutangaskipinum "Limburg" var ein yvirgangsatsókn. YVIRGANGUR Árni Joensen: Talsmenn hjá indonesisku stjórnini søgdu í gjár, at út- lendingar vóru uppi í bumbuálopinum á frítíðar- oynni Bali seinasta viku- skiftið. Tað er kortini greitt, at einstakir indonesar vóru eisini uppi í álopinum, og stjórnin sigur, at løgreglan og herurin hava fingið boð um at leita eftir teimum. Myndugleikar í fleiri londum vilja vera við, at tann víðgongdi felagsskap- urin Jemaah Islamiyah skipaði fyri álopinum á Bali, men indonesisku myndugleikarnir hava kort- ini valt at lata leiðaran í fel- agsskapinum, Abu Bakar Bashir, fáa frið. Eygleiðar- ar halda, at myndugleikar- nir tora ikki at taka hann, tí tað hevði uttan iva elvt til umfatandi mótmæli frá víð- gongdum muslimum í Indonesia. Í gjár ljóðaði kortini, at myndugleikarnir í Jakarta umhugsa at rættarsøkja Bas- hir. Eitt samdøgur framm- anundan søgdu teir somu myndugleikarnir, at Bashir var als ikki í Indonesia. Tað var yvirgangur Myndugleikarnir í Jemen viðganga nú, at tað var ein yvirgangsatsókn, sum var atvoldin til spreingingina og eldin umborð á franska oljutangaskipinum "Lim- burg" herfyri. Jemenski innanríkisráð- harrin, Rashad al-Alimi, segði í gjár, at kanningar hava víst, at ein lítil bátur, sum var fermdur við spreingievni, hevði siglt á franska tangaskipið. Franskir og amerikanskir myndugleikar hava alla tíðina hildið uppá, at tað vóru yvirgangsmenn, sum søktu at franska skipinum. Álopið kostaði einum bulg- arskum sjómanni lívið. Á Bali verður framvegis leitað eftir fólki, sum doyðu í bum- buspreingingini. Her eru tað avstralskir løgreglumenn, sum kanna tey oyðiløgdu húsini. Amerikanska uttan- ríkisráðið sigur seg nú hava fingið at vita frá norðurkoreansk- um embætismonn- um, at landið hevur havt eina loyniliga kjarnorkuverkætlan í fleiri ár. KJARNORKA Árni Joensen: Sambært uttanríkisráðnum í Washington komu norður- koreansku embætismennin- ir við upplýsingunum, tá amerikanski sendimaðurin James Kelly var í Norður- korea fyrr í hesum mánað- inum. Samstundis sigur sjón- varpið CNN seg hava fing- ið at vita frá álítandi keld- um í amerikansku umsit- ingini, at James Kelly varð ikki sørt skelkaður, tá hann undir vitjanini í Norður- korea hitti Kang Suk-ju, sum er ein av teimum fremstu ráðgevunum hjá Kim Jong-il, forseta. á fundinum teirra millum skal Kam Suk-ju hava sagt, at sjálvandi hevur Norður- korea eina loyniliga kjarn- orkuvápnaætlan, og at landið hevur nóg mikið at plutonium til at gera í hvussu er tvær kjarnorku- løðingar. Sambært CNN legði norðurkoreanski em- bætismaðurin afturat, at tíðindi hansara áttu ikki at koma óvart á James Kelly, tí amerikanska stjórnin visti sjálvandi, at Norður- korea hevur havt eina loyniliga kjarnorkuvápna- ætlan í fleiri ár. Amerikanska stjórnin sigur, at kjarnorkuvápna- ætlanin hjá norðurkorean- um stríðir ímóti einum sátt- mála frá 1994. Í hesum sáttmála bant Norðurkorea seg til at steðga øllum møguligum kjarnorku- vápnaætlanum, aftur fyri at USA lat landinum tveir smáar kjarnorkureaktorar. Hesir reaktorarnir kunnu ikki gera plutonium, ið verður nýtt sum spreingi- evni í kjarnorkuvápnum. Men norðurkoreanska stjórnin vil vera við, at sáttmálin frá 1994 er ikki í gildi longur. Amerikanska uttanríkis- ráðið sigur, at tað ætlar at fáa eina friðarliga loysn á ósemjuni við Norðurkorea. Tað sama sigur tann suður- koreanska stjórnin, og am- erikanska uttanríkisráðið umhugsar møguleikan at lata vápnaeftirlitsmenn hjá ST fara til Norðurkorea at kanna viðurskiftini. Norðurkorea hevur loyniliga kjarnorkuvápnaætlan Myndugleikarnir á Taiwan krevja, at eitt norskt tryggingarfel- ag skal rinda endur- gjald, eftir at eitt skip fór á land á taiwansku strondini í fjør. OLJUDÁLKING Árni Joensen: Taiwanski staturin krevur, at norska tryggingarfelagið Gard Services skal rinda 70 milliónir krónur í endur- gjaldi, tí eitt skip, sum var tryggjað hjá norska felagn- um, fór á land og dálkaði ein part av taiwansku strondini við olju. Óhappið hendi í fjør, tá eitt farmaskip, sum var skrásett í Grikkalandi, fór á land á taiwansku strondini. Olja lak úr skipinum og rak inn á strondina, og norska tryggingarfelagið rindaði tá taiwansku myndugleikun- um 13 milliónir krónur sum endurgjald fyri arbeiðið at fáa oljuna burtur. Men hetta er ikki nóg mikið. Myndugleikarnir á Taiwan siga, at oljudálking- in hevur havt ringa ávirkan á ferðavinnuna, og tí vilja teir nú hava Gard Services at rinda 70 milliónir krónur sum endurgjald fyri mista ferðavinnuinntøku. Leiðslan í norska trygg- ingarfelagnum hevur ikki tikið støðu til kravið enn. Krevja endurgjald fyri oljudálking RÁÐSTEVNA Jan Müller Hósdagin 31. oktober verð- ur stór ráðstevna á Christi- ansborg. Heitið fer ráð- stevnuna er "Hevur ríkisfel- agsskapurin nakra fram- tíð?". Tað er Norðuratl- antsbólkurin á Fólkatingi, sum skipar fyri einum orða- skifti um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, sam- starvið millum Danmark, Føroyar og Grønland og leiklutin hjá teimum norð- urlendsku limunum á Fólkatingi. Fundin er opin fyri øllum, sum hava áhuga fyri hesum viðurskiftum, men vendir sær serliga til grønlendingar og føroying- ar, sum lesa í Danmark. Fundurin verður í felagssal- inum á fólkatingi. Við á ráðstevnuni verða næstformaðurin í fólka- tinginum, Svend Auken, Henriette Kjær, almanna- ráðharri, Høgni Hoydal, varaløgmaður, komandi formaðurin í Siumut (verð- ur valdur seinni í hesum mánaðinum), Josef Motz- feldt, formaðurin í Inuit Ataqatigiit, Bogi Eliassen, sum lesur samfelagsfrøði í Århus, Aviaja Helms, løg- frøðingur og Henriette Berthelsen, psykoterapeut- ur. Hesi trý síðsnevndu sita í arbeiðsbólkinum undir Norðuratlantsbólkinum. Haraftrat luttaka liminir í Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi: Lars-Emil Jo- hansen, Torbjørn Jacobsen og Kuupik Kleist. Luttøkan er ókyepis sigur fyrireikararnir men tað er neyðugt at melda seg til í seinata lagi hósdagin 24. oktober á telefon í Dan- mark 33375410 millum kl. 10 og 14, á faxi 33375399 ella á teldupostadressu: lotte.symes@ft.dk. Fyri- reikararnir siga, at fyrivarni verður tikið fyri broyting- um. sí heimasíðuna www.nab.fo Hevur ríkisfelagsskapurin nakra framtíð? Orðaskiftið um løg- tingsfíggjarlógina fyri 2003 vísti greitt, at trupult verður at fáa javnvág í búskapin næsta ár eins og trup- ult verður hjá sam- gonguni at semjast um fíggjarlógina. Hesi viðurskifti fara Eysturoyar Javnaðar- felag og Samhald at viðgera á almennum fundi TÍÐINDASKRIV Týsdagin 22. okt. kl. 19.30 skipa Eysturoyar Javnaðar- felag og Samhald (valfelag Sambandsfloksins í Eyst- uroy) fyri kjakfundi í Muntra í Fuglafirði, har løgtingsfíggjarlógin fyri 2003 verður viðgjørd. At leggja fyri í hesum kjaki hava feløgini fingið Magna Laksáfoss, búskaparfrøðing at geriða frá síni hugsan um búskaparstýringina hjá samgonguni – bæði núsit- andi og tí undanfarnu. Politikarar gera sínar viðmerkingar Eisini hava feløgini boðið umboðum sínum í fíggjar- nevndini við á fundin. Vil- helm Johannesen, sum er fíggjarnevndarlimum fyri Javnaðarflokkin fer at siga sína hugsan og Johan Dahl, fíggjarnevndarlimur Sam- bandsfloksins, greiðir eis- ini frá, hvussu hann og Sambandsflokkurin meta útlitini fyri 2003. Vánalig búskapar- stýring Magni Laksáfoss hevur í blaðgreinum víst á, at tær báðar samgongurnar hava rikið ein vánaligan búskap- arpolitikk og skírir bæði fíggjarlógina og búskapar- stýringina fyri eitt makk- verk. Blokkniðurskurðurin sæst aftur Hóast samgongulimir ferð eftir ferð hava sagt, at blokkniðurskurðurin upp á út við 400 mió. kr. ikki hava nervað føroyska bú- skapin, sær hvørt mans- barn, at tað júst er hesin peningurin, ið væntar í fyri at fáa realistiskt fíggjar- lógaruppskot. Kreativ fíggjarlóg Andstøðutingmenn hava skírt fíggjarlógina fyri at vera kreativa. Samstundis sum inntøkurnar tykjast at verða yvirmettar, er greitt, at útreiðslusíðan er ógvu- liga nógv undirmett – bæði beinleiðis og óbeinleiðis. T.d. eru fleiri lógarfestar út- reiðslur als ikki tiknar við, eitt nú Norðoyartunnilin. Kann elva til sam- gonguslit Formaður Javnaðarfloksins hevur beinleiðis víst á, at fíggjarlógarviðgerðin lætt- liga kann elva til sam- gonguslit, tí sera trupult verður hjá samgonguni at finna semjur um øll tey mál – bæði sparingar og lógar- bundnar útreiðslur – sum hvør flokkur ynskir. Fundurin almennur Øll hesi viðurskifti og onnur við í samband við løgtingsfíggjarlógina og ikki minst fíggjarnevndar- viðgerðin verður sum sagt viðgjørd á fundinum í Muntra í Fuglafirði týs- kvøldið 22. okt. kl. 19.30. Fundurin er almennur sten- dur í tíðinaskrivi frá Eyst- uroyar Javnaðarfelag og Samhald. Vánalig búskaparstýring og blokkniðurskurður merkja løgtingsfíggjarlógina Christiansborg, har ráðstevnan verður hildin Teir tríggir fólkatingslimirnir, sum mynda Norðuratlantsbólk- in, Lars-Emil Johansen, Torbjørn Jacobsen og Kuupik Kleist. C M Y K 17 16