fríggjadagur 18. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • fríggjadagur • 18. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
– Vit vístu heiminum,
at vit so sanniliga
eisini duga at spæla
fótbólt, segði ein
errin Henrik Larsen
millium annað eftir
dystin, har hansara
menn høvdu skelkað
eitt av størstu fót-
bóltsstórveldunum í
heiminum
TýSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
Hannover:
Hóast hann
sjálvandi var bæði fegin og
errin um avrikið hjá liði
sínum, so glapp eitt lítið
»satans« undan varrunum
hjá Henrik Larsen, tá hann
eftir
tíðindafundin
við
týsku fjølmiðlunum togaði
føroysku tíðindafólkini til
síðis, so vit í friði og náðum
kundu skifta nøkur orð um
dystin. ARD, DSF og aðrar
stórar týskar støðir vórðu
vinarliga biðin um at bíða,
tí nú ætlaði hann sær fyrst
at tosa við føroysku press-
una.
Duga at spæla fótbólt
Spurdur, hvussu tað kend-
ist, at standa við róðrið, nú
føroyskur fótbóltur hevði
fingið sítt kanska besta úr-
slit nakrantíð, segði lands-
liðsvenjarin, at hetta var
ikki tað besta.
– So skuldu vit havt javn-
að til 2-2, men hóast tað
ikki
eydnaðist, so eri eg ótrúliga
errin av leikarunum.
– Vit vístu verðini, at vit
eisini duga at spæla fótbólt.
Ikki bert verjufótbólt, men
eisini fram eftir vøllinum,
og at gera tað ímóti Týsk-
landi er eitt einastandandi
flott avrik frá hvørjum ein-
asta leikara á liðnum.
Undan dystinum hevði
eitt nú fyrrverandi stórleik-
arin, Karl Heinz Rume-
nigge, sagt, at talan mátti
verða um ein sigur til týsk-
arar upp á seks til átta mál.
Spurdur, hvørt hann hevði
nýtt hetta sum ein motivati-
ónsfaktor hjá liðnum, segði
Henrik, at tað hevði hann
ikki.
– Soleiðis er tað altíð, tá
hasar stóru kanónirnar út-
tala seg. Eg tók mær so ikki
stórvegis av tí, men tað var
deiligt at gera orðum hans-
ara fyri skommum. Tað er
púrasta víst.
Málið ein fyrimunur
Tá týska málið kom eftir
bert trimum minuttum,
vóru tað helst mong, sum
óttaðust eitt rættiligt sorl.
Soleiðis gekst tó ikki, og
spurningurin er kanska, um
tað ikki var ein fyrimunur
fyri føroyingar, tí hetta
kanska doyvdi týska trýstið
eitt sindur.
– Tað kann gott vera, at
nakað er um tað, men vit
skulu nú ikki gloyma, at
teir eisini í løtunum eftir
málið hava fleiri góðar
møguleikar, sum akkurát
tað sama kundu givið mál,
um tað ikki var fyri Jákup.
Hann stóð ein ótrúligan
dyst, og í øllum førum tað
besta, sum eg havi sæð
hann.
– Hinvegin megnaðu
spælararnir at reisa seg
aftur, og tað hongur nokk
saman við tí, sum vit tos-
aðu um áðrenn dystin. At
vit allir skuldu taka hetta
sum eina stóra uppliving,
sum vit kanska bara fáa
einaferð. Allir vóru samdir
um, at líkamikið hvussu
leikur fór, so skuldu vit
stríðast til tað allar seinasta,
og tað gjørdu vit so sanni-
liga eisini.
Rósti
hjálparvenjaranum
Í mun til dystin leygardagin
í Kaunas, so var nærum
talan um eina kollvelting í
føroyska spælinum. Spurd-
ur, hvørt tað var á nøkrum
serligum økjum, eitt nú tí
sálarliga, at arbeitt hevði
verið við leikarunum, segði
Henrik Larsen, at sálarligi
parturin var minsti trupul-
leikin.
– Tað nýtist ikki at seta
leikararnar upp til ein slík-
an dyst. Ert tú ikki uppsett-
ur tá tú møtir Týsklandi, so
verður tú tað ongantíð. Hin-
vegin arbeiddu vit nógv við
bæði verjuskipan og upp-
spæli, og her haldi eg ikki,
at eg kann rósa Jógvan
Martini nóg mikið. Hann
hevur gjørt eitt ótrúliga gott
arbeiði hesar dagarnar.
Fantastiskir áskoðarar
Og áðrenn Henrik Larsen
fór víðari til aðrar fjølmiðl-
ar, helt hann, at hann eisini
skuldi geva áskoðarunum
eina tøkk.
– Eg má leggja afturat, at
áskoðararnir so sanniliga
eisini stríddust til tað sein-
asta. Tað var heilt fantast-
iskt at hoyra, hvussu væl
teir stuðlaðu okkum. Hatta
var veruliga nakað, sum
lyfti liðið, og tað eri eg
ótrúliga fegin um, segði
Henrik Larsen at enda.
Hesum kunnu vit vera errin av
– Ert tú ikki uppsettur tá tú møtir Týsklandi, so verður tú tað ongantíð, segði Henrik Larsen
millum annað
Føroysku áskoðararnir vóru
stóru sigursharrarnir í
Hannover, og leingi eftir at
týsku áskoðararnir vóru farnir
heim, hoyrdust føroysku
rópini. Teir fáu týskarar, sum
vóru eftir, søgdu mest sum
allir tillukku, og tað var uttan
iva eitt herðaklapp, sum 12.
maður var fegin um
19
18
Nr. 200 - 18. oktober 2002
TÍÐINDASKRIV
Mánakvøldið 21. oktober
kl. 20.00 heldur Kim Sim-
onsen fyrilestur í Lofts-
stovuni
á
Føroyamáls-
deildini. Fyrilesturin eitur
Bardagin um føroysku
fortíðina – føroysk søgufat-
an og mentanarsøga mill-
um tjóðarbygging, mytur
og postkolonialan vanda-
sjógv.
Øll eru vælkomin.
"Nakrar visiónir fyri
norðurlendskt samstarv í
framtíðini.
Um viðurskifti millum
størru londini og útnorður-
lendsku útjaðarnar í einum
altjóðagjørdum heimi, sæð
í sosiologiskum høpi."
Hesa yvirskriftina hevur
Kim Simonsen givið fyri-
lestrinum hjá sær, sum
hann fer at halda í Norður-
landahúsinum sunnudagin
kl.16.00.
Norrøna
Felagið
og
Norðurlandahúsið
skipa
fyri.
Um mánaðaskiftið hevur
Norðurlandaráðið ársfund í
finska
høvuðsstaðnum
Helsinki.
Nógv
verður
gjørt burturúr í ár, tí Norð-
urlandaráðið er fimmti ár í
ár.
Tí hóskandi júst nú at
viðgera okkara lut her í Út-
norðri í norðurlendska
samstarvinum.
Og Kim Simonsen rópar
varskó: – Teir góðu Norð-
urlandavinirnir er skjótt
horvnir, so sum Sven Hav-
steen-Mikkelsen við sínum
tekningum,
og
Bjarne
Nielsen Brovst við bókum
um William Heinesen.
Hetta ættarliðið hevði
eina
sunna
modernaða
mentafatan, har Útnorður
var eins modernað og alt
annað, sigur Kim Simon-
sen. Hann leggur afturat:.
– Í dag skulu vit ansa
eftir, at tað norðurlendska
ikki endar við at endur-
skapa agg móti nútíðini, at
norðisman sum hugmynda-
frøði ikki gerst ein skansi
móti metropolum, Evropa
og heimsárinum, har vit
enda við at verja okkum
móti útlendskari mentan.
Vit eiga ikki bara at
leggja dent á eldri føroyska
mentan (folklorisering), tá
vit royna at umboða okkara
samleika her í Útnorði, tí
so endar henda mentan
sum nakað eksotiskt.
Eg eri bangin fyri, at Út-
norðurmentanarhúsið
á
Bryggjuni í Keypmanna-
havn fer at seta okkum Út-
norðurfólk í ein bás, har vit
skulu útstillast sum okkurt
eksotiskt
í
føroyskari
húgvu, og leggja dent á alt
gamalt.
Hetta kann fáa eina
øvugta ávirkan, at útlend-
ingar nú fáa »prógv« fyri,
at vit hanga føst í fortíðini
og at okkum dámar tað,
sigur Kim Simonsen.
Fyrilesturin
hjá
Kim
Simonsen verður í Norður-
landahúsinum sunnudagin
20.oktober kl.16.00, og
hann er almennur. Eftir
fyrilesturin verður kjak um
evnið stendur í tíðinda-
skrivi frá Norrøna Felagn-
um.
Almennur
fyrilestur á
Føroyamáls-
deildini
Freistin úti at søkja stjórastarvið á Strandferðsluni
Í dag, fríggjadagin, er
freistin úti at søkja
starvið sum stjóri á
Strandferðsluni. Hig-
artil hevur Vinnu-
málaráðið fingið tvær
umsøknir til starvið,
ið skal setast sum
skjótast
STRANDFERÐSLAN
Jón Brian Hvidtfeldt
Freistin at søkja starvið
sum stjóri á Strandferðsluni
er úti í dag, fríggjadagin.
Vinnumálaráðið lýsti fyri
einum mánað eftir nýggj-
um stjóra til stovnin, eftir at
Reidar Nónfjall, sum hevur
verið stjóri á stovninum
seinastu fimm árini, boðaði
frá at hann hevði ikki hug
at halda fram í starvinum.
Nú freistin at søkja er um
at vera úti, hevur Vinnu-
málaráðið
fingið
tvær
umsøknir til starvið, sigur
Arne Poulsen, aðalstjóri í
Vinnumálaráðnum.
Men
ofta koma umsøknirnar
ikki fyrr enn í seinastu løtu,
so tá avtornar kann talið
gerast nakað hægri.
Tann, ið fær starvið sum
stjóri á Strandferðsluni,
skal hava holla teoretiska
útbúgving, leiðsluroyndir
frá privata og/ella almenna
arbeiðsmarknaðinum, og
harumframt skal viðkom-
andi hava góð samstarvs-
evnir og mennandi leiðslu-
stíl, sigur Vinnumálaráðið í
starvslýsingini.
Starvið
sum stjóri á Strandferðsluni
verður sett »sambært ser-
ligari avtalu«.
Arne Poulsen sigur, at
Vinnumálaráðið
miðar
ímóti at nýggi stjórin á
Strandferðsluni skal kunna
taka við starvinum skjótast
gjørligt. Fráfarandi stjórin
hevur uppsagnartíð til á
nýggjárinum, men hevur
biðið um at sleppa úr
starvinum fyrr, um tað letur
seg gera.
Reidar Nónfjall fer í næstum
úr stjórastarvinum á Strand-
ferðsluni. Freistin at søkja
starvið, sum Reidar Nónfjall
hevur røkt seinastu fimm
árini, er úti í dag, fríggja-
dagin. Hósdagin hevði
Vinnumálaráðið fingið tvær
umsøknir til starvið.
C
M
Y
K
18