Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 18. oktober 2002 21 36.000 áskoðarar – teirra millum 700 før- oyingar – heiðraðu føroyska landsliðnum eftir dystin í Hann- over. Teir høvdu givið varaheimsmeistarunu m dyst til tað allar- seinasta, og í veru- leikanum vóru vit bert ein »stólpa-út« frá at skapa eina sensatión, sum hevði fingið Landskrona at blikna TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk Álvur Haraldsen Hannover: Alt var klárt. Rúni Brattaberg hevði júst havt eina framúrskarandi vakra framførslu av tjóð- sangi okkara, og beint eftir hevði ein týsk duett sungið týska tjóðsangin. Liðini høvdu stillað upp til myndatøku og so fór føroyska liðið undir størstu uppgáva sína nakrantíð. Ein dyst móti varaheims- meistarunum. Hvørki meira ella minni. Ringast hugsandi byrjan Undan dystinum høvdu týsku miðlarnir kravt nógv mál av týska liðnum, og flestu føroyingar mundu vita, at hesin vandin lúrdi, og eftir bert tveimum minuttum gjørdist hann enn meira veruleikakendur. Ballack snittaði eitt innlegg fram til Jancker, sum var um at renna føroysku verj- una av, tá Óli skræddi hann um koll. Brotsspark til Týskland varð úrslitið, og hetta setti Ballack trygt í neti, og so var bara ein vegur – hildu tey flestu. Fyrstu løtuna eftir hetta var tað kanska so, at ferðsl- an var sera einstáttað. Týsk- arar løgdu ikki á sama hátt sum litavar eitt stórt ein- vegis trýst á føroyska málið. Føroyingar megnaðu eisini at spæla seg frameftir vøllinum, og eitt nú mundi Øssur spælt Jákup á Borg púrasta leysan. Men tað vóru týskarar, sum vóru teir vandamiklaru. Flata før- oyska verjan hevði alstórar trupulleikar, tá spælt varð djúpt í borðini, ella tá bóltar vórðu sendir beint á krútsterka Carsten Jancker, sum í fleiri førum megnaði at halda báðum teimum før- oysku miðverjunum burtur. Vandin fyri einum skrædlið lúrdi eina løtu, og í veruleikanum var tað kanska bert Jákupi Mikkel- sen at takka, at hetta ikki gjørdist veruleiki. Tvær reistur bjargaði hann skoti frá einum púrasta leysum Jancker, og heldur ikki Frings ella Klose høvdu stórvegis eydnu við sínum royndum á føroyska málið. Teir tordu Sum dysturin leið, so komu føroyingar alt meira við í spæli. Tað var eisini sjón- ligt, at leikarar nutu løtuna saman við heimsstjørnun- um á vøllinum. Teir tordu at flyta bóltin frameftir, og einar tvær ferðir vóru teir enntá somikið djarvir, at annar av miðverjunum royndi at spæla seg við nið- aneftir. Sum hálvleikurin leið, so hoyrdust teir 700 føroying- arnir á leikvøllinum mun- andi betri enn hinir 35.300 týskararnir, sum avmark- aðu seg til ýlikonsertir við afturleggingar, og brádliga kom so hendingin, sum við eitt sendi Føroyar aftur á heimskortið. John Petersen hevði bóltin í høgru, og stakk frameftir til Jákup á Borg. Jákup hevði Frings beint eftir sær, men megn- aði kortini at smekka inn- fyri, og í dysti við Andrew var Arne Friedrich somikið óheppin, at hann beindi bóltin inn um heimsins besta málverja. Ókvæmisorðini heglaðu oman yvir týsku leikarar- nar, tá teir nakkalangir fóru til hálvleiks, har teir eftir øllum at døma fingu ein ordans vals frá venjaranum, og frá fyrsta bríksli royndu teir nú at trýsta føroying- arnar aftur á vøllin. Paul Freier var komin inn fyri Carsten Ramelow, sum als ikki spældi sum ein leikari í heimsflokki, og framrætt- aði leiklutur hansara gjørdi eisini, at føroyingar fyri tað mesta royndu at spæla langar bóltar niðan í álopi, so ondin kundi fáast aftur. Málmøguleikar spurdust eisni burturúr. Føroyingar vóru hepnir, at royndin frá Ballack úr fimm metra fjarstøðu endaði á stólpa- rótini, og hóast Andrew kløkkaði eitt sindur, tá hann skeyt frekt og flatt men beint framvið, so stóð mest sum greitt, at hetta kundi ikki halda, og tað gjørdi tað ikki. Freier var maðurin aftan fyri málið, tá hann úr høgru sendi innfyri, og tætt undir málinum kundi Klose stúta bóltin í netið. Og so hordist áskoðarafjøldin hjá týskar- um aftur. Í hvussu so er eina løtu. Føroyar trýstu Tí føroyska liðið gav ikki upp. At vinna seg aftur fyri aðru ferð ímóti Týsklandi í Týsklandi, man vera ein vónleys uppgáva fyri mest sum øll landslið, men hetta tóktist ikki nerva hetjur okkara. Heldur spentu teir seg enn meira. Teir høvdu Vit høvdu varaheims- meistararnir á knøunum Kanska størsta løtan í føroyskum fótbólti yvirhøvur. Oliver Kahn trýr ikki sínum egnu eygum, men noyðist kortini inn í málið, meðan føroysku leikararnir í bakgrundini flokkast at ynskja hvørjum øðrum tillukku Framhald á síðu 22 21 20 Nr. 200 - 18. oktober 2002 Fjølmiðlar kring allan heimin ásanna, at før- oyski málverjin var ein brandur, tá hann eitt nú bjargaði, tá Jancker, Klose og Ballack vóru púra blankir TýSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk/ Jóannes Hansen/ Álvur Haraldsen Jákup Mikkelsen var fram- úr á Niedersachsen stadion mikukvøldið. Avrikið hjá honum á landsliðnum kann sammetast við fyri fýra árum síðani, tá hann helt málið reint í Litava. Hesa ferð var tað á útivølli ímóti týska fótbóltsrisanum, og tað vakti ans, at føroyingar høvdu so góðan málverja: – Mikkelsen var ein klassamálverji. At Jancker, Klose og Ballack ikki skor- aðu, tá teir vóru púra leysir, kunnu føroyingarnir takka væl upplagda málverjanum fyri, verður tikið til í týsk- um fjølmiðlum, sum eisini vita at siga sínum lesarum, at føroyski málverjin situr á beinkinum í Molde. Størsta týska dagblaðið, Bild, gav øllum, sum vóru á vøllinum mikukvøldið skoðsmál. Eitt talið, sum stendur fyri avrik í heims- flokki, fekk eingin. Einasti spælarin, sum varð mettur til eitt tvey tal, var Jákup Mikkelsen. Trý talið fingu Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Oliver Kahn og Michael Ballask. At størsta týska dag- blaðið heldur, at føroyski málverjin stóð fyri besta avrikinum, átti at fingið onkran ábyrgdarmann í europeiskum feløgum at vakna og so at sett seg í samband við Molde fyri at frætta, hvør prísurin er á føroyska landsliðsmálverj- anum. Men Jákup Mikkelsen er ein realistiskur maður. Sjálvandi hevði hann verið áhugaður, um eitt gott tilboð hevði komið onkra staðni frá. Treytin fyri at hann skuldi tikið av einum sovornum møguligum til- boði hevði ivaleyst verið, at Molde fekk endurgjald fyri árið, sum er eftir av sátt- málaskeiðnum. – Men eg havi einki hoyrt um nakað áhuga felag, og eg haldi meg til tað, sum er veruleikin, segði Jákup Mikkelsen. Veruleikin er tann, at Ják- up Mikkelsen allan gjár ferðaðist heim til Molde, har hann roknaði við at koma til hús klokkan hálv- gum níggju í gjárkvøldið. Og um einki hendir, sum ikki hevur verið á skránni, so bendir alt á, at Jákup Mikkelsen í Hannover setti punktum fyri hetta kapp- ingarárið. – 2. lið hjá Molde skal spæla leygardagin. 1. lið skal spæla á útivølli sunnu- dagin. Vit fara avstað leyg- ardagin, so eg rokni við, at eg havi spælt síðsta dystin í hesum kalendaraárinum. Í november hava vit vetrarfrí, og í desember skulu vit venja tríggjar vikur, áðrenn vit fara í stutta jólafrítíð og so í januar av álvara fara undir fyrireikingarnar til nýtt kappingarár, sigur Ják- up Mikkelsen, sum í við- førinum í gjár hevði gáv- una, sum hann hevði lovað sjey ára gamla soninum, Poul Nolsøe, áðrenn hann fór avstað. – Eg lovaði honum, at hann skuldi fáa málmans- troyggjuna hjá Oliver Kahn, tá eg kom til hús, og vit báðir býttu um troyggjur eftir dystarenda, so Poul Nolsøe fær ta troyggjuna. Men ert tú áhugaður í at sleppa aðra staðni at spæla? – Eftir at hava spælt ímóti týsku heimsstjørnunum er tað ikki serliga hugaligt at eiga kjansin á bonkinum hjá Molde. Um eitt spenn- andi tilboð kom úr Dan- mark ella onkra aðra staðni frá, so hevði eg sjálvandi umhugsað tað. Hondbóltsnitt Fyrsta ferðin Jákup Mikk- elsen fekk fatur á bóltinum mikukvøldið var, tá hann fór í meskarnar eftir hon- um, tá Michael Ballack hevði sent brotssparkið í netið. – Hatta var ein ræðulig byrjan. Eg tók kjansin og tveitti meg annan vegin, og hann setti bóltin í hitt borðið. Men so haldi eg, at tað gekk væl. Fyrstu løtuna hevði eg nógv at gera, men soleiðis var tað ikki alla tíðina. Tað syrgdu liðfelag- arnir hjá mær fyri. Tað var ikki frítt, at tað sást, at tú hevur verið mál- verji í hondbólti? – Tú hugsar um Jancker, sum eg akkurát fekk upp- um, og tá skotið hjá Ballack varð bent í stólpan. Tá haldi eg, at eg eisini var heppin, men tað skal eisini til, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldur, at føroyska liðið onkra ferðina hevur spælt betri, enn tað gjørdi miku- kvøldið: – Tá ið vit vóru á veg av vøllinum spurdu týsku tíð- indamenninir, um hetta ikki var besta avrikið hjá før- oyska liðnum nakrantíð. Eg svaraði, at tað helt eg ikki, men at tað var satt, at hetta var hægst styrkismetta fót- bóltsliðið, sum vit nakran- tíð høvdu spælt ímóti. Mett yvir allar 90 minuttirnar, so haldi eg, at okkara lið spældi betri á Svangaskarði ímóti Skotlandi, sigur Jákup Mikkelsen, sum mikukvøldið vísti avrik í europeiskum fyrsta flokki. Um tað var nóg mikið fyri at sleppa av við bonk- arkjansin í Molde og í staðin at sleppa í málið í onkrum europeiskum felag, fer bara tíðin at vísa. Týski landsliðsvenjar- in var í trongum skóm, tá hann hitti týsku fjølmiðlarnar á tíðindafundi eftir dystin, og hann ásannaði, at føroyska sensatiónin kundi verið enn størri Jákup Mørk Álvur Haraldsen Hannover: Tað mundi ikki vera serliga hugaligt hjá Rudi Völler, tá hann kom til tíðindafundin beint eftir at Henrik Larsen hevði sagt sína hugsan um dystin. Völler hevur annars alla tíðina havt eitt gott forhold til týsku pressuna, sum annars kann vera rættiliga hørð við landsliðsvenjarar- nar, men mikudagin kendi hann seg týðiliga kroystan. Vardi leikararnar Landsliðsvenjarin legði fyrst og fremst stóran dent á at verja leikarar sínar, men hann ásannaði, at tá tú misnýtir ov nógv, so kanst tú verða revsaður. Eisini legði hann dent á, at hetta úrslitið eisini var ein staðfesting av, at tað ikki longur finnast nakrir lættir dystir í altjóða fót- bólti, og at leikararnir eru noyddir at geva seg 100% hvørja ferð. - Tað hevur einki at siga, at vit eru 80 milliónir her í Týsklandi, meðan Føroyar eru 45.000. Tað eru ellivu móti ellivu á vøllinum kortini. Eisini gav hann føroysku leikarunum nógvar rósur fyri teirra hugburð til spælið og vilja til at skapa ein dyst. Fyri føroyingar mundi hugaligasta løtan vera, tá ein týskur blaðmaður ditt- aði sær at spyrja, hvørt tað nú eisini var rætt at nýta Oliver Kahn í málinum. Kahn hevur nevnliga í sein- astuni verið fyri nógvum atfinningum frá ymsum bløðum, sum halda at Jens Lehmann úr Borussia Dort- mund átti at verið tikin framum. Fyrst tosaði Völler í orð- um, sum ikki vóru við í vanliga týskt-pensuminum við blaðmanninum, og eft- irfylgjandi kom so staðfest- ingin, sum ivaleyst lyftir føroyska avrikið enn eitt stig uppeftir. - Kahn var maðurin, sum bjargaði okkum frá einum 2-2 javnleiki. So einfalt er tað, staðfesti Völler. Rudi Völler: Kahn bjargaði okkum - Kahn var maðurin, sum bjargaði okkum frá einum 2-2 javnleiki, segði týski landsliðsvenjarin eftir dystin Bild helt Jákup vera besta mann á vøllinum Fyrsta ferðin Jákup Mikkelsen fekk fatur á bóltinum mikukvøldið var, tá hann fór í meskarnar eftir honum, tá Michael Ballack hevði sent brotssparkið í netið, men eftir hetta stóð hann sum ein brandur C M Y K 20