fríggjadagur 18. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 18. oktober 2002
23
22
Nr. 200 - 18. oktober 2002
heimsins besti málverji
kom ímóti, tóktist Hjalgrím
vera púrasta kaldur. Bólt-
urin varð vippaður framvið
Kahn, men ólukkutíð rakti
skotið uttaru síðuna á stólp-
anum.
Hvussu lagið á Nieder-
sachsenstadion hevði verið,
um Hjalgrím hevði skorað,
er ilt at siga, men tað er
púrasta víst, at føroysku
leikararnir ongan tíð fara at
gloyma seinastu løturnar á
leikvøllinum. Einastu róp-
ini, sum hoyrdust kring
vøllin, vóru tey, sum rung-
aðu til trummurnar hjá
Oskari, og tá føroyski bólk-
urin tveir minuttir fyri leik-
lok sang tjóðsang okkara,
var tøkkin ein rungandi
klappsalva frá týsku áskoð-
arunum.
At tað ikki eydnaðist
føroysku leikarunum at
skapa ta heilt stóru og
óhugsandi
sensatiónina,
tóktist heldur ikki bila
nakað, tá dysturin endaði.
Týsku leikararnir vóru
heilsaðir við einum gigant-
iskum »buuuh«, tá teir
ætlaðu at takka áskoðarun-
um fyri dystin, og so áttu
Føroyar tørn. Tey 36.000
fólkini í leikvøllinum reist-
ust øll somul, og klappsalv-
urnar dundu oman yvir
føroysku leikararnar. Við
einum hjarta úr gulli og
einum einastandi stríðsvilja
høvdu teir spælt seg beint
inn í týsku hjørtini, sum
hendan dagin funnu sær
nakrar
nýggjar
hetjur.
Hesar eita ikki Ballack,
Kahn ella Klose, men
Mikkelsen, Fløtum, á Borg
og annað, sum ikki er so
vanligt um teirra leiðir.
Takk fyri dreingir. Hatta
var ikki bara flott. Hatta var
eitt einastandi avrik, sum tit
hava alla orsøk at vera ernir
um. Tit vunnu eingi stig,
men tit vunnu milliónatal
av fótbóltshjørtum kring
allan heim.
∆
longu fingið sjón fyri søgn,
at tað kundi loysa seg at
trýsta týskararnar, og tað
hildu teir áfram við. Og so
vóru teir eisini kaldir. Tá
týskarar royndu at seta ferð
á, varð spælið alla tíðina
pilkað niður við lítlum
fríspørkum, sum oyðiløgdu
rútmuna í spælinum, og
sum minuttirnir gingu,
gjørdust týsku frustratión-
irnar alt meira sjónligar.
Helst mundi týski venjar-
in, Rudi Völler, ikki vera
heilt álvuligur við støðuna.
Eitt var, at hann alla tiðina
sást veipa og geyla at spæl-
arum sínum, men hann
sendi eisini Oliver Neuville
at hita upp. Hann var ann-
ars ivasamur undan dystin-
um, tí hann hevði ein minni
skaða, og tað varð sagt
undan dystinum, at hann
bert skuldi nýtast í ringasta
føri, so hetta mundi vera
ringasta føri fyri týskarar.
Og sum seinni hálvleikur
leið, so skuldi tað vísa seg,
at talan skuldi gerast um
eitt heilt óvanligt kvøld fyri
føroyskan fótbólt. Í roynd
og veru høvdu týskarar bert
eina vandamikla roynd
seinasta hálva tíman, tá
Jákup stórbjargaði einari
frísparksroynd frá Hamann
úr 20 metrum, og tó at
føroyingar ikki skaptu so
nógv, so lógu teir framvið.
Ein ógloymandi
uppliving
Og áskoðararnir vendu
eisini. Jákup á Borg varð
klappaður av vøllinu, tá
hann beint undan útskifting
sínari hevði krúllað einar
tríggjar týskarar niður. Óli
Johannesen
hevði
eina
góða langskotsroynd, sum
tíverri rakti mitt á Kahn, og
so høvdu føroyingarnir
stóran møguleika at javna,
tá sjey minuttir vóru eftir.
Eitt langt útspæl frá
Jákupi Mikkelsen varð
longt av John Petersen, og
so spenti Hjalgrím avstað.
Við bóltinum var 19 ára
gamli
klaksvíkingurin
skjótari enn Jeremies, og tá
Framhald av síðu 21
Føroysku áskoðararnir settu sín avgjørda dám á kvøldið.
Hæddarpunktið var, tá teir sungu tjóðsangin fyri einari
tigandi heimafjøld. Á skeltinum niðanfyri føroysku sektiónina
sæst, hvat týskarar hildu um avrikið hjá heimaliðnum
Talan var um eina framúrskarandi framførslu, tá Rúni Brattaberg undan dystinum sang
føroyska tjóðsangin – og tá føroysku áskoðararnir seint í dystinum gjørdu eina endurtøku,
hoyrdist einki annað á Niedersachsenstadion
Tá týskarar seinasta hálva tíman royndu at fáa ferð á, vóru føroyingarnir alla tíðina nóg kaldir
at gera lítil fríspørk langt uppi á vøllinum, so rútman í týska spælinum varð brotin
Dysturin í tølum
Týskland-Føroyar 2-1 (1–1)
Mikudagin 16. oktober 2002 kl. 20.30 á Niedersachsen
stadion í Hannover
1-0: Michael Ballack br 2.
1–1: Arne Friedrich sjálvmál 45.
2–1: Miroslaw Klose 59.
Dómarakvartett úr Ísrael: Dany Koren, Yosef Benisty,
Shmuel Shtaif og Alon Yefet
UEFA umboðsmaður úr Kroatia: Josip Cop
Dómaraeygleiðari Ungarn: Sandor Puhl
39000 áskoðarar
Týskland: 1. Oliver Kahn, liðformaður, Bayern München
– 3. Arne Friedrich, Hertha Berlin, 5. Carsten Ramelow
Bayer Leverkusen (6. Paul Freier, VFL Bochum, 46.), 4.
Christian Wörns, Borussia Dortmund – 10. Bernd
Schneider, Bayer Leverkusen, 8. Dietmar Hamann,
Liverpool, 16. Jens Jeremias, Bayern München, 13.
Michael Ballack, Bayern München, 7. Torsten Frings,
Borussia Dortmund – 11. Miroslaw Klose, FC
Kaiserlautern 9. Carsten Jancker, Udinese (17. Oliver
Neuwille, Bayer Leverkusen, 70.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Jens Leh-
mann, Borussia Dortmund, 2. Ingo Hertzsce, Hamburger
SV, 14. Gerald Ascmoah, Schalke 04, 15. Sebastian Kehl,
Borussia Dortmund, 18. Tim Borowski, Werder Bremen
Gult kort: Torsten Frings 66.
Venjari: Rudi Völler
Hjálparvenjarar: Michael Skibbe og Erich Rutemöller
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 28/–52, Molde – 4. Pól
Thorsteinsson, 25/0, NSÍ 5. Jón Rói Jacobsen, 8/0, HB,
2. Óli Johannesen, 59/1, liðformaður, TB, 3. Jens Krist-
ian Hansen, 44/3, B36 – 9. Jákup á Borg, 24/0, B36 (18.
Hjalgrím Elttør, 3/0, KÍ, 71.) 7. Fróði Benjaminsen, 18/1,
B68, 8. Julian Johnsson, 47/2, B36, 6. Øssur Hansen,
51/2, B68 – 10. John Petersen, 43/3, B36 (14. Helgi L.
Petersen, 3/0, NSÍ, 86.) 11. Andrew av Fløtum, 7/0, HB,
(15. Christian Høgni Jacobsen, 14/2, Vejle BK 78.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jens Martin
Knudsen, 56/–143, NSÍ, 12. Hans Fróði Hansen, 23/1,
B68, 13. Jóhannis Joensen, 13/0, HB, 75, 17. Rógvi
Jacobsen, 18/1
Gult kort: Óli Johannesen, 2., Pól Thorsteinsson, 74
Venjari : Henrik Larsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm
Liðleiðarar: Birgir Hansen og Heðin Askham
C
M
Y
K
22