Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 18. oktober 2002 25 Hóast talan var um týskt sjálvmál, so helt Andrew av Fløtum, at hann væl kundi eiga ein part av málinum TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk Álvur Haraldsen Hannover: Tað var kanska væntandi, og bløðini gittu eisini, at Andrew skuldi teljast millum teir fyrstu ellivu leygardagin. Hetta var fyrstu ferð í einum teljandi dysti, at tað er, og sjálvandi gjørdist tað ikki verri av, at Týskland var mótstøðuliðið. - Tað verður so ikki størri enn tað sama. Hetta var heilt ótrúligt, og at dysturin skuldi ganga somikið væl, gjørdi bara upplivingina uppaftur størri, helt hann fyri, tá vit spurdu hann um hetta. Tað var ikki fyrr enn leygarmorgunin, at Andrew fekk at vita, at hann skuldi byrja inni, men hóast hetta, so órógvaði tað ikki per- sónligu løðingina upp til dystin. - Nei, hon er altíð tann sama. Tú kanst ikki fyri- reika teg til at sita á beinkinum, tí tú skalt altíð vera klárur at koma inn. Tað er so sera einfalt. Málið Og hóast hann ikki skoraði, so átti Andrew ein part av æruni, tá Arne Friedrich beint fyri hálvleik beinti bóltin í egið mál. - Eg royndi at meta bóltinum, men í seinastu løtu tveitti hann seg fram- um meg, og so var bólturin í málinum. Og so kann eg gott leggja afturat, at eg hevði als ikki rokkið til handan bóltin. Hann var ov innarlaga, men hinvegin, so hevði tað ikki hent, um eg ikki pressaði hann, so nakað av æruni má eg væl hava, helt hann. Og eins og restin av liðnum, so vildi Andrew eisini senda áskoðarunum eina heilsu. - Teir vóru fantastiskir. Serliga var tað flott, tá tjóðsangurin varð sungin, men stuðulin var ótrúligur alla tíðina. Jákup á Borg hevur verið maðurin fyri øll føroysku málini, sum higartil eru skotin í hesari EM-undan- kappingini TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk Álvur Haraldsen Hannover: Sum flestu aðrir á føroyska liðnum, so var Jákup á Borg ein fegin men troyttur maður, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin mikukvøldið. Ferðin Gaman í spældi hann ikki allar 90 minuttirnar, men sjálvur segði hann eftir dystin, at orkan ikki var til meira. - Eg havi ein skaða í lærkrikanum, men tað var ikki hesin, sum noyddi meg út. Tann pínan er nústaðni um at koma, men eg orkaði ikki meira. - Eg havi næstan ikki spælt í ein mánað, og at spæla tveir somikið krevj- andi dystir innan so stutta tíð, er meira enn beinini orka, og tá er tað betri at seta ein frískan mann inn. Men møðin var ikki meira enn so, at tú beint frammanundan hevði orku til at dribla tríggjar týskarar av? - Tað er kanska nakað um tað. Tað var í øllum førum keðiligt at verða útskiftur, akkurát meðan allir áskoð- ararnir klappaðu at mær, Men útskiftingin var í lagi. Undan hesum hevði Jákup tó enn eina ferð verið maðurin, sum legði upp til eitt føroyskt mál, tá hann sendi bóltin inn av høgra veingi. - Ja, tað sær út til at gerast ein góður vani. Óluksáligt at upplegg ikki telja við, tá máltindurin verður uppgjørdur. Litava tyngir Eingin ivi er um, at Jákup var fegin um dystin mikukvøldið, men tá takast skuldi samanum, so var tað ikki meira enn hálvt. - Tað oyðilegði nógv, at vit skuldu tapa í Litava, so serliga mátin tað hendi uppá. Har riggaði einki hjá í fyrra hálvleiki, og tó at tað bleiv betri, so var tað bara móti dystarenda, at vit veruliga fingu ferð á aftur. Hesa ferð gekk tað nakað væl betri, men sum sagt, so er samlaða úrslitið av ferðini ikki nóg gott. Óli Johannesen hevur í 59 landsdystum ongan tíð upplivað slíkan stuðul, sum leikar- arnir fingu í Hannover mikukvøldið TÝSKLAND-FØROYAR Jákup Mørk Álvur Haraldsen Hannover: Óli Johannesen er við sínum 59 landsdystin tann mest royndi føroyski landsliðsleikarin, men lið- formaðurin segði eftir dystin mikukvøldið, at hann ongan tíð hevði havt eina so góða uppliving við landsliðnum.. - At hoyra tjóðsangin frá áskoðarunum stutt undan leikloki var fantastiskt at hoyra, og tað sigur eisini nakað um, hvussu væl áskoðararnir megnaðu at stuðla okkum. Vit hoyrdu teir so at siga allan dystin, og tað var ein stór hjálp. - Yvirhøvur, so var tað ein ótrúlig kensla, sum vit høvdu, tá dysturin endaði. Hetta er so størsta áskoð- arafjøldin, sum eg havi spælt fyri, og at hoyra 36.000 fólk klappa okkum av vøllinum, var ein upp- living av teimum heilt stóru. Óttaðist reytt tað teknaði annars ikki so gott at byrja við. Bert tveir minuttir vóru farnir, tá Týskland hevði fingið brotsspark og Óli gult kort, og akkurát í teirri løtuni hevði liðskiparin tað ikki serliga gott. - Neit. Fyrst og fremst tí eg hevði givið teimum brotsspark, men eisini tí eg óttaðist, at dómarin skuldi taka reyða kortið fram. Tað hevði verið ræðuligt, um so varð, men tíbetur so hendi tað ikki, og vit megnaðu at reisa okkum aftur. TÝSKLAND- FØROYAR Hilmar Jan Hansen Meðan vit føroyingar bretta okkum á og stórliga fegnast um úrslitið hjá okkara landsliði miku- kvøldið í Hannover, ber til at ímynda sær bæði ein og annan týskara, ið gongur boygdur og ikki sørt foyur. Og serliga tann eina man vera lítið um: Karl- Heinz Rummenigge, sum er forseti í týska stórfe- lagnum Bayern München, og sum undan dystinum mikukvøldið var so av- gjørdur, at tað ikki kann annað enn kosta honum nógv at eta orðini í seg aftur. Fleiri av týsku spælar- unum, eins og venjarin Rudi Völler, vóru heldur varnir í tí, teir søgdu undan dystinum, men tað kann ikki sigast um Rum- menigge, ið setti fulla ferð á, tá hann týsdagin gjørdi støðuna upp: — Vit eiga at skora í minsta lagi sjey ella átta mál móti Føroyum, tí smátjóðirnar hoyra als ikki heima í undankapp- ingunum saman við teim- um stóru, segði hann. – Sum undankapping- arnar eru nú, er eingin spenningur eftir. Um vit bara taka henda dystin móti Føroyum sum dømi, sum er hann sum eitt bein uttan kjøt. Og so helt Karl-Heinz Rummenigge fram við at spyrja, hvat skuldi verið í vegin við undan-undan- kappingardystum millum eitt nú Føroyar og San Marino. – Soleiðis verður jú eisini gjørt í Champions League og øllum stórum kappingum, staðfesti Bay- ern München-forsetin. Nei, neyvan er hann eins bragdligur nú, sum hann var undan dystinum. Spell, tí tey flestu munnu minnast hann sum ein góðan spælara, ið plagdi at hava virðing fyri mót- støðumonnunum – og høvdið við sær. Óli og Pól ikki við til Íslands Gulu kortini mikukvøldið hava við sær, at teir báðir verjuspælararnir verða leikbannaðir, tá Føroyar 7. juni skulu spæla í Reykjavík TÝSKLAND–FØROYAR Jóannes Hansen Tá fótbóltslandsliðið 7. juni komandi ár fer at spæla fjórða dystin í EM undankappingini, fara tveir av royndu monn- unum at sita eftir í Føroyum. Óli Johannesen og Pól Thor- steinsson sóu mikukvøldið gult í ávikavíst 1. og 74. minutti. Felags fyri teir báðar var, at teir eisini sóu gult leygardagin. Tá Føroyar taptu 2–0 í Litava, fekk Óli Johannesen gula kortið í 47. minutti, og tveir minuttir seinni helt jugoslaviski dómarin, sum avgjørt ikki var vinarligur ímóti føroyska liðnum, ostaflísini fyri næs- unum á Pól Thorsteinsson. Reglurnar siga, at tvey gul kort í EM undankapping bera leikbann í ein dag við sær. Tí verður neyðugt at umskipa verjuna, sum hevur verið tann sama í teimum trimum EM undankappingardystunum, sum higartil eru spældir. Eykamenn í verjuni hava tær tríggjar ferðirnar í heyst verið Jóhannis Joensen og Hans Fróði Hansen. Jóhannis spældi eina løtu fyri Pól Thorsteinsson ímóti Litava, meðan Hans Fróði Hansen enn ikki hevur verið á vøllinum í hesi EM undankappingini. Fýra aðrir føroyskir spælarar hava eitt kort á kontoini. Tað vil siga, at teir verða leikbannaðir, um teir eina ferð afturat síggja gult í hesi kappingini. Talan er um Jákup á Borg og Jens Martin Knudsen, sum sóu gult ímóti Skotlandi á Svangaskarði, og Fróða Benjaminsen og Andrew av Fløtum, sum fingu gula kortið í Litava. Tá tað ræður um kortini, hava føroyingar ikki so nógv at knarra um. Á landsliðsferðini hesa seinastu stóru vikuna hevði einki forgjørt verið í tí, um føroysku spælararnir høvdu fingið fleiri kort. Andrew av Fløtum slapp væl, tá hann – eftir at lítla løtu frammanundan hevði fingið gula kortið – royndi at stúta bóltin úr hondunum á litaviska málverjanum. Tá kundi hann havt fingið gult kort og harvið eisini reytt. Óli Johannesen smíltist og gav vinarliga ísraelska dómaranum eitt herðaklapp, tá dysturin mikukvøldið var liðugur. Tað var væl skiljandi. Nógvir dómarar høvdu tikið reyða kortið úr lummanum, um teir høvdu verið vitni til tað, sum bar týska brotssparkið við sær, og tá Óli eina ferð úti í høgra borði togaði ein av mótstøðumonnunum í armin, slapp hann væl, tá dómarin bara bríkslaði fyri frísparki og ikki fór í lumman. Týskur hugburður stendur fyri falli Átti ein part av málinum - Eg hevði als ikki rokkið til handan bóltin, men var eg ikki har, so hevði tað ikki hent, segði Andrew um málið Takk fyri - Eg óttaðist, at dómarin skuldi taka reyða kortið fram, sigur Óli um hendingina, tá brotsspark varð dømt til Týskland Uppleggini telja ikki - Eg havi næstan ikki spælt í ein mánað, og at spæla tveir somikið krevjandi dystir innan so stutta tíð, er meira enn beinini orka, helt Jákup á Borg um útskftingina 25 24 Nr. 200 - 18. oktober 2002 At tapa so tepurt, sum tilber fyri varaheims- meistarunum. Tað má so vera okkurt, sum liggur beint undir »weltklasse«. Tí átti kanska at verið óneyðugt at givið leikarunum nakað støðismet eftir fram- úrskarandi avrikið, men niðanfyri verður so kortini gjørd ein roynd 1. Jákup Mikkelsen, Molde Skal nakar føroyingur takast framum mikudagin, so má tað verða Jákup Mikkelsen. Við fleiri bjarg- ingum, tá týskarar hóttu við at bumba Føroyar niður, syrgdi hann fyri at varð- veita spenningin í dystin- um. Í seinna hálvleiki var hann fyri tað mesta ímynd- in av tryggleika, burtur sæð frá málinum hjá Klose, sum hann lítið og einki fekk gjørt við. Útspørkini vóru sum vant neyv og long, so alt í alt mundi talan vera um ein av allarbestu lands- dystum hansara, og tað sigur ikki so lítið. 2. Óli Johannesen, TB Var sum vant partur av føroysku miðverjuni, men í mun til so nógvar aðrar ferðir, so var myndugleikin ikki hin sami sjálvsagdi frá fyrsta bríksli. Kundi møgu- liga fingið reytt kort, tá hann togaði krútsterka Jancker niður, og hetta merkti hann kanska eisini fyrstu løtuna. Spældi seg tó væl upp, og sást enntá í einum trimum førum fara fram at hótta mótstøðu- málið, umframt at hann í seinna hálvleiki var krum- tappurin í eini væl virkandi verju. 3. Jens Kristian Hansen, B36 Hevði í fyrra hálvleiki stórar trupulleikar av sera driblisterka og bólttrygga Bernd Schneider, sum fleiri ferðir slapp oman at bak- linjuni. Ótryggleikin var helst eisini viðvirkandi til, at Jens Kristian í fyrra hálvleiki hevði fleiri óneyðug bólttap, men eins og restin av liðnum spældi hann seg væl upp í seinna hálvleiki, har hann fleiri ferðir ferðaðist framvið í borðinum, soleiðis at før- oyska vongspælið fekst at rigga. 4. Pól Thorsteinsson, NSÍ Hevði eins og hinir í verj- uni stórar trupulleikar, tá týskarar royndu at spæla djúpt í borðini fyrsta hálva tíman. Tóktist fleiri ferðir hava plaseringstrupulleikar, sum tó í stóran mun vórðu uppvigaðir av skjótaleika hansara. Í seinna hálvleiki reistist hann saman við restini av liðnum, og hóast Schneider tá flutti yvir í hansara borð, so tóktist vágbingurin at hava tak á heilt nógvum, sum fyri- fórst. 5. Jón Rói Jacobsen, HB Ótrúligt at hann enn spælir í Føroyum. Hevði sjálvandi eins og verjufelagarnir trupulleikar av ikki minst Jancker, men tað høvdu flestu verjuleikarar í Europa helst havt. Megnaði ferð eftir ferð at bróta týska spælið við at møta bóltin- um, og eins og Óli var hann onkra ferðina somikið frí- gjørdur, at hann slapp sær við fram í álop, tó at ein skeiv sending tað einu ferð- ina mundi kostað mál. Spældi í seinna hálvleiki mest sum feilfrítt, og hevur longu nú lagt eitt sera høgt støði fyri framtíðar lands- dystir sínar. 6. Øssur Hansen, B68 Í sínum kanska seinasta landsdysti slapp Øssur at royna seg móti sínum higartil størstu mótstøðu- monnum, og eins og restin av liðnum slapp hann hampuliga væl frá tí. Var kanska ikki so eyðsýndur í fyrra hálvleiki, men dugdi væl at koma framvið, tá kjansir skuldu skapast. Í seinna tók hann ein nógv meira aktiva lut í spælinum inni á vøllinum, har hann hjálpti til hjá Julian og Fróða, soleiðis at miðvøll- urin fekk betri tak á, og tó at hetta skerdi møguleikar- nar at arbeiða frameftir, so megnaði hann framhald- andi at halda breiddina í spælinum, soleiðis at upp- gávan hjá týskarum ikki gjørdist ov torfør. 7. Fróði Benjaminsen, B68 Hevði nakað at prógvað eftir Litava-dystin, og tað gjørdi hann so sanniliga eisini. Serstakliga í fyrra hálvleiki var hann partur í nógvum av tí, sum føroy- ingar sýndu. Dugir at søkja bóltin og spjaða spælið sum fáur, og vinnur hartil eitt hav av bóltum. Hevur hartil tann góða eginleika, at hann at kalla ikki kann imponerast av nøkrum, og nervar tað hann tí ikki, hvør mótstøðumaðurin er. Byrj- aði eisini seinna hálvleik væl, men at enda tóktist møðin at hava sett síni spor, soleiðis at fetini vórðu dekan ov tung. 8. Julian Johnsson, B36 Hevði eins og Fróði nakað at prógva, og eins og mið- vallarfelagin stóð Julian royndina. Her var tað tann góði gamli Julian, sum fekk fatur í einum ótali av bólt- um, og hartil slapp hann sær í mongum førum sera skilagott av við aftur kúl- una, soleiðis at vit varð- veittu spælið í egnari røð. Hevði eisini fleiri langar rennitúrar bæði fram- og aftureftir, soleiðis at mót- støðumenninir ongan tíð kundu kenna seg heilt tryggar. 9. Jákup á Borg, B36 Høgru miðvallarin á før- oyska landsliðnum má nú spakuliga teljat millum teir fáu, sum hava innlegg í Beckham-flokkinum. Í øllum førum var hann aftur hesa ferð upphavsmaður til føroyskt mál, men hartil gjørdi hann so nógv annað. Arbeiddi væl í báðar ættir, soleiðis at Frings ikki fekk frið at gera nakað sum helst, og tað í sjálvum sær vitnar um klassa. Í seinna hálvleiki fór møðin spaku- liga at vísa seg, men áðrenn hann varð skiftur út, hevði hann fingið allar áskoð- ararnar at klappa, tá hann mest sum gjørdu tríggjar týskarar fyri skommum við fintum sínum. 10. John Petersen, B36 Føroyski toppskjúttin var ikki so nær við málið hesa- ferð, men hann tók lut í nógvum øðrum av tí, sum fyrifórst á vøllinum. Ar- beiddi sera nógv, tá týska uppspælið skuldi órógvast, og var eisini millumstøð í teimum báðum mest vanda- miklu føroysku álopsroynd- unum. Hevði hartil dirvi og evni til at taka ímóti bólt- inum og yvirhøvur at royna at fáa føroyska spælið at rigga. 11. Andrew av Fløtum, HB Vísti seg frá fyrsta bríksli at vera minst líka væl tendr- aður, sum tá hann kom á vøllin í Kaunas. Arbeiddi sum ein hestur, og royndi fleiri ferðir at bjóða týsku verjuni av, tá møguleikin beyðst, og hevði eisini ein- stakar skotroyndir, harav tann eina var nóg so frek. Var harumframt eisini beinleiðis atvoldin til týska sjálvmálið, og staðfesti yvirhøvur sítt kandidatur til eitt pláss í byrjunarupp- stillingini. Varð skiftur út nakað fyri leiklok, tá ógvusliga renniarbeiðið hevði sett síni spor, og tað var so einki forgjørt í tí. 14. Helgi L. Petersen, NSÍ Fekk seinastu løtuna á vøllinum sum innskiftari fyri John Petersen, men tíðin á vøllinum var tó ov stutt til, at avrikið veruliga kann metast. 15. Christian Høgni Jacobsen, Vejle Kom á vøllin fyri Andrew av Fløtum, men hesa ferð spældi hann á høgra mið- vøllinum. Ein avgerð, sum als ikki sá so galin út, tí fyri tað mesta hevði Christian Høgni tamarhald á tí, sum hendi kring seg, og tó at tíðin var stutt, so gav hann eitt positivt inntrykk. 18. Hjalgrím Elttør, KÍ Var ikki so leingi á vøllin- um, og spældi enntá tvey pláss hesa løtuna, so avrikið er helst uttan fyri meting. Men, men, men. Hann hevði møguleikan at geva týskarum meira enn ein vanliga stóran hvøkk, men stólpin bjargaði tó fyri Kahn. Beint undir Weltklasse Føroysku hetjurnar, sum nú eisini eru týskar hetjur. Julian Johnsson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Jens Kristian Hansen, John Petersen, Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Jákup á Borg, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen og Andrew av Fløtum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24