fríggjadagur 18. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 18. oktober 2002
27
Norra fingið vind í seglini
Eftir eina serstakliga
veika HM-undan-
kapping hevur Norra
nú lagt seg á odda í
sínum bólki, har Dan-
mark hevði frí miku-
kvøldið. Finland tapti
sín heimadyst móti
Jugoslavia, og í venj-
ingardysti misti Svør-
íki 2-0 leiðslu og tapti
móti Portugal
FÓTBÓLTSGRANNAR
Hilmar Jan Hansen
Misjavnt var, hvat grannar
okkara fingu burtur úr
fótbóltinum mikukvøldið.
Meðan Føroyar stríddu seg
til eitt serstakliga heiðurligt
úrslit móti varaheimsmeist-
arunum úr Týsklandi, vóru
eisini Norra, Finland og
Svøríki í dysti.
Serliga norðmenn eru í
góðum hýri, tí teir á Ullevål
í Oslo vunnu ein fult uppi-
bornan 2-0 sigur á Bosnia/-
Herzegovina, ið ikki hevið
tað stóra at borðreiða við, tí
Norra sat á dystinum frá
byrjan til enda.
Longu í sætta minutti
kundi Claus Lundekvam
leggja Norra á odda. Liver-
pool-spælarin John Arne
Riise sendi hornaspark inn-
fyri, og har var Henning
Berg hæsti maður og skall-
aði móti málinum. Har var
Lundekvam á blettinum og
mest við búkinum fekk
hann koyrt bóltin í málið til
1-0.
Hetta var fyrsta lands-
liðsmálið hjá Claus Lunde-
kvam nakrantíð, og sam-
stundis mál nummar túsund
hjá norska landsliðnum
gjøgnum allar tíðir. Nú er
tað so bara í Southampton,
har Lundekvam vinnur til
dagligt breyð, at hann eigur
á at skjóta mál.
Norra stýrdi
Ikki gingu meira enn tjúgu
minuttir, so stóð John Arne
Riise fyri tørni at økja til 2-
0 eftir óbeinleiðis fríspark.
Ole Gunnar Solskjær nart
við bóltin, og so dundraði
Riise til úr 20 metrum, utt-
an at bosniski málverjin Al-
mir Tolja kundi gera nakað
sum helst við bóltin.
Annars var tað ikki minst
málverjanum fyri at takka,
at Bosnia/Herzegovina ikki
fekk eitt stórtap á Ullevål,
tí fleiri ferðir hevði Tolja
góðar og avgerandi bjarg-
ingar.
Norra stýrdi dystinum
trygt frá byrjan til enda, og
bara ta einu ferðina var
vandi á ferð í hinum endan-
um, men Frode Olsen í
norska málinum fekk við
einari fótparadu steðgað
royndini frá Elvir Baljic
trettan minuttir fyri tíð.
Við
sigrinum
kunnu
norðmenn staðfesta, at tað
gongur sum eftir ánni hjá
teimum, tí eftir tríggjar
dystir eru teir við sjey stig-
um á odda í bólki 2 — eitt
stig framman fyri Rumenia
og trý stig framman fyri
Danmark, sum hevði frí
mikukvøldið.
Í hinum dystinum í hes-
um bólkinum máttu Allan
Simonsen og hansara menn
á heimavølli í Luksemburg
leggja rygg til stórtap móti
Rumenia, sum vann 7-0 í
einum dysti, sum fyri tað
mesta var spæl upp á eitt
mál.
Fáligir finnar
Ein góð byrjan gjørdist ikki
nóg mikið hjá Finlandi,
sum á útivølli í Beograd
skuldi royna seg móti
Jugoslavia. Tá avtornaði,
vunnu jugoslavar 2-0, og
finnar kunnu við trimum
stigum í trimum dystum
neyvan vænta sær nakað
EM-endaspæl hesa ferð
heldur.
Finnarnir kom annars
betur frá byrjan enn vertir-
nir, og tað eydnaðist í løtum
at trýsta Jugoslavia langt
aftur á vøllin. Fyrsta hálva
tíman átti Finland mál-
kjansirnar, og hornasparks-
hagtølini søgdu 8-1.
Men í seinna hálvleiki
kom vend í, og tá ellivu
minuttir vóru farnir, fekk
Jugoslavia fyrra málið.
Sinisa Mihajlovic royndi
seg við frísparki, sum end-
aði í finska verjumúrinum,
men so var Darko Kovace-
vic á blettinum og setti
bóltin í málið.
Og tá so Jugoslavia fekk
brotsspark seks minuttir
fyri tíð, var liðugt. Juha
Reini rakti Mladen Krstajic
við alboganum í brotsteign-
um og fekk reyða kortið, og
í næstu løtuni kundi Sinisa
Mihajlovic
trygt
senda
brotssparkið
fram
við
finska málverjanum Antti
Niemi.
Svøríki misti alt
Svøríki, sum er í bólki sam-
an við Lettlandi, Polandi,
Ungarn og San Marino,
hevði frí mikukvøldið, men
spældi kortini ein venjing-
ardyst móti Portugal á Nya
Ullevi í Göteborg.
Ikki kann sigast annað,
enn at Svøríki legði bragd-
liga fyri, tí eftir bara 25
minuttir var støðan longu 2-
0 móti komandi EM-vert-
unum. Longu í sjeynda
minutti legði liðfelagin hjá
Toda Jónsson í FCK, Jörgen
Pettersson, svenska lands-
liðið á odda, og í 25. minutti
økti Marcus Allbäck.
Svøríki royndi seg við
einari 3-5-2 uppstilling,
fyri at fáa meira álopsspæl,
men tað riggaði altso ikki
meira enn fyrsta hálva
tíman, tí so vendi dysturin.
Tíggju minuttir fyri hálv-
leik syrgdi Sergio Con-
ceição fyri at minka um
munin, og bara átta minuttir
inni í seinna hálvleiki javn-
aði Romeu Almeida til 2-2.
Nú var tað Portugal, sum
stóð fyri undirhaldinum, og
svenska verjan varð trýst í
botn. Sum fráleið kom
Svøríki betur við, men
megnaði kortini ikki at
forða fyri, at gestirnir
vunnu dystin 3-2. Síðsta
málið skoraði Rui Costa
átta minuttir fyri tíð við
einum langskoti.
So fekk Ísland fyrstu stigini
Á heimavølli móti
Litava vísti Ísland
heilt annan hugburð
og heilt annað spæl,
enn tá liðið leygar-
dagin tapti á sama
stað móti Skotlandi
Ísland-Litava
Hilmar Jan Hansen
Hóast teir máttu bíða til
seinna hálvleik, fingu í-
slendsku heimaáskoðarar-
nir tað, teir vóru komnir at
hyggja at á Laugardalsvölli
í Reykjavík mikukvøldið:
Ein íslendskan sigur, trý
stig og eitt farvæl til aftasta
bólkinum, sum Føroyar nú
hava arvað.
Tað vóru annars litavar,
ið høvdu fyrsta málmøgu-
leikan, tá Dainius Glev-
eckas kom at standa væl
fyri eftir eitt hornaspark í
trettanda
minutti,
men
sendi bóltin uppum.
So kom Ísland meira fyri
seg, og longu í fyrra hálv-
leiki gav Chelsea-maðurin
Eiður Smári Guðjohnsen
ábendingar um, hvat kundi
vera á veg. Bæði eina og
tvær ferðir noyddi hann
litaviska málverjan Gint-
aras Stauce at vísa somu
kynstrini, hann leygardagin
vísti í endanum á dystinum
móti Føroyum.
Miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki var tað so, at vend av
álvara kom í dystin, tá Lita-
va fekk ein mann útvístan.
Bara 21 minuttir vóru farn-
ir, tá Deividas Cesnaukskis
fekk reyða kortið frá dóm-
aranum fyri hevnisøku móti
Arnari Viðarsson, og so
byrjaði íslendska yvirvágin
at mynda seg.
Eiður átti alt
Tað var tó ikki fyrr enn í
seinna hálvleiki, at íslend-
ingar fingu hol á og kundu
byrja sína málveitslu, ið
endaði við tryggja 3-0 sigr-
inum. Og umframt at skjóta
tvey tey seinnu málini, átti
Eiður Guðjohnsen eisini
uppleggið til tað fyrsta. Í
49. minutti sendi hann bólt-
in innfyri úr høgru, og fyri
málinum var Heiður Helga-
son hægstur og skallaði
bóltin inn til 1-0.
Á tímanum bleiv Eiður
spældur í dýpdina og kundi
renna seg leysan, fyri síðani
at skora trygt til 2-0. Seinna
málið hjá honum, sum hann
skoraði eitt gott korter fyri
tíð, var sera væl úr hondum
greitt.
Ein langur og kanska til-
vildarligur bóltur endaði
frammi í høgru síðu, og við
fleiri
litavum
rennandi
rundan um seg dróg Eiður
Guðjohnsen
inn
móti
miðjuni, fyri síðani at
smekka til ein metur uttan
fyri litaviska brotsteiginum
— og so var 3-0.
Brendi brotsspark
Sum um Chelsea-spælarin
ikki hevði gjørt nóg mikið,
fekk hann enntá í síðsta
minutti gyltasta møguleik-
an at skora hat-trick, tá Ís-
land fekk brotsspark. Men
hesa ferð var Eiður Guð-
johnsen ikki nóg kaldur, og
brotssparkið fór upp um
málið.
Kortini man eingin ivi
vera um, at íslendingar eru
sera fegnir um avrikið hjá
honum og hinum í dystin-
um mikukvøldið, og mest
av øllum munnu teir fegn-
ast um, at aftasta plássið
ikki longur er teirra.
Við sigrinum fór Ísland
upp um bæði Litava og Før-
oyar, og er nú á triðja plássi
– aftan fyri Týskland og
Skotland.
Týska pressan hugtikin
Hóast teir ikki eru
nøgdir við avrikið hjá
sínum egnu, so er
úrlatingin ikki so
ógvuslig, sum tað
kundi roknast við
TÝSKLAND–FØROYAR
Jóannes Hansen
Føroyar og føroyingar áttu
eisini í gjár stóra rúmd í
týsku fjølmiðlunum, sum í
umrøðunum av Føroyum
og føroyska landsliðnum
alla tíðina hava verið sera
saklig og fólkalig. Før-
oyska landsliðið verður
mest sum hvørja ferð nevnt
europeisku fótbóltsdvørg-
urin, og tað verður tikið til,
hvussu
væl
føroyingar
megnaðu at bjóða av við
einføldum manngarði á
egnari hálvu og kontra-
spæli.
– Føroysku spælararnir
høvdu ikki hægri støði enn
teir hava, sum eru í regi-
onalliguni (næstbesta týska
deildin), helt venjarin hjá
Bochum, Peter Neururer,
sum fíltist á, at týska liðið
ikki megnaði at gera fleiri
enn tvey mál.
– Hóast okkara lið er á
fjórða plássi á FIFA styrkis-
listanum, og Føroyar eru á
119. plássinum, so vóru tað
okkara spælarar, ið spældu
sum amatørar og ikki
føroysku lærararnir, elektr-
ikarararnir og húsasmiðir-
nir, varð tikið til í Bild, sum
spyr, hvussu tað hevði verið
vorðið í Týsklandi, um
innskifti Hjalgrím Elttør
sjey minuttir undan dystar-
enda hevði megnað at skor-
að, tá hann var púra leysur
við Oliver Kahn, og bóltur-
in fór í stólpan og út og ikki
í stólpan og inn.
– Royndin ímóti Bosnia
Hersegovina var ikki góð,
og hetta var uppaftur verri.
Rudi Völler slapp akkurát
undan totalu eyðmýkingini.
Landsliðið fer nú í vetrar-
frí, og tað kemur sera væl
við, at næsti EM undan-
kappingardysturin ikki er á
skránni fyrrenn 29. mars, tá
Litava verður gestur í
Nürnberg. Vit eru heppin at
vera á odda í bólkinm, nú
tað verður farið í vetrarfrí,
segði Bild.
Umframt at rósa Jákupi
Mikkelsen og at siga, at teir
hildu Jákup á Borg og
Andrew av Fløtum spæla
væl, so geva teir onkrum av
týsku spælarunum gott
skoðsmál:
– Ballack var okkara
besti maður. Hann hevur
megnað at skora í hvussu
so er eitt mál í fimm dyst-
um upp í slag, og tað er
gott. At Morislav Klose var
ovurfegin, tá hann hevði
stútað sigursmálið var ikki
at undrast á. Hetta var
fyrsta málið hjá honum á
landsliðnum í 629 minuttir,
visti Bild at siga.
Og so undraðust teir yvir
føroyska
áhugan
og
solidaritetin.
– 550 føroyingar vóru í
Hannover. Tað er meiri enn
eitt prosent av samlaða
fólkatalinum í Føroyum.
Sammeta vit við týsk viður-
skifti, so vil tað siga, at átta
hundrað túsund týskarar
fara út at ferðast saman við
fótbóltslandsliðnum. Áhug-
in í Føroyum er undrunar-
sama stórur fyri landsliðn-
um, og Føroyar eiga eitt
gott landslið, tá hugsað
verður um grundarlagið og
umstøðurnar,
staðfestir
Bild.
27
26
Nr. 200 - 18. oktober 2002
Nógv yptu øksl, tá
FSF formaðurin
undan dystinum gitti
3-2 til Týskland, men
tað var tó um reppið,
at hann fekk rætt
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
Hannover: - Munurin var
so hin sami, so heilt skeivt
var tað ikki, segði formað-
urin flennandi, tá vit fingu
orðið á hann, beint sum
hann kom inn um trygd-
ardurðin í flogvøllinum í
Hannover.
Dánjal sipaði við hesum
til gitingina, sum hann kom
við í mikudagsblaðnum,
har hann segði, at hann
roknaði við, at dysturin fór
at enda 3-2 til týsku vert-
irnar.
Og tað var ikki sørt, at
formaðurin var errin, tá
tosið fall inn á dystin.
- Hetta úrslitið er eitt
ótrúligt aktiv hjá øllum
føroyingum. Ikki minst fyri
ferðavinnuna. Tað kann væl
vera, at vit taptu dystin,
men vit fóru av vøllinum
sum vinnarar, meðan týsk-
ararnir vórðu bu’aðir út av
sínum egnu, og tað er í
øllum førum ikki ofta, at
tað er hent.
- Sjálvur sat eg við síð-
una av formanninum í
týska fótbóltssambandinum
og ítróttarministaranum. Tá
áskoðarar okkara sungu
tjóðsangin letur í ítróttar-
ministarunum,
at
hatta
máttu teir í øllum førum
klappa fyri, og so gjørdu
teir tað.
VIP’arnir heiðraðu
spælarunum
Tað stuttligasta var kanska,
tá leikararnir eftir dystin
skuldu út í eitt telt, har FSF
høvdu
fyrireikað
ein
nátturabita til teir.
- Tað var eitt telt fyri
sonevndu VIP’ararnar, og
so vit so fingið loyvi at
hava eitt borð við endan. Tá
leikararnir komu inn reist-
ust øll hesi 300-400 fólkini,
sum vóru í teltinum, og
góvu leikarunum eitt klapp,
og støðan var hin sama, tá
døgurðin var liguður. Tað
var ein heilt fantastisk
uppliving, segði Dánjal
Andreasen at enda.
Stjórin hjá Atlantic
Airways er ikki í iva
um, at úrslitið í
dystinum mikudagin
kann hava ófatuligan
týdning fyri føroyska
ferðavinnu
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
Hannover: Í hósdagsblað
okkara høvdu vit prát við
stjóran í Atlantsflog, har
tosað varð um týdningin,
sum fótbóltslandsliðið hev-
ur fyri ferðavinnuna.
Tá segði hann, at hetta
partvíst varð treytað av,
hvørjum londum vit møttu
og partvíst, hvussu úrslitini
vóru.
Mikukvøldið hittu vit
aftur Magna Arge á flog-
vøllinum í Hannover, og tá
var spurningurin sjálvsagt,
hvussu nógv málið hjá
Føroyum ella úrslitið sum
heild, var vert fyri ferða-
vinnuna.
- Tað ber slettis ikki til at
gera hetta upp í pengum.
Áhugin fyri Føroyum und-
an dystinum hevur verið
stórur, og tað sum hetta fer
at føra við sær, verður so
nógvar ferðir størri.
- Eg kann til dømis
nevna, at stjórin í Ice-land-
air segði mær, hvussu
øvundsjúkur hann var, tí
Føroyar fingu seks síður í
flogmagasininum, sum eit-
ur Focus. Hetta svarar til
eitt lýsingarvirði upp á
einar 200.000 evrir, og tað
er bert í einum blað.
- Vit hava fingið síðu
oman á síðu í hópin av
bløðum. Sjónvarpslið hava
verið í Føroyum og gjørt
sendingar, og yvirhøvur
hevur talan verið um ser-
stakliga positiva umrøðu.
Tað er lýsingarvirði, sum
als ikki kann gerast upp í
pengum, og eftir dagin í
dag er áhugin bara øktur.
- Eg skal ikki standa og
siga, at hetta verður gjøg-
numbrotið hjá Føroyum á
týska ferðavinnumarknað-
inum, men kemur tað ikki
nú, so kemur tað ongantíð.
Og óansæð um tað kemur
ella ikki, so er reklaman,
sum vit nú hava fingið,
somikið stór, at hon als ikki
kann gerast upp í pengum.
Fróði Benjaminsen
var fegin um, at
miðvøllurin fekst at
rigga móti Týsklandi,
og at tað ikki gekk
sum móti Litava
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
Hannover: Tað er einki at
dylja, at ein av orsøkunum
til laka úrslitið í Kaunas
var, at føroyski miðvøllurin
ikki riggaði nóg væl. Fróði
Benjaminsen og Julian
Johnsson hava verið fastir
fúsir her seinastu dystirnar,
og í mikudagsblaðnum
ásannaði Julian, at hesin
parutrin í øllum førum
skuldi betrast.
Eftir dystin móti Týsk-
landi hittu vit Fróða Benja-
minsen, og sum vera man,
so var hann hampuliga væl
nøgdur, og ikki minst um
avrikini hjá sær og Julian.
- Vit báðir tosaðu nógv
um, at hatta ikki var nóg
gott, sum vit sýndu í Lita-
va, og vit vóru uppsettir
upp á at vísa, at har var
talan um ein off-day.
- Tíbetur gav venjarin
okkum langt tjóður hesa-
ferð, og eg haldi eisini
sjálvur, at vit løntu honum
hetta álitið aftur í dystinum.
Hóast hann hevði ein
stóran møguleika at
skaka Týskland av
álvara, so tóktist Hjal-
grím Elttør rímiliga
avkláraður um
støðuna mikukvøldið
TÝSKLAND-FØROYAR
Jákup Mørk
Álvur Haraldsen
Hannover: Stóra løtan í
Hannover kundi verið enn
størri, um Hjalgrím Elttør
hevði skorað upp á møgu-
leikan, sum hann fekk stutt
fyri leiklok.
Onkur vildi kanska vera
við, at tað mundi vera
sjónin av framstormandi
Oliver Kahn, sum kløkkaði
Hjalgrím somikið nógv,
men hesum var ungi klaks-
víkingurin tó ikki samdur í.
- Tað haldi eg ikki. Hatta
eru støður, sum koma fyri
av og á, so eg hugsaði ikki
stórvegis um tað, men
kanska hevur tað sitið onku
staðni í bakhøvdinum, at
hetta var heimsins besti
málverji, sum kom ímóti
mær.
- Eg haldi annars, at eg
gjørdi alt rætt, tá eg skeyt
bóltin fram við honum. Eg
kundi kanska tikið eitt
trekk afturat ella roynt at
lobba, men sjálvur sá eg
bóltin í málinum, men tað
skuldi bara ikki vera so.
Og hóast misnýtta møgu-
leikan, so var Hjalgrím sum
heild nøgdur um føroyska
avrikið.
- Eg haldi so ikki, at vit
skulu iðra okkum um at
tapa 2-1 fyri Týsklandi á
útivølli. Tað varð jú tosað
um bæði seks og átta mál,
so vit eiga heldur at fegnast
um, at vit soleiðis vóru við
til at skapa ein góðan dyst,
men sjálvandi. Tað kundi jú
verið javnleikur...
Mundi kollgitt
Ófatulig ávirkan
Áhugin fyri Føroyum undan
dystinum hevur verið stórur,
og tað sum hetta fer at føra
við sær, verður so nógvar
ferðir størri, sigur Magni
Arge
Vit reistu okkum
Einki at iðra seg um
Tá áskoðarar okkara sungu
tjóðsangin letur í ítróttar-
ministarunum, at hatta
máttu teir í øllum førum
klappa fyri, og so gjørdu teir
tað
- Vit báðir tosaðu nógv um, at hatta ikki var nóg gott, sum vit sýndu í Litava, sigur Fróði
Benjaminsen um samspælið millum seg og Julian Johnsson
- Eg haldi so ikki, at vit skulu iðra okkum um at tapa 2-1 fyri Týsklandi á útivølli, helt
Hjalgrím Elttør eftir dystin
C
M
Y
K
26