fríggjadagur 18. oktober 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 200 - 18. oktober 2002
Undan tveimum
teimum seinastu um-
førunum í 1st Klaks-
vík International á
Viðareiði, høvdu
Eyðun Nolsøe og
Ólavur Simonsen
báðir møguleika til at
ogna sær ein IM
norm. Men treytin
var, at bæði umførini
skuldu vinnast
TALV
Solby A. Eliasen
Viðareiði: Undir bestu um-
støðum á hotel Norð fóru
seinastu umførini í talv-
kappingini 1st Klaksvík
International av bakka-
stokki mikudagin.
Byrjað varð klokkan 11
mikumorgunin, og klokkan
mundi líða móti hálvgum
trý, áðrenn teir seinastu
leikirnir í næstseinasta
umfarinum vóru avgreiddir.
Og longu tá varð greitt, at
hvørki Ólavur ella Eyðun
fóru at ogna sær ein IM
norm á hesum sinni. Ólavur
tapti sín dyst, meðan Eyðun
telvaði javnt. Treytin fyri
IM norminum var, at báðir
dystirnir skuldu vinnast.
Sostatt kundi staðfestast, at
ongin føroyingur kundi
ogna sær ein IM norm.
Í níggjunda og seinasta
umfarinum tapti Eyðun
Nolsøe móti Heina Olsen,
meðan Ólavur Simonsen
vann ímóti Ole Jakobsen.
Sostatt
endaði
Ólavur
fremst av føroyingunum á
einum fimta plássi í kapp-
ingini.
Hann fegnast um úrslitið
hjá sær í hesi kappingini.
- Eg eri vælnøgdur, hóast
tað ikki bleiv til ein IM
norm, sigur Ólavur, sum er
farin 32 stig upp á rating-
listanum.
Um áttanda umfar, sum
hann tapti, sigur hann, at
Jørg Lauert spældi ein
løgnan leik, sum Ólavur
ikki hevði sæð áður. Tað
kom óvæntað á Ólav, og tí
megnaði hann ikki at verja
upp fyri tapinum. Hann
letur væl at hesi kappingini
og sigur, at tað er avbera
góð venjing at fáa. Ólavur
sigur, at hann fer ikki við til
OL
vegna
skúlagongd.
Olympiadan fer avstað við
næstan einum heilum mán-
aða, og tað metir hann vera
ov long tíð.
Vinnari av kappingini
gjørdist danin Kim Pil-
gaard. Hann helt, at hann
hevði verið sera heppin at
vinna, og var sjálvandi sera
fegin um tað. Hann lat
avbera væl at umstøðunum
á Viðareiði og segði av-
gjørdur, at hann ætlaði sær
aftur til Føroya eina aðru
ferð.
Nummar tvey og trý
gjørdust ávíkavist Jørn
Sloth og Ole Jakobsen. So-
statt fóru danir avstað við
øllum.
Spenningurin var avgjørt
til staðar á hotellinum ta
seinastu løtuna, meðan teir
seinastu leikirnir vórðu
telvaðir. Og so hvørt sum
teir vóru lidnir, settust telv-
ararnir at eftirmeta talvini í
felag fyri at finna ymiskar
feilir. Hetta avspeglaði ein
sermerktan seriøsitet.
Talv og fótbóltur
Men telvarar hugsa ikki
bert um talv. Tað bleiv stað-
fest á Viðareið mikukvøld-
ið. Klokkan hálvgum átta
sessaðust allir føroysku
telvararnir og onnur, sum
vóru til staðar framman fyri
sjónvarpinum at hyggja
eftir landsdystinum millum
Týskland og Føroyar.
Og tað var sera stuttligt at
síggja hesar menn, sum
stutt frammanundan høvdu
sitið djúpt konsentreraðir
og telvað fyri lívinum, sita
og rópa og hveppa seg við
hvørja ferð týskarar komu
inn í tann føroyska brots-
teigin.
Tað er nakað heilt serligt
at traðka inn í eitt høli, har
telvarar sita. Har er so
kvirt, at tann so vælkenda
knappanálin hevði givið
eitt buldur frá sær, um hon
datt á gólvið. Men ein
merkir eisini konsentra-
tiónina hjá telvarunum. Tað
tykist, sum teir sita í sínu
egnu verð og sansa ikki
nakað rundan um seg. Talv
er heilafimleikur burturav,
tað er púra vist. Og hóast
kropsliga møðin ikki er so
nógv eftir eitt talv, so eru
telvararnir óivað minst líka
troyttir, sum til dømis teir
føroysku landsliðsleikarar-
nir, sum runnu á vøllinum í
Hannover í 90 minuttir
mikukvøldið.
Men føroysku telvararnir
fingu ikki høvi til at síggja
allan dystin, tí døgurði var
á hotellinum. Undir døg-
urðanum vórðu virðislønir
handaðir til teir tríggjar
sum myndaðu toppin á
kappingini. Sjálvur løg-
maður, Anfinn Kallsberg,
handaði
virðislønirnar.
Hetta var nakað, sum týðu-
liga imponeraði útlendsku
telvararnar.
Hørð telving
Rani Nolsøe, formaður í
Talvsamband Føroya, sigur,
at hetta hevur verið ein góð
og spennandi kapping við
harðari kamptelving. Men
um hann skal taka saman-
um, so má staðfestast, at
útlendingarnir fóru avstað
við toppinum.
- Hetta hevur verið ein
góð kapping, og ein góður
máti
at
hita
upp
til
Olympiaduna, sum verður
um stutta tíð, sigur Rani.
Allir telvararnir, sum
vóru við í hesi kappingini
skulu við til OL uttan
Ólavur Simonsen. Í hansara
stað er Martin Poulsen
komin. Haraftur at verður
John Rødgaard eisini við til
OL.
Rani heldur, at hóast tað
ikki eydnaðist føroyingun-
um at vinna nakran IM
norm, so bleiv spenning-
urin í kappingini varðveitt-
ur til tað seinasta.
- Ólavur og Eyðun megn-
aðu at halda spenninginum
í kappingini, tí teir høvdu
ein góðan dag týsdagin. At
tað so ikki eydnaðist so væl
í dag, er bert at harmast
um, sigur hann.
Hann greiðir frá, at henda
kappingin varð løgd so tætt
við OL við vilja, tí reglarnir
viðvíkjandi
tíðini
eru
broyttir í OL, og somu regl-
ar vórðu nýttir til hesa
kappingina. Uttan at koma
ov langt inn í frágreiðing-
ina um nýggju reglarnar,
sigur Rani, at tað serliga er
tíðin, sum er broytt.
- Basistíðin er broytt, tað
vil siga, at nú hava telvar-
arnir til dømis 90 minuttir
til 30 leikir. Og ein telvari
kann nú sostatt vinna upp á
tíð, um tað skal verða.
Hetta gevur talvinum ein
heilt
øðrvísi
spenning,
heldur formaðurin í Talv-
sambandinum og leggur
dent á, at henda kappingin
tí hevur verið gull verd fyri
føroysku telvararnar, sum
fingu høvi til at venja seg
við at telva undir nýggju
reglunum.
Føroysku
telvararnir,
sum fara til OL eru: John
Arne Nilssen, John Rød-
gaard, Heini Olsen, Eyðun
Nolsøe, Hans Kristian Sim-
onsen og Martin Poulsen.
At enda sigur Rani
Nolsøe, at um stuðulin og
undirtøkan fyri eini tílíkari
kapping aftur verða líka
góðir, sum til hesa, so er
onki at ivast í, at hon kann
fara at verða aftur.
Ongin IM normur á hesum sinni
Danin Kim Pilgaard streyk avstað við sigrinum í 1st Klaksvík International talvkappingini
Ólavur Simonsen vann seinasta umfarið í móti Ole Jakobsen. Tað var tó ikki nóg mikið til at ogna sær ein IM norm
C
M
Y
K
28
Frá fríggjadegi 18. oktober til hósdagin 24. oktober
Sjómanssendingin Vitin
Dawsons Creek
UEFA Champions League
Sjónvarpið fer undir at senda eina nýggja røð av
»Okkara kokkum«. Tað eru Guðmundur Guðmundsson
og Kristvin Jacobsen, sum verða »Okkara kokkar" í
vetur. Í hesari fyrstu sendingini fara teir at keypa inn,
síðan fer Kristvin at gera eina »fiskasymfoni" við stein-
bíti, toskaflaki og lippum, og eisini fer hann at borð-
reiða við paneraðum mørknetti við grønmeti.
Guðmundur borðreiðir við svínalundum, fylt við ca-
membertosti, serverðaur við fruktum og grønmeti – aft-
urvið er sherrysós.
Uppskriftir eru at finna á heimasíðu okkara
www.svf.fo og á tekstvarpi síðu 150.
Okkara kokkar 1
Skúlagáttin
Leygardagin kl. 17.00
Týsdagin kl. 16.55
Tá var kellingin góð
Fyri 35 árum síðani vóru
brøðurnir Poul Johannes
og Andreas Poulsen fyri
einum tilburði, sum kundi
kostað báðum lívið. Teir
eru
útróðrarmenn
og
búgva við Ljósá.
Teir vóru á veg til Fugla-
fjarðar eftir agni við seks-
æringinum Hjalli. Sum
vanligt er hjá kønum fólki,
styttu teir sær siglingartíð-
ina við at sigla gjøgnum
sundið millum Risan og
Kellingina. Hóast vetrar-
dagur var, tóktist eingin
vandi vera á ferð, men so
var ikki. Eitt óløgið tók
bátin, sum eftir fáum se-
kundum fór til botns. Í
sendingini
greiða
teir
báðir frá, hvussu teir komu
frá hendingini við lívinum.
Lagt til rættis: Zacharias
Hammer.
Fríggjakvøldið kl. 20.25
Nýggir partar
Sunnukvøldið kl. 20.55
Mánakvøldið kl. 19.00
Mikukvøldið kl. 20.00
29