leygardagur 9. mars 1985síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4 tíðindablaðið Nr. 29 — 9. mars 1985
Føroysk
innrås I
Hetlandi
Aftanå tann 5. mai skal
ongin hetlendingur longur
vera í iva um, at ikki so
nógvar fjórðingar í ein út-
nyrðing úr teirra landi er
eitt annað land, sum av-
gjert er vert at hava sterri
samskifti við.
Tað er endamálið við
>The Faroese Floating
Exhibition« í Lerwick 2.-5.
mai.
Hugskotið til hetta til-
takið er spildurnýtt. Tað
kom eftir eitt Fer-
oyakveld í hetlendska
hevuðsstaðnum næstsein-
asta hósdag. Síðani hava
Sámal Bláhamar, Óla Ják-
up Rólantsson, Petur
Olivar í Hoyvík, Sofus
Poulsen í Aberdeen og nú
seinast Johan Isholm eis-
ini arbeitt við hugskoti-
num, so tað nú er vorðið
veruleiki. Teir arbeiða við
einari fíggjarætlan uppá
1,3 mill. kr., varð upplýst
á tíðindafundi í gjár.
Tað eru teir tríggir,
Sámal, Óla Jákup og Pet-
ur Olivar, sum standa aft-
anfyri tiltakið, hinir báðir
hjálpa til við serkunn-
leika. Sjálva ferðina til
Lerwick fyrireikar Tora
Tourist Traffic.
Fyrst í Havn
Teir hava leigað Smyril og
á bildekkinum verður
veruframsýning við fyrst
og fremst feroyskari fram-
leiðslu. Framsýningin let-
ur upp í Havn 1. mai kl.
16.00 og verður opin út á
kveldið. A midnátt fer
Smyril so til Lerwick, hag-
ar hann kemur seinna-
partin dagin eftir og verð-
ur liggjandi til midnátt
sunnukveldið 5. mai, tá
hann fer aftur til Havnar.
Men Feroyar eru nógv
annað enn íðnaður. Til
demis tónleikur, mynda-
list og bókmentir. Trý
kend feroysk orkestur eru
boðin við. Tvey hava
longu játtað, Vestmenn og
Ad Libitum við Hermanni
Jacobsen. Spælimenninir,
sum eru heimskendir í
Hetlandi, hava ikki enn
svarað endaliga. Fyri-
reikarnir vóna tó, at teir
kunna koma við, tí teir
spæla júst tann tónleik,
sum eina best dámdur í
Hetlandi.
Listafelagið er biðið um
at vera við við listafram-
sýning og framsýning
verður við føroyskum bók-
um, fyrst og fremst teim-
um, sum fáast á enskum,
og plátum.
Ætlanin er at fáa eitt
sangkór við og hvenn dag
verður fyrilestur um fer-
oysk viðurskifti.
Eisini verður miðað eftir
at hava ítróttarkappingar
millum feroyingar og het-
lendingar.
Shetland Folk
Festival og
Hamefarin
Tað er ikki av tilvild, at
føroyska innrásin í Het-
landi verður júst hesar
fyrstu dagarnar í mai. Tí
hesar somu dagar eru
tvær stevnur í oyggja-
landinum, Shetland Folk
Festival, ein fólkatónleik-
arastevna, og Hamefarin.
Hamefarin er tjóðar-
hátíð hetlendinga.
Forsegan er tann, at fyri
aldaskiftið búðu 45.000
fólk í Hetlandi. Men so
fóru fólk at flyta haðani og
fólkatalið fór niður í eina
helvt. Fyrstu tvær vikur í
mai bjóða hetlendingar
vinum, kenningum og
skyldfólkum í eðrum lond-
um at vitja og tey koma í
túsundatali, serliga úr
Onglandi og Skotlandi.
Tað hevur ikki minst
tydning fyri feroysku
framsýnararnar og lista-
fólkini, at journalistar úr
nógvum londum eru í Het-
landi í hesum maidegum.
Feroyska vitjanin hevur
longu nú fingið umtalu í
Hetlandi. Sofus Poulsen
hevur verið í Shetland
Radio. og bleðini skriva
um tiltakið, varð upplýst á
tíðindafundinum í gjár.
Stuttleikaferð
Men hetta skal ikki bara
vera eitt selufremjandi
tiltak. Talan er eisini um
eina stuttleikaferð fyri fer-
oyingar, sum hava hug at
uppliva næsta grannaland
okkara. Smyril hevur
hendan túrin loyvi at hava
við 500 fólk. 180 kunna
Nógvir bólkar og einstak-
lingar spæla í Shetland
Folk Festival, sum í ár
verður 2.-5. mai. Vit kunna
til demis nevna írska bólk-
in Wild Geese, sum var í
Feroyum í fjer.
Ætlanin er at hava kon-
sertir umborð á Smyrli.
Og Tora koyrir til konsert-
ir aðrastaðni enn í Ler-
wick.
búgva umborð og hini á
gistingarhúsum á landi.
Flutningurin kostar
1.500 kr. Tá eru koyggja
og matur ikki við.
Tey, sum ætla sær við,
kunna frá mánamorgni
venda sær til Tora Tourist
Traffic, tlf. 15505, sum
eisini gevur upplýsingar
um kostnað og annað.
hd
Smyril skal liggja við
Victoria Pier mitt í Ler-
wick. Hetta er ikki sama
stað, Norrøna brúkar.
Ferðin millum Havnina
og Lerwick fer at taka 16
tímar.
* P =
Ongin umboðaði 13 mill kr.
Aðalfundurin hjá Feroya
Banka mikudagin góð-
kendi roknskapin hjá
bankanum fyri 1984.
Hann góðkendi eisini upp-
skotið hjá nevndini, at
vinningsbýtið skal vera
tað sama sum undanfarin
ár, 12%.
Umleið 130 partaeig-
arar, sum umboðaðu at-
kveður svarandi til
73,5%, tað eru 35,3 mill.
kr., av partapeninginum,
sum er 48 mill. kr.
Tveir nevndarlimir,
Poul Johs. Johansen og
Andreas Lava Olsen,
stóðu fyri vali og blivu
afturvaldir. Poul Johs.
Johansen hevur verið
nevndarformaður í fleiri
ár.
Grannskoðarar bankans
blivu eisini afturvaldir.
Teir eru Axel Jacobsen og
Sofus Olsen. Tiltaksmenn
eru Axel R. Ankjær-
Jensen, sum er aftur-
valdur, og Pauli Ellefsen,
sum er nývaldur. Hann
kemur í staðin fyri Jo-
hannes Jacobsen.
Nordis nýggjan stjóra
Flakavirkið Norðís á
Eiði hevur fingið
nýggjan stjóra. Tað er
tann 34 ára gamli Jóan-
nes Højsted. Hann er
ættaður úr Funningi,
Lesnaður
til alla
familjuna
men hevur starvast á
Bacalao í fleiri ár. Jóan-
nes er samstundis sett-
ur sum virkisleiðari á
Norðís. Hann byrjaði á
Norðís 1. mars.