leygardagur 9. mars 1985síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 9. mars 1985
Burturvið
at steðga
skilagóðu
útbyggingini
hjá SEV
Minnilutin
metir tað írímiligt at
tileinkisgera
kommunala samstarvið hjá felagnum SEV, eins
væl og hetta er at bróta niður tað kommunala
sjálvstýrið, ið er ein týðandi liður í okkara sam-
felagsskipan. Minnilutin, sum er Agnar Nielsen úr
Sambandsflokkinum og Asbjern Joensen úr Sjálv-
stýrisflokkinum setir tí einki uppskot fram. Vit
prenta viðmerkingar teirra til málini niðanfyri:
Legtingsmál nr. 33/1984
(vetrarting): Uppskot til
samtyktar at seta niður
nevnd viðvíkjandi vatn-
orkuútbyggingini
Málið varð framlagt 29.
november 1984 av Jógvan
Sundstein, legtingsmanni,
og undir 1. viðgerð varð
tað beint í serliga 6-
mannanevnd.
Nevndin hevur viðgjert
málið og hevur býtt seg í
ein meiriluta og ein minni-
luta.
Meirilutin (Thomas
Arabo, Jógvan Sundstein,
Karin Kjølbro og Tordur
Niclasen) hevur lagt sítt
álit fram.
Ein minniluti (Asbjern
Joensen og Agnar
Nielsen) harmast
stødutøku løgtingsins um
at taka myndugleikan
viðvíkjandi vatnorkuút-
byggingini úr hondum á
kommununum og at
leggja hesa útbygging til
avgerð landsstýrisins.
Hóast SEV er kommun-
alur felagsskapur, so er
her beinleiðis talan um
ognarteku í rettum polit-
iskum týdningi, tá tað nú
skal vera landsstýrið, sum
framyvir skal diktera út-
byggingarháttin og tíðina
fyri hesi.
Gamalt er, at har ein
skriðan er lopin, er onnur
væntandi.
Hver næsti politiski
leikur verður í hesum
óhugnaliga talvi, kann ein
meta um, tí eingin eigur at
vænta, at vinstrivongurin
gevst við hetta.
Viðvíkjandi = málinum
um orkuútbygging, so
metir minnilutin tað heilt
burturvið, at seks ting-
menn skulu tilráða á
hesum eki, sum nú er fyri-
sitið av kommunum, um-
boðsnevnd, stýri og ser-
kenum á økinum.
Tað er minnilutans
áskoðan, at hesin leikur
rímuligt kann sammetast
við ta kendu frásegnina
um eggið, ið skuldi læra
henuna. Besta loysnin av
hesum máli var ivaleyst,
at tað fór í gloymslunnar
skuffu. Tá meirilutaálit er
komið á tingborð við til-
ráðing um hetta mál, so
verður minnilutin at fera
fram síni sjónarmið
hesum máli viðvíkjandi
byggjandi á ta sannfering,
at undangongumenn
okkara bæði innan poli-
tikk og vinnulív ikki
gjørdu nakað mistak, tá
hesir fóru undir stórverk
at byggja út og gera
nýtslu av vatnorkuni her á
landi, og soleiðis gera
nýtslu av teirri megi,
hesar oyggjar eru væl-
signaðar við. Ein orku-
kelda, ið er hin reinasta, ið
finst, fyri ikki at gloyma
tann ómetaliga týdning,
henda kann hava fyri fer-
oyskan búskap, eins væl
og vit við sterst megu-
ligum nýtslustigi kunnu
tryggja okkum, um
trupulleikar eru á olju-
marknaðinum, eins væl og
100'ir av milliónum kunnu
sparast árliga í oljuinn-
flutningi við tíðini.
Eftir tilráðing og ráð-
geving frá feroyskum
myndugleikum varð
skitsuprojekt fingið til
vega og sent Feroya
Landsstýri til góðkenn-
ingar, samstundis sum
sekt varð um landskassa-
veðhald fyri neyðugari
lánteku.
Málið fór síðani til við-
gerðar hjá Orkuráðnum,
sum sekt sær serkena
hjálp uttanlands hjá A.B.
Berdal og Elsam. Eftir
tilráðing frá Orkuráðnum
gav Landsstýrið síðani
SEV loyvi at fremja Eiði
143, loyvið varð givið
tann 5. juli 1982. Áðrenn
málið var komið so langt,
hevdu friðingarmyndug-
leikar fingið málið til við-
gerðar. Hóast drúgvar
kanningar vórðu settar í
verk, so var niðursteðan
almannakunngjerd tann
30. desember 1983, og gav
honum SEV lowi at
fremja sína ætlan í
Norðureysturoy.
Frá fundinum, sum seksmannatingnevndin ið hevur kannað SEV-útbyggingina hevði við stovnar og myndug
leikar. Her er Jógvan Sundstein, Agnar Nielsen, Asbjørn Joensen og Tordur Niclasen. Hinir báðir limirnir eru
Tummas Arabo og Karin Kjelbro.
A vári 1984 kemur nýtt
projekt í ljósmála. Tankin
er at savna vatnið saman
hægri uppi fyri á tann hátt
at fáa meiri orku burturúr,
SEV kann geva hesum
monnum rætt í, at meiri
orka fæst burturúr hægri
uppi, men henda orku-
kelda er ikki hóskandi í tí
elskipan, SEV hevur í dag.
Hetta kemst av, at ongar
vatngoymslur kunnu
gerast í hesum hæddum,
ið hvussu so er ikki fyri
upphæddir, ið kunnu sam-
metast við upphæddina
fyri goymsluna við Eiðis-
vatn. Orkuráðið, A.B. Ber-
dal og Elsam siga í teirra
frágreiðing, dagfest 8.
august 1984, síða 1-1
citat:
„Produktionen pá et
vandkraftværk uden
magasin má stort set følge
vandtilstrømningen og
bliver derved meget svin-
gende. Det vil være
uhensigtsmæssig at lade
dieselanlæg optage disse
svingninger.
Gennemførelsen af
Vedranes-projektet må
derfor forudsætte, at til-
strækkelig produktions-
og reguleringskapacitet
tilføres andre steder i
vandkraftsystemet«.
Tad er ikki møguligt at
utbyggja vatnorkuna,
uttan neyðugir reguler-
ingsmeguleikar eru til
staðar, tá tað ikki er rætt
at nýta dieselmotorar til
ta neyðugu reguleringina.
Avgerð er tikin um at út-
byggja Eiði 1, ið umfatar
vestara part av
ekinum, ið SEV hevur
fingið loyvi til frá Yvirfrið-
ingarnevndini. Tá byrjað
verður soleiðis, er tað fyri,
at allir aðrir meguleikar
fyri framhaldandi útbygg-
ing kunnu standa opnir:
longur suður móti Norð-
skála, Veðranes, eystantil
á Eysturoynni og
meguliga aðrir megu-
leikar. Eisini verður hædd
tikin fyri meguligum trup-
ulleikum fyri alivinnuna.
Orkuráðið, A.B. Berdal
og Elsam siga víðari í frá-
greiðing síni á síðu 1-2
citat:
»Som én > mulighed
kunne man indlede med at
udbygge Eiði C eller D,
men dimensioneret til
samkøring med Veðranes.
Denne kombination giver
en meget større produk-
tion end hvert af de
oprindelige projekter, men
for en væsentligt lavere
anlægspris«.
Í einum samandrátti
sigur orkuráðið soleiðis:
Tekniskt og búskapar-
liga lættasta loysnin er
Eiði C. Veðranes 11B
hevur eisini búskaparligar
fyrimyndir, men eigur
bert at verða framt, um
reguleringartrupulleikarn-
ir vera loystir.
Framleiðslu og reguler-
ingarkapasiteturin eigur
at verða ektur aðrastaðni i
vatnorkuskipanini.
Hetta er heilt í tráð við
ta avgerð, SEV hevur
tikið. Meðan Eiði verður
utbygt, er tid og
meguleiki fyri neydugum
kanningum av Veðranesi,
Funningsfirði v.m.
Steðan í dag:
Arbeiðið við Eiði 1 byrj-
aði í november 1984. Í
brævi til Feroya Legting,
gevur SEV grundirnar
fyri at byrjast mátti tá.
M.a. verður sagt, at við
núverandi orkuvekstri og
metingini fyri næstu árini,
er tað avgerandi neyðugt,
at útbyggingin av fram-
leiðsluvirkjunum verður
byrjað. Um neyðugur
máttur ikki er tekur á
heysti 1986, verður neyð-
ugt at skamta orkunýtsl-
una.
Um tann útbygginar-
ætlan, sum SEV hevur
lagt fram, ikki verður
framd nú, má væntast ein
líka so drúgv málsviðgerð,
sum fyri fyriliggjandi
ætlan. Hetta vil siga 4-6
ár, áðrenn vatnorkan kann
útbyggjast.
Eiði 1 kostar nú eftir
mikla seinkan 208 mill. kr
Av hesari ílegur verður
umleið 50% ella góðar 100
mill. kr. til feroysk vinnu-
felag og samfelag sum
heild. Restin er iløga i
amboð og maskinur.
Til sambering skal
nevnast, at ílegan í
nýggjan dieselmotor er
110 mill. kr. Herav verða
bert umleið 30% eftir í
Feroyum ella 33 mill. kr.,
sum tollur til landskassan,
meðan eingin króna
verður til verkamannin.
Raksturin av einum diesl-
verki er umleid 50 oyru
dyrari pr. KWh enn rakst-
urin av einum vatnorku-
verki. Við eðrum orðum
vil ein vatnorkufram-
leiðsla upp á 20 mill. KWh
spara samfelagnum fyri
10 mill. kr. árliga.
Við 30 ára royndum í
Vestmanna hevur SEV
prógv fyri, at bílig orka
fæst. Framleiðslukostn-
aðurin í Vestmanna er í
dag 7 oyru pr. KWh.
Nógv hevur verið sagt
um umhvervisárin. Ivi
kann ikki vera um, at
dálkingin frá termisku
verkunum er munandi
sterri og meira skaðilig
enn frá vatnorkuverkum.
Tað hevur verið fert fram,
at alivinnan kemur at vera
munandi nervað av út-
byggingini hjá SEV.
Hetta má sjálvandi lýst-
ast nærri, men hugsast
kann, at alivinnan hevur
betri meguleikar eftir eini
útbygging, tí tá er tamar-
hald á vatninum.
Motor ella vatn-
orkuútbygging
So sum kanningartilfarið
boðar frá, so er tað átrok-
andi neyðugt við útbygg-
ing, tá mátturin skjótt
kemur at tróta, og er
skamtan tá fyri neyðini.
Ein kann hugsa sær tað
skjótastu loysnina at vera
4-takt motorar í megin-
ekinum, tað veri seg í
Tórshavn ella Klaksvík,
men er hetta ivaleyst
kostnaðarmikil loysn,
uttan mun til at hendan
motorloysn tekniskt er
vorðin mikið broytt til tað
betra, so eigur ?2-takt
motorur framvegis at vera
framumtikin, hvat
rakstrarúrsliti viðvíkir
Eisini hevur SEV gjert
fyrireikingar til slíka út-
bygging, men tá alt nú
hevur verið so gjella
kannað, so eigur dálking
frá hesum termisku virkj-
um eisini at verða tikin við
í myndina.
Her er talan um tunga
olju, og er almikið av
svávuli bundið at hesi
olju.
Hetta skal nokk gera
sítt árin á umhvervið við
Kaldbaksfjerð.
Eftir stendur so sann-
feringin, um SEV fær ar-
beiðsnáðir fyri legting-
inum, so er enn tíð til at
rekka neyðugum máli við
útbygging av vatnorkuni,
eins væl og hetta er hin
samfelagsliga besta
loysnin.
Útbygging seinri
Ein grundgevingin fyri at
byggja Eiði 1 fyrst, er at
hendan útbygging evur
grundarlag fyri fleiri
meguleikar seinri, tað veri
seg við vatni og eisini
eðrum orkukeldum (kol-
vind-alduorku v.m.). Eiði 1
gevur hesar meguleikar, tí
vatngoymslan verður av
eini slíkari stedd, at el-
orkuskipanin í síni heild
verður nógv meiri fleksi-
bul, enn hon er í dag.
Fiskaaling, árin á
Funningsfjerð
Vatnorkuútbyggingar
gera, at ávísar negdir av
feskvatni verða fluttar til
kraftsteðina, har tað fer á
sjógv. Hvussu stóra
ávirkan hetta hevur á firð-
Framhald á síðu 14