leygardagur 9. mars 1985síða 23
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I 35 kommunum i
Førovum er einki bóka-
savn, og bara ein rætti-
ligur bókahandil er i land-
inum umframt teir i Havn.
Fyri at geva teimum, iå
higartil ikki hava havt
høvi til at fara å békasavn,
meguleikan at læna
bekur. hevur Landsbóka-
savnið leigað ein stóran
buss, sum er innrættaður
til bókasavn.
Hetta er ein royndar-
skipan, sum bygdirnar við
ongum bókasavni á
Streymoynni og Eystur-
oynni fáa gleði av.
Bussurin fer fimm
dagar um vikuna at koyra
bygd bygd. Mánadag
fer hann til Skælings,
Leynar, Stykkid og Kvi-
vík: sdag til Seldar
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
fjarðar og Geturnar, hós-
dag til Oyrarbakka, Gjáar
og Eiðis, fríggjadag til
Elduvíkar, Funningsfjarð-
ar, Skálafjarðar og Skála
og leygardag til Tjernu-
víkar og bygdirnar suður
til Hósvíkar.
Í bussinum eru eini
4.000 bekur, sum fólk
kunnu læna, tá bussurin
vitjar. Urvalið av bókum í
bussinum verður fjel-
broytt, men ein stórur
partur av bókunum verður
barnabekur, tí tey á
Landsbókasavninum
vænta, at bernini verða
tey fyrstu at taka við til-
boðnum um at læna bek-
ur. Ikki bara tí at tey ó-
ivað lesa meira enn vaksin
flest, men bussurin fer at
vitja bygdirnar um dagin
eftir skúlatíð, tá bernini
hava frí, meðan tey
vaksnu framvegis eru til
arbeiðis.
Ber til aðrastaðni
Í mars og apríl skal buss-
urin koyra eftir eini roynd-
arætlan. At skipanin fer at
roynast, ivast Sverri Eg-
holm, landsbókaverður,
ikki í. Í grannalondunum
hava tey bókabussar, sum
koyra, har ikki er tætt-
bygt, og tað ber væl til.
Her skuldu viðurskiftini
verið nekunlunda tey
somu, sum t.d. í Norður-
noregi, heldur Sverri Eg-
holm.
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Bussurin er klárur at fara út á bygd við bókum
Leigaður bussur
Landsbókasavnið hevur
leigað henda 10 metur
langa bussin at nýta sum
bókasavnsbuss. Bussurin
hevur verið í Danmark til
umbyggingar, hillar eru
settar upp, hiti lagdur inn
o.a. Teir flestu bókabuss-
arnir aðrastaðni eru eitt
sindur sterri enn hesin,
men tað hevði ikki borið
til at nýtt sterri buss her,
tí tað er so trongligt í
nógvum bygdum.
Umframt bussferaran
Jes Olsson verður bóka-
verðurin Kartin Olsen við
bussinum. Karin útflýggj-
ar bekurnar og kann
greiða frá, hverjar bekur
eru.
Somu reglur fyri at læna
verða galdandi fyri bussin
sum fyri onnur bókasevn.
Fólk kunnu hava eina bók
í ein mánað, men kunnu
sjálvsagt lata tær innaftur
fyrr. Skjótari tey bera
bekurnar aftur, fleiri fáa
hevi til at læna tær.
Annars verða bekurnar
ofta skiftar út. Umleið
4000 bekur kunnu vera í
senn í bussinum, og bóka-
savnið eigur einar 90.000
bøkur. At læna kostar
einki, um bekurnar verða
bornar aftur rættstundis.
Bussurin byrjar at
koyra grækarismessudag,
týsdagin. Tá fer hann til
Seldarfirðar og Geturnar.
Ferðaætlanin hjá buss-
inum stendur í lýsing
aðrastaðni í blaðnum.
randi