týsdagur 19. mars 1985síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33
19. mars 1985
Danair
onga pris-
hækking
1. april
— Prísráðið hevur ikki enn
tikið endaligu stoðu til prís-
hækkingina 15. oktober í
fjor
— Vit hava ongar ætlanir
um at hækka prísirnar 1.
apríl, sigur Gunnar Thi-
etz, stjóri í Danair.
SAS hevur kunngjert,
at tað hevur sekt um loyvi
at hækka prísirnar við í
miðal tveimum prosentum
á leiðunum í Europa.
Hækkingarnar ætlast at
koma í gildi 1. apríl. Tær
sterstu verða á flúgvingini
til Íslands og Fraklands,
5%.
Men hetta stigið hjá
SAS åvirkar tó ikki Før-
oyaflúgvingina. Gunnar
Thietz sigur, at flúgvingin
er nú komin í eina fasta
legu, Danair sum heild er
nøgt við. Prisirnir hækka
við tí, sum svarar til in-
flasjónina, eina ferð um
árið. Tað plagar at vera í
oktober ella november og
soleiðis verður eisini í ár,
sigur stjórin í Danair.
Sambært honum gongur
Feroyaflúgvingin nú so
væl, at var inflasjónin 0,
var heldur ikki neyðugt
við príshækkingum.
Bíða enn eftir svari
Seinast, Danair hækkaði
prísirnar, var 15. oktober í
fjør. Danair søkti um at
sleppa at hækka teir vid
7%, men fekk bert loyvi
Dagarnar 27., 28. og
29. mars verður video-
skeið í Norðurlanda-
húsinum.
Filmsfelagið og
Pedagogfelagið skipa
fyri og skeiðleiðari er
Hans Bang. Hann er
leiðari á Det Danske
Videoværksted í Ha-
derslev.
Skeiðið í Nordur-
landahúsinum er fyri
til at hækka við 5%.
Hetta bleiv so gjørt. Men
so hendi tað, at Prisráðið
gjørdi vart vid, at tað góð-
tók ikki hækkingina á
ferðseðlum millum Før-
oyar og Danmark. Ferða-
seðlar hinvegin, úr Dan-
mark til Feroya, hevur
Prísráðið ikki ávirkan á.
Danair sendi Prísráð-
num tilfar til at undir-
byggja prishækkingina og
fundur var i Havn fyrst i
november.
Gunnar Thietz sigur, at
hann tå skeyt upp, at ein
møguligur annar prisur
skuldi koma i gildi 1.
desember. Bleiv hann
lægri enn prísurin, sum
kom 15. oktober, skuldi
Danair gjalda teimum,
sum keyptu ferðaseðil
hendan hálvanannan
mánaðin, munin aftur.
Men hetta bleiv tó av |
ongum. Prísráðið er ikki
enn liðugt at viðgera
málið.
Gunnar Thietz sigur, at
tað undrar seg, viðgerðin í
Prísráðnum skal taka so
langa tíð.
Ferðaseðilin Feroyar-
Danmark verður framveg-
is seldur fyri tann prís,
sum kom 15. oktober í
fjør.
hd
øll. Tað er ikki neyðugt
at vera limur í Filmsfel-
agnum ella Pedagogfel-
agnum. Slíkur lima-
skapur gevur heldur
ikki framíhjárætt.
A skeiðinum er bert
pláss fyri 12 fólkum.
Hetta, tí trý videoupp-
tekusett eru fingin til
vega og í mesta lagi
fýra fólk skulu vera um
hvert settið.
Danair bidar enn eftir svari frá Prísráðnum um prishækkingina 15. oktober í fjør
— —
Heimsins størsti målskuli
leitar eftir næmingum í Føroyum
— Almennur fundur á Hotel Borg í annadkvøld
Heimsins stersti málskúli,
Berlitz, fer nú at kanna,
um skúlin kann fáa nakrar
næmingar í Feroyum. Tað
er í hvussu so er enda-
málið við einum almenn-
um fundi á Hotel Borg í
annaðkveld. Deildin hjá
Berlitz í Keypmannahavn
skipar fyri fundinum í
samstarvi við Sámal Blá-
hamar í Havn, sum eisini
er komin við hugskot-
inum. Úr Danmark kemur
Kim Ths. Sonne, stjóri á
deildini í Keypmanna-
havn. Hann var í Fer-
oyum í síðstu viku og
hevði tá tíðindafund um
Berlitz.
Málskúlin, sum nú
hevur 240 deildir í 24 lond-
um, er stovnaður í USA
fyri 105 árum síðani.
Deildin í Keypmannahavn
' er tann triðja uttanfyri
| USA. Hon byrjaði í 1897.
þr deildin í Danmark,
|
|
|
Skeið í video
Tilmeldingin skal
vera skrivlig og
sendast til Filmsfel-
agið, Fútalág 43 í
Havn.
Luttekan kostar 425
kr. Pengarnir skula
gjaldast, tá skeiðið
byrjar 27. mars kl.
9,00.
Skeiðið er allan
dagin. Tað byrjar
hon er í Ålborg, er eisini
millum tær elstu, frá
1917.
Kim Ths. Sonne sigur,
at nógv teir flestu nýggju
næmingarnir hjá Berlitz
koma, ti teir kenna fyrr-
verandi næmingar, sum
hava mælt teimum til at
royna. Tað er sjáldan, at
skúlin skipar fyri einum
fundi sum tí í annaðkveld.
Tosa og lesa
Tú kanst hjá Berlitz læra
eitt mál so skjótt, at tú
kanst brúka tað tvær,
triggjar vikur eftir tann
fyrsta tíman. Men tá
hevur tú eisini 10-12 tímar
um dagin. Og øll undir-
vísingin er á tí máli, tú
skalt læra. Tað verður
ikki sagt eitt orð á nøkrum
eðrum máli í tímunum. Tú
lærir at tosa og lesa málið,
men ikki so væl at skriva
mikudag og endar
fríggjadag.
Fyrilestrar
Meðan Hans Bang er í
Feroyum, fer hann
eisini at halda nakrar
fyrilestrar, sum
áhugað kunna keypa.
Fyrilestrarnir eru
fýra í tali:
1. »Familien og de
nye medier — passivi-
tet/aktivitet«. (Er
ætladur pedagogum og
vaksnum (foreldrum).
tað, ti dentur verður ikki
lagdur á mállæru. Tú lær-
ir fremmandamálið á sama
hátt sum tú lærdi títt
egna móðurmál.
Skeiðini eru fyrst og
fremst fyri handilsfólk,
embætisfólk og politik-
arar, sum skula uttan-
lands at fundast og sam-
ráðast. Tað eru neyvan
nógvir einstaklingar, sum
hava ráð til skeiðini hjá
Berlitz. Ti tey kosta upp
til 15.000 — 16.000 kr. fyri
vikuna. Tað eru tí yvir-
hevur fyritøkur og stovn-
ar, sum senda starvsfólk
síni á skeið hjá Berlitz.
A tidindafundinum í
síðstu viku varð víst á, at
feroyskir politikarar og
embætisfólk yvirhevur
hava tolk við sær, tá tey
fara uttanlands at sam-
ráðast. Hetta er ein út-
reiðsla, sleppast kann
undan, duga samráðing-
2. »Edderkoppen —
TV — i centrum. Hvad
betyder det for os
idag?« (Er ætladur les-
andi og vaksnum.
3. „Det Danske
Videoværksted, center
for anderledes bille-
der«. (Er ætlaður øllum
áhugaðum...)
4. >TV og video —
fremtid og nutid<.
(Er ætlaður ellum
åhugadum, og er á »hå-
skulastødi«.)
Fyrilestrarnir vara
tveir-triggjar timar, tå
er íroknað tjak um við-
arfólkini sjálv málið.
Eisini eru skeiðini væl
egnað fyri starvsfólk hjá
fyritøkum, sum fáast við
innflutning ella útflutn-
ing.
Serliga enskt
Kim Ths. Sonne sigur, at
Berlitz undirvísir í og á
ellum heimsins málum.
Tey flestu vilja læra
enskt. Yvir helvtin av
næmingunum hjá Berlitz í
Keypmannahavn læra
enskt. Franskt, spanskt
og týskt eru eisini væl
umtókt mál.
Skúlin í Keypmanna-
havn hevði í fjør umleið
1200 næmingar og Kim
Ths. Sonne væntar, at í ár
fer talið upp um 1500.
Miðalaldurin hjá næm-
ingunum er 36 ár. Tann
yngsti í fjør var 15 og tann
elsti 80 ár.
hd
komandi evni.
Hans Bang hevur
demi á video um tað,
hann tosar um.