týsdagur 19. mars 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi ki. 10 dagin fyri útgávudagin
Vatnorkuútbygg-
ingin enn einaferð
Í síðstu viku bórust tíðindini um at-
kvødugreidsluna millum kommunu-
styrislimirnar i Føroyum um ætladu
útbyggingina av vatnorkuni i Eystur-
oynni. Ein stórur meiriluti av komm-
unustýrislimunum atkveddi fyri at
finna aðrar loysnir enn ta loysnina,
sum SEV og Højgaard & Schultz
meta vera ta bestu, nevniliga út-
bygging av vatnorkuni við Eiðisvatni
sum vatngoymslu.
TAÐ var tingið, sum herfyri samtykti
at seta eina nevnd at kanna orkuút-
byggingar í Føroyum og at senda
tilfar út til allar kommunustýrislimir,
soleiðis at hesir kundu siga sína
hugsan um hetta stórmál.
TILSAMANS 141 kommunustýris-
limir atkvøddu fyri at finna eina aðra
loysn enn Eiðisvatnloysnina, meðan
91 atkvøddu fyri, at Eiðisætlanin skal
halda fram. Nú spyrja so fólk, hvat
meira fer at henda í hesum stóra
máli! Verður SEV steðgað við eini
tingsamtykt ella eini lóg. ella fer SEV
nú sjålvt at steðga útbyggingini og
taka upp samráðingar við myndug-
leikarnar?
Í samrødu við Sosialin í dag sigur Atli
Dam, løgmadur, at tað nú eiga at fara
fram samráðingar millum SEV og
landsstýrið um at finna fram til eina
skilagóða loysn í málinum.
TÍ kunnu vit taka fult undir við. Tað er
at vóna, at SEV tekur hesa atkvødu-
greiðsluna til eftirtektar, tí hon sigur
okkum, hvat ein stórur meiriluti av
kommunustýrislimunum í landinum
ynskir. SEV eigur sum skjótast at
seta seg í samband við landsstýrið og
saman við tí finna eina skilagóða
loysn, sum fyrst og fremst gagnar
fólki og landi.
TAÐ er at vóna, at hetta mál kann
loysast við samráðingunum og ikki
við, at tingið samtykkir eina lóg, har
tað verður álagt SEV at steðga út-
byggingini á Eiði.
EIN skilagóð loysn eigur at verða
funnin, sum byggir á figgjarlig,
teknisk og umhvervislig sjónarmið
og uppá ongan máta politisk sjónar-
mið.
TAÐ var annars ein av fremstu og
mest serkønu orkumonnum í SEV,
Páll Mikkelsen, sum setti fram
oddagrein
uppskot um loysn av orkuspurning
inum, ið hann metti var betri enn ta
loysn, sum SEV-leiðslan og H & S
vóru komin til. Páll Mikkelsen visti
fleiri ferdir å, at besta loysnin var at
fara upp í hæddina heldur enn at út-
byggja við Eiðisvatn. Hetta førdi
hann fram á fundum við Orkuráðið,
við arkitektar og verkfræðingar og
eisini við SEV-stýrið. Eisini hevur
hann ført hesi síni sjónarmið fram í
Sosialinum. Nú verður tað so upp til
okkara myndugleikar, í hvgnn mun
lurtast skal eftir hesum manni, sum
eftir ollum at dama, ikki hevur havt
bestu umstødur í SEV at siga sina
hugsan.
TAÐ hevur verið brikslað Sosialinum
og ábyrgdarblaðstjóra tess, at hesi
hava ført eina forfylgilsiskampanju
ímóti SEV sum felagsskapi. Tað var
lvan Johannesen formaður í SEV-
stýrinum, sum førdi hetta fram í grein
í Dimmalætting herfyri. Tað er til
hetta at siga, at hetta er rong skriv-
ing.
TAÐ hevur ongantíð verið uppgáva
okkara at forfylgja SEV sum felags-
skapi. Okkara uppgáva hevur verið at
fáa so nógvar upplýsingar, úttalilsi og
meiningar fram sum gjørligt um eitt
so stórt samfelagsmál sum orkuút-
bygging. Vit hava hýst øllum tilfari
um hetta mál og hava sjálvir tikið stig
til samrødur. M.a. eisini vid Ivan
Johannesen, Klæmint Weihe og
undanmann hansara, Hjallgrim Wint-
her, sála. Tað sum í hesi skriving
kann hava mint um »forfylging« må
so vera tann støduga og framhald-
andi umtalan av orkuspurningum nå i
meira enn fimm år.
VIT vilja heldur siga, at vit hava »for-
fylgt« målinum sum so og ikki SEV.
Var tad kanska at forfylgja SEV sum
felagsskapi, tá vit høvdu fleiri drúgv-
ar samrødur við Hjaligrim Winther
um leiklutin hjå teimum grønu ella tå
vit gåvu Påll Mikkelsen plåss i Sosi-
alinum at siga sina hugsan.
ELLA kanska Ivan Johannesen
heldur, at allir fjølmiðlar í Føroyum
áttu heldur at vidgjørt eitt so stórt
álvarsmál sum hetta bert við at latið
annan partin koma fram við sínum
hugsanum, júst soleiðis sum ein
partur av føroysku pressuni hevur
gjørt tað!
Nr. 33 — 19. mars 1985
Viðmerking til oddagrein
Sosialins 9/3-85.
Tað er ikki sjálv odda-
greinin sum so eg vil við-
gera, men hvussu hesir
tankar um búskaparligar
atgerðir ímóti apartheid-
politikki Suðurafriku vera
fordir út í lívið.
Eg taki heilt og fult
undir vid, at strong tiltøk
skula verða sett í verk fyri
at verja tey >demokrat-
isku« rættindi hjá teimum
littu suðurafrikanarunum.
Tað, sum eg seti spurnar-
tekin við, er, um viljin til
at gera nakað er nóg
mikið. Skula tiltekini bert
standa á einum pappiri?
Desmond Tutu segði:
»Studlid teimum trælkadu
i Sudurafriku vid ikki bert
at mótmæla men eisini við
at seta tiltek í verk, sum
muna meir enn orð
LATIÐ OKKUM GERA
TAÐ!!
Latið okkum fyrst
hyggja at tí seguligu
gongdini við atgerðum í-
móti Suðurafrika. Hava
hesi tiltøk havt nakra å-
virkan?
Sjálvt um lond hava
mótmælt apartheid í
langa tíð og sjálvt um ST
hevur sett eitt handils-
forboð í verk, so hevur
hetta ikki havt stóra á-
virkan á suðurafrikanska
búskapin og slett onga á-
virkan á korini hjá fyrnd-
aríbúgvum landsins — tey
svertu. Hví hava tey so
lítla ávirkan?
Nógv lond hava ikki
yvirhildið = ST-forboðið.
Bæði beinleiðis og óbein-
leiðis hava lond útflutt
vápn, olju o.a. Nekur
demi eru Danmark, Noreg
og Frakland. Eisini tað
lítla heilaga landið í Mið-
eystri, sum í letuni válkar
sær í libanesiskum blóði,
hevur verið við til at út-
flyta vápn til apartheid-
stýrið
USA og Sovjet eru
nokk tann stersta einkulta
grundin til, at tiltekini
fella niðurfyri. Hesi bæði
stórveldini, sum eru tey
sterkastu bæði búskapar-
liga og hernaðarliga, tá ið
tey ikki visa nakran áhuga
fyri at styðja ST-sam-
tyktina, so er forboðið
dømt til at vera tað reina
orðskvaldur. USA og
Sovjet eru áhugað fyri at
hava eitt »stabilt« stýri í
Suðurafrika, av tí at stór-
veldini muga keypa platin
0.a., sum er ógvuliga
týdningarmikið í nýmót-
ans produktión av avanc-
eraðum verum til bæði
privata og hernaðarliga
marknaðin. Ti hava stór-
veldini ongan áhuga í ein-
um »rættvisum«
lutastyri sum tey ikki
kunna lita å handilsliga.
Sudurafrika er ógvuliga
sterkt buskaparliga, men
er tó ikki ómeguligt at å-
virka.
Latið okkum koma aft-
ur til samtyktina hjá
Norðurlandaráðnum,
samanlíkna vit hava við
omanfyristandandi, so
sær hon í minum eygum
út til at vera forlorið og
slitið orðaskvaldur. Sum
tiltak hevði samtyktin
kunnað verið eitt stig á
rætta vegnum, men sum
eitt einkult tiltak frá
Norðurlondum, hevur hon
bert symbolskan týdning.
Men alt í alt er henda
samtykt kanska eitt tól til
at fáa fólk til at síggja
verðina og serliga teir pol-
itisku veruleikarnar við
meira kritiskum/sakligum
eygum.
/Flop
Til Fólk fyri Friði
Við hesum skal undirritaði
vinarliga kunna >FØLK-
UM fyri FRIDI« við
skuldsetingarnar, sum Óli
Breckman, blaðstjóri,
setti fram mótvegis fólki,
sum eru „at finna aftur
aftan fyri friðargongur
(eisini her hjá okkum)<.
Greinin, sum víst verður
á, stóð í Dagblaðnum tann
13. mars í ár, á síðu 10, og
nevndist: »»Quisling«
Treholt, javnaðar- ella
tjóðveldissosialist.<
Brotið í nevndu grein,
har endurgivið er úr, er
soljóðandi í síni heild:
— »Treholt-quislingar-
nir eru teir, vit finna aftur
aftan fyri fridargongur
(eisini her hjå okkum). Vit
hitta teir á mótmælis-
fundum móti Ameriku,
antin tað snýr seg um at
avreiða Vietnam til
kommunistiska barbariid
ella El Salvador og Chile
til kubanska ella sovjett-
iska kúging.<
Sum limur i »FOLKUM
FYRI FRIDI« krevji eg
av felagnum trygd fyri, at
ongir personar, sum
kunnu samanberast við
nevndu >Treholt-quisling-
ar«, Oli Breckman sipar til
i sini grein, eru at finna
millum tey, sum standa
»aftan fyri«, t.e.: standa
á odda og skipa fyri, frið-
argongum og -tiltøkum
her hjå okkum.
Besta trygdin fæst vid,
at »FOLK fyri FRIDI«
krevur eina greida prov-
førslu frå Ola Breckman
fyri hansara skuldseting-
ar, sum vist hevur verið til
omanfyri.
Virðingarmest
— og við ynski um svar
skjótast gjerligt
Tummas í Dali
Skattur av feriupengum
Eg vil hervið skriva til
tykkum og fáa greiðu á,
hvussu nógvar ferðir
feriupengar skulu skatt-
ast.
Eg havi givið feriu-
pengar fyri 1984 upp sum
innteku nú í 1985.
Hesar feriupengar havi
eg ikki fingið, ei heldur
goldið skatt av.
Men nú eru teir upp-
givnir sum inntøaka, og
blíva so skattaðir áðrenn
eg havi fingið pengarnar.
Spurningurin er nú,
blívur so aftur tíkin
skattur av teimum, tá ið
eg fái teir útgoldnar 1.
mai?
Skulu hesir somu feriu-
pengar gevast upp í 1986
og skattast?
Hevði Sosialurin
kunnað fingið greiðu á
hesum spurningum,
skuldi eg verið takk-
samur.
Limur Havnar
Arbeiðsmannafelag
nr. 557.
Heldur tú ikki sosialin ?
meiri-
|
|
|
|
8
|
4