Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mars 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Asbestdeyðin og kapitalurin SÓU tit sjónvarpsfilmin um asbest týskveldið? Gjørdu tit ikki tað, so roynið at síggja hann onkursvegna. Okkara áheitan skal beinanvegin her vera á sjónvarpið um at endursenda filmin. HETTA er sjonvarpsfjølmidilin, tá hann er bestur, tá hann veruliga kemur til sín rætt og kann geva tær og mær eina hjálpandi hond: at vekja okkum burtur úr tí lyguverð, sum í størri og størri mun leggur sína køv- andi og drepandi hond niður yvir okkum øll. FILMURIN um asbest og asbest- sjúklingar átti at verið gjørdur fyri langari tíð síðani. Men ikki fyrr enn „nú hevur tað so eydnast nøkrum dugnaligum journalistum við hjálp frá fakfólki at avdúka, hvussuleiðis kapi- talurin og profitturin eirindarleyst misbrúka vanliga lønarbeidaran — okkum øll. VIT fingu at vita seguna um asbest, hetta tilfarið, sum verður brúkt í tús- undtals lutum — frá byggiisolering til vanlig húsarhaldstól. Hvussuleidis stérar og multinationalar fyritøkur i USA, Canada og Bretlandi í skjótt 100 ár hava framleitt asbest í stórum námum ymsa staðni í heiminum. TAÐ kom fram í hesi ensku send- ingini, at stødugt fleiri fólk doyggja av asbestose og mesothelioma, ið eru sera álvarsligar krabbameins- sjúkur, ið stava frá asbest Bert við at vera í einum asbestumhvørvi i stutta tíð, tað verið seg á einum virki, har arbeitt verður við hesum tilfari, ella tú sum barn hevur spælt í dung- unum av asbestburturkasti, so er meguleiki fyri, at tú er vorðin deyða- sjúkur — »smittadur«. Men so sníkj- andi er henda sjúkan, at tað kunnu ganga hálvthundrað ár, frá tí tú hevur fingið asbesttræðrirnar í teg, til tú gerst sjúkur og doyr. TAÐ man neyvan nakrantíð áður hava verið vístur so óhugnaligur »gysari« frá veruliga lívinum sum hesin filmurin — atombumbuspreing- ingarnar í Japan og gassingina av jødunum undantikið. EITT er tað, at vitanin um asbest- sjúkuna nú er vorðin so mikið álítandi, at vit við vissu kunna siga, at asbest eru vandamikið. Eitt annað erat vit í dag fáa at vita, at tey mongu virkini, sum í nógv nógv år hava vunnið sær milliardir av krónum í profitti, hava sum mansmorð roynt at dylja vandan við at umgangast asbest. Tað vil siga, at framleið- ararnir, teir, ið heysta størsta ágóðan av asbestprofittinum, hava verið vitandi um, at arbeiðsfólk teirra hava verið útsett fyri álvarsligum sjúkum. LÍTIÐ og einki hevur verið gjørt fyri at verja tey fólk, sum arbeiða við hesum evni. M.a. er vanligt at gamalt asbest-tilfar verður lagt út á dungar, har bernini spæla og sostatt anda hesar vandamiklu træðrir í seg. Kapitalsins oddamenn hava latið eygu og oyru aftur, meðan teir hava kunnað sovið sín trygga svøvn heima í asbestfríum umhvørvi. HENDA sendingin er eitt álvarsamt varskóg til øll tey, sum í tí dagliga trúgva, at alt tað, sum kapitalsins oddamenn siga, er tað besta fyri okkum øll. Vit hoyrdu arbeiðararnar svara, tá teir vórðu spurdir, um teir kendu nakað til asbestvanda, at tað høvdu teir einki hoyrt um. OG leita vit aftur til árið 1918 vóru tað tryggingarfeløg í USA, sum ikki vildu tryggja arbeiðsfólk ímóti asbest- sjúku. Longu tá vóru teir vitandi um vandan. Í dag skriva vit 1985 og nústaðni sleppur ein sjónvarpssend- ing út til síggjarnar og gevur okkum eina hóming av tí, sum so leingi hevur verið tagt burtur — við vilja. VIT fingu eisini at vita, at nú vestur- heimurin er farin at mótmæla asbest- framleiðslu og seta strangari trygdar- tiltøk í verk, eru asbestfyritøkurnar farnar at gera iløgur í tridjalondum, tí har eru eingi krøv um trygd, og har eru fólk heilt óvitandi um vandan. Tey arbeiða fegin fyri nakrar krónur dagliga fyri at rinda kapitalsins odda- monnum enn fleiri krónur í lummarnar. FØROYINGAR eiga eisini at vakna. Vit siga okkum at vera upplýst fólk, men hvat vita vit í veruleikanum og hvat verður ikki dult fyri okkum! SO skjótt sum brúkarafelagsskapir og onnur bevíst tala at so spruttar frá pennum hjá verjusoldatum kapitalsins og profitsins. Útspilling og láturliggeran er tað tey bevístu fáa tveitt aftur í andlitið — afturfyri at vísa á vandamál og ræðuleikar, sum eru við at raka mong av okkum og sum fara at raka enn fleiri í næstu framtíð. FRAMLEIÐSLAN av asbest verður at tvífalda um ár 2000. — Um somu tíð meta amerikanarar at 200.000 — onkur heldur 1 mill. amerikanarar — fara at doyggja av asbestsjúkum. OG hvat gera asbeststjórarnir — jú teir snara sær á í djúpu sessum sínum, peika á heimskortið og biðja undirsáttar sínar fara út í tridjalondini at byggja nýggjar asbestverksmiðjur. Og vit hyggja at við stórum eygum! Sosialurin og kirkjan Eg veit ikki, um Høgni Djurhuus avmyndar al- mennu leiðsluna á tíðinda- blaðnum Sosialinum, men ger hann tað, kemur tað óivað blaðnum og flokk- inum aftur í gráum kálv- skinni tey ósakligu og hatafullu >ummælir< hes- in blaðmaður kemur við av sendingum í útvarp- inum. Sum nú seinasta hósdag, har hansara egnu »kompleksir« úr einum Nunnuskúla skulu verða grundarlag fyri einum á- lopi á núverandi katólska prestin sum er reiðiliga nýggjur í sínum starvi. Hesi somu religiøsu kompleksir fáa hann eisini at kalla Berg Jacobsen í London — hendan frålika tíðindamann útvarpsins, ikki fyri tíðindamann, men enntá Guðs mann í London. Annars er Bergur í sínum tíðindasendingum blaðmaður og ikki prest- ur. At sendingin varð send sunnudag, kann ikki verða brigslað Bergi, men kanska Hegni Djurhuus eisini her hevur undirluta- kenslur, tí Bergur er jú ikki í fakfelagnum hjá før- oysku blaðmonnunum. Annars er ikki so langt síðani tá ið Sosialurin var og vitjaði sama Berg Jac- obsen í London — óferar greinir, spennandi og hug- takandi og Bergur róstur upp til skýggja, men tað var kanska upp undir val?? Tá var kirkjan alt í einum ikki so reaktioner longur! Heldur ikki tå ið Sosialurin stakk inn á gólvið hjá Jóhan Nielsen, presti, sála, í Sandvík, beint upp undir seinasta fólkatingsval. Tá var kirkjan ella partar av henni góðar nokk at kunna brúka ímóti álop- unum frá mótsteðumonn- um, at Sosialurin og javnaðarflokkurin í roynd og veru vóru kristin- dóminum fíggindaliga sinnað. Eg hugsi, at Jóhan Nielsen hevði vent sær í grevini, tá hann frætti, at hansara egna blað og flokkur stungu hann og hansara kirkju í bakið, at tey altíð vóru illviljað móti fakfeløgum (og ti minna manninum) — tann Johan, sum i Kristi navni gjørdi alt fyri teimum ella steddu og lítið mentu. Hegni er ikki verdur at ummæla slíkt hann íkki hevur skil fyri. Hann kennir óivað einki til tað rættvisisstridid, ið kirkjan í kristindómsins navni stendur á odda fyri í stórum pertum av Suður- amerika (t.d. bispurin Halder Camera) og í Suð- urafrika (Desmond Tutu, bispur, ið nýliga fekk friðarheiðurslen Nobels). Men, halt bara á, Høgni Djurhuus, einaferð verður val aftur og tá verða tað tey, ið fara at minnast ta negativu umreðu, ið tid- indablaðið Sosialurin (og javnaðarflokkurin), hevur tikið til kirkju, kristindóm og prestar. So vita vit ið hvussu er, hvar krossurin ikki skal setast. Klaksvíkingur Viðmerking Satt at siga skilji eg ikki, hví tú >Klaksvíkingur< er so uppestur. Eitt er tað, at tú ikki er samdur við Hegna Djurhuus. Tað hevur tú allan rætt til. Men at koma við hótt- anum um, at javnaðar- flokkurin skal fáa aftur tað, sum hesin persónur skrivar, í gráum kálv- skinni, tað haldi eg er at taka munnin ov fullan. Hetta verður so tín met- ing. Mín meting er tann, at sum ummælari av út- varpssendingum má tað vera upp til Høgna Djur- huus, hvat hann heldur, eisini um tidindasending- arnar hjå Bergi Jacobsen. At undirritadi hevur gjørt samrødur vid sama prest, haldi eg ikki hevur nakað við hetta útvarpsummæli at gera. Tú »Klaksvikingur« skal vita, at leiðslan á Sosialinum leggur ikki haft á blaðfólkini ella gevur teimum munnkurv. Ti, hvat er tá skrivi- frælsið, sum tú eisini ger brúk av (men goymir teg undir dulnevni), so vert! Hvenn týdning hansara metingar fara at hava fyri eitt komandi legtingsval hevur heldur einki við hetta málið at gera. Tí eitt ummæli vil altíð vera per- sónligt — eins egna mein- ing. Tú nevnir samrødurnar vid Johan Nielsen. Ja, tað, sum hesar samreður innihildu var nakað, sum Johan sjálvur vildi hava fram, nevniliga hetta, at tað ber illa til at skilja politikk og kristindóm at. Bæði eru álvarssom sam- felagsmál, sum viðvíkja okkum ellum. Johan ynskti eisini at vísa aftur tann nógva kritikkin móti javnaðarflokkinum, um at hann var ein ógudiligur flokkur. Eg haldi, tú er ósak- ligur, tá tú sigur, at Sos- ialurin hevur givið kristin- dóminum, kirkju og prest- um eina sera negativa um- reðu. Ti júst við sam- rødunum við bæði Berg og Johan hava vit tå víst tað øvugta. Og tað fara at koma fleiri samrødur við prestar. Lat meg enda við hes- um, vit ell eru so errin av og fegin um, at vit kunnu kalla okkara samfelag fyri eitt demokratiskt og frælst samfelag, har ein og hver hevur loyvi at siga sína EGNU hugsan. Hví vil tú »klaksvikingur« ikki loyva Hegna at hava sína hugsan. Tað nýtist ikki at vera Sosialsins hugsan fyri tað. Tann dag leiðslan á Sosialinum fer at eins- rætta ell, sum skriva í blaðið soleiðis at alt kann standa sum nakað, ið Sos- ialurin meinar, tá verður lítið eftir av ti lovprista skrivifrælsinum og tanka- frælsinum fyri tad. Vit, sum lovprisa hetta frælsið, lat okkum eisini vera tilreiðar at síggja og hoyra, hvat hini halda. Tað er tú >klaksvík- ingur< ikki sinnaður til, sambært bræv títt, tí tú ynskir at revsa Sosialin og eisini javnaðarflokkin, tí at júst Sosialurin hevur loyvt einum persóni at hava og siga sína hugsan, sum ikki samsvarar við tína. Men hetta er als einki nýtt. Hverja ferð vit her á blaðnum hava víst eina opna linju, har vit hava ynskt, at ell skulu sleppa at siga sína hugsan, so koma slík sum hesin »klaksvikingur« og vilja brúka ærleika og opinleika bladsins just til at revsa javnadarflokkin. Og tit skriva undir dul- nevni. Høgni er so mikið frægur, at hann eins og Bergur prestur torir at leggja navn sitt til. Tað eru menn, ið tora og ti mugu tola kritikk eisini. Jan Miiller Gott samanhald Harra blaðstjóri hýs mær hesum hugleiðingum. Tað man helst verða bert av tilvild, at Harra Bergur Jacobsen aftur kom við bretskum tíðindum frá ervinum eftir kolanáms- verkfallið. Sum eyðvita var hetta eisini sunnudag í tíðindunum 12.20. Eins og seinast eg hoyrdi B. Jac- obsen um somu tíð sunnu- dagin 3/2 h.ár. Sat eg eisini hesaferð og át døg- urða. Tað er synd at siga, at nettupp tey tíð- indini settu betri smakk á matin. Eg bleiv álvars- samur og hugsunarsamur. Farið er farið! Bretar, um ikki allir, siga sum vit