leygardagur 19. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 201 - 19. oktober 2002
Nr. 201 - 19. oktober 2002
3
– men bara á Meiar-
ín-um. Nú verður
farið at ferðast við
leikinum.
Tað er ikki sensurur,
ið ger at Ginu Søgur-
nar nú fara at gevast á
Meiarínum, heldur
ikki vánalig undir-
tøka. Tvørturímóti,
leikurin hjá Eve En-
sler hevur gingið fyri
stúvstappaðum hús-
um, so at siga síðan
byrjanina 5. oktober.
TÍÐINASKRIV
Fyrsti leikurin hjá Grímu
hetta leikárið hevur verið
spældur 12 ferðir, fyri til-
samans yvir 1.100 fólkum,
og hann hevur fingið stak
góða móttøku, bæði í bløð-
unum og millum áskoðarar-
nar annars.
Og hóast røddir, millum
annað á tingsins røðara-
palli, hava verið frammi
um, at slíkt skuldi ikki ver-
ið loyvt á føroyskum leik-
palli, so sær ikki út til at
áskoðarafjøldin
minkar.
Hon
tvørturímóti
bara
veksur. Fleiri fólk, ið ikki
eru von, ella kanska ongan-
tíð hava verið til sjónleik,
hava takka fyri “eitt stórt
upplivilsi” aftaná.
Men næsti leikurin í ár,
LIST, skal framat á pallin-
um 2. november, og tí verða
Ginusøgurnar niðurlagdar
fyri fyrst. Ætlanin er so, at
restin av landinum skal fáa
gleði av teimum trimum
“Ginunum”, Biritu Mohr,
Kristinu Hansen og Gunnvá
Zachariassen. Hvussu leik-
ferðin verður, hvar og nær,
verður lýst í næstum.
Seinastu sýningarnar á
Meiarínum verða í kom-
andi viku. Atgongumerkið
fáast á Kunningarstovuni,
tlf. 31 57 88 og á Meiarín-
um, ein tíma undan sýning
um ikki útselt er áðrenn.
Ginusøgur tiknar av skránni
C
M
Y
K
3
2