Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 201 - 19. oktober 2002 Nr. 201 - 19. oktober 2002 5 Enski brunnurin kemur saman við nýggja 3D seismikk- inum at leggja týð- andi vitan til arbeið- ið, ið skal fara fram viðvíkjandi metingini av føroyska fundinum sigur Vilhelm Peter- sen stjóri. Kjartan Hoydal, nevndarfor- maður sigur, at úrslitið broytir einki í ætlanunum hjá Atlantic Petroleum at menna felagið til eitt fullbúgvið føroyskt oljufelag, og tíðar- karmurin er eisini óbroyttur Tíðindaskriv Atlantic Petroleum boðar í tíðindaskrivi frá, at boringin av brunni 204/16- 1, sum liggur í bretska loyvinum P.1029 er liðug, og at boriskipið West Navion fór av økinum 17. oktober 2002. Brunnurin liggur beint hinumegin markið millum Føroyar og Bretland, og er liður í metingini av fundin- um, ið varð gjørt í Marjun- brunninum á føroyskum øki í fjør heyst. Farið varð undir at bora brunnin 204/16-1 tann 1. september 2002, og góðan mánað seinni varð komi niður á 4.237 metrar undir havinum. Dýpið, har ið borað varð, er 917 metrar. Í brunninum varð borað ígjøgnum fleiri kolvetnis- berandi sandsteinsfláir. Mett varð tó, eftir at brunn- urin var gjøllari kannaður, at grundarlag ikki var fyri royndarframleiðslu, og tí varð avgjørt at lata brunnin aftur. Neyvari metingar av bor- ingini verða nú gjørdar. Nýggjur 3D seismikkur er fingin til vega í ár, bæði frá økinum har brunnur 204/16-1 nú er boraður, og frá økinum føroysku megin markið, har týðandi nøgdir av kolvetni vóru funnar í brunni 6004/16-1z í november í fjør. Framhald- andi metingar av bretska brunninum 204/16-1 og føroyska brunninum 6004/16-1z vera grundaðar á úrslit av hesum meting- um. Tær vera væntandi lidnar í 2003. Feløg ið taka lut í enska loyvinum P.1029, ið liggur í teigi 204/16, 176/20 eru: Wilhelm Petersen, stjóri sigur í eini viðmering: – Hetta er næsti brunnur Atlantic Petroleum luttekur í. Í fyrsta brunni varð rakt við týðandi nøgdir av kol- vetni, og í hesum brunni í enskum øki varð somu- leiðis rakt við kolvetni. So hetta má sigast at vera ein áhugaverd gongd. Enski brunnurin kemur saman við nýggja 3D seismikkinum at leggja týðandi vitan til arbeiðið, ið skal fara fram viðvíkjandi metingini av føroyska fundinum. Kjartan Hoydal, nevndar- formaður sigur um boring- ina: – Tað var helst nakað nógv at vænta at annar brunnurin, sum samtak okkara »Faroes Partner- ship« stóð fyri á Atlants- mótinum skuldi vera av somu dygd, sum fundurin føroysku meðna markið í november í fjør. Úrslitið frá brunni 204/16-1 broytir tó einki í ætlanunum hjá At- lantic Petroleum at menna felagið til eitt fullbúgvið føroyskt oljufelag, og tíðar- karmurin er eisini óbroyttur. Atlants Kolvetni við í boring við markið: Brunnurin gevur týðandi upplýsingar • Amerada Hess Ltd. (fyristøðufelag) 42,57 % • BG Ltd 23,60 % • Premier Oil 16,00 % • DONG E&P A/S 16,83 % • P/F Atlantic Petroleum 1,00 % (møguleiki fyri 2,5%) Kortið sýnir brunnin og økið rundan um Hóast tað í løtuni eru gott 900 fo-navnaøkið virkin, so eru Føroyar framvegis eftirbátur á økinum, heldur Petur Kirke, sum umsitur fo-navnaøkið NAVNAØKI Heri á Rógvi Í løtuni eru umleið 900 .fo nøvn at finna á Internetinum. Hetta upplýsir Petur Kirke, sum starvast hjá Fo-umsitingini. Talan er um føroyska navnaøkið á internetinum. Allýsingin er soljóðandi: .fo landøkið, sum eisini nevnist .fo ccTLD ("country code Top Level Domain"), er tann parturin av økisnøvnum á internetinum, ið ICANN ("Internet Corporation for Assigned Names og Numbers") hevur tillutað Føroyum nýtslurætt til, sí www.icann.org/cctlds/. .fo økisnavn, sum eisini nevnist .fo Second Level Domain Name, er eitt skrásett navn á internetinum,sum endar við .fo, eitt nú nic.fo og tinganes.fo. FO-ráðið er myndugleikin, sum sambært teimum av landsstyorismanninum í vinnumálum góðkendu viðtøkum hevur fingið ábyrgdina av umsitingini og nyotsluni av landøkinum .fo á internetinum. FOráðið er tað, sum á internetmáli nevnist .fo ccTLD Manager. FO-umsitingin (.fo ccTLD Operator) er tann tænastan, sum vegna FO-ráoio hevur dagliga raksturinav landøkinum .fo. Frá 1. januar 2002 er FO- umsitingin løgd til pf FDS (Føroya Dátusavn). Sambært Peturi Kirke eru í løtuni gott 900 virkin fo- økisnøvn. Av hesum eru nøkur, sum í næstum verða strikaði. Hesi eru eini 30- 40 í tali. Hinvegin hevur Fo-umsitingin eini 15 umsóknir liggjandi. Higartil í ár eru 192 nýggj nøvn stovnaði. Fyrr í ár kom Fo-umsitingin undir føroyska málsræði hjá Vinnumálaráðnum, og eitt Fo-ráð varð sett á stovn. Petur Kirke sigur, at teir høvdu roknað við fleiri nýggjum nøvnum, tá teir fóru ígongd. Umsóknirnar koma eisini stútt inn til umsitingina, og talið av fo- nøvnum veksur støðugt, men kanska ikki nóg skjótt. —Eg haldi, at vit í nógvar mátar eru komin ógvuliga stutt í Føroyum á hesum økinum. Nógv vanlig og væl umtókt nøvn eru ikki tikin í Føroyum. Tað er spurningurin, hvussu leingi hetta verður galdandi. Tískil mugu fyritøkur og onnur eisini skundað sær. Um nøkur ár kunnu nøvnini, tey ætlaðu sær, verða tikin, sigur Petur Kirke. Einki lutakast Ynskir tú at ogna tær eitt fo-navn, so ber til at umbiðja tað sum A- ella B- økisnøvn. A-økisnøvn eru fyri skrásettar fyritøkur v.m., sum einsamøll eiga fullan rætt til eitt navn. Hetta skal so kunna skjalprógvast. Við B-økisnøvnum verður søgan ein onnur. Her nýtist ikki nakað skjalprógv, men loyvi er at søkja um, hvat navn tað skal vera. Fyritøkur v.m. eiga sjálvsagt rættin til síni egnu nøvn. Eisini altjóða skrásettar fyritøkur eiga rættin til síni egnu nøvn. Tað krevur loyvið frá hesum, um tú ynskir at nýta eitt nú samsung.fo ella microsoft.fo. B-økisnøvni verða sett á ein bíðilisa, har øll, ið vilja, kunnu gera vart við, at tey eisini ynskja hetta navnið. Eru fleiri umsóknir um sama navn, og allir verða góðkendar, so verður drigin lutur um, hvør skal fáa rættin til navnið. Tað er tó ongantíð enn komið fyri, at neyðugt hevur verið við lutakasti. Í løtuni standa nøvn sum helena.fo og jensen.fo á bíðilista. Tað eru mong, ið kundu fingið sær hesi nøvnini. Nøvnini standa á bíðilista til ávíkavíst 22. oktober og 5. november. Eitt annað navn, sum eisini stendur á bíðilista er planet.fo. Hetta navn er tó virkið, men bert fyribils, um eingin annar ger vart við seg. Tað ber nevniliga til at fáa eitt navn fyribils fyri ein meirkostnað. Annars er kostnaðurin fyri økisnøvn .fo íroknað Mvg: 1.200 kr. fyri eitt B- økisnavn og 600 kr. fyri eitt A-økisnavn. Harumframt verður goldið 600 kr. árliga fyri brúksrættin til .fo navnið. Sum keypari fært tú brúksrættin til eitt fo- økisnavn í óavmarkaða tíð - so leingi tú rindar fyri tað og heldur galdandi reglar. RÆTTING Heri á Rógvi Ì Sosialinum hósdagin á blaðsíðu 7 er eitt navn komið skeivt fyri. Tað er í greinini »Positivt prát«, sum er um fundirnar hjá Boga Davidsen og Søren Nielsen við politisku flokkarnar. Av misgáum er eitt navn komið skeivt fyri. Kári Davidsen hevur als einki við greinina ella málið at gera. Rætta navnið er sjálvandi Bogi Davidsen. Undirritaði eigur fulla og heila ábyrgd av hesum mistakinum. Skeivt navn 900.fo Fyrr í ár varð farið undir at marknaðarføra .fo-nøvnini. Her eru tað Petur Zachariasen og Bjarni Djurholm á tíðindafundi um Fo-ráðið. Mynd: Jens Kristian Vang Bogi Davidsen og Søren Nielsen hava nú verið á fundi við allar politiskar flokkar FUNDIR Heri á Rògvi Sum nevnt í Sosialinum fyrr í vikuni hevur Bogi Davidsen saman við Søren Nielsen verið á fundi við teir politisku flokkarnar á tingi umframt partar av landsstýrinum. Á fundun- um kunnaði teir báðir um teirra støðu sum samkyndir. Somuleiðis var høvi hjá politikarunum at seta spurningar. Bogi Davidsen segði eftir fundirnar, at hann var væl nøgdur við fundirnar, og teir fingu sagt tað, teir ætl- aðu. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður í lógarmálum og formaður Tjóðveldisfloks- ins, sigur, at hann metir fundirnar sum eitt gylt høvi hjá politikarum at seta nak- rar spurningar og fáa meira at vita um støðuna hjá teim- um samkyndu. Høgni Hoy- dal hevur tvær reisir verið á fundi við teir báðar – sum landsstýrismaður og saman við tingbóli Tjóðveldis- floksins. – Í Tjóðveldisflokkinum eru ógvuliga ymsar mein- ingar um hetta málið. Vit koma væntandi ikki við nakrari felags útmelding, tá meiningarnar eru so ymisk- ar, sigur Høgni Hoydal. – Hóast eg ofta havi fílst á, at kjakið um málið er vorðið ósakligt, so haldi eg, at hesir fundirnir vístu, at tað ber til at tosa sakligt um hesi viðurskiftini, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin í lógarmálum ætlar at halda fram við ætlanunum at leggja persóns-, familju- og arvarætt fyri tingið. Í fyrstu atløgu verður tað til eitt aðalorðaskifti. Fundirnir lidnir Bogi Davidsen og Søren Nielsen eru nú lidnir við teirra fundir við politisku flokkarnar. Her eru teir á fundi við Miðflokkin, sum fegin tók ímóti teimum, hóast sjónarmiðini kanska eru nakað ymisk Mynd: Finnur Justinussen. C M Y K 5 4