leygardagur 19. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 201 - 19. oktober 2002
Nr. 201 - 19. oktober 2002
7
Nú bara góðar fimm
vikur eru til tunnilin
um Vestmannasund
skal lata upp, eru
trygdarviðurskiftini í
og við tunnilin
framvegis ikki komin
í rættlag. Stjórin í P/F
Vágatunnilin hevur í
eina tíð tosað um eina
fyribilsloysn, men
heldur ikki henda er í
eygsjón enn.
TUNNILSTRYGD
Jón Brian Hvidtfeldt
Enn røkist einki fyri nakrari
loysn á, hvussu trygdarvið-
urskiftini í samband við
tunnilin um Vestmanna-
sund, sum eftir ætlan skal
takast í nýtslu týsdagin 26.
november, kunnu lúkast.
Fleiri trygdarkrøv eru til
undirsjóvartunnilin, bæði
inni í sjálvum tunnlinum og
báðu megin tunnilin, ser-
liga í samband við til-búgv-
ing og bjarging, skuldi ein
vanlukka hent niðri í und-
irsjóvartunnlinum. Tað er
fyrst og fremst Brunaum-
sjón Landsins, ein stovnur
undir landsverkfrøðingin-
um, sum ásetur trygdar-
krøvini til tunnilin. Fríggja-
dagin var fundur millum
Brunaumsjónina og leiðsl-
una í P/F Vágatunnilin,
men eftir tann fundin ber til
at staðfesta, at enn er greiða
ikki fingin á trygdarspurn-
inginum.
Tað hevur í eina tíð verið
greitt, at skotbráið til at
finna eina varandi loysn
uppá trygdarspurningin í
tunnilinum
undir Vest-
mannasundi er alt ov stutt,
skal tunnilin latast upp 26.
november. Millum annað
skulu brandbilar vera tøkir
báðu megin tunnilin, men
her hevur ivi serliga stungið
seg upp um, hvør skal
gjalda fyri bilin í Vágum,
Miðvágs- og Sandavágs
kommunur,
sum
hava
felags sløkkilið, ella rokn-
ingin fyri bilin skal gjaldast
av P/F Vágatunnlinum.
Eftir at tað gjørdist greitt, at
skotbráið til at fáa eina
varandi loysn á trygdarvið-
urskiftunum í rættlag var ov
stutt, boðaði stjórin í P/F
Vágatunnilin, Dávid Rein-
ert Hansen, frá, at felagið
fór at leggja seg eftir at
finna eina fyribilsloysn á
trygdarspurninginum, so
tunnilin kann lata upp sum
ætlað. Og tað er hesa
fyribilsloysn, sum leiðslan
fyri P/F Vágatunnilin og
Brunaumsjón
Landsins
samráðast um.
Dávid Reinert Hansen,
stjóri í P/F Vágatunnilin,
hevur ikki stórvegis við-
merkingar til, hvat tað
ítøkiliga er, sum skilir
partarnar.
- Arbeitt verður í løtuni
við eini hóskandi fyribils-
loysn á trygdarspurningin-
um, og fleiri møguleikar
verða kannaðir, sigur Dávid
Reinert Hansen, sum tó
ikki vil koma nærri inn
uppá, hvørjir hesir møgu-
leikar eru. Hann leggur
afturat, at í hesum sam-
bandi er P/F Vágatunnilin
biðið um at útvega fleiri
upplýsingar, sum skulu
liggja til grund fyri eini
fyribilsloysn, og tað fer
felagið nú at gera.
Brunaumsjón Landsins
er stovnur undir Lands-
verkfrøðinginum. Oyvind-
ur Brimnes, landsverk-
frøðingur sigur, at Bruna-
umsjónin hevur sett upp eitt
niveau fyri, á hvørjum støði
trygdin í og við undir-
sjóvartunnilin skal vera.
Hann greiðir frá, at P/F
Vágatunnilin hevur í brævi
til Brunaumsjónina nevnt
nakrar fyribilsloysnir uppá,
hvussu
trygdarkrøvini
kunnu lúkast. Og tað eru
hesar fyribilsloysnir, sum
Brunaumsjónin vil hava
nærri útgreinaðar. Tí metir
hann fundin fríggjadagin
fyrst og fremst sum ein
kunnandi og avklárandi
fund.
- Vit hava sett eitt niveau
fyri, á hvørjum støði trygd-
in í tunnlinum skal vera, og
kravið til eina og hvørja
fyribilsloysn er, at trygdin
má vera tann sama, sigur
Oyvindur Brimnes. Hvussu
útgerðin verður útvegað og
hvør skal gjalda fyri hana,
er ikki ein spurningur fyri
Brunaumsjónina, men fyri
P/F
Vágatunnilin
og
kommunurnar báðu megin
undirsjóvartunnilin, leggur
hann afturat.
Oyvindur Brimnes vil
ikki vísa aftur, at Brunaum-
sjónin kann gera undantøk
frá upprunakrøvunum til
trygdina í tunnlinum, m.a. í
samband við eina fyribils-
loysn.
- Í summum førum kann
ein loysn viga upp ímóti
eini aðrari, men tað krevur í
hvørjum einstøkum føri
eina fakliga meting, sigur
Oyvindur Brimnes, sum
leggur dent á, at úrslitið má
ikki
vera,
at
samlaða
trygdin gerst verri.
Leiðslan fyri P/F Vága-
tunnilin skal í næstum aftur
á fund við kommunurnar
við báðar tunnilsmunnar-
nar, og tá verður Bruna-
umsjónin væntandi eisini
við.
Letur upp 26.
november
Hóast spurningurin um
trygdina í undirsjóvartunnl-
inum er framvegis er
ógreiður, heldur stjórin í
P/F Vágatunnilin, Dávid
Reinert Hansen, fast um, at
tunnilin sum ætlað kann
takast í nýtslu týsdagin
26.november.
- Vit hava í løtuni onga
orsøk til at útseta henda
dato, sigur Dávid Reinert
Hansen, sum tó ásannar, at
trygdarviðurskiftini mugu
fáast í rættlag innan heilt
stutta
tíð,
skal
málið
røkkast. Tí sjálvt um talan
er um eina fyribilsloysn, so
kann hon neyvan fáast at
virka frá dag til degi, leggur
hann afturat. Dávid Reinert
Hansen hevur heldur ikki
nakað boð um, nær ein
endalig loysn á trygdar-
viðurskiftunum í og við
Vágatunnlinum kann vænt-
ast at vera komin at virka.
Dávid Reinert Hansen
sigur, at arbeiðið í samband
við Vágatunnilin gongur
sum ætlað. Bummskipanin,
sum skal nýtast til at krevja
inn pengar frá fólki fyri at
nýta tunnilin, verður í
hesum døgum framleidd og
roynd í Norra, og umleið
tvær vikur áðrenn tunnilin
verður tikin í nýtslu, verður
skipanin sett upp á vága-
landinum.
Framvegis eingin loysn á trygdar-
viðurskiftunum í Vágatunnlinum
Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnilin, lovar, at
undirsjóvartunnilin verður klárur at taka í nýtslu sum ætlað,
26.november
Flestu munnu minnast fyrsta skotið til fasta
sambandið um Vestmannasund. Nú bara
góðar fimm vikur eru til undirsjóvartunnilin
skal takast í nýtslu, er greiða framvegis ikki
fingin á trygdarviðurskiftunum í samband
við tunnilin
– Men tað eru politik-
ararnir, sum smíðja
karmarnar um vinnu-
lívið, og tað eru teir,
sum gera av, um út-
lendingar skulu eiga
lut í føroysku fram-
leiðsluvinnuni, sigur
nevndarformaðurin í
Framtaksgrunninum,
Niels Winther
Poulsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
»Vit hava ongan skund við
at privatisera Føroya Fiska-
virking, men støðan hjá
grunninum er púra greið:
Fiskavirking skal seljast
undir einum til hægstbjóð-
andi«.
Soleiðis segði nevndar-
formaðurin í Framtaks-
grunninum, Niels Winther
Poulsen, við Sosialin, 15.
oktober.
Í sama blaði segði fyrr-
verandi nevndarformaðurin
í grunninum, Sverri Han-
sen, at Fiskavirking er ein
væl rikin fyritøka við góð-
ari leiðslu, sum ikki kann
vera betur.
Hann helt tí, at rættast
hevði verið at latið fyritøk-
una fingið frið í nøkur ár,
soleiðis at hon kundi slopp-
ið at ment seg enn meira.
Niels Winther Poulsen er
púra samdur við Sverra um,
at Fiskavirking er ein væl
rikin fyritøka við góðari
leiðslu.
– Men tað er greitt, at
fyritøkan skal privatiserast
og seljast til hægstbjóð-
andi. Í reglugerðini fyri
grunnin stendur, at grunn-
urin skal avhenda íløgurn-
ar, tá ið tær eru sølubarar.
Hesum arbeiða vit fram
ímóti, og fundir hava verið
um hesi viðurskifti.
Spurdur, sigur nevndar-
formaðurin seg ikki vilja
siga, at allir partar í málin-
um eru samdir í øllum.
– Men so vítt eg veit, er
semja millum nevnd og
stjórn um, at vit skulu ar-
beiða fram ímóti eini
privatisering av Fiskavirk-
ing – í friði og náðum.
Stjórin í Føroya Fiska-
virking, Meinhard Jacob-
sen, hevur nevnt, at umráð-
andi er, at fyritøkan fær ar-
beiðsfrið, soleiðis at fólkið,
sum arbeiðir á virkjunum
kring landið og keyparar
uttanlands,
ikki
skulu
órógvast óneyðugt av kjak-
inum um privatisering.
Í samrøðuni við Sosialin,
15. oktober, helt Niels
Winther, at tað besta fyri
Fiskavirking hevði verið
ein privatisering, soleiðis at
fyritøkan
fekk
betri
arbeiðsfrið.
Ognarviðurskifti
Nevndarformaðurin leggur
dent á, at tað er skyldan hjá
grunninum, tá ið felagið
verður selt, at tað verður
selt til hægstbjóðandi.
Hetta reisir spurningin,
hvørt peningasterkir út-
lendingar kunnu stinga av
við hesi fyritøku, sum er
bygd upp til ta vælvirkandi
fyritøku, hon nú er.
– Hvussu ognarviður-
skiftini skulu verða í før-
oyskum vinnulívi, er ein
reint politiskur spurningur,
sum liggur uttanfyri okkara
øki. Tað er ikki okkara upp-
gáva at gera ella broyta
reglugerðir og lógir um
ognarviðurskifti. Vit fara at
arbeiða innanfyri og laga
okkum til teir karmar, sum
verða galdandi, tá ið tann
tíðin kemur.
Nær Fiskavirking verður
lýst til sølu, sigur Niels
Winther seg slett ikki duga
at meta um.
– Tað hevur ongan skund,
og áðrenn felagið verður
selt, verður sølan fráboðað
í góðari tíð, sigur hann.
Greiðir karmar
Hann heldur tað eisini vera
umráðandi, at útlendingar
vita, hvørjar møguleikar
teir hava, tá ið sølan verður.
– Teir mugu vita, um teir
eru vælkomnir ella ikki,
sigur Niels Winther og
leggur aftrat, at tað tænir
okkum øllum best, at karm-
arnir um vinnulívið eru
greiðir.
Hann leggur aftrat, at
sum er, kann Framtaks-
grunnurin selja felagið til
hvønn sum helst, ið hevur
hægsta boð.
– Men tað fara vit sjálv-
sagt ikki at gera, tí enn er
tíðin ikki búgvin.
Vinnumálastýrið hevur
sett ein bólk at arbeiða við
bygnaðinum í fiskivinnuni,
og hetta arbeiði er ikki
liðugt enn.
Nevndarformaðurin,
Niels Winther Poulsen,
væntar, at ein partur av hes-
um arbeiði fer siga grunn-
inum, hvat hann hevur at
halda seg til, tá ið Fiska-
virking skal seljast og
privatiserast
sambært
reglugerðini hjá grunnin-
um.
Vit hava skyldu til at selja Fiskavirking
til hægstbjóðandi
Nú verandi og fyrrverandi nevndarformenninir í
Framtaksgrunninum, Niels Winther Poulsen og Sverri Hansen
(mynd), eru samdir um, at Fiskavirking hevur eina góða
leiðslu og er væl rikið. Men teir eru eftir øllum at døma ikki
heilt samdir um privatiseringina – Latið felagið fáa frið í
nøkur ár, sigur Sverri Hansen.
– Tað er greitt, at Fiskavirking skal privatiserast og seljast til hægstbjóðandi. Í reglugerðini fyri
Framtaksgrunnin stendur, at hann skal avhenda íløgurnar, tá ið tær eru sølubarar, sigur Niels
Winther Poulsen, nevndarformaður
C
M
Y
K
7
6