Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 201 - 19. oktober 2002 Nr. 201 - 19. oktober 2002 9 Viðgerðin av fíggjar- lógini átti at verið flutt soleiðis, at hon ikki er samtíðis, sum menn eru á fjalli og fletta. Hetta eru ein týðandi partur av okkara gerandisment- an, sum tíanverri er við at hvørva, og tað harmar meg sigur løgmaður, sum sjálv- ur raðfestir tað at fara á fjall og at fletta sera høgt. FÍGGJARLÓG OG LØGMAÐUR Jan Müller Undir fíggjarlógarviðgerð- ini fýltust fleiri tingmenn á, at løgmaður ikki varð til steðar undir allari viðgerð- ini. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, hvat hann sigur til hesar atfinn- ingar, og hví hann ikki er í tinginum, tá ein so grund- leggjandi og týðandi lóg- gáva er til viðgerðar. – Eg havi tað soleiðis, at tað eru nøkur ting eg rað- festi sera høgt. Tað geri eg eisini við eini fíggjarlógar- viðgerð og var hóast alt all- an tann fyrsta dagin við. Tá hevði eg serliga áhuga fyri tí framsøgumenninir søgdu. Og eftir tað vóru tað kanska serliga teir einstøku landsstýrismenninir, sum skuldu vera við í viðgerð- ini. Eg havi nøkur málsøki og royndi í mínum innleggi at greiða frá teimum, so tingmenn vistu, hvat tað snúði seg. Løgmaður kennir annars henda kritikkin aftur. Tað eru altíð nakrir tingmenn , sum ikki fara á tingsins røðarapall uttan at hyggja eftir, hvørjir landsstýris- menn ikki eru við og so varpa út fyri øllum Føroya fólki, hvørjir ikki eru har. Hann viðgongur tó, at sjálvandi skal løgmaður royna at vera mest møguligt í tinginum, men hann kann ikki vera allastaðni. Hóast mong kanska ikki hugsa um fjallgongu og fletting, sum ein part av okkara mentan, so leggur løgmaður sera stóran dent á júst henda partin av okkara mentan. – Eg skal við- ganga, at eg eri ikki nógv við, har tað hevur við mentan at gera, men ta mentan, sum hevur við fjallgongu og fletting at gera, er nakað sum eg rað- festi ógvuliga høgt. – Men kann tað ikki skurra løgið í oyrunum á fólki, at løgmaður raðfestir tað at fara á fjall og fletta hægri enn landsins fíggj- arlóg? – Viðgerðin av fíggjar- lógini fyri mítt viðkomandi er liðug, tá málið verður lagt fyri tingið. Tað, sum gongur fyri seg í tinginum er ein viðgerð av einum fíggjarlógaruppskoti, har man kemur við nøkrum út- spælum ikki yvirfyri lands- stýrinum men yvirfyri tí nevndini, sum skal arbeiða víðari við málinum. Løgmaður vísir á, at hyggur man at danskari fíggjarlógarviðgerð, so er tað ikki ein spurningur til ráðharrarnar men til ta nevndina ella tann og tann framsøgumannin. Fíggjar- lógarviðgerðin er fyrst og fremst fyri tingmenninar. - Sjálvandi skulu vit vera við og svara spurningum í tann mun hetta er gjørligt. Løgmaður heldur tað annars hevði verið sera skilagott, um tingformað- urin flutti viðgerðina av fíggjarlógini soleiðis at hon ikki fall saman við fjall- gongu og fletting. Tað er tingformaðurin, sum suv- erent avger tað. At hann nú eisini er farin at leggja ting- fundir í heystfrítíðini hjá skúlanæmingum heldur løgmaður eisini vera løgið. Tað heldur enn ikki er hent áður. – Men hevur tú ikki eitt forkláringsproblem, um tingmenn fegnir vilja hava samband við teg í við- gerðini, og tú als ikki er til steðar? – Tað kann mans siga. Men tingmenninir vilja í veruleikanum als ikki í samband við meg. Teir flestu hava eina skrivaða talu. Løgmaður vísir á, at teir flestu av teimum eldru tingmonnunum høvdu prioreiterað júst sum hann, tá talan er um fjallgongu og fletting. – Tað sær ikki mætari út enn, at tað er komin ein nýggj tíð og man má nokk innsíggja, at tann gamla føroyska gerandis- mentanin er við at hvørva, og tað harmar meg øgiligt. Løgmaður heldur tað er sera óheppið at viðgerðin av fíggjarlógini er samstundis sum menn eru á fjalli og flettingin er byrjað Løgmaður við tingformannin: Flyt fíggjarlóg til frama fyri fletting Hanus, Kári, Eivør. Hetta eru nøkur av tónleikanøvnunum, sum av álvara gera vart við seg í Íslandi í hesum døgum. Eftir fyrstu konsertina, sum er liður í kon- sertferð í hesum døgum, eru íslend- ingar einki minni enn púra bergtiknir TÓNLEIKUR Dagfinn olsen Fleiri føroyskir tónleikarar eru á konsertferð í Íslandi í hesum døgum undir heitin- um Fairwaves, ella tiltikna føroyska bylgjan. Fleiri íslendingar, vit hava samband við, hava lat- ið frætt frá sær, nú fyrstu konsertirnar hava verið. Sum skilst, so var fyrsta konsertin við Eivør Páls- dóttir, Hanus G. Johansen og Kára Sverrisson sera væl eydnað. Ingólfur Juli- usson er ein, ið fylgir væl við føroysku byrgjuni og hann var til staðar, tá hesi í vikuni framførdu. Gandakallurin Hanus Hann sigur, at konsertin var framúr og fagnaðurin fekk ongan enda. Kári ,og Mika- el Blak á bassi, byrjaðu konsertina og løgdu botn í og skaptu gott huglag. Síð- ani kom Hanus og bertók øll, eisini tá hann sang ís- lendska lagið Fatlafól, ið mett verður, at hann sang betri, enn upprunalagið. Ein framførsla við orku og hann verður samanborin við ein gandakall á palli. Eivør kom á pall við ís- lendskari manning, ið hevði gjørt sítt heimaar- beiði. Lag eftir lag hugtók hon fjøldina. Føroyska bylgjan hevur ikki lagt seg í Íslandi, held- ur hinvegin! Hugtiknir íslendingar Hanus G. Johansen er á ferð í Íslandi, eins og aðrir føroyskir tónleikarar. Hann hugtók í vikuni íslendsku fjøldina, eisini tá hann sang íslendskan tónleik Í kvøld og í nátt verður eisini høvi hjá fólki at fáa sær ein "swing-om" í Runa- vík; tá fara vælum- tókta, Anita úr Noregi og faðir hennara, at syngja og spæla countrytónleik TILTØK Vilmund Jacobsen Í dag verður so stóra seyða- uppboðssølan, sum Kapp- róðrarfelagið NSÍ skipar fyri í ítróttarhøllini í Runa- vík. Sølan byrjar kl. 14, og á staðnum verða royndir menn, sum fara at meta um seyðin og geva fólki hollan stuðul, tá ið bjóðast skal. Millum seyðirnar, sum seldir verða á uppboði, er ein góður veðrur, sum verð- ur seldur á meksikanskan hátt, sum tað verður rópt. Í hesum førinum verða 50 kr. goldnar fyri hvørt boðið, ið givið verður. Stigtakararnir siga, at høvið verður eisini hjá fólki at bjóða uppá ræstan fisk og onkra kalvaspraggu av og á. Grill, køkutombola og countrydansur Í ítróttarhøllini verður eis- ini stórt køkutombola, sum byrjar kl. 14. - Og grillin verður tendrað allan dagin. Tí, hvat er ein góður dagur í ítróttarhøllini uttan eina vælstokta pylsu - og kanska verður eisini ein stoktur búffur at fáa, siga stigtakar- arnir. Í kvøld verður eisini høvi hjá fólki at fáa sær ein "swing-om" í Runavík. Frá kl. 23.00-04.00 verð- ur góður countrydansur við vælumtóktu norsku sanga- rinnuni, Anitu. Hon fer at syngja og spæla saman við faðiri sínum. Kappróðrarfelagið NSÍ sigur, at Anita hevur eina fjøltáttaða skrá við góðum dansitónleiki. Handilin, Opus í Sal- tangará, hevur stuðlað til- takinum hjá Kappróðrar- felagnum. Stóra seyðasølan verður í Runavík dag Í dag verður stór seyðasøla í ítróttarhøllini í Runavík, har eitt nú ein veðrur verður seldur á meksikanskan hátt. Í kvøld verður countrydansur við norsku Anitu, sum er vælumtókt á Bergen-leiðini. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8