Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 201 - 19. oktober 2002 Nr. 201 - 19. oktober 2002 11 Nú summarið er farið aftur um bak, og kuldin so smátt byrjar at ger um seg, hevur Hotel Norð á Viðareiði latið dyrnar aftur fyri hesa sesongina. Tað vil siga, at hotellið bert er opið eftir avtalu gjøgnum veturin, og tað vísir seg at virka avbera væl, sigur 25 ára gamli eigarin Jógvan Heinesen SAMRØÐA Solby A. Eliasen Viðareiði: Hotel Norð... Hvar er tað? Hevur onkur spurt. Og tað er kanska ikki nakað at siga til tað, um ein ikki hevur verið nógv í Norðoyggjum. Tí hotellið liggur á Viðareiði, men hóast tað ikki hevur verið so nógv marknaðarføring um tað, so hava tey altíð nóg mikið at gera alt árið. Summi ímynda sær kanska eitt hampuliga lítið hús við møguleika til at gista og øðrum hentleikum. Men so er ikki á Hotel Norð. Tá ein kemur koyrandi til Viðareiðis, fær ein ikki beinanvegin eyga á hotell- ið, men tá tað kemur undan, er lítil ivi um, at hatta má vera tað. Tað liggur í friðar- ligum umhvørvi á Viðar- eiði, sum er kend fyri sína stórslignu náttúru og ikki minst Enniberg. Og tað virkar eisini lokkandi upp á bæði útlendsk og føroysk ferðafólk. 25 ára gamli Jógvan Heinesen og mamma hans- ara Mirjam eiga hotel Norð. Tað var upprunaliga Mirjam og systur hennara, sum keyptu hotellið í 1996. Tá hevði hotellið staðið tómt í eitt summar. Tíðirnar vóru ikki so góðar tá, so áhugin fyri hotellinum var ikki so stórur. Tær høvdu so hotellið í eini tvey til trý ár, og sum 21 ára gamal keypti Jógvan helvtina av tí. Hann hevði gingið á kokkaskúla og ver- ið nakrar túrar til skips og áhugin fyri matgerð var byrjaður av álvara. – Mær dámar hetta sera væl, sigur Jógvan, sum hevur eini fýra – fimm fólk aftur at sær á hotellinum, tá nógv er at gera. Eisini er ein, sum hjálpir honum við at reka hotellið um veturin, so at tað ikki gerst so bundisligt. – Tað er gott at fáa luft um veturin og kunna fara at royna okkurt annað, tá góðar kreftir hjálpa einum við hotellinum, sigur Jógv- an, sum júst er afturkomin eftir ein túr við Akrabergi. – Um ikki fólk høvdu hjálpt mær við hotellinum, so var ikki hugsingur um at fara til skips soleiðis uttan víðari. So tað er bara gott. Tiltøk Hotel Norð letur vanliga alment upp um síðst í mei ella í seinasta lagi 1. juni. Tey plaga at laga upplat- ingina eftir Norðoyastevn- uni. Tí tað hava verið tiltøk á hotellinum fríggjakvøldið á Norðoyastevnu í fleiri ár nú. Hetta eru tiltøk, sum hava fingið avbera góða undirtøku. So er hotellið opið al- ment til umleið 1. septem- ber, tá tað letur aftur fyri veturin. Tó so, tá kunnu fólk ringja og gera avtalu um eitt hvørt, um tey hava brúk fyri hotellinum. Tað kann til dømis vera skeiðir, har luttakararnir eisini kunna gista, meðan tey eru har. Tað kann eisini vera veitslur av ymiskum slagi, føðingardagar, brúdleyp og onkrar konfirmatiónir eis- ini. Har aftur at koma so til- tøkini, sum hotellið sjálvt skipar fyri. – Sjálvandi lata vit ikki alt hotellið upp, um tað eru eitt ella tvey fólk, sum ynskja at gista her eina nátt. Tað loysir seg ikki, men tá talan er um bólkar, tað veri seg størri ella smærri, tá eru vit vanliga her á hotell- inum, meðan gestirnir eru her, sigur Jógvan. Hann leggur aftur at, at tað er møguligt hjá einum ella tveimum at gista kort- ini, tí tað eru kømur uppi á loftinum, og har er eisini ein lítil køkur, so um fólk hava hug og vilja vera í friði, so egnar tað seg væl til tess. Tá kunnu tey jú gera sær mat sjálvi. Fyri framman hjá hotell- inum, liggja fyri fyrst onk- ur skeiðir. Síðani fara tey sjálvi at skipa fyri jólaborð- haldi, sum hevur verið fleiri ferðir áður og er avbera vælumtókt millum norðoy- ingar og eysturoyingar eis- ini. Jógvan sigur, at ætlanin er at hava tvey stór borð- hald áðrenn jól í ár. Eitt verður helst tíðliga í kom- andi mánaða, meðan tað seinna verður í desembur. Hann hevur ikki reiðiliga gjørt av enn, hvat verður á skránni, men hugnaligt verður tað óivað. Í fjør var jólaborðhald og dansur við Countrybólkin- um. Bussur koyrdi til og frá Viðareiði, og tað eydnaðist sera væl. Jógvan sigur, at tá komu fleiri eysturoyingar. Og eis- ini heilar fyritøkur aðra- staðni í landinum komu til tað jólaborðhaldið á Viðar- eiði. So høvdu tey jú møgu- leika til at gista á hotellin- um. Henda dagin Sosialurin vitjar hotellið er Jógvan júst í ferð við at rudda av frá eini talvkapping, sum hevur verið á hotellinum í fimm dagar. Talan hevur verið um 10 telvarar, sum hava gist í seks dagar. – Hetta er so fyrstu ferð, at vit hava havt eina talv- kapping her, og út frá tí, sum telvararnir siga, so hevur tað riggað væl, sigur ein vælnøgdur Jógvan og smílist. Nógvar vitjanir Meðan vit sita í tí hugna- ligu matstovuni og práta, gongur Mirjam og ruddar og stákast við ymiskt fyri- fallandi. Hon heldur, at hotelvinn- an er sera spennandi. – Mær dámar væl at ar- beiða, har eg kann møta fólkum, og tað ger ein sanniliga í hesi vinnuni. Eg havi lært nógv – eisini um fólk – hesi árini, eg havi verið á hotellinum. Øll fólk eru fitt og blíð, og tey koma við nógvum positivum um hotellið og okkara tænastu, sigur Mirjam. Hon leggur tó aftur at, at tað til tíðir kann vera ørkymlandi, at bíleggingar koma, sum leggja hald á alt hotellið, og so kemur ongin, tá avtornar. – Tað er komið fyri, at vit ikki ein gongd hava fingið avboð, og tá hevur man kanska sagt nei til fleiri onnur, sigur hon. – Tað er ikki so nógv pláss her. Vit hava 15 køm- ur, so tað er beinanvegin, at tað er fult. Og tá er tað sera óheppið, at vit standa við eini bílegging, sum ikki vísir seg at geva nakað, sigur Mirjam. Jógvan greiðir frá, at tað koma ikki altíð so nógvar bíleggingar langt framman- undan. Tær koma heldur leypandi frá mars – apríl og frameftir. Hetta summarið, sum júst er farið afturum, hava nógv fólk vitjað hotel Norð. Bæði útlendsk og føroysk ferðafólk. Av teimum út- lendsku hava tey flestu verið úr Norðurlondunum, men einstakir bretar, týsk- arar, fransmenn og amerik- anarar hava eisini vitjað hugnaliga hotellið á Viðar- eiði. Mirjam sigur, at tað ty- kist sum, at gestirnir, sum leita sær leiðina til Viðar- eiðis ofta eru fólk, sum dámar væl frið og avbjóð- ingar. – Tað vil siga, at tey skulu ikki berast frameftir, men heldur vilja klára seg sjálvi, sigur hon. Tá prátið fellur inn á fyrimunir og vansar við at hotellið liggur á Viðareiði, sigur Jógvan, at veðrið er altavgerandi. – Um veturin er tað ein vansi, at tað liggur her, tí mong hætta sær ikki at koyra norður í hálku og kava. Men hinvegin er tað ofta sera veðurgott á Viðar- eiði um summarið, og tá er tað avgjørt ein fyrimunur, heldur hann. Vit hava nú sitið og prát- að eina góða løtu um hetta snotuliga hotellið, sum júst er farið í avmarkaða vetrar- feriu. Men frí hava tey tó ikki, tí nógv er at gera. Hotellið skal ruddast og gerast kárt til at taka ímóti næstu gestunum, so Jógvan noyðist at fara til arbeiðis. Uttanfyri hevur sólin hug at koma fram, og kortini eru fleiri grá skýggj at hóma á luftini. Vit koyra avstað aftur, umringaði av stór- slignu náttúruni á Viðareiði og beint fyri framman ligg- ur Fugloyggin so vøkur á at líta. Hotel Norð á Viðareiði Jógvan Heinsen er 25 ára gamal og má metast at vera ein av teimum yngstu hotel eigarunum í landinum Hotel Norð liggur í friðarligum umhvørvi á Viðareiði Music of the North- lands er tónlistasam- tak, har føroyska Angelika Nielsen er við. Samtakið er á ferð og í næstum verða konsertir í Føroyum. Talan er um eina ætlan, har norðurlendskir fólka- tónleikarar leika og ferðast saman. Mána- kvøldið og týskvøldið hava føroyingar møguleika at hoyra fólkatónleikin úr Norðurlondum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Mánakvøldið klokkan 19:30 verður konsert í Norðurlandahúsinum og týskvøldið klokkan 20:00 verður konsert umborð á Høganesi. Talan er um verkætlanina Music of the Northlands, sum nú vitjar í Føroyum. Hetta er samtak av ungum og eldri fólkatónleikarum úr ymsum londum, ið fáa høvi at leika saman og læra ymsu mentanirnar at kenna. Á skránni er tónleikur úr øllum londunum, ið tón- leikararnir eru úr og bólk- urin er eisini á konsertferð til øll londini. Føroyska umboðið er unga vestmannagentan Angelika Nielsen, ið leikar fiól, og sum nemur sær tónlistaútbúgving í Íslandi. Hóast ung, so hevur hon royndir. Hon leikar ymsan tónleik. Umframt klassisk- an tónleik, so hevur hon í áravís eisini verið partur av fólkatónleikabólkinum Spælimenninir. Í bólkinum eru Angelika Nielsen úr Føroyum, fiól, Henrik Jansberg, Danmark, fiól, Robert Harbon, Ong- land, concsertina, guitar, Dylan Fowler, Wales, guit- ar, Gavin Whelan, Írland, whistle. Low whistle, Syn- øve Bjørset, Noreg, hard- ingfele, Sophia Eriksson, Svøríki, viola d’amore og fiól. Bólkurin er á ferð til øll tey lond, leikararnir eru úr og mánakvøldið og týs- kvøldið sleppa føroyingar at hoyra ymsan fólkatón- leik úr ymsum londum. Angelika Nielsen hevur sum føroyskt umboð m.a. kaðað í gamla nótabók hjá Svabo, fyri at finna før- oyskar tónar. Norðurlendskir tónar til Føroya Music of the Northlands. Her er bólkurin avmyndaður á konsert í Towersey. Føroyska umboðið í bólkinum, Angelika Nielsen úr Vestmanna, sæst leika fiól uttast til vinstru Írar avgera í dag lagnu ES Allir írar eru á einum máli um, at limaskap- urin, sum landið fekk í Felagsmarknaðinum í 1972, hevur havt alstóran týdning fyri samfelagið. Kortini er ikki vist, at írar fara at siga ja, tá teir í dag skulu á fólkaatkvøðu um Nice-sáttmálan, sum er grundarstein- urin undir ætlanini at taka tey eystur- evropeisku londini upp í ES. BAKGRUND Árni Joensen: Eftir tógvið stríð og drúgv- ar samráðingar kundi ES- leiðslan í Bruxelles fyri nøkrum døgum síðani boða frá, at næstu árini fáa tíggju lond afturat limaskap í evropeiska samveldinum. Hesa løtuna vóru flestu eygu vend ímóti teimum tíggju umsøkjaralondunum og Turkalandi, sum ikki slapp inn í hitan á hesum sinni, men eftir at hava summað seg vendu tey flestu eygunum ímóti vestri. Tí tað eru írar, sum hava framtíðina hjá ES og ikki minst framtíðina hjá teimum tíggju umsøkjara- londunum í síni hulu hond, nú teir á øðrum sinni skulu taka støðu til Nice-sáttmál- an, sum er grundarsteinurin undir allari ætlanini um at taka tey eysturevropeisku londini upp í ES. Tað er ikki ofta, at Írland er í miðdeplinum í ES høpi. Tann grøna oyggin millum Írska Havið og Atlantshav- ið man fyri teimum flestu vera kend fyri sítt whisky og síni listarfólk. Mótvegis flestu av hinum ES-londun- um eru teir írsku politikar- arnir lítið kendir kring Evropa, hóast tey flestu munnu vita, at forsætisráð- harrin eitur Bertie Ahern. Men hinar ráðharrarnar munnu fá onnur enn írar sjálvir kenna. Men í mai í fjør kom Ír- land brádliga á tann polit- iska pallin í Evropa, tá írar á fólkaatkvøðu søgdu nei til at góðkenna Nice-sáttmál- an. Írland var tað einasta landið, har sáttmálin varð lagdur fyri fólkið til góð- kenningar. Stjórnin í Dublin helt, at sáttmálin bar so mikið av broytingum í landsins sjálvræði í sær, at tað varð hildið rætt at spyrja fólkið. Í hinum lond- unum hildu stjórnirnar ikki, at hetta var neyðugt. Fingið nógv burturúr Tað er ikki ov nógv sagt, at úrslitið av fólkaatkvøðuni í mai er tann sterkasta bumb- an, sum nakað land higartil hevur lagt undir ES. Eitt er, at bumban var sterk, men hon kom sanniliga eisini óvart á tey flestu. Tí eingin íri ivast í, at írska samfelagið hevur not- ið gott av limaskapinum í evropeiska samveldinum. Írland var eitt fátækt land, tá tað kom upp í Felags- marknaðin í 1972, men tá dugdu írar at síggja, at limaskapurin kundi útvega teimum tann neyðuga stuð- ulin til at byggja eitt nútím- ans samfelag. Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at einki land hevur dugað so væl at gagnnýtt stuðulsskipanir- nar hjá ES sum Írland. Hesi árini eru nógvar milliardir krónur komnar til Írlands bæði sum stuðul og sum íløgur, og tað má sigast írum til rós, at teir hava dugað væl at nýtt peningin fyri at fáa sum mest burtur- úr. Eftir lutfalsliga stuttari tíð hava teir megnað at ment eitt samfelag, sum í dag er á hædd við flestu í ES, og seinastu nógvu árini hevur búskaparvøksturin í Írlandi verið fult á hædd við vøksturin í teimum fremstu ídnarlondunum í heiminum. Sjálvt samfelagsmynstrið er eisini broytt. Næstan helmingurin av fólkinum er yngri enn 25 ár. Trýstið á lærustovnarnar er stórt, tey ungu liva í nútíðini, og telda og alnótasamband er hvørs mans ogn. Írland hevur víst, hvat eitt fátækt land kann fáa burt- urúr við at fara upp í evropeiska samstarvið. So mikið størri var skelk- urin, tá írar brádliga søgdu nei. Seinastu tølini úr Dublin Tað er tí ikki so løgið, at Bertie Ahern sigur, at hann fer at kenna seg illa, siga ír- ar aftur nei til Nice-sáttmál- an í dag. Síni egnu politisku framtíð nýtist honum tó ikki at stúra fyri, tí allir teir stóru flokkarnir taka undir við, at hesaferð eiga írar at siga ja. Forsætisráðharrin hevur sjálvur verið ógvuliga virk- in seinastu dagarnar upp undir fólkaatkvøðuna. Hann hevur roynt at vísa á, hvat írar hava fingið burtur- úr, at teir søgdu ja til lima- skap í Felagsmarknaðinum í 1972. – Tá avgjørdu vit okkara egnu framtíð. Hesaferð av- gera vit framtíðina hjá øllum Evropa, sigur Bertie Ahern. Hóast tær seinastu mein- ingakanningarnar hava víst, at meiriluti er fyri at at- kvøða ja í dag, kennir for- sætisráðharrin seg minni enn so tryggan. Hann stúrir serliga fyri, at tað fer at eydnast mótpartinum at sannføra írar um, at Írland missir uppaftur størri part av sínum sjálvræði, enn stjórnin vil vera við, tí spurningurin um sjálvræði hevur stóran týdning hjá tí vanliga íranum. Í dag fella írar so dóm yvir framtíðar Evropa. Í fjør vunnu mótstøðufólkini og skelkaðu allan heims- partin. Tá liðugt er at telja upp hesaferð, vita vit, hvat írar nú siga. Og eins og í Grand Prix- kappingini hjá Eurovision eru tað mong, sum bíða eftir teimum seinastu tølun- um úr Dublin. C M Y K 11 10