Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 201 - 19. oktober 2002 Nr. 201 - 19. oktober 2002 13 VIÐMERKINGAR Fíggjarlógin 2003 - eitt makkverk - 3. partur Fíggjarlógaruppskoti ð fyri 2003 ber ikki móti einum meiri sjálvberandi búskapi. Føroyski búskapurin er vorin nakað meiri sjálvberandi seinastu árini, men hetta er ikki orsakað av skila- góðum politikki, men av stórum vøkstri í fiskivinnuni og aliv- innuni. Samgongan hevur einans lagt seg eftir at skerja Ríkis- veitingina og økja al- mennu útreiðslurnar og hevur slettis ikki lagt seg eftir at skapa nýggjar inntøkur í Føroyum. Magni Laksáfoss Streymnes 11. okt. 2002 Ein kundi freistast til at trúð, at niðurskurðurin av blokkinum hevur verið eitt mergja stig móti einum meiri sjálvberandi búskapi, men so er ikki. Ikki meiri sjálv- berandi Ríkisveitingin er í dag um- leið 15% av búskapinum, hetta er munandi meiri enn í 50’unum og 60’unum og á leið tað sama sum í 70’un- um og 80’unum. Sostatt kann ikki sigast, at búskap- urin í dag er meiri sjálvber- andi, enn hann hevur verið. Samgongan yndar at sam- anlíkna við støðuna mitt í 90’unum tá alt stóð ringast til, men lítil nytta er í at samanlíkna støðuna í dag, sum má kallast fyri gull- tíðir, við eina støðu í 90’un- um, sum má kallast fyri djúpar krepputíðir. Nevnast kann tó, at Rík- isveitingin í 90’unum var umleið 25% av búskapin- um og meiri neyðug enn nakrantíð. Nyttir ikki bert at skerja Ríkisveitingina Tað nyttar einki at hava ein búskaparpolitikk, sum ein- ans leggur seg eftir at skerja Ríkisveitingina, samstundis sum útreiðslurnar á Landskass- anum fara til himmals. Samanhangur má jú vera millum inntøkur og út- reiðslur. Heldur einki nyttar at hava ein politikk, sum ein- ans gongur eftir at minka um almennar tænasturnar fyri at klára seg við mink- andi Ríkisveiting, tí fólk í dag vilja hava eitt vælvirk- andi sjúkrahúsverk, góðar almannaveitingar og góðan infrastruktur. Økja um inntøku- skapanina Einasta gongda leið móti einum sjálvberandi búskapi er, at leggja okkum eftir at skapa vaksandi inntøkur í Føroyum, so at føroyski búskapurin veksur frá Rík- isveitingini. Leggja vit okkum einans eftir at skerja Ríkisveitingina, enda vit við einum skerdum samfel- agi. Tað er neyvan tað vit ynskja okkum. Besti mátin at økja um inntøkuskapanina er, at stimbra vøkstri í høvuðs- vinnunum og hjávinnum hjá høvuðsvinnunum. Hetta gera vit best við at leggja okkum eftir at betra um útbúgvingarnar innan høvuðsvinnuna, meiri gransking og annars geva vinnuni best møgulig kor at virka undir. Tí sker tað í eyga, at fiskivinnuskúlin í Vest- manna framvegis arbeiðir undir vánaligum treytum og ongin játtan er á fíggjar- lógini til at betra um arbeiðsumstøðurnar. Samanumtikið kann í stuttum sigast, at tað sum manglar mest í fíggjar- lógini er ”viljin til vøks- tur”. Fótbóltslandsliðið er komið heimaftur av eini strævnari, spennandi og gevandi ferð. Nú koma vit so aftur til gerandisdagin heima. Landsliðið hevur fingið alt tað rós tað hevur so væl og virðiliga uppiborið. Tað hevur verið víst á, hvussu stóran týdning tess avrik hevur fyri tjóðina tvs. fyri okkara samleika, sjálvsvirðing og sjálvsálit og sum ambassadørur fyri land okkara og her m.a. við atliti til eina vónandi styrkta og menta ferðavinnu. Hetta er bæði gott og rætt. Men hví ikki brúka hetta einastandandi høvið til at seta fokus á tær positivu avleiðingar, sum fótbóltslandsliðið hevur og kann fáa fyri gerandisdagin hjá okkum øllum! Hvussu troyta vit hesi væla avrik til okkara egna besta og hvussu kunnu tey vera íblástur og virka sum katalysator fyri einum góðum og sunnum útviklingi her heima - til frama fyri fólkaheilsuna! Hvussu kunnu okkara góðu landsliðsspælarar vera am- bassadørar fyri tí hetta eisini snýr seg um, nevniliga eina sunna sál í einum sunnum likami! Tað er væl tað sum má vera eitt av endamálunum. Og har er so tráðanin eftir góðum úrslitum ein týðandi drívmegi. Hetta ljóðar kanska háfloygt men er tað ikki. Tað er so jarðbundið, sum nakað kann vera. Hvussu flyta vit áhugan og virðingina fyri landsliðum og tess avrikum yvir á vanliga føroyingin - í eini tíð, har tað verður ávarað ímóti fólkasjúkum, ið standast av fiti og manglandi konditión! Tað vit vilja siga er hetta: okkara landslið er ikki komið so langt úr ongum. Tað er ein avleiðing av tí arbeiði, ið ítróttarfeløg og ítróttaráhugað hava gjørt. Hetta arbeiðið er byrjað við børnunum og teimum ungu. Vit kunnu takka teimum, ið hava brúkt tíð og orku at eggja øðrum og stílað fyri venjingum og kappingum í hesum sambandi. Svarið uppá góðu úr- slitini stava tí frá einum virknum ungdómsarbeiði og tí arbeiði, sum verður gjørt fyri at menna landsliðið. Politikararnir eiga at kunna brúka henda grund- leggjandi pallin og tey góðu úrslitini í sínum royndum at skapa eitt gott og sunt samfelag. At inn- síggja týdningin í, at størri játtanir til ungdómsar- beiði og her m.a. til ítróttina kunnu hava stóran sam- felagsligan týdning. Í eini tíð har fiti og manglandi konditión eru orsøk til álvarssamar fólkasjúkur sum sukursjúku, hjartatrupulleikar osfr. átti tað at verið eitt kærkomið høvið hjá politikarum og myndug- leikum at raðfest høgt játtanir til nettupp tey tiltøk, tey øki og tey feløg, hvørs arbeiði skal tryggja eina góða fólkaheilsu og harvið forða fyri vælferðarsjúk- unum. Kunnu góðu úrslitini hjá landsliðnum fáa politikararnar at innsíggja hetta, tá hevur stríðið at røkka so langt sum vit gjørdu í Hannover ikki verið til fátnýtis. Tvørturímóti kann tað tá eisini fáa ein heilsumennandi týdning umframt tann tjóðskapar- liga og marknaðarliga. Samleiki og vinna telja nógv, men ein góð fólkaheilsa telur mest. Gerið landsliðið til ambassadør fyri fólkaheilsuna eisini. DAGSINS MEINING Sosialurin Landsliðið og fólkaheilsan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. 17. desember í ár eru 50 ár liðin, síðani átta menn komu saman í Bátahøllini á Debesartrøð at stovna eitt føroysk vísindafelag. Navnið gjørdist Føroya Fróðskaparfelag og mið tess at 1) at taka upp sam- starv við tey fólk her á landi, sum áhuga hava fyri vísindaligum starvi, 2) á føroyskum at geva út Fróð- skaparrit, ið er felagsárbók, 3) at fáa til vegar vísinda- ligar bókmentir og virka fyri at fáa settan á stovn ein ognargrunn og soleiðis royna at leggja støðið undir ein komandi lærdómsstovn í Føroyum. Hetta vóru høg mið at seta sær í 1952, men væl hevur vignast. Limatalið er vaksið til 165, harav 100 eru búsettir í Føroyum, 50. bók av Fróðskaparritum kemur út í ár, hópin av vísindaligum bókmentum eru fingnar til landið í býti við Fróðskaparrit - og seinni Supplementa til Fróðskaparrit - og ikki ein- ans støðið, men sjálvur lær- dómsstovnurin var veru- leiki longu í 1965, tá ið løg- tingið samtykti lóg um Fróðskaparsetur Føroya. Og so er hetta bert partur av avrikum felagsins. Her er fyrst og fremst at nevna Málstovnin og Orðabóka- grunnin, ið hava verið til almikið gagn fyri føroyskt orðabókastarv. Mikla for- lagsvirksemi felagsins við orðabókum og vísindarit- um av ymsum slag er ein annar sera týðandi táttur. Og aftrat Fróðskaparritum hava vit nú fingið almenna vísindatíðarritið Frøði. Felagið hátíðarheldur 50 ára stovningardag sín við tiltøkum í Norðurlandahús- inum 23.-25. oktober. Tey fevna um almenna fyri- lestrarøð við heitinum “Úr- valsfyrilestrar - dømi um føroyska gransking í nútíð- ini”, almenna samkomu við heiðursfyrilestri til áminnis um Chr. Matras professara, handing av sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekku- mørk, og at enda hátíðar- løtu og móttøku. Til fótbólts- landsliðið Sjúrður Hansen, Gøta Danke Føroya Fróðskaparfelag 50 ár Frits Johannesen Aftan á 11. sept. í fjør hevði 8. flokkur í Fugla- fjarðar skúla verkætlan. Ein bólkur hevði valt at siga frá um harðskap. Í sambandi við hetta val, komu tveir politistar í skúlan at tosa við næmingarnar í hesum bólki. Fleiri næmingar í skúlanum flokkaðust um løgreglumenninar, tá ið teir komu eftir gongini í ovaru hædd. Ein fittur, smidligur næmingur í 2. flokki fekk eygað á politistarnar. Hann stevndi beint imóti teimum við víðopnum eygum og spurdi: "Eru tit komnir at leita eftir Osama Bin Laden?" Hetta ljóðaði bæði fitt og skemtiligt. Politistarnir smíltust, og lítli, fitti drongurin smírd- ist, og meldurin um Osama Bin Ladin í huga hansara gjørdist kanska upp aftur fløktari, tí at løgreglan var ikki komin at leita eftir Osama Bin Laden, men at greiða næmingum í 8. flokki frá harðskapi manna millum. Íslendingar siga, at mað- urin skapar tíðina, og tíðin skapar mannin. Hvør hevur ment og myndað mannin Osama Bin Laden? Faðirin Pápi hansara var úr suður Yemen - úr Hadramaut landspartinum. Hann dugdi hvørki at lesa ella at skriva, men hann var íðin og arbeiðssamur. Muhammad Bin Laden hoyrdi til wahabbi-trúarbólkin, sum í sinn og skinn, verumáta og atferð er tann islamiski bólkurin, ið liggur longst til høgru í hesum átrúna. Lim- irnir sóu tað ónda í øllum tí nðggja. Tað, sum var tað berandi í lívinum, var tann ævigi boðskapurin, sum skrivað varð um í Koranini. Hetta var trúgvin, ið gamli Mohammad Bin Laden tók við sær, tá ið hann fór heimanífrá til havnabðin Jeddah. Her komu nógvir muslimar í land á veg til Mekka sum pílagrímar, og var Muhammad í hesum bði eina tíð sum íðin klæð- seksdrongur hjá hesum pílagrímum. Tá ið hann var vorðin millarderur, setti hann leðurtaskuna frá hadramaut í eitt glasbúður í glæstri- borgini hjá sær, og vísti stoltur taskuna fram og talaði errin um fortíð sína. Hann var komin úr einum av teimum fátækastu økin- um í heiminum, hevði ar- beitt sum klæðseksdrongur í fimmti hitastigum í Jeddah og var vorðin næst ríkasti Maður í Saudi Arabia. Bara kongur var ríkari. Teir flestu bygning- arnir, ið kongurin í Saudi Arabia læt byggja, vórðu bygdir av byggifelagnum, sum Muhhamad Bin Laden átti. Tá ið gamli Bin Laden kom til Riyadh, var bðurin bert átta ferkilometrar til víddar, og 1999 var økið voksið til 1600 ferkilo- metrar og fleiri av hesum bygningum hevði Mu- hammad Bin Laden bygt. Í Yemen høvdu forfedrar hansara bygt bygningar úr sólbrendum leiðri, sum í verkfrøði vóru høgt í metum. Bygningarnir kundu vera í 15 hæddum og fleri hundrað ára gamlir. Hetta snildi hevur Osama havt við sær heimanífrá. Kongafamiljan var honum ein hollur vinur, og tí fekk hann tey flestu byggiar- beiðini hjá kongafamiljuni. Hetta er ein loynidómur til ríkidømið hjá Osama Bin Laden. Familjan hjá Osama Bin Laden Tíggju ára gamal í 1968 verður Osama bin Laden faðirloysingur. Faðirin fert í eini tyrluvanlukku og sigst, at Faisal kongur skuldi gráta, tá ið hesi ófrætta- tíðindi bórust. Mamman var úr Sðria, og æt Alia. Hon var ein av konunum hjá Muhammad Bin Laden og sera vøkur, men Muhammad skiltist frá henn. Hann fekk bert Osama Bin Laden við hesi konu. Osama hevði 23 aðrar brøður, og var tað eitt sindur torført hjá honum at vera saman við teimum. Teir, sum høvdu somu mammu, hildu saman. Hann var einasti sonur móðir sína og hevði bara hana at halda seg til. Upp- runaliga var hon ikki wahabbi-muslimur. Hon var úr Syria og ikki saudi arabi, og sostatt var hon ein kvinna, ið hoyrdi til ein lægri stætt. Brøður Osama umtalaðu hann sum træla- kvinnu-sonurin, tí mamm- an var ein trælkvinna. Hansara viðkvæma sál, hevur óivað tikið sær tykni av hesum, og troyst hevur hann funnið í bøn og at lesa úr Koranini. Einki løgið í tí. Tann inntonkti Osama Bin Laden Ilt er at vera bæði tykkin og fátækur, men ikki kunnu vit siga hetta um Osama Bin Laden, men kunnu vit siga: Ilt er at vera bæði tykkin og ríkur? Ja, hvør veit? Eingin ivi er um, at Osama hevur kent seg einsamallan í hesi múgvandi familju, hóast konur Muhammads høvdu sínar egnu íbúðir í glæstri- borgum hansara. Ikki var hetta ríkidømi, sum kom at geva honum tað andaligu førningin. Nálareygað, hann skuldi ígjøgnum, var at finna í Koranini. Ríki- dømið vóru bert lumma- knívar í ymiskum støddum, hann tók fram og nýtti til at fremja islamisku, funda- mentalistisku læruna. Hann helt lítið um saudi arabisku kongafamiljuna, sum var verndari av halgidómunum í Mekka og Medina, hóast kongafamiljan hevði gjørt tað, at faðir hansara gjørd- ist ein múgvandi maður. Kongafamilja taldi í hundr- aðtali av fólki, sum høvdu ymsar serstøður og nutu gott av ríkidøminum, sum familjan átti. Mutur og muturspilla eyðkendu fa- miljuna, sum ríkidømi ofta elvir til. Osama hugsaði tíðum um faðir sín, sum var ein rættt- rúgvandi wahabbi-muslim- ur. Hann tók faðirsins einkla, átrúnarliga veru- máta til sín og minntist orð faðir síns, tá ið ein kenn- ingur ynskti honum til lukku við øllum synunum, og spurdi hann, um teir allir skuldu eiga part í familju- fyritøkuni? Muhammad svaraði:" Hevði bert ein av teimum brúkt lív sítt til at berjast ímóti fíggindum Allahs." Faðirsins orð mólu í heysi hansara í ára- vís. Hann goymdi at teim- um. Hansara átrúnarliga tykni og æviga langtan eftir sonnum virðum, sum bert funnust í Koranini, gjørdu hann til ein sannan, still- føran og rætttrúgvandi muslim. Eftir at Osama hevði fylt 9 ár, var hann ikki nógv saman við móðir síni. Siðvenjan er tann, at børn, ið hava múgvandi foreldur, fara í skúlar fjart fra mammuni og verða uppald av mannligum lærarum. Osama gekk í vælkenda skúlanum Al-Tagh í Jeddah, har lærarin í ensk- um minnist hann sum ein stillføran, kurtisligan næm- ing við stórum sjálvsáliti. Átrúnaður hevði hansara stórsta áhuga. Hann gekk fyri seg sjálvan og hevur verið einsligur í sínum tonkum um lív og deyða. Tá ið hann var fjúrtan ára gamal, gekk hann eina tíð á málskúla í Oxford. Onkur, sum kom í samband við hann her, segði hann verða stillføran, inntonktan og kurtisligan. Hetta er skots- málið hann fær, meðan hann gongur í sínum huga- heimi sum tannáringur í Bretlandi. Ein sponsk genta segði, sum hann tosaði við á eini útferð, at hann var keddur av at hava so nógvar brøður, og at mamman bert hevði tign sum ein "kon- kubina". Osama Bin Laden fær sama skoðsmáli um lyndi, verumáta og atferð frá teimum, sum koma í samband við hann. Holdið er veikt…. og Osama lat seg freista. Hann var ikki øðrvísi enn allir aðrir múgvandi ungdómar í Saudi Arabia. Fleyg til Beirut og fekk sær ein smakk av tí søta lívinum í hesum býi. Náttarlívið lokkaði. Hann bar orð fyri ikki at føra seg fram í Beirut, sum sømdi seg einum ríkum, ungum manni úr Saudi Arabia. Familjan var illa við av atferð og ólevnað hansara . - Sonur eina trælkvinnu skuldi heldur læra seg rættan hugburð og livihátt til æru fyri familju, vinur og kenningar. Tað er ilt at siga, um ikki her var ein sálarknútur, sum brast, og stóð Osama á veraldar víðaveingi, á berajóli og stríddist við seg sjálvan . Hetta er ikki eindømi fyri ein slíkan knark sum Osama, men eitt ótal av ungdómum hava staðið, sum hann og valt. Ikki fekk heimsins dramblæti fasta- tøkur á honum, men leiðin bleiv ein onnur. Seytjan ára gamal giftist hann, og fór undir at lesa fíggjarfrøði á lærda háskúl- anum King Abdul Aziz í Jeddah. Hann var ein vakur unglingi. Ein tríalingur við droymandi eygum, ið bóru boð um ein ungan mann, sum var í døpurhuga um til- veruna í tí arabiska heim- inum, um islam og læru tess, í alheiminum og tí dagliga. Borgarakríggið í Beirut, Kong Faisal myrdur, Ayatollah Khommeiny og Afghanistan Vit løgdu út við at siga, at maðurin skapar tíðina, og tíðin skapar mannin. Osama hevði arvað tvær milliardir frá faðir sínum. Hann var múgvandi, og kundi keypa seg fram til alt her í lívinum, men á lærda háskúlanum, hann gekk á, var ein maður, sum æt Abdallah Azzam, sum tal- aði um Jihad, heilagt kríggj, fyri at reka tey vantrúgv- andi út úr teimum mus- limsku londunum. Osama lýddi á hesa talu og gjørdist sanførdur um sína trúgv, og at læran um Muhammed var tann rætta, og hon skuldi savna allar muslimar í heiminum undir eina leiðslu - kosta, hvat tað kosta vcildi. Hann varð vaktur! Borgarkríggið í Libanon brast á í 1975, og øll tey syndafullu støðini í Beirut vórðu fóru í sor. Hetta upp- fataðu teir rætttrúgvandi muslimarnir soleiðis, at tað var Allah, sum revsaði bðin fyri sítt slettuta lív. Osama bleiv fastari í síni islamsku trúgv og vildi ikki hoyra orðið gitið um at fara uttanlands at lesa eins og brøður hansara. Ein av teimum, Abdelaziz, minnist hann frá hesi tíð sum "ein drong, ið altíð bað og las í Koranini- hini heilagu Skriftini ". Teir nýggju tankarnir um ta islamittisku læruna í heimshøpi, bergtók Osama Bin Laden. 1975 var Faisal kongur myrdur av einum sálarliga sjúkum skyld- manni, sum hevði verið nógv í Amerika. Teir lærdu søgdu, at hansara vestur- lendski hugburður og ávirkanin úr Amerika, hevði fingið hann at drepa kongin. 1979 varð shaurin í Iran settur frá, og Ayatollah Khomeiny vendi heim aftur at vera leiðari í einum islamiskum ríki. Hetta hendi í februar, og í mars mánaði gjørdu Ísrael og Egyptaland friðaravtalu. Tá ið hetta hendi, hekk skúlv- urin á teimum rætttrúgv- andi muslimunum (wa- habbi muslimunum) lágt yvir tindar og skørð í tí muslimska heiminum. Í novembur sama ár hersettu hernaðarligir muslimar moskuna í Mekka. Osama Bin Laden tók undir við hesi hertøku og brúkti orð sum t. d. "Teir eru sannir muslimar og ganga á sannleikans vegi." Osama Bin Laden var illa við og gjørdist ikki sørt sinnisrørdur, tá ið tað frættist, at kongaliga vápn- aða hirðin bardi av hesar hernarligu muslimar, og fleiri hundrað lótu lív. 26. desember 1979 annan jóladag fóru russiskar her- deildir inn í Afghanistan. Guðloysingar vóru nú á muslimskari jørð og royndu at kúga eina islamiska tjóð. Hetta var ovboðið! Nú fleyt bikari yvir, og Osama Bin Laden stakk í sekkin og fór til Afghanistan at berjast ímóti vantrúgvandi russum. Hetta er eitt sindur av tí, ið hevur myndað Osama Bin Laden. Lítli drongurin, ið gekk eftir gongini í Fuglafjarðar skúla og hevði ein spurning til løgreglu- menninar, fekk meg at hugsa um, hvør er hesin sveinurin, Osama Bin Laden? Hetta er ein lítil vangamynd av honum, og vil tú vita meira, er nógv at finna á alnótini og ein góð bók at lesa, er bókin, sum Sjak Svendstorp hevur skrivað, um Osama Bin Laden. Osama Bin Laden HUGLEIÐINGAR C M Y K 13 12