leygardagur 19. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 19. oktober 2002
15
Í dag, leygardag, letur
nýggjur klædnahand-
il upp í Havn. Klæð-
ini, sum X-Size fer at
selja, eru av slagnum
street wear og hip-
hop, og harafturat
verða eisini skate-
boards og annað til-
hoyr at fáast til keyps
HANDILSLÍV
Ragnhild Ellingsgaard
Klæðini,
sum
nýggi
handilin X-Size fer at selja,
eru í stíl við street wear og
hip-hop. Hetta eru klæði,
sum eru stór og hanga leyst
á kroppinum - víðar buks-
ur, sum nærum hanga niðri
á knøunum og troyggjur,
sum tykjast at verða alt ov
stórar.
Slík klædnapløgg eru
ofta at síggja á MTV og
øðrum sjónvarpsrásum, og
nú er túrurin so eisini kom-
in til føroyska ungdómin.
Tað eru Maja og Jákup
Jakobsen, sum eiga og reka
nýggja handilin, og Maja
greiðir frá, at handilin
serliga vendir til tann-
áringar.
Tey eiga sjálvi ein 13 ára
gamlan son, og er hann
eisini óbeinleiðis orsøk til,
at tey gjørdu av at lata upp
handil.
- Sonurin hjá okkum var
púra villur eftir slíkum
klæðum sum hesum, men
tað var nærum ógjørligt at
fáa fatur á teimum í
Føroyum. Tí máttu hann
saman við vinunum fara
inn á alnótina at bíleggja
klæðir, sum síðani vóru
send til Føroyar, greiðir
Maja frá.
Í juni mánaða í ár var
Maja stødd í Íslandi, og har
datt hon á ein handil, sum
seldi sokallaði street wear
og hip-hop klæði. Maja
gjørdi ikki mætari enn at
fara innar, og fekk hon
samstarv í lag við sama
handil, sum í dag eisini er
heilsøla hjá X-Size.
Klæðini verða sostatt
fyrst keypt frá Amerika til
Íslands, og síðani frá
Íslandi til Føroya.
Merkini, sum X-Size fer
at selja, eru av kendum
merkjum, og av tí sama
liggur
prísurin
eisini
hareftir.
- Fyri tey ungu hevur tað
nógv at siga, hvar klæðini
koma frá. Tí hava vit valt at
tikið bestu merkini, og tá
kemur prísurin at verða
hareftir. Men hetta er tað,
sum tey vilja hava, greiðir
Maja frá.
Umframt klæði verða
eisini boxershorts, lissir,
belti, smýkkir, húgvur,
keppar,
pannubond
og
annað at fáa í handilinum.
- Eisini øll professionell
útgerð
til
skateboards
verður at fáa í X-Size, so
her skuldi verið okkurt til
øll, sigur Maja at enda og
leggur afturat, at nýggi
handilin er fyrsti av sínum
slag í Føroyum.
X-Size letur upp leygar-
morgunin klokkan 10.00 í
hølunum, har Benetton fyrr
helt til.
Stór klæði
til tey ungu
útbúgvin operasangari og
starvast eisini dagliga við
tónleiki. Harumframt hevur
hann undirvíst á bíbliuskúl-
anum á Bildøy, har nógvir
føroyingar hava gingið.
Birita Hansen av Sal-
tangará hevur ábyrgdina av
barnakórinum.
Sangskeiðið byrjaði sein-
asta sunnukvøld, og heldur
áfram til í dag, leygardag.
Endabresturin verður tvær
konsertir, sum verða hildn-
ar í Norðurlandahúsinum í
dag klokkan 15.00 og
17.00.
Eyðgerð
Kristiansen
greiðir frá, at stórur áhugi
plagar at vera fyri hesum
konsertum.
Ofta
hevur
verið útselt fleiri tímar
áðrenn, og skeiðluttakarar-
nir síggja sum vera man
eisini fram til konsertirnar.
Eyðgerð greiðir víðari
frá, at konsertin byrjar við
barnakórinum, og síðani
trínur stóra kórið pallin.
- Sangúrvælið er fjøl-
broytt, men er fyri tað
mesta
sokallað
Black
Gospel. Í ár verður tó eisini
okkurt klassiskt lag á
skránni, har eitt sjónband
eisini verður víst, sigur
Eyðgerð.
Konsertin verður tikin
upp av SvF, umframt at
leguhúsið í Nesvík seinni
gevur fløgu út við øllum
løgunum.
Hesa
fløgu
kunnu luttakararnir síðan
ogna sær sum ein minnislut
um heystfrítíðina 2002.
Atgongumerki til stóru
konsertina í Norðurlanda-
húsinum fáast í forsølu á
Kunningarstovuni í Havn,
og eisini í Norðurlanda-
húsinum. Kostnaðurin er
75 krónur fyri vaksin, og 40
krónur fyri børn.
∆
Nýggi handilin X-Size selir street wear og hip-hop klæði til tey yngru
Marjun Thomsen er 15
ára gomul, og kemur av
Strondum. Hon hevur lut-
tikið á skeiðnum nakrar
ferðir fyrr, men hetta er
næstu ferð, at hon er við í
tí stóra kórinum.
- Mær dámar ordiliga
væl at syngja, og so havi
eg fleiri vinfólk, sum
eisini eru í Nesvík,
greiðir hon frá.
Heima á Strondum er
Marjun við í ungdóms-
kórinum"Effata",
men
tað kann ikki samanber-
ast við skeiðið í Nesvík.
- Her eru nógv meir
fólk, og so syngja vit
eisini heldur lívligari
sangir enn í "Effata",
greiðir hon frá.
Marjun
heldur,
at
kórleiðarin úr Noregi er
stak dugnaligur og dugir
væl at fáa øll við í sangin,
og so gleðir hon seg til
konsertina
í
Norður-
landahúsinum.
Tá hon ikki syngur, so
hugnar hon sær saman
við
vinfólkunum
og
slappar av.
Marjun Thomsen, 15 ára gomul
Ingi Jansson er 9 ára
gamal, og kemur úr Kví-
vík. Hann er í Nesvík
saman við mammu síni.
- Eg havi ofta verið í
Nesvík fyrr, og her er
ordiliga stuttligt, heldur
hann.
Ingi greiðir okkum frá,
at tað er deiligt at hava frí
frá skúlanum, og at hann
ikki tímur í skúla aftur
mánadagin.
Hann hevur ikki gjørt
so nógv, meðan hann
hevur verið í Nesvík. Ingi
kennir fleiri av hinum
børnunum, sum eisini eru
á skeiðnum, so fyri tað
mesta hevur hann spælt
saman við teimum.
- Eg tími ikki altíð at
syngja - eg vil heldur
sleppa at rógva í bátinum,
sum liggur í hylinum
uttanfyri, fortelur Ingi
okkum.
Ingi Jansson, 9 ára gamal
15
14
Nr. 201 - 19. oktober 2002
Í heystfrítíðini skip-
aði Heimamissiónin
aftur fyri árliga sang-
skeiðnum í Nesvík.
Eini 235 fólk luttóku,
og leygardagin endar
alt við einum braki av
eini konsert í Norður-
landahúsinum
SANGSKEIÐ
Ragnhild Ellingsgaard
Myndir: Finnur Justinussen
Sangurin hoyrist heilt út í
túnið, og gerst spakuliga
harðari og harðari, sum vit
nærkast úthúrðini. Tá vit
eru komin innar er einki at
taka feil av - í Nesvík er
sangskeið, og tey eru nógv,
sum eru við.
Vit fara innar í salin, har
stóra kórið júst er farið aft-
ur til venjingar. Við kønari
hond leiður norski kór-
leiðarin
kórsangararnar
gjøgnum tónar av Black
Gospel-løgum, og sambært
andlitsbrøgdunum á luttak-
arunum eru tey væl nøgd.
"Be
Strong
In
The
Lord..." og "I Can Do Any-
thing..." eru reglur, sum
verða tiknar umaftur og
umaftur, nú Sosialurin vitj-
ar
sangskeiðið,
sum
Heimamissiónin skipar fyri
á hvørjum ári.
Um 160 vaksin og 75
børn eru millum luttakar-
arnar hesu ferð, og afturat
øllum teimum skulu hjálp-
arfólkini eisini teljast. So
leguhúsið í Nesvík er fult
av fólki, og hetta merkist
eisini, tá vit koma á vitjan.
Í gongini renna smábørn
runt, meðan onkur vaksin
situr og hvílur seg í sofuni.
Men tey flestu eru tó
upptikin av sangvenjingini
í stóra salinum.
-
Endamálið
við
sangskeiðnum er fyrst og
fremst at koma saman og
syngja
Gleðiboðskapin,
fortelur Eyðgerð Kristian-
sen okkum. Hon situr
saman við fimm øðrum í
eini nevnd, hvørs uppgáva
er at fyriskipa hesi skeið.
Men hon dylur ikki fyri,
at tað sosiala eisini hevur
stóran týdning fyri eitt slíkt
skeið, tí luttakararnir bæði
sova og eta í leguhúsinum
allar teir dagarnar, sum
skeiðið varir.
Dagarnir ganga annars
við venjing og aftur venj-
ing, men eisini er pláss fyri
einum bíbliutíma og hugna-
løtu um kvøldið.
Tey vaksnu hava sína
skrá, sum tey fylgja, meðan
børnini hava eina aðra skrá
at ganga eftir. Eisini tey
smærru hava sítt egna kór,
so stórur partur av degnum
hjá teimum fer eisini við
venjing. Tá tey ikki venja,
so spæla tey onkur spølini
saman við teim vaksnu
hjálparfólkunum
Konsert í Norður-
landahúsinum
Tað
er
norski
Jostein
Myklebust, sum leiðir stóra
kórinum hetta árið. Hann er
Sangskeið í Nesvík:
Syngja 5 tímar um dagin
Kórleiðarin var komin úr Noregi at undirvísa teim umleið 235 luttakarunum á sangskeiðnum í Nesvík
Dagarnir á sangskeiðnum ganga við venjing og aftur venjing. Í meðal verður sungið 5 tímar um dagin
C
M
Y
K
14
i
Sosialurin