Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 19. oktober 2002 17 EB/Streymur varðveitir plássið Tá sera væl upplagdi Sorin Anghel beinanvegin hevði skorað tvey mál, var spenningurin um samlaða úrslitið burtur ENDAUMFARIÐ Jóannes Hansen Eftir at sandoyingar og teir í Sundalagnum høvdu stríðst og spælt í 270 min- uttir, var greitt, at tað verð- ur EB/Streymur, sum fer at halda fram í bestu deildini, og at B71 ið hvussu er eitt ár afturat verður í næst- bestu deildini. Veðrið var gott á Sandi, og lutfalsliga stóra áskoð- arafjøldin boðaði frá, at endaumfarið so at siga var vorðið eitt heystfrítíðar- tema hjá viðhaldsfólkunum í báðum legunum. Fyrsta bríkslið hjá væl upplagda Niklasi á Líðar- enda var klokkan hálvgum fýra, og tríggjar minuttir seinni var møguleikin fyri uppflyting hjá B71 vorðin hópin kámari, enn hann hevði verið. Sorin Anghel sendi úr átjan metrum og í málið. EB/Streymur, sum hesa ferð var eitt vet meiri álops- kent í útgangsstøðuni, enn teir vóru týsdagin, var á odda 1-0, og so var mót- brekkan ov brøtt hjá B71. EB/Streymur hevði vunnið dystin á Eiði 1-0, og nú skuldu sandoyingar skora trý mál fyri at hava møgu- leika at býta 2. deildar- plássið um við eitt í 1. deild. Sorin var framúr Sjálvandi var hetta herkin biti hjá B71, og tað var steinur omaná byrðu, tá Sorin Anghel økti til 2-0. Álopsmaðurin tók bóltin av aftasta verjuspælaranum hjá B71 og sendi fram við málverjanum. At hetta ikki var dagurin hjá B71 sást millum annað. í, at Símun Hansen, dygst eftir at EB/Streymur hevði skorað til 2-0, sendi frí- spark í stólpan. Undan steðginum økti EB/Streymur til 3-0, eftir at B71 hevði mist í uppspæl- inum. Málskjútti var Vinj- ard Dam, sum var fyrstur á, eftir at Valdemar Nowicki hevði hálvbjargað roynd frá Sorin Anghel. Kappingarárið hjá Sorin hevur ikki verið so væl eydnað, sum tað var í fjør. Skaðar hava darvað. Men nú seinasta takið skuldi tak- ast fyri at tryggja EB/- Streymi eitt ár afturat í bestu deildini, var Sorin Anghel framúr. B71 minkaði um munin til 3-1 í síðsta minutti. Slawomir Radziemski var hægstur og stútaði horna- sparksinnlegg í málið. Men tá var talan um kosmetikk. EB/Streymur vann 3-1 og heldur fram í bestu deildini triðja kappingarárið á rað. Endaumfar B71-EB/Streymur 1-3 (0-3) 0-1: Sorin Anghel, 4. 0-2: Sorin Anghel, 27. 0-3: Vinjard Dam, 39. 1-3: Slawomir Radziemski, 90. EB/Streymur samantald- ur vinnari við málmuninum 4-1. Dómari: Niklas á Líðar- enda B71: Valdemar Nowicki — Ernst Løkjá, Páll á Reyna- túgvu, Slawomir Radzi- emski – Kári Sørensen (Mass Anthoniussen, 70.), Krzystof Radziemski, Eli Hentze, Sverrir Kjærbo – Arunas Mika (Kristoffur Vidtfeldt, 79.), Jónsvein Thomsen (Tummas Pauli Olsen, 62.), Símun Hansen Gult kort: Krzystof Radziemski EB/Streymur: Gunnar á Steig – Hallur Jacobsen, Christian Carlsson, Andr- sey Pacek, Eyðfinn Joensen – Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Bárður Olsen (Hans Pauli Samuelsen, 76.) – Vinjard Dam (Brian Olsen, 82.), Sorin Anghel (Jón Sigurd Gleðisheygg, 82.) Gult kort: Marni Djurhuus og Bárður Olsen Bólturin á flog um vikuskiftið Í dag byrjar lands- kappingin í flogbólti, og í meistaradeildini hjá bæði kvinnum og monnum verður sæð fram móti einari spennandi kapping FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Fyri viku síðani tryggjaðu TB-kvinnurnar og SÍ- menninir sær pláss í steypa- finaluni í flogbólti, tá FK- kappingini varð avgreidd í høvuðsstaðnum. Tann kappingini var líka- sum upphitingin til lands- kappingina, ið byrjar í dag og í morgin og gongur líka til várs, tá meistararnir hjá bæði kvinnum og monnum eru funnir. Í meistaradeildini hjá monnum eru fimm lið klár at dystast um gullið, og hjá kvinnunum eru liðini seks í tali. SÍ, ÍF, Fleyr, Mjølnir og Fram spæla í bestu mans- deildini og Mjølnir, TB, Fleyr, KÍF, Dráttur og ÍF eru í bestu kvinnudeildini. Fyrsta umfarið Fyrstu dystirnir í vetur verða spældir í KÍ-høllini í dag. Klokkan 13 spæla Mjølnir og KÍF, sum er nýtt lið í meistaradeildini, og klokkan 15 bresta mans- liðini hjá Mjølnir og Fram saman. Dómararnir í báð- um dystunum eru úr ÍF. Í morgin eru tveir kvinnudystir og ein mans- dystur. Klokkan 13 spæla kvinnurnar hjá ÍF og TB á Kambsdali, og á Giljanesi møtast kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr klokkan 14. Í báðum førum eru dóm- ararnir úr Mjølnir. Triði dysturin í morgin verður spældur í Sørvági klokkan 14 millum menn- inar hjá SÍ og Fleyr, og har er tað ÍF, sum stendur fyri dømingini. Landskappingin er býtt sundur í grundspæl og endaspæl, ið halda seg hvørju megin nýggjárið, og endar kappingin hálvan mars. Fleiri styrkt lið Hvussu verður við kapp- ingini í vetur, sæst kanska ikki, fyrr enn hon ordiliga er komin í gongd, men út frá hvussu fleiri lið hava styrkt seg, skuldi hetta kappingarárið ikki staðið aftan fyri nakað annað ár. Í FK-kappingini fyri viku síðani vóru eisini nógvar góðar taktir at síggja, og finalurnar vóru báðar góðar. TB-kvinnurnar vunnu 3- 0 á ÍF, sum kortini fekk givið góða mótstøðu og ikki tapti nakað sett stórt, og hjá monnunum var spenningur í øllum sett- unum, tá SÍ vann 3-1 á ÍF. Eisini fleiri aðrir góðir dystir vóru, og tí gav tað gott í væntu, nú skjøtil verður settur á ta drúgvaru landskappingina. At hetta eisini er eitt kappingarár, ið at kalla endar við Oyggjaleikunum, ger tað ikki minni spenn- andi at fylgja við, hvussu gongst. Slík ár spíla allir spælarar seg út, so teir kunnu koma upp á tal til landsliðini, ið skulu umboða Føroyar í flogbóltskappingini á Guernsey. – Nú havi eg í mong ár fingist við at venja lið, sum eru í ovara endanum, so eg gleði meg at síggja, hvat eg kann fáa burtur úr einum liði, sum hevur ligið í niðara endanum, sigur Johan Nielsen FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Skála, sum hevði ikki færri enn tríggjar venjarar hetta farna kappingarárið, hevur nú sett ein fjórða mann í venjarastarvið næsta ár. Johan Nielsen, sum nú gavst í Gøtu eftir tilsamans ellivu ára trúgva tænastu tænastu í felagnum, verður nýggjur venjari hjá Skála. – Vit hava gjørt eina av- talu við Johan, og hóast vit ikki hava havt stundir til at skriva hana undir enn, kann eg vátta, at hann verður venjari hjá okkum næsta ár, sigur Kurt Rasmussen, for- maður í Skála Ítróttarfelag. – Hetta eru vit sera glaðir fyri, tí Johan Nielsen er ikki hvør sum helst. Okkara vón er, at hann kann hjálpa okk- um at fáa bygt felagið og kanska serliga 1. liðið upp. Kurt nevnir, at Skála hev- ur eitt nú fleiri ungar og evnaríkar spælarar – tríggj- ar á U19-landsliðnum og tveir á U17-landsliðnum – so tað skuldi verið framtíð í tí tilfeingi, felagið hevur. Gleðir seg Sjálvur sigur Johan Niel- sen, at hann gleðir seg til nýggju uppgávuna á Skála, sum kanska verður nakað øðrvísi, enn hann er vanur við: – Nú havi eg í mong ár fingist við at venja lið, sum eru í ovara endanum, so eg gleði meg at síggja, hvat eg kann fáa burtur úr einum liði, sum hevur ligið í nið- ara endanum, sigur hann. – Eg vildi hava nakrar ordiliga avbjóðingar, og tað meti eg meg at fáa á Skála. Umstøðurnar har eru góðar – kanska enn betri enn í Gøtu – so eg gleði meg at sleppa til arbeiðis. Nógvar gitingar hava verið um, hvar Johan fór at vera venjari komandi kapp- ingarár, men hann sigur, at nú hann skuldi taka avgerð- ina, vóru bara tvey feløg eftir, Skála og so EB/- Streymur, sum í fyrradagin tryggjaði sær framhaldandi sæti í bestu mansdeildini. – Eg kundi heldur ikki bíða longur, tí eg mátti jú hava eitt arbeiði, sigur hann. Óvissa um spælarar Hvussu verður við teimum spælarum, sum í hesum kappingarárinum komu til Skála, er ikki greitt enn, og tað er eisini nakað, nevndin saman við venjaranum skal taka støðu til. – Eg rokni við, at vit mugu arbeiða við tí fólkin- um, sum er, tí nú er so langt útliðið, at neyvan eru nógv- ir spælarar, ið ikki longu hava gjørt avtalur við okk- urt felag, heldur Johan Nielsen. Teir báðir rumenarnir, sum hava spælt við seinna partin av kappingarárinum, eru mánaðin út á Skála, har teir eisini hava arbeiði. Sum skilst fer ein hurð at standa upp á glopp fyri teimum, tá teir fara heim um tvær vikur. Herfyri skrivaðu vit, at Dánial Hansen hevur gjørt avtalu við B68, men tað kenna skálamenn einki til, og heldur ikki er greitt, hvussu verður við øðrum føroyskum spælarum, ið ikki hava sínar røtur á Skála. – Men hvussu verður og ikki, so hava vit nógv og gott fólk í felagnum, umframt at vit vóna, at tað kanska kann virka sum ein magnetur, at vit nú hava fingið Føroya besta venjara, sigur Kurt Rasmussen. Johan Nielsen skal venja Skála Johan Nielsen, sum í tilsamans ellivu ár hevur vant gøtumenn, skal komandi kappingarár vera venjari á Skála 17 Nr. 201 • leygardagur • 19. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Tjaldursmenn taka seg saman Illa hevur gingið hjá Tjaldri at mannað lið til dystirnar higartil, og spælararnir til venjing hava verið fáir. – Men nú skal vera øðrvísi, sigur formaðurin HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Ikki kann sigast, at tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Tjaldrinum í hondbólt- urin higartil. Bæði kvinnu- liðið og mansliðið eru stigaleys í aftara endanum í bestu deildunum, og serliga hjá monnunum hevur stað- ið á at fingið fólk. – Gjarna hava tað verið útlendsku spælararnir og so kanska einir tveir ella trígg- ir aftrat, sum hava vant, og tað er sjálvandi ikki nøkt- andi, tá tú skalt royna at gera teg galdandi í bestu mansdeildini, sigur Ragnar Olsen, formaður í Tjaldri. – Tí hava vit verið noydd- ist at tosa í stórum bókstav- um, so menn skulu skilja álvaran í, at felagið ikki kann hava eitt lið í 1. deild, um eingin møtir til venjing. Og fer besta mansliðið hjá okkum fyri bakka, er heldur eingin gularót til teir yngru spælararnar í felagnum, sum helst skulu hava teir eldru at síggja upp til. Ragnar sigur, at tá tey í nevndini hava roynt at fingið fólk til venjing, men spælararnir hava ikki verið so hugaðir, um ikki aðrir eisini møta upp. Havt spælarafund Tí høvdu teir í Tjaldri fund týskvøldið, har einir 12-14 spælarar møttu. Og eftir tann fundin heldur formað- urin, at tað sær eitt sindur ljósari út: – Menn vóru samdir um at geva tí ein kjans, og teir søgdu seg vera hugaðar at møta til tær venjingar, sum eru, tí uttan venjing ber jú heldur ikki til at fáa nakað burtur úr at spæla dystirnar, sigur Ragnar Olsen. – Serliga hevur tað verið hugstoytt og ørkymlandi fyri venjaran, at bara hann og hinir báðir útlendingar- nir hava vant regluliga, og so kanska onkur hendinga spælari aftrat. Higartil hevur Tjaldur spælt tveir dystir, og hóast vantandi venjingarstøðuna er tað ikki blivið til sorl –fimm mál taptu teir í øðr- um og seks í hinum. – Tí eri eg eisini sann- førdur um, at høvdu menn bara havt vant saman einar tríggjar ferðir undan teim- um báðum dystunum, kundu úrslitið væl sæð heilt øðrvísi út, sigur formaðurin í Tjaldri. – Nú skal so vera annað lag, og so er bara at vóna, at úrslitini eisini fara at koma, tí tað gevur uppaftur betur hug at halda fram við bæði at venja og spæla dystir. Vit hava slettis ikki givið upp, men hava enn vónina um, at vit kunnu bjóða hinum lið- unum av – og at venjingar- støðan eisini verður til tað. VB og VÍF í toppuppgerð í Vági Tey bæði kvinnulið- ini, sum hava staðið seg best higartil, VB og VÍF, spæla móti hvørjum øðrum í morgin. Vinnarin kann fara frá hinum liðunum KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Hóast vónirnar við kapp- ingarbyrjan mundu vera avmarkaðar í Vági, so eru tær helst vaksnar munandi síðstu vikurnar, tí spildur- nýggja VB-liðið – bara ein spælari er eftir frá í fjør – er við í toppinum. Hevur mótstøðan frá Tjaldri og Stjørnuni í teim- um báðum dystunum hjá VB kanska ikki verið tann øgiligasta, kann henda, at annað lagið verður í morgin. Tá eru tað greipuvinnar- arnir síðstu tvey árini, VÍF, ið koma á vitjan í Vági, og tað er altíð ein stór avbjóð- ing at skula fáa stig frá stinna kvinnuliðnum hjá vestmenningum. Hvussu er og ikki, so er hetta toppuppgerðin hesa ferð, ið verður avgreidd í Vági, og tá skal tað kanska vísa seg, hvussu langt VB og VÍF kunnu røkka, tí vinnarin hevur møguleika at fara eitt fitt petti fram um hini liðini. Greiður favorittur Í ítróttarhøllini á Hálsi spæla Neistin og Tjaldur í morgin, og her er talan um dyst millum Neistan, ið roynir at liggja framvið í ovara endanum, og so botn- liðið Tjaldur, ið er einasta stigaleysa liðið higartil. Uttan iva eru kvinnurnar hjá Neistanum favorittar undan dystinum, ið eisini er heimadystur hjá teimum. Og fyri viku síðani góvu tær júst oddaliðnum VÍF ein skarpan gang í Vest- manna. Støðan hjá Tjaldri er hinvegin sera einføld: Einki hevur gingið eftir vild hig- artil, og við trimum tapum í viðførinum kann sjálvt ein javnleikur fara at kennast sum ein stórur sigur. Botnur ella ei Triði kvinnudysturin er í Klaksvík, har Stjørnan kanska hevur betri útlit fyri stigi, enn í hinum báðum heimadystunum higartil. Liðið við sínum royndu spælarum tók stig frá Neist- anum fyri tveimum vikum síðani, og tí má tað ikki síggja ómøguligt út móti StÍF, sum vitjar hesa ferð. Hinvegin vil StÍF væl- saktans prógva fyri bæði øðrum og sær sjálvum, at liðið hoyrir ikki heima í botninum, og saktans kann endurtaka ein sigur sum tann, ið varð vunnin á Tjaldri síðsta sunnudag. Kundi hent, at hesin dyst- urin gjørdist eins spennandi og toppuppgerðin suðuri í Vági kundi blivið tað. Mortan Hansen ikki til Grønlands HONDBÓLTS- LANDSLIÐ Hilmar Jan Hansen Tá manslandsliðið um eina góða viku fer avstað til Grønlands at spæla tríggjar dystir móti grøn- lendingum, verður strikuspælarin hjá Tjaldri, Mortan Hansen, ikki við í ferðalagnum. Mortan hevur verið skaddur í eina tíð og ikki fyrr enn hesa vikuna fekk hann gipsið av. Tí er ikki ráðiligt hjá honum at fara í holt við so krevjandi uppgávu beinanvegin, sum henda landsliðsferð- in er. Í samráð við hjálpar- venjaran á hondbólts- landsliðnum, Hjalmar Klein Olsen, hevur Mort- an tí gjørt av at geva av- boð til ferðina. Kortini verður roknað við, at hann er komin fyri seg aftur um ikki so langa tíð, og tí fer lands- liðsvenjarin Lars Neder- gaard at senda boð eftir honum, tá farið verður undir heimligu lands- liðsvenjingarnar aftur eftir grønlandsferðina. Hesar venjingar eru fyrireikingarnar til EM- undankappingina í Fin- landi fyrstu tríggjar vik- urnar av januar, tá Før- oyar skulu royna seg í bólki saman við Ísrael, Finlandi og Belgia. Eftir heimkomuna úr Grønlandi skulu vera tilsamans seks venjingar og tveir dystir – annar móti útlendingunum í føroyskum manshond- bólti fríggjadagin 27. desember og hin móti einum pressuliði sunnu- dagin 29. desember. Ætlandi fer manslands- liðið úr Føroyum til Fin- lands mánadagin 30. des- ember. Onkur fer frá hinum Nú strandingar og vestmenningar møtast, samstundis sum Neistin tekur móti Tjaldri, er ikki hugsandi, at manningarnar hjá StÍF, VÍF og Neistan- um framvegis eru javnar eftir dystirnar í morgin MANSHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Nú liðini í besti mansdeild- ini hava spælt tveir og summi tríggjar dystir, er tætt í toppinum, har fýra lið eru jøvn í stigum: VÍF, StÍF, Neistin og H71 hava øll fýra stig í part. Í morgin tekur StÍF á Skála móti VÍF, og tað er so toppdysturin hjá monnun- um hesa ferð. Samstundis spælir Neistin móti Tjaldri, ið enn einki stig hevur fing- ið. Einasta, ið kann forða fyri, at stigamunur ikki verður á teimum trimum toppliðunum, sum spæla í morgin, er at báðir dystirnir enda við javnleiki. Men tí skal ikki roknast við. VÍF ella StÍF StÍF vann greiðan sigur á Tjaldri síðsta sunnudag, tá VÍF ikki fyrr enn móti end- anum fekk bilbukt við Neistan. Kortini er í mangar mátar líkt til, at VÍF ætlar sær tað sama sum øll onnur ár: At gera um seg í toppinum — og helst ovast uppi. StÍF plagar at syfta vest- menningar í steypafinalun- um, meðan tað ikki hendir so ofta í landskappingini. Nógv velst eisini um hjá strandingum, um Artur Jo- hansen er klárur aftur, eftir at hann beklaði og mátti fara skaddur út síðsta sunnudag. Eru vestmenningar favor- ittar, so skal ið hvussu er ikki roknast við, at teir fáa møguleikan at liva upp til tann leiklutin, uttan so at teir stríðast fyri sakini, tí StÍF kann ein góðan dag gera av við hvønn sum helst. Neistin væl fyri Neistin vísti góðar taktir, men tað rakk kortini ikki til sigurin í Vestmanna fyri viku síðani. Mótstøðuliðið hesa ferð skuldi eisini verið av meira yvirkomiligum slagi, tí Tjaldur hevur bara drigið svart higartil. Uppgávan hjá Tjaldri kann tí vera torfør á útivølli móti Neistanum, ið tykist vera í ferð við at byggja eitt yngri og sterkari lið upp, ið ætlast at bjóða teimum bestu av. Hetta er helst fyrsta vik- an, at nøkulunda venjing hevur verið í Tjaldrinum, og so skal tað sleppa at standa sína roynd, um tað gevur liðnum aðrar dygdir, enn tær higartil vístu. Neistin eigur á pappírin- um at vera betra liðið, og so fæst annars at síggja, hvat Tjaldur megnar í triðju royndini at vinna sær stig. C M Y K 16