leygardagur 19. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 201 - 19. oktober 2002
Týski fótbóltsheim-
urin vaknaði hós-
morgunin við so
svárum timburmonn-
um, at tað stendur
eftir. Bløðini gera
minst møguligt
burtur úr dystinum í
Hannover
ÚRLATING
Edvard Joensen
Berlin: Týsku landsliðs-
leikararnir, og serliga venj-
arin Rudi Völler, fáa av at
vita í tysku bløðunum hós-
dagin, meðan serliga før-
oyski málmaðurin, Jákup
Mikkelsen, verður róstur.
Tey bløðini, sum geva
spælarunum karakter, eru
samd um, at hann var besti
maður á vøllinum.
Tað er ikki tað stóra,
týsku bløðini gera burtur úr
landsdystinum í Hannover
mikukvøldið. Tey tosa mest
um eyðmýking. Okkurt
teirra vil fegið hava fram, at
týskarar hóast alt vóru eitt
mál betri enn Berti Vogts
og hansara skotar.
Die Welt ger sera lítið
burturúr. Ein stutt einteigað
grein, har greitt verður
systematiskt frá dystar-
gongdini, og sagt verður, at
longu eftir 35 minuttum
byrjaðu týsku áskoðararnir
at bríksla eftir sínum egnu
leikarum.
Og tað gjørdist bara
verri, tí tá dysturin endaði,
var ein heil konsert av
ónøgdum áskoðarum, sum
kortini fagnaðu føroying-
unum.
Der Tagesspiegel fegnast
í síni yvirskrift um, at
týskarar vóru eitt mál betri
enn Berti Vogts, sum við
sínum skotum bert kláraði
javnleik 2-2.
Hóast týskarar vunnu,
høvdu teir onga grund til at
fegnast, staðfestir blaðið,
sum vísir á, at tað var nær
við, at bensinstøðarlær-
lingurin, Elttør, kundi syrgt
fyri tí ultimativu eyðmýk-
ingini í varaheimsmeistar-
unum.
Bild Zeitung staðfestir, at
stólpin bjargaði Kahn, og
vil so fegin greiða frá, at
umleið eitt prosent av
samlaða føroyska íbúgvara-
talinum var í Hannover
hetta kvøldið. Tað hevði í
týskum tølum svarað til, at
týskarar skuldu spælt fyri
umleið 800.000 áskoðar-
um, sigur blaðið.
– Og móti endanum
stóðu so allir hesir føroy-
ingarnir og sungu tjóð-
sangin, sum rungaði um alt
stadion
Bild gevur leikarunum
karakter, og ein er, sum fær
næsthægsta karakter. Tað er
Jákup Mikkelsen, sum fær
tvey, har eitt er hægst, ella
»Weltklassse«, sum teir
siga.
Eingin
føroyingur
er
lægri enn fýra, meðan tann
besti týskarin, Oliver Kahn,
fær trý, og øll týska verjan
fær fimm frá Bild Zeitung.
Eisini
høvuðsstaðar-
pressan her í Berlin ger
burtur úr eyðmýkingini,
sum týskarum var fyri av
hesum »fótbóltsdvørgun-
um«, sum føroyingar í hes-
um
sambandi
verða
nevndir.
Berliner Zeitung skrivar í
yvirksrift um alla opnuna:
»2:1! Rudi, áh tann eyð-
mýking«. Seinasta orðið,
eyðmýking, er sett við
sterkum, reyðum liti.
Og berlinarar halda enn
meira um føroyska avrikið,
enn Bild ger. Teir hava
givið Jákupi Mikkelsen
karakterin tvey, meðan allir
hinir føroyingarnir - uttan
undantak - hava fingið trý.
Tríggir týskarar hava fingið
trý, meðan restin liggur á
fýra og fimm.
Berliner Zeitung veit
eisini at siga, at Rudi Võller
ikki heldur, at ein bert skal
vinna 2-1 á føroyingum.
Tað er í sjálvum sær ein
revsing, sigur hann samb
ært blaðnum.
Berliner Kurier staðfestir
eisini, eins og øll hini
bløðini, at týskarara hava
onga grund til at gleðast
um handan dystin. Eingin
teirra spældi væl, sigur
blaðið.
Eisini Berliner Kurier ger
nakað burturúr, at týsku
áskoðaarnir fóru at bríksla
eftir leikarunum, tá ein
hálvur tími var farin.
»Og tá Jákup Mikkelsen,
sum aftasti maður, enntá
fintaði Carsten Jancker á
reyvina, var hetta orsøk til
háðandi
látur
um
alt
stadion«, veit blaðið at siga
frá.
Og týskarar, vit hittu
beint eftir dystin, eru
samdir við tí, sum blaðið
skrivar. Ein teirra helt, at
júst tann hendingin var sera
symbolsk fyri leikgongdina
ein stóran part av dystinum.
»Tað var tann øvugta
verð. Pinkutjóðin í Norður-
høvum hevði europeiska
stórveldið á reyvini,« stað-
festi hann.
»Fínur dystur hjá tykk-
um«, helt maðurin í hotel-
móttøkuni her í Berlin, tá
vit komu higar hósdagin.
»Føroyingar vildu vinna.
Tað var munurin«, var
hansara vísiliga niðurstøða.
Týskir timburmenn
Í týsku fjølmiðlunum
hava tey heilt ilt av
sigrinum á føroying-
um, ið als eingin
sigur var kortini, men
ein eyðmýking, siga
bløðini aftur fríggja-
dagin
EFTIRMETING
Edvard Joensen
Berlin:
Eftir
skelkin
mikukvøldið og tomu við-
merkingrnar hósdagin, eru
týsku bløðini nú løgst á
venjaran, Rudi Völler, sum
fær fleiri skolur yvir sín
kropp.
Bæði stóru, landsdekk-
andi bløðini og lokala høv-
uðsstaðarpressan gera í
fríggjadagsútgávunum við-
merkingar til dystin miku-
kvøldið.
Eisini hava bløðini við-
merkingar frá lesarum, eins
og menn sum Franz Beck-
enbauer eisini eru komnir
til orðanna.
Beckenbauer, sum fyrr
hevur gjørt seg til talsmann
fyri, at smáu tjóðirnar einki
hava at gera í europeisku
undankappingunum, er eitt
sindur meira varin í dagsins
viðmerking. Nú staðfestir
hann bara at týska liðið var
ikki nóg gott.
»Vi kunnu spæla væl
betur enn hatta. Men tað
var ikki við "Glanz- und
Gloria" fótbólti, vit komu í
HM finaluna«, staðfestir
Der Kaiser.
Hvør skal siga. Føroyinar
spældu ikki væl. Teir bard-
ust fyri lívinum. Og teir
mundu klárað enn eina
heimssensatión.
Vanligi lesarin er á somu
leið, sum bløðini vóru hós-
dagin, har tosað verður um
ta fullkomnu eyðmýking-
ina.
Og Rudi Völler fær sítt.
Staðfest verður, at hann
hevur ikki gørt týskan
fótbólt betri. Heldur hin-
vegin.
»Fyri 26 mánaðum síðan
vunnu vit 4-1 á Spania. Nú
klára vit bara akkurát
føroyingar.« Tað er skomm,
heldur Der Tagesspiegel í
fríggjadagsútgávuni.
Bólkur 1
Malta-Frakland 0-4 (0-2)
0-1: Thierry Henry, 26.
0-2: Thierry Henry, 35.
0-3: Sylvain Wiltord, 59.
0-4: Eric Carriere, 84.
Frakland
3
3-0-0
11-1
9
Ísrael
1
1-0-0
2-0
3
Slovenia
2
1-0-1
3-5
3
Kypros
1
0-0-1
1-2
0
Malta
3
0-0-3
0-9
0
Bólkur 2
Norra-Bosnia/Herzegovina 2-0 (2-0)
1-0: Claus Lundekvam, 7.
2-0: John Arne Riise, 27.
Luksemburg-Rumenia 0-7 (0-4)
0-1: Viorel Moldovan, 2.
0-2: Viorel Moldovan, 6.
0-3: Mirel Radoi, 25.
0-4: Cosmin Contra, 45.
0-5: Cosmin Contra, 47.
0-6: Tiberiu Ghioane, 79.
0-7: Cosmin Contra, 87.
Norra
3
2-1-0
5-2
7
Rumenia
3
2-0-1
10-1
6
Danmark
2
1-1-0
4-2
4
Bosnia/Herzegovina
2
0-0-2
0-5
0
Luksemburg
2
0-0-2
0-9
0
Bólkur 3
Tjekkia-Hvítarussland 2-0 (2-0)
1-0: Karel Poborský, 7.
2-0: Milan Baro_, 23.
Eysturríki-Holland 0-3 (0-3)
0-1: Clarence Seedorf, 16.
0-2: Philip Cocu, 19.
0-3: Roy Makaay, 30).
Útvísing: Martin Hiden, 78. (Eysturríki)
Holland
2
2-0-0
6-0
6
Tjekkia
2
2-0-0
4-0
6
Eysturríki
3
2-0-1
4-3
6
Moldova
2
0-0-2
0-4
0
Hvítarussland
3
0-0-3
0-7
0
Bólkur 4
Ungarn-San Marino 3-0 (0-0)
1-0: Zoltan Gera, 49.
2-0: Zoltan Gera, 61.
3-0: Zoltan Gera, 87.
Ungarn
2
1-1-0
4-1
4
Lettland
2
1-1-0
1-0
4
Poland
2
1-0-1
2-1
3
Svøríki
2
0-2-0
1-1
2
San Marino
2
0-0-2
0-5
0
Bólkur 5
Ísland-Litava 3-0 (0-0)
1-0: Heiðar Helguson, 49.
2-0: Eiður Guðjohnsen, 61.
3-0: Eiður Guðjohnsen, 73.
Útvísing: Deividas Cesnaukskis, 21. (Litava)
Týskland-Føroyar 2-1 (1-1)
1-0: Michael Ballack, 2. (br.)
1-1: Arne Friedrich, 45. (sj.mál)
2-1: Miroslav Klose, 59.
Týskland
2
2-0-0
4-1
6
Skotland
2
1-1-0
4-2
4
Ísland
2
1-0-1
3-2
3
Litava
3
1-0-2
2-5
3
Føroyar
3
0-1-2
3-6
1
Bólkur 6
Grikkaland-Armenia 2-0 (1-0)
1-0: Demis Nikolaidis, 2.
2-0: Demis Nikolaidis, 59.
Norðurírland-Ukraina 0-0
Spania
2
2-0-0
5-0
6
Ukraina
3
1-2-0
4-2
5
Grikkaland
3
1-0-2
2-4
3
Armenia
2
0-1-1
2-4
1
Norðurírland
2
0-1-1
0-3
1
Bólkur 7
Turkaland-Liktinstein 5-0 (3-0)
1-0: Ökan Bürük, 7.
2-0: Ümit Davala, 15.
3-0: Ilhan Mansiz, 23.
4-0: Serhat Akin, 82.
5-0: Serhat Akin, 86.
Ongland-Makedonia 2-2 (2-2)
0-1: Artim Sakiri, 11.
1-1: David Beckham, 14.
1-2: Vanco Trajanov, 25.
2-2: Steven Gerrard, 36.
Útvísing: Alan Smith, 87. (Ongland)
Turkaland
3
3-0-0
10-1
9
Ongland
2
1-1-0
4-3
4
Makedonia
3
0-2-1
4-5
2
Liechtenstein
2
0-1-1
1-6
1
Slovakia
2
0-0-2
1-5
0
Bólkur 8
Bulgaria-Andorra 2-1 (1-0)
1-0: Georgij Chilikov, 36.
2-0: Krassimir Balakow, 58.
2-1: Anthony Lima, 80.
Útvísing: Anthony Lima, 84. (Andorra)
Estland-Belgia 0-1 (0-1)
0-1: Wesley Sonck, 1.
Bulgaria
3
3-0-0
6-1
6
Belgia
3
2-0-1
2-2
6
Estland
2
0-1-1
0-1
1
Kroatia
2
0-1-1
0-2
1
Andorra
2
0-0-2
1-3
0
Bólkur 9
Jugoslavia-Finland 2-0 (0-0)
1-0: Darko Kovacevic, 54.
2-0: Sinisa Mihajlovic, 84. (br.)
Útvísing: Juha Reini, 83 (Finland)
Wales-Italia 2-1 (1-1)
1-0: Simon Davies, 12.
1-1: Alessandro del Piero, 32.
2-1: Craig Bellamy, 71.
Wales
2
2-0-0
4-1
6
Jugoslavia
2
1-1-0
3-1
4
Italia
3
1-1-1
4-3
4
Finland
3
1-0-2
3-4
3
Azerbadzjan
2
0-0-2
0-5
0
Bólkur 10
Russland-Albania 4-1 (2-1)
1-0: Aleksander Kerzhakov, 3.
1-1: Klodian Duro, 15.
2-1: Sergej Semak, 41.
3-1: Viktor Onopko, 52.
4-1: Sergej Semak, 54.
Írland-Sveits 1-2 (0-1)
0-1: Hakan Yakin, 45.
1-1: Ludovic Magnin, 77. (sj.mál)
1-2: Fabio Celestini, 87.
Sveits
3
2-1-0
7-3
7
Russland
2
2-0-0
8-3
6
Albania
2
0-1-1
2-5
1
Georgia
1
0-0-1
1-4
0
Írland
2
0-0-2
3-6
0
Venjingardystir
Skotland-Kanada 3-1 (1-1)
0-1: Dwayne De Rosario, 9. (br.)
1-1: Stephen Crawford, 11.
2-1: Steven Thompson, 50.
3-1: Stephen Crawford, 75.
Poland-New Zealand 2-0 (0-0)
1-0: Krzysztof Ratajczyk, 51.
2-0: Mariusz Kukielka, 86.
Svøríki-Portugal 2-3 (2-1)
1-0: Jörgen Pettersson, 7.
2-0: Marcus Allbäck, 24.
2-1: Sergio Conceição, 35.
2-2: Romeu Almeida, 53.
2-3: Rui Costa, 89.
Spania-Paraguay 0-0 (0-0)
EM-undankappingin – úrslit og støður
Tað svíður illa
C
M
Y
K
18
Nr. 201 • leygardagur • 19. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Í ár var onki at reypa av
Fáa staðni gera tey so nógv burturúr veðrahaldi sum
í Hvalba, men í ár var veðrasýningin eitt vónbrot
Lesið síðu 4 & 5
VØDDARMÝKING
Ingrid Bjarnastein
– Húsini eru svørt við hvítum
vindeygum, og tey standa beint
uppiyvir Elim.
Soleiðis greiðir 33 ára gamli
Uni Rasmussen frá, tá hann skal
siga okkum, hvar hann búleikast.
Tá vit koma inn í stóru húsini í
Søldafirði tekur systir Una ímóti
okkum. Lítla løtu seinni stendur
Uni í hurðini og bjóðar okkum
inn. Hann vísir okkum niður í
kjallaran. Ongir trupulleikar eru
við at finna, og við hjálp av
hondunum, so leiðir hann okkum
inn í eitt lítið høli.
Uni Rasmussen úr Søldafirði
er 33 ára gamal. Hann hevur
verið blindur í 12 og eitt hálvt ár.
Hann var úti fyri eini bilvan-
lukku í mars mánað í 1990, og
var hann tá bert 21 ára gamal.
– Tað er sjálvsagt ein stór
broyting at gerast blindur, sigur
Uni Rasmussen.
– Áðrenn lærdi eg til bil-
mekanikara, og eg gekk á
maskinskúla tá vanlukkan hendi.
Tað tók eitt sindur av tíð,
áðrenn Uni fekk umstillað seg til
tann veruleikan, at nú sá hann
onki, men tó ikki so leingi ein
kundi hugsað sær.
– Fyrstu tíðina varð eg sendur
út og inn av Ríkissjúkrahúsinum,
og í tí tíðini fekk eg umstillað
meg nógv. Tá eg varð liðugur við
allar kanningarnar, fór eg á
Blindastovnin fyri at læra at
klára meg sjálvan, og har var eg
so í eitt hálvt ár, greiðir Uni
Rasmussen frá.
Ymisk arbeiði
Tá Uni flutti heim aftur hálvt ár
seinni fór hann at arbeiða við
teldum hjá Com Data. Hann
hevur síðani havt ymisk teldu-
arbeiði, men av tí, at broyting-
arnar innan teldurheimin eru
nógvar innan stutta tíð, var
ógvuliga ringt at fylgja við.
– Syntetisk tala varð brúkt, har
eg arbeiddi. Tað vil siga, at
forritið lesur tekstin upp, sum
kemur fram á skermin. Men
hetta gjørdist eitt sindur ov
strævið, og Uni valdi tí at gevast.
Uni hevði áðrenn hann
gjørdist blindur hugsað um at
gerast fysioterapeut, ella
vøddamýkjari, men hetta hevði
ikki verið meira enn ein tanki,
sum hann spældi sær við. Men tá
danska limablaðið fyri blind lýsti
við, at tey fóru at skipa fyri
einum skeiði upp á tríggjar vikur
fyri at síggja um áhugi var
millum blind at gerast vødda-
mýkjarar, tók Uni møguleikan.
Níggju skeiðluttakarar vóru,
har lærarin so skuldi meta um,
hvørt áhugin var nóg stórur til at
byrja undirvísing ella ikki. Hetta
var um heystið í ár 2000.
1. februar í fjør byrjaði Uni so
upp á útbúgvingina, sum
tilsamans hevur tikið hálvt annað
ár. Sjey av teimum níggju
skeiðluttakarunum fóru undur
útbúgvingina.
– Tað er ikki líka lætt at fara
undir útbúgving tá tú ert blindur,
Ongin trupulleiki at fáa
útbúgving uttan upprit
Hóast 33 ára gamli Uni Rasmussen í Søldafirði er blindur, so hevur hann
ikki havt trupulleikar við at fáa eina útbúgving. Í summar varð hann
útbúgvin vøddamýkjari, og hevur hann longu nógv arbeiði at tríva í
Framhald á síðu 2
Uni Rasmussen, sum hevur verið blindur í meira enn 12 ár, hevur júst lokið útbúgving sum vøddamýkjari
Mynd: Jens Kr. Vang
19