Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sum tá tú sært, sigur Uni Ras- mussen. – Ikki ber til bara at taka eina bók og sláa upp. Men vit høvdu tað mesta á bondum, og nakað á teldu. – Nógv brúktu teldu og band- upptakara til upprit/notatir. Tá brúktu tey punktskrift, men eg og ein vinur hjá mær valdu at droppa notatirnar. Vit fingu eisini fleiri ferðir at vita, at tað ber als ikki til at taka eina útbúgving uttan notatir, men tað er ongin trupulleiki. Nógv er at minnast ístaðin fyri, men heldur Uni, at hetta er bert ein vanasak. - Ein kann venja heilan til so nógv, so tað var als ikki so ringt, sum tað kanska tykist. Tað ræður bara um at lurta nóg væl eftir, sigur Uni og smílist. Nógv at gera Prátið byrjar at snúgva seg um Føroyar sum handikapp-land. Uni er av tí sannføring, at tað kundi helst verið handikapp- vinarligari. Men hann vil tó ikki lasta nøkrum fyri nakað. – Ringt er at gera øll nøgd, sigur hann. – Tey blindu vilja jú hava kantar at føla, so tey nøkunlunda vita, hvar tey eru. Tey, sum sita í koyristóli, tey vilja hava skrán- ingar, so tey sleppa upp og inn. Tað ræður um at tosa saman og finna loysnir, heldur Uni, sum heldur, at tey, sum sita í koyri- stóli hava størri trupulleikar enn hann sjálvur. Sum heild metir Uni Ras- mussen, at fólk eru við at gerast meira tilvitað um kroppin. Nú hann hevur fingið útbúgving, so er hann tveir dagar um vikuna á Blindastovninum, ein dag á Tavuni í Leirvík og hinar tveir er hann heima á klinikkini, sum hann hevur í kjallaranum heima við hús í Søldafirði. Dagarnar hann er á Blinda- stovninum býtir hann í tvey. Annan dagin brúkar hann til at mýkja vøddarnar á starvsfólki og hjá blindum og sjónveikum. Hin dagin koma fólk úti frá inn at fáa vøddarnar mýktar. – Nógv fólk vitja, og tað er eitt tekin um, at fólk eru meira tilvitað um kroppin. Til dømis á Tavuni, har er undirtøkan ógvu- liga góð. Tey hava eisini brúk fyri tí, tí tey hava eitt hart arbeiði, sigur Uni, sum vísir á, at á henda hátt, so ber eisini til at fanga trupulleikararnar, áðrenn tørvur verður á at fara til lækna. Arbeiðið, sum tú hevur hevur nógv at siga, hvussu kroppurin er fyri. Trupulleikarnir eru ofta bæði kropsligir og sálarligir, og Uni veit eisini um vøddamýkj- arar, sum ganga til vøddamýkj- ara. – Men vit læra at hugsa um okkum sjálvar, tá vit skulu mýkja vøddum, greiðir Uni frá. – Arbeiðsstøður og venjingar . Ein lærir at halda seg sjálvan við líka. Fleiri, sum arbeiða sum vøddamýkjarar eru givin og undirvísa í tí, so har er eisini ein annar møguleiki. Uni sigur, at tað ræður um at duga at spenna og sleppa í kroppinum. Nógv verður undir- víst í sálarfrøði, tí tað er ofta, at trupulleikin als ikki liggur í kroppinum. Har verður denturin lagdur á sjúkdómslæru, og hvar markini eru. Hvar er økið hjá vøddamýkjaranum, og nær skal hann senda sjúklingin víðari til lækna ella sálarfrøðing. Sum er í løtuni hevur Uni eina klinikk í Søldafirði. Her er hann tveir dagar um vikuna, og tað ber til at bíleggja sær tíð hjá honum. Tað sæst týðiliga á honum, at hann hevur funnið sær eitt arbeiði, sum hann er glaður fyri, og Uni sigur eisini sjálvur, at hetta arbeiðið ætlar hann sær at fáast við restina av lívinum. 2 Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ So gjørdi eg tað! Eg setti meg í eitt flogfar og fleyg til Føroya! Onkur sær kanska ikki nakra orsøk til at gera nakrar skreytir burturúr tí - tað gera fólk jú hvønn einasta dag, men eg veit við mær sjálvari, at eg havi vunnið ein stóran sigur! Í august 1983 flutti eg til Dan- markar at lesa. Móti jólum bílegði eg mær flogferðaseðil til Føroya, tí eg vildi heim at halda jól saman við familjuni. Eg var rættiliga bangin at flúgva - eisini tá, men tó ikki so, at eg legðist aftur. Um so var, at óttin fór at klípa meg ov nógv um hjartað, helt eg, at eg kundi halda óttan- um burturi við at fáa mær ein lítlan. Tað hevði hjálpt fyrr, so tað gjørdi eg eisini hesaferð. Um flogfarið gjørdi eitt veiggj, fekk eg mær bara ein lítlan aftrat, og so hjálpti tað eitt sindur. Men veiggini, flogfarið gjørdi, gjørdust dekan ov nógv at enda. Eg var ikki von at drekka SO nógvan sterkan løg. Áðrenn eg visti av, fór alt at sigla fyri mær, og tá vit endiliga vóru um at lenda, var tað nóg so, at eg sansaði tað. Eg ørminnist bara, at flogternurnar søgdu við meg, at vit vóru lend, og at eg skuldi fara úr flogfarinum saman við hinum ferðafólkinum. Men eg var ikki gongufør, so tær máttu leiða meg út og seta meg á fyrsta og besta stólin, har vit komu inn, har eg steinsovnaði! Tveir tímar seinni vaktu toll- ararnir meg. Nú mátti eg taka meg saman, søgdu teir, tí flog- vøllurin skuldi steingjast. Har var einki menniskja eftir uttan eg og tveir tollarar. Eg føldi meg ræðuliga illa. Hvat mundu øll ikki hugsa! Har hevði eg ligið - avdottin! - og øll ferðafólkini, flogternur, -skiparar og tollarar høvdu sæð meg liggja har sum ein skensil! Á den skomm. . . Tá eg skuldi aftur til Dan- markar, gjørdi eg av, at ístaðin fyri at drekka skuldi eg fáa mær eina nervatablett. Tíverri vildi tilvildin, at veðrið var vánaligt tann dagin. Beint sum vit skuldu fara avstað komu boð úr hátal- aranum, at fráfaringin var seinkað orsakað av tekniskum trupulleikum! Eg var alt annað enn rólig. Vit bíðaðu eitt langt og tvey breið, alt meðan vindurin uttanfyri bara vaks og vaks. Hjartað á mær var um at hoppa úr bróstinum. Nervatablettin virkaði slettis ikki, sum eg hevði væntað. Tað var sum um eg bara gjørdist enn meira óttafull, ístaðin fyri at slappa av. Tá tveir tímar vóru farnir, søgdu tey endiliga, at nú var klárt at fara, men tá var eg so strongd, at panikkurin lá beint undir húðini. Eg fór inn í flog- farið og setti meg bara at blunda. Flogfarið ristist so illa í vindin- um, har tað stóð stilt á vøllinum, so eg helt okkum langt síðani vera farin. Tá vit endiliga fóru upp, kendist tað fyri meg so ógvusligt, at óttin kom sum eitt óløgi aftanífrá og tók meg heilt av fótum. Eg rópti í hjartans angist. Eg græt og klípti gentuna, ið sat við liðina á mær, so hon varð bæði gul og blá. Børn fóru at gráta, og foreldrini skeldaðu meg - søgdu, at tað var eg, sum gjørdi børn teirra bangin. Í samfullar góðar tveir tímar, sum ferðin vardi, var eg mest sum frá mær sjálvari, hóast flogternur og onnur royndu at tosa meg til vit og skil aftur. Men har hjálpti einki. Tá vit endiliga vóru lend, var eg so snópin um atburðin hjá mær, at eg lovaði mær sjálvari, at eg aldrin skuldi útseta meg sjálva ella nakran annan fyri at flúgva aftur saman við mær! Hetta lyfti helt eg í fimtan ár. So fekk eg bjóðað eina ókeypis 16 daga ferð til New York, har eg skuldi hitta navnfram ameri- konsk filmslistafólk, umframt at eg kundi fáa eitt ókeypis skeið móti flúgviótta! Tað var eitt tilboð, sum sjálvt ringasti flúgvióttin tó ikki kundi halda meg frá at taka av. Eg gjøgnumførdi tríggja daga skeiðið og tað tók broddin av óttanum onkusvegna. Eg fór upp í flogfarið og kom til New York og heimaftur í øllum góðum. Óttin spøkti meir enn so, men eg var langt frá panikkinum. Hetta var mín fyrsti sigur. At flúgva til Føroya var tó enn eitt ov stórt stig fyri meg at taka. Fýra ár skuldu ganga, áðrenn eg tók meg saman at flúgva henda- vegin. Men tað havi eg so júst gjørt í seinastu viku! Tað var slettis ikki so ringt, skal eg heilsa og siga! Eg kláraði tað við at hugsa positivt og ikki loyva mær sjálvari at plága sinnið við øllum møguligum ræðumyndum, men ikki minst takkað verið stak fitta starvsfólkinum á Atlantic Airways, flogternur, sum vóru um meg, flogskipararnir, sum eg slapp fram at tosa við eina løtu, og so tey hugnaligu ferðafólkini, eg kom at sita undir liðini á. Hóast munagóðan vind (15 sekundmetur) av landsynningi í Vágum og eina eitt sindur 'rufluta' lending ígjøgnum Sørvágsfjørð orsakað av tí, lat eg ikki óttan fáa tamarhald á mær - andaði bara djúpt og gav meg í Harrans hendur. Eg eri so himmalsfegin! Tí nú veit eg, at eg tori aftur. Hurrá fyri at vera sloppin úr klørnum á flúgvióttanum, sum hevur verið eitt fongsul fyri meg í 19 ár! Nú kann eg ferðast til Føroya - ja, um allan heim - nær tað skal vera! Er nakað størri enn at vinna sigrar móti sær sjálvari? Eg vann á flúgvióttanum! Elin Heinesen skrivar: Framhald av forsíðuni – Fleiri søgdu við meg, at tað bar ikki til at fáa eina útbúgving uttan notatir, men tað var ongin trupulleiki. Tað er bert at venja seg við at minnast, sigur Uni Rasmussen Mynd: Jens Kr. Vang Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002 3 VINARLAG Rúna Sivertsen Í 1946 fór Signhild, sum so mangar aðrar gentur tá á døgum, út at tæna, sum tað vanliga varð rópt, tá gentur fóru í húsligt pláss. Leiðin gekk suður til Vágs, har hon skuldi verða arbeiðskona hjá Mariu og Poul Hammer. Maria var skræddari, og í kjallaranum høvdu tey matvøruhandil. Maria og Poul seldu eisini heilivág, og á bryggjuni, hevði Poul kiosk. Ingrid, systir Signhild, var gift og búði í Vági, og hon yvirtalaði hana at koma suður at vera. Í Vági kom Signhild at kenna toftagentuna, Jenny. Hon var eisini komin suður at tæna og var í húsplássi hjá Lenu, sum var av Toftum og manninum, Ansgari Niclasen; tey høvdu bókahandil í Vági. Stutt var millum bókahandilin og húsini hjá Poul í Hovi og skjótt rann saman millum tær báðar avbygdagenturnar. Hvønn mikudag høvdu tær frí, sum siður var fyri arbeiðsgentur, og um kvøldið var arbeiðskonu- dansur. Tær minnast báðar við smíli aftur á hesa tíðina. Tá var ikki sum nú. At bjóða sjeikum inn, var ikki tað fyrsta tú gjørdi tá á døgum. Nei, onkur lítil mussur afturundir einum húsaveggi, ella um tú vart heppin, ein løta á køksbeink- inum; tað var tað heila... Gøturnar skiltust Nakað eftir, at tær vóru komnar at kennast, fór Jenny niður til Danmarkar at arbeiða. Vegir teirra skiltust, og tær hoyrdu ongantíð nakað til hvørja aðra aftur. Av og á fregnaðist Signhild eftir Jenny og royndi at fáa okkurt at vita um hana, men eingin, hon spurdi, kendi hana ella vist nakað um hana at siga. Jenny visti, at Signhild var blivin gift har suðuri, og at hon átti tveir synir. Hon hugsaði um Signhild gjøgnum árini, men setti seg ongantíð í samband við hana. Ein dagin í vár, var Signhild og vitjaði systkinabarn sítt í Havn. Har sær hon blaðið, Land & Fólk, har søga er um Axel uppi á Hellu á Toftum. Á einari av myndunum situr Jenny mill- um brøður sínar, Axel og Milla. Tá hon segði við systkina- barnið, at hon einaferð kendi eina toftagentu, sum kallaðist Jenny, svaraði hon henni, at hendan Jenny var gift á Sandi. Hóast Signhild ikki visti, um hetta var tann Jenny, hon einaferð kendi, tók hon kortini kjansin og ringdi til hennara. - Hetta er Signhild; er tað Jenny? Tað gjørdist deyðakvirt í hinum endanum eina løtu. - Eg gjørdist kløkk, tá Signhild ringdi, sigur Jenny. Hon sigur, at hon als ikki hevði roknað við, at Signhild fór at ringja so nógv ár eftir. Men skjótt gekk prátið lívliga, og Jenny beyð Signhild at koma suður til Sands til sín at ferðast. Sum tað var í gjár Ein dagin í juli í ár fór Signhild avstað til Sands at vitja ungdómsvinkonu sína, Jenny. - Eg var sjálvsagt spent at síggja hana aftur, og hon var spent at síggja meg, sigur Signhild. - Eg hevði sagt henni, hvussu littur frakkin hjá mær var, so hon kundi kenna meg, tá eg kom í land av Teistanum, greiðir hon frá. Dóttir Jenny, Guðrun, tók ímóti Signhild á bryggjuni, meðan Jenny bíðaði í bilinum. Tað var ógvuliga stuttligt at síggja hvørja aðra aftur, eftir so nógv ár og vit høvdu nógv at práta um, siga tær báðar. Dagurin rakk ikki til, og vit máttu taka náttina til prát eisini, sigur Signhild flennandi. Nú tær báðar hava funnið hvørja aðra aftur, sleppa tær ikki sambandinum so. Hvørja viku tosa tær í telefon saman, og framyvir ætla tær at ferðast hjá hvørji aðrari. »Eg trúði, tú var deyð, Jenny« Tað skuldu ganga 56 ár, til tær hittust aftur, Signhild Samuelsen úr Klaksvík og Jenny Olsen av Toftum. Sum blaðungar fóru tær til Vágs at tæna, og har gjørdust tær bestu vinkonur Triðja bókin um Steffi og Nelli Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út ungdómsbókina Havsins dýpi eftir Anniku Thor ÚTGÁVA Í fjør gav Bókadeildin út bókina Oyggin í havinum og í vár eisini Nykrósutjørn, sum vóru fyrsta og onnur bókin í røðini av fýra, sum Annika Thor hevur skrivað. Og nú kemur triðja bókin: Havsins dýpi. Karl N. Han- sen týddi. Bøkurnar kunnu verða lisnar leysar hvør av aðrari. Í undanfarnu bókunum hoyrdu vit um, tá ið Steffi og lítla systir hennara, Nelli, vóru sendar úr Wien í Eyst- urríki til Svøríkis at vera, tí týskarar høvdu hersett heim- land teirra. Steffi var tá 12 ára gomul, og Nelli nøkur ár yngri. Mamman og pápin vóru eftir í Wien, tí tey fingu ikki loyvi at fara. Í Havsins dýpi er Steffi vorðin 15 ára gomul og er í Gøteborg, har hon gongur í framhaldsskúla. Nelli er eftir í oynni. Kríggið er ikki endað enn, og Steffi og Nelli eru bangnar um mammuna og pápan, sum eru í fanga- leguni Theresienstadt. Gent- urnar gerast eisini, sum tíðin líður, meiri svenskar, og hetta er ein stórur trupulleiki hjá Steffi. Steffi býr hjá vinkonuni Maj og teimum í Gøteborg. Men besta vinkona hennara í oynni, Vera, gongur aðrar leiðir. Tær tríggjar javn- gomlu genturnar, Steffi, Maj og Vera eru nú um at gerast vaksnar. Eitt afturvendandi evni, sum hevur verið viðgjørt í undanfarnu bókunum, er sambandið millum Steffi og strongu fosturmammuna. Í hesi bókini loysnar knúturin eitt sindur, og kærleikin, sum veksur teirra millum, sleppur dyggiliga at standa sína roynd, men Steffi verður ikki svikin. Havsins dýpi er 183 bls. og kostar kr. 140 í bókabúð- unum. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Hestprent, Tórshavn. - Tað var ógvuliga stuttligt at síggja hvørja aðra aftur eftir so nógv ár, siga tær báðar, Signhild Nolsøe úr Klaksvík (t.v.) og Jenny Hentze av Sandi. Signhild er dóttir Gudrun og Ole Martin Samuelsen. Hon giftist við Johan Nolsøe úr Vági. Fyrstu árini búðu tey har suðuri, men fluttu seinni til Klaksvíkar at búgva. Tey eiga synirnar, Jógvan Leivur og Eyðun. Jenny er dóttir Elisabeth og Guttorm Olsen á Toftum. Hon giftist til Sands við Mads Winther Hentze. Tey eiga børnini, Richard, Lis og Guðrun. (Mynd: Guðrun Hentze Dalsgaard) C M Y K 21 20