leygardagur 19. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002
VEÐRAHALD
Áki Bertholdsen
Hetta er tíðin, tá ið mesta prátið
úti um landið snýr seg slakt.
Ymiskt er, hvat fólk halda vera
gott slakt, men hjá suðuroying-
um er ongin ivi: Tað eru veðr-
arnir. Fáa staðni verður gjørt so
nógv burturúr veðrahaldi sum í
Hvalba, sum við sínum 98
merkrum og 13 gyllinum er
størsta markatalsbygd í landin-
um.
Fyri at bøta um slagið fóru
hvalbingar fyri nøkrum árum
síðani at hava veðrasýningar fyri
at skilja teir vakrastu veðrarnar
burturúr og í eini roynd at lúka
tað vánaliga slagið og seyð við
breki, burtur. Teir sýna bæði
brundlombini og veðrarnar, ið
eru veturgamlir og eldri.
Síðani tá er seyðurin alsamt
batnaður, men í ár er eitt stórt
afturstig hent, tí teir, sum vóru
við í veðrasýningini hesuferð,
vóru onki at reypa av.
Eliesar Poulsen, sum í síni tíð
tók stig til sýningarnar, sigur, at
hesu ferð vóru 41 veðrar við í
sýningini.
Veðrarnir eru í tveimum bólk-
um Teir veturgomlu vóru fyri seg
og teir eldru vóru fyri seg. Men
tað vóru bara tríggir veðrar í tí
seinna bólkinum, tveir tvævetur
og ein trævetur.
Men tað eitt vónbrot, at ongin
av veðrunum kundi fáa fyrstu
virðisløn í ár, tí teir høvdu allir
ymisk brek.
– Tað merkiliga var, at veðrar,
sum fingu fyrstu virðisløn í fjør,
tá ið teir vóru lomb ella vetur-
gamlir, vórðu versnaðir so nógv í
útsjónd seinasta árið, at hesuferð
fingu teir bara aðru virðisløn,
ella vórðu rætt og slætt koll-
dømdur.
Dómararnir í veðrasýningini
vóru aftur í ár teir tríggir Petur
Karl av Rana av Tvøroyri, Óli í
Hjøllum úr Porkeri og Frits Poul-
sen úr Sumba og teir hava onga
forkláring uppá, hví standurin er
so vánaligur í ár og, hvussu tað
ber til, at veðrar, sum vóru
úrvalsveðrar í fjør, eru blivnir so
vánaligir hetta seinastu árið, at
teir ikki fingu virðislønina aftur í
ár, ella máttu kolldømast.
Úrslitið var sum sagt, at ongin av
teimum 41 veðrunum fingu
fyrstu virðisløn og helvtin fekk
aðru virðisløn, einir 12 fingu
triðju virðisløn og einir 10 vórðu
kolldømdir.
Eliesar Poulsen heldur, at tað
tykist sum um veðrarnir yvir-
høvur eru slakari í ár til útsjónd í
ár, enn teir plaga at vera.
Hjá nógvum veðrum vóru tað
serliga beinini sum vóru nógv
viknað. Eliesar Poulsen sigur, at
ein meting er, at orsøkin er, at
teir hava bara gingið á eini trøð,
har lendið er so bleytt, at beinini
vikna.
– Ein onnur meting er, at
seyðaslagið fer aldrin at batna,
fyrrenn eisini gimburlombini
verða sýnað, tí lombini arva
nógv fleiri eginleikar frá ærini
enn frá brundinum, so tað nyttar
onki bara at sýna brundarnar,
sigur Eliesar Poulsen.
Men hann sigur, at tað er eitt
so stórt tiltak at sýna gimbur-
lombini eisini, at tað eru ongar
ætlanir um tað í fyrstu syftu,
men tað hevur stóran týdning at
ansa eftir, at velja tey góðu
gomburlombini burturúr at seta
við.
Seinni verða eisini sýningar í
øðrum bygdum í Suðuroynni,
men tað er bara í Hvalba, at
veðrar, sum eru veturgamlir, og
eldri, verða sýnaðir.
Tað er ilt at meta um, hvussu
nógvir veðrar eru í bygdini, men
ein kanning , sum 9. flokkur í
Hvalba gjørdi fyri nøkrum árum
síðani, segði, at hvalbingar hava
útvið 700 veðrar um árið. Tað er
næstan ein uppá fólkið.
Stóran ómak
Tað er ikki fyrrenn eftir kríggið,
at veruligt veðrahald fór at taka
seg upp her á landi. Fyrst og
fremst var tað í Suðuroy, her tað
nú er ein høvuðstáttur í seyða-
haldinum, men síðani er tað
blivið alt meiri vanligt kring alt
landið at hava veðrar.
Fyrr vóru veðrarnir at kalla
bara havdir til brundseyð, og teir
vórðu sjálvdan dripnir fyrrenn
teir vóru tvævetur ella trævetur
og onkuntíð fýra ára gamlir.
Menn gjørdu sær stóran ómak
at fáa góðan seyð til brund, og
tað var ikki óvanligt, at fleiri
keyptu sær veðr til brund í felag.
Onkuntíð royndu teir eisini at
ganga nýggjar leiðir. Einaferð
fyrr í farnu øld fingu hovbingar
ein kollutan veðr, sum teir vóru
øgiliga spentir uppá, tí tann
kolluti seyðurin hevði bøllutari
krov enn hornaseyðurin.
Men tann royndin miseydn-
aðist púrasta, tí hornaseyðurin
mundi beint fyri honum, tá ið
teir stangaðust, og teir máttu taka
hann inn fyri at bjarga honum.
Ofta verður sagt, at seyðurin í
Suðuroynni er minni enn seyð-
urin norðanfjørðs og at tað er ein
orsøk til, at serliga suðuroyingar
fóru at fáa sær veðrar.
Men tað er ikki øll frágreið-
ingin, tí suðuroyingar hava
sanniliga eisini góð lomb, og
hóast tey eru minni, er kjøtið
gott og tað eru eisini smá lomb
norðanfjørðs.
Eliesar Poulsen heldur, at ein
orsøk er, at tá ið vanlig húsarhald
hildu uppat at hava kúgv, bleiv
nógv hoyggj til avlops, og so
funnu menn uppá at føða sær
lomb inni um veturin.
Tað sigst, at ein kúgv etur
ímóti seks inniføddum seyðum,
so tað skilst, at tá ið ongar kýr
vóru longur, bleiv nógv hoyggj
til taks.
Tað er ymiskt, hvat menn
leggja dent á, tá ið teir velja út
lomb at hava til veðr. Summi
seta tey bestu lombini við fyri at
fáa so feitar veðrar sum gjørligt.
Men tað mest vanliga er at seta
tey vánaligastu lombini við, sum
onki slakt hevði verið í kortini.
Og tað skerst ikki burtur, at tað
eru tey vánaligu lombini, sum
taka mest við sær. Tey kunnu
lættliga tvífalda ella enntá
næstan trífalda vektina til heystið
eftir, tá ið tey verða dripin. Uppá
seg fæst sostatt mest burturúr við
at seta vánalig lomb við.
Eliesar Poulsen sigur, at um-
framt støddina, ger hann eisini
eina heildarmeting av lombinum,
hann skal hava til veðr og kann-
ar eftir um kleyvar og horn eru
ílagi, tvs, at hann stendur væl á
beinunum og at hornini t.d. ikki
veksa inn í høvdið. Tá í kleyvar
og horn ikki eru ílagi, mistrívist
seyðurin og tað er nógv meiri
stríð av honum. Tað kann verða
neyðugt at saga av hornunum,
ella at seta spenni í og hann
tekur ikki so væl við sær, sum
hann annars eigur.
Ja, ein veðrur, sum vigar um
50 pund, ella gott tað, er eitt gott
krov. Men krov valdast. Er
seyðurin lítil, kann krovið verða
gott, um tað vigar ikki meiri
nøkur og fýrati pund.
Trúgv og gomul heimaráð
Men tað slepst ikki uttanum, at
hjá summum er kapping komin í
tað at hava veðr, og tað eru nú
nógvir, sum gera heilt nógv
Í ár var onki at reypa av
Fáa staðni gera tey so nógv burturúr veðrahaldi sum í Hvalba, men í ár
var veðrasýningin eitt vónbrot
Pætur býr í Havn, men hevur pápa úr Hvalba og var komin suður á veðrasýning. Her stendur hann við tyngsta veðrinum á syningini,
hann vigaði 117 kilo
Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002
5
burturúr fyri at fáa teir so stórar
sum gjørligt.
–Teir, sum leggja dent á at
hava stórar veðrar, seta góð lomb
við og føða tey av einslystum.
Tey fáa so nógv, báði av hoyggi
og av kraftfóðuri, sum tey orka.
At fita teir eru eini vísindi heilt
fyri seg, og hvør hevur sína upp-
skrift uppá, hvussu best er at
gera við seyðin. Kraftfóðrið
verður blandað í heilt ávísum
blandingum, og tað eru eisini
teir, sum ganga so høgt upp
hetta, at tað verður dult sum
mansmorð, hvussu teir fóðra
seyðin.
Men ein heimildarmaður hevur
kortini fortalt okkum so mikið,
at skalt tú hava feitar veðrar,
skalt tú eisini geva teimum frans-
breyð heldur enn rugbreyð.
Annars ganga søgur um at teir
allar ivrigastu geva veðrunum
putursukur fyri at fáa teir at fitna
og nervatablettir fyri at halda teir
róligar, so teir ikki skulu renna
holdið av sær aftur.
Sjálvur heldur Eliesar Poulsen,
at kraftfóður, sum verður givið í
skýmingini, tá ið seyðurin er
liðugur at eta fyri dagin og legg-
ur seg, hildnast betur enn tað,
sum verður givið aðrar tíðir á
degnum.
Hann sigur, at skal veðrurin
verða feitur, er ikki bara at fóðra
hann væl. Tað er eisini neyðugt
at gera væl við teir í aðrar mátar
eisini.
– Tað er umráðandi at hann
stendur turt, og at tað er reint
inni. Annars trívist hann ikki. Nú
er vanligt at hava krubburnar upp
frá gólvinum, tað er turrari,
reinari og lættari at reinsa. Men
tað er ógvuliga umráðandi, at tað
ikki er trekkur eftir gólvinum og
upp undir búkin á veðrunum.
Gamalt er fletta veðrar á
mikkjalsmessu, sum er 29.
September. Men tað skal takast
við fyrivarni, tí tað er eisini
neyðugt at passa sær løgir og at
fletta eftir terranum.
Tó ber heldur ikki til at bíða
ov leingi, tí so fara teir at gima,
tað er at teir eru klárir at brunda.
Tá gongur herviligur roykur at
teimum, serliga ímillum hornini.
Tað setir eisini í kjøtið, so tað
verður herskið og smakkar illa.
Gomul heimaráð eru at stoyta
brennivín í veðrin, beint áðrenn
hann verður flettur og so bíða
eina løtu, til tað er komið runt
við blóðinum. Tað skal taka
gimasmakkin úr kjøtinum. Aðrir
siga, at er veðrurin farin at gima,
er bara at bíða til lágætt verður
aftur, tí so fer tað av teimum
aftur, og so er ongin vandi fyri
kjøtinum. Uppaftur aðrir siga, at
líður út, er tað betri at taka
veðrin upp ímóti fullmánað, tí tá
er vandin fyri giming minni.
Tað ber til at bíða við at fletta
veðrarnar til hálvan oktober, men
so mugu teir takast.
Í ár hevur terrin verið óvanliga
vánaligur , tí tað hevur verið ov
lýtt, og tí hava flestir bíðað sum
longst at taka veðrarnar og teir
flestu flettu ikki, fyrrenn seinasta
vikuskiftið.
Verðar kunnu verða tungir at
tumma, tí skinnið situr so fast.
Eliesar Poulsen sigur, at hann
hevur hoyrt tey ráð, at hann skal
gera skinnið vátt, so skal tað
vera lættari at tumma. Men hann
hevur ikki roynt tað sjálvur og
hann veit onki um, at tað hjálpir.
Tað verður sagt, at tað er verri at
tumma, tá ið tað er kalt í veðr-
inum, men tað heldur Eliesar
ikki, í hvussu so er ikki tá ið
talan er um feitan seyð.
Men tíðir broytast og nú hava
fleiri fingið sær talju og spæl at
fáa skinnið av við, so nú er tað
eitt spæl at "tumma" siga teir.
Hjá Eliesari er tað umráðandi
at hann slær høvdið tríggjar
ferðir í hálsin, tá ið hann hevur
svavt og skorið tað av.
– Teir gomlu trúðu, at hetta
gav seyðaeydnu og tað trúgvi eg
eisini uppá, sigur hann.
Reinførið er sera umráðandi,
bæði fyri at fáa krovið nossligari,
men ikki minst fyri at sleppa
undan ymsum sjúkum og tí er
altíð at hava nóg mikið av vatni
og lappar við.
Hinvegin eru tað nógv, sum
siga, at tað er ikki lukkuligt, at
vatn kemur at kjøtinum.
Fyrr brúktu tey onkuntíð
beinini at turka blóð upp við
innan úr krovinum, fyri ikki at
brúka lappa, men Eliesar heldur
ikki, at vatnið ger mun, og noss-
ligari er tað.
Men eitt, sum brýtur frá í
Suðuroy afturímóti norðanfjørðs,
er sperðilin.
Norðanfyri verður sperðilin
fyltur við tálg og etin afturvið
røstum fiski .Tað verður at kalla
ikki gjørt í Suðuroy.
Tá ið suðuroyingar hava vent
sperðilinum, verður hann fyltur
við kjøti, sum er skorið í smáar
bitar og kanska onkrum tálgar-
mola inn ímillum. Tað, sum
verður fylt í sperðilin, er sum
oftast nýruni, lundini, tindin og
annars bitar, sum verða skornir
burturav ymsastaðni á krovinum
at nossla tað. Sperðilin verður
síðani hongdur upp at ræsa. Tá
ið hann er passaligur, verður
hann kókaður við væl av salti í
løginum og etin til døgverða.
Summi steikja sperðilin feskan
og hava brúna sós afturvið.
Virðislønir
Á Veðrasýningini í Hvalba verða
fleiri virðislønir lætnar. Virðis-
lønir verða bæði fyri vakrastu
veðrarnar og fyri tann tyngsta
veðrin.
Tann, sum hevði tyngsta
veðrin av øllum, var Kristin
Jacobsen, tað var ein tvævetur
gamal veðrur, sum vigaði 117
kilo. Hin sami veðrurin vigaði
102 kilo í fjør, tá ið hann var
tann tyngsti, veturgamli veðrurin
á sýningini.
Niels Jacob Thomsen átti átti
tyngsta veturgamla veðrin, hann
vigaði 96 kilo.
Vakrasta tvævetur veðrin átti
Eliesar Poulsen sjálvur. Tað var
ein veðrur, sum vigaði 95 kilo,
hann var 89 sentimetrar høgur,
104 sentimetrar um bringuna og
20 um mjóryggin. Næstbesti
tvævetur gamli veðrin var áður-
nevndi veðrur hjá Kristini
Jacobsen, sum vigaði 117 kilo.
Hann var 96 sentimetrar høgur,
112 sentimetrar um bringuna og
22 um mjóryggin. Nummar trý
av teimum eldru veðrunum, var
ein hjá Honnu Villumsen. Hann
var trý ára gamal og vigaði 92
kilo, hann var 86 sentimetrar
høgur og 104 um bróstið og 20
sentimetrar um mjóryggin.
Vakrasta veturgamla veðrin átti
Hartvig Hammer, hann vigaði 88
kilo, hann var 83 sentimetrar
høgur, hann var 100 um bróstið
og 19 um mjóryggin. Nummar
tvey átti Allan Sveinbjørnsson,
tann veðrurin vigaði 86 kilo,
hann var 86 høgur, 102 um
bringuna og 19 sentimetrar um
mjóryggin. Nummar trý var ein
hjá Jens Paula Berg, hann vigaði
80 kilo, hann var 81 sentimetrar
høgur, 98 um bringuna og 19
sentimetrar um mjóryggin.
Betri enn væntað
Annars hevur slaktið í ár hilnast
betur enn væntað. Hvalbingar
hava dripið og teir veturgamli
viga 58-59 miðal og tað eru teir
væl foreintur við.
Hvørt ár er ein ávís kapping
um feitasta veðrin og uttan ivað
hevur tað ikki linkað kappingar-
hugin, at Restorff hevur lovað
nakrar ølkassar til tann, sum fær
tann feitasta veðrin. Feitasti
veðrur, vit hava hoyrt um í
skrivandi løtu, sum var mána-
dagin, var tann hjá Tom Willy
Magnussen í Vági, sum gjørdust
landskendur í Degi og Viku
seinasta fríggjakvøld. Hann
vigaði 113 pund og tað var eitt
sindur minni enn væntað, tí
menn høvdu skotið uppá, at hann
fór at viga í hvussu so er oman
fyri 120 pund, men so ymiskt er,
hvussu teir roynast.
Í Porkeri eru veðrarnir í flokki
fyri seg. Teir høvdu nógvar
veðrar eftir at drepa, mánakvøld-
ið, tá ið evstamark var til at fáa
hesar reglurnar lidnar til
Sosialin, men treyðugt so, onkur
góður var upp í millum, og teir
høvdu havt nakrar tvæ- og
trævetrar, sum vigaði beint yvir
100 pund. Og so hevur ein
porkenningur eisini dripið ein
gimbraseyð, sum vigaði snøgt
100 pund og tað munnu ikki vera
nógvar av slíkum kalibur.
Eisini tey yngru eru forvitin og spent og halda seg framat, tá ið veðrasýning er. Fremst á
myndini er Kenneth, næstfremst, Jón Heini og aftasti drongurin er Fróði
At hava veðrar er einn mannfólkaítriv. Einasta konufólk,sum hevði veðr á sýningini, var Óluva
Villumsen og hon fekk steyp fyri at eiga triðvakrasta veðrin av teimum, sum vóru tvævetur og
eldri
Teir tríggir dómararnir leggja saman og draga frá dygdir og veikleikar á teimum ymsu veðrunum, áðrenn greitt er,
hvør skal fáa steypini. Frá vinstru eru teir Óli í Hjøllum, Frits Poulsen og Petur Karl av Rana
C
M
Y
K
23
22