leygardagur 19. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fjórði og seinasti partur
Kim Simonsen
Nærum eingir søgufrøðingar,
ella bøkur annars um Føroyar,
hava tikið Panumsa bók um
meslingar í Føroyum í 1846 við
í teirra arbeiði. Hans Jacob
Debes nevnir ikki Panum við
einum orði, hvørki í tí nýggju:
"Færingernes land — Historien
om den færøske nutids op-
rindelse", ella t.d. bøkur sum:
"Politiska søga Føroya 1814 til
1906", hava Panum við.
Leita vit okkum til heilt nýggjar
bøkur um føroyska mentan, so
sum bókin hjá Tom Nauerby:
"No Nation is an Island —
Language, Culture and national
Identity in the Faroe Islands", frá
1996, so finna vit hjá hesum
heldur ikki nakað um Panum,
sjálvt um tær fyrstu eitt hundrað
síðurnar eru um føroyska søgu.
Heldur ikki John West hevur eitt
orð at siga um Panum í bókini:
"Færøerne — En nation og dens
historie". Hetta er tó nevnt í
onkrum leksikonverki, so sum
hjá Heina Madsen: "Færøerne i
1000 år".
Hjá føroyaserfrøðinginum
Jonathan Wylie er støðan ein
onnur. Í bókini: "Faroe Islands
— Interpretation of History",
møta vit Panum sum heims-
kendan lækna, ið setti Føroyar á
heimskortið. Vit skulu minnast
til, at læknar um allan heim hava
lisið Panumsa bók heilt upp til
okkara tíð. Amerikanski
antropologurin Wylie siterar
Panumsa arbeiði og hugleiðingar
um Føroyar, serliga eru tað um
kvøldsetu og roykstovuna í 1846.
Wylie siterar stór brot um
Panumsa møti við føroyska
kjarnan í mentanini, roykstov-
una. Wylie heldur, at Panum var
heldur kræsin, men at hann hevði
rætt, at hesin parturin var stórur
og týðandi táttur í føroyska
samfelaginum. Eftir brotið um
Panumsa uppliving av roykstovu-
mentanini í Føroyum, skrivar
Wylie um, hvussu Hammers-
heimb skrivar um hetta sama
fyribrigdið, og tekur til, at hjá
hesum møta vit einari romanti-
sering av fólkamentanini, av
bæði roykstovuni og kvøldsetuni,
ið er í samsvari við almennan
tjóðskaparromantikk. Wylie er
heldur ikki so hugtikin av Niels
Winthersa tonkum um, at søgnin
í Føroyum sendi eina glæmu av
skaldskapi á lív føroyinga. Menn
sum Panum og Niels Winther eru
beinleiðis mótsetningar, - Panum
ein heldur turrisligur lækni,
meðan Winther løgfrøðingurin,
føroyingurin og politikarin, ið
vildi hevja fortíð Føroya til æru
og sóma, og á henda hátt vekja
føroyingin við at skriva um
fortíðarbrøgd, fyri at stuðla undir
eina tjóðskaparliga kjølfestu hjá
tí einstaka.
At umboða Føroyar
Wylie hevur í bók síni áhugavert
kjak um søguligar keldur, og
hvussu tær kunnu brúkast av
etnologum og antropologum
innan vísindi, men hann leggur
afturat, at í Føroyum hava vit
eina sera langa søgufatan. Hann
legði til merkis, at fólk sum heild
vistu nógv um t.d. hvussu bygdin
tey komu frá varð grundløgd.
Tey vistu um søguligar persónar,
sum Magnus Heinason, men
eisini, at bókmentir og søga eru
eins umráðandi millum føroy-
ingar sum t.d. ættarbregi er mill-
um onnur fólk.
Wylie tekur til, at:
"Einki fólk er uttan fortíð, men
ymisk fólk minnast hesa meiri
ella minni væl, og leggja meiri
ella minni týdning til søguna.
Somuleiðis minnast ymisk fólk
søguna á ymiskan hátt og av
ymiskum orsøkum. Føroyingar
eru á tí eina endanum á hesum
skala. Teirra minni er sekulert
skapt, og ein varði í teirra felags
samleika, og serstakliga langt er
hetta minni. Í søgnunum og í
kvæðunum ferðast søgan, somu-
leiðis er henda søga merkt av
eini ávísum tunnleika, brotum og
er litt av søgn."
Hetta skapta minnið er merkt av
søgn, av mytum og ikki so nógv
av fakligari væl úr hondum
greiddari søgufrøði. Amtmaðurin
Chr. Pløjen var sum Panum
áhugaður í at broyta sosial kor í
Føroyum. Atfinningarnar hjá
Panum komu í einari tíð, har
patriotisman var spírandi og
komu tí at skapa stórt kjak og
øði. At taka slíkt við í vanliga
søgufrøði, hoyrir ikki til "rari-
tetskabinettið", men er partur av
søgu okkara, ið er eins áhuga-
verd sum mangt av tí sum
politikarar hava gjørt ella sagt.
Út frá sjónarmiðunum hjá Wylie
møta vit eisini søguvísundi, tá
hon er best. Hon setir spurnar-
tekin við alt, søgufatan okkara
og sjónarhornið hjá føroyingum.
Wylie meinar, at ymisk fólk
minnast søguna meiri ella minni
væl, og leggja meiri ella minni
týdning til søguna. Somuleiðis
minnast ymisk fólk søguna á
ymiskan hátt og av ymiskum
orsøkum. Føroyingar eru á tí
eina endanum á hesum skala.
Teirra minnið er sekulert skapt,
og ein varði í teirra felags sam-
leika, og serstakliga langt er
hetta minnið. Í sagnunum og í
kvæðunum ferðast søgan, somu-
leiðis er henda søga merkt av
eini ávísum tunnleika, brotum og
er litt av søgn, har serliga hin
tjóðskaparliga søgufrøðin skapar
og fastheldur eldri og nýggjar
mytur. Føroyaserfrøðingar sum
t.d. Tom Nauerby, John West og
Jonathan Wylie halda allir á við
at skriva um, at Føroyar eru eitt
sera tjóðskaparligt øki, við nógv-
um og ógvusligum málstríði og
nationalismu. Hetta tarnar tó ikki
føroyingar sjálvar, ið enn sum
áður, halda tað at vera tjóð-
skaparligur ikki kann hava nakað
við nationalismu at gera, og at
orðið siður ella siðbundi bert er
positivt.
Søga og sannleiki
Neyðugt er, at vit læra at líta at
søguni við eini neyðugari frá-
støðu, og ikki bert enda í
politiskum stríði. Tá vit hava við
føroyska søgufrøði at gera, tosa
vit nærum bert um tjóðarsøgu-
frøði, ið er tað sama sum søgan
hjá tjóðini. Tann akademiska
historiografiin varð skapt í 19.
øld. og í byrjanini av 20 øld. sum
liður í einari romantiskari tjóðar-
bygging, har nærum allar tjóðir
fingu hópin av góðkendum
tjóðarsøgufrøðingum, ið sungu
tjóðini prís. Søgan verður havd á
lofti sum sannleikavitnið, tá vit
tosa um bólkar ella tjóðir við
felags mentan. Og tað er helst
aldrin ov seint at skapa sær ein
lukkuligan søguligan barndóm,
ið so eitt hjálandaveldið knúsk-
aði, tí tað er einki í vegin fyri at
skapa søgufrøði á mytiskum
lendi.
Kanska onkur heldur, at
Panum var lækni og bókin hjá
honum er tí "bert" ein læknabók.
Mong halda tí, at henda ikki
hevur áhuga fyri okkum í dag,
fyri søgu okkara, at hon bert
umboðar tað sum heldur løgnar
keldur kunnu geva okkum,
saman við hópin av ferðafrá-
søgnum, bókum og greinum um
vísundaligar ferðir til Føroya,
serliga frá umleið 1810 til 1920.
Eg haldi at hetta ikki er so, at
okkum vantar, at onkur tekur um
slíkar keldur og tekur tær í
álvara. Ymisk fak hava ymisk
áhugamál, og troyta ymiskar
hættir. Í okkara tíð møta vit
einum stórum áhuga í at granska
tær meiri útjaðarakendu og
týdningarlítlu keldurnar. Serliga
ferðafrásøgnir eru áhugaverdar
millum antropologar, etnologar
og bókmentafrøðingar í dag, tí
6
Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002
P.L. Panum og søga okkara
-Panum sum kelda og
føroyafrágreiðing
Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002
7
hesar keldur siga okkum mangan
sera nógv um samtíðina. Bókin
hjá Panum er áhugaverd sum
vindeyga inn í eina kreppu í
Føroyum í 1846. Vit læra um
læknaviðurskifti tá, um hús,
klæðir, mat, sjúkur, reinføri og
aðrar áhugaverdar partar av
føroyskari mentan og materiellari
mentan. Men áhugavert er
eisini, at ferðin hjá Panum skuldi
elva til so stórt stríð. Í hesum
stríði liggur fræið til áhugavert
kjak um føroyska søgu og søgu-
fatan. Eftir Panum útgav bók
sína í 1847, og Erslev skrivaði
um Føroyar í: "Den Danske Stat"
í 1857 kunnu vit síggja fleiri
modernað perspektiv í hesum.
Vit føroyingar hava altíð havt
minst tvey problem, - eitt er
viðurskifti við Danmark, og tað
var júst niður í tað holið í hin
ungi Panum skuldi fella. Føroy-
ingar skrivaðu sera ljótar greinar
um Panum, men Panum vildi
ikki gera Føroyar ella føroyingar
til danir. Hetta sigur hann í 1860,
tá hann endaliga verjir seg
alment. Panum heldur tó:
"Desuagtet er jeg ligesaa fast
overbeviist om, at deres Boligers
Indretning, deres Skotøi og deres
Brødbagning kan forbedres og at
disse Forbedringer, foretagne
paa en hensigtsmæssig Maade,
ville gjøre Moralitetsforholdene
endnu gunstigere, forudsat at
Færingerne for øvrigt bibeholde
deres Levemaade uforandret,
saaledes som den var i 1846."
Um fríhandilin heldur Panum,
at hesin helst eisini vil føra við
sær økta nýtslu av vørum, ið ikki
eru heilsugóðar.
Hitt problemið vísir stríðið um
Panumsa bók eitt áhugavert stríð
á einum metasøguligum støði, tí
her hava vit ein hin fyrsta
bardagan um, hvussu onnur
komu at umboða føroyska
mentan, siðir og ikki minst
finnast at hesum. Okkara
problem er mangan, at vit bert
vilja góðtaka rós, og ikki tola
atfinningar. Í dag um allan heim
uppliva vit eina økta gransking
av keldum, ið hava týdning fyri
mátan vit skilja hvønn annan.
Hjálandavald um allan heim hava
gjøgnum søguna sett í verk
kanningar, ið á ein hátt vildu
legitimera ognarhaldið hjá
hjálandaveldinum, men hinvegin
skuldi hetta síggja út. Men eisini
ferðabøkur og vísundaligar
keldur er forkunnugar keldur,
hesar skulu ikki lesast sum
keldur til okkara tíð, soleiðis
beinleiðis um fortíðna, men sum
skjøl, ið mest siga okkurt um
mátan at skriva slíkt tá, og hin
vegin eisini um tíðina tá.
Ein fordómsfull kelda?
Men er bókin hjá Panum annað
enn ein fordómskend etno-
sentrisk kelda til samtíðina og
einki annað? Er alt tað hann
sigur ikki rætt? Panum sjálvur
sigur, at tað hann førdi fram var
ov satt, og tað var har problemið
var, at hann var ov erligur. Ein av
kritikarunum, presturin Søren-
sen, helt fyri, at Panum ómøgu-
ligt kann hava sæð Føroyar frá
einari góðari síðu, har eini 6000
fólk lógu sjúk. Hetta er sjálvandi
eitt áhugavert argument, men
Panum hevur tó skilt nógv.
Ole Jacobsen skrivaði í 1971 í
útgávuni: "Fra Færøerne: Úr
Føroyum", bind VI, at henda
øðin hjá føroyingum bygdi á
djúpar irrationellar kenslur
mótvegis dønum. Hin ærukæri
Panum hugsaði eitt skifti at
stevna teim, ið vildu hesa æru-
meiðing, men løgfrøðingurin
Chr. Pløyen mælti honum skemt-
andi frá hesum. Ole Jacobsen
heldur, at Panum sjálvur kom við
eini frágreiðing, ið segði hvat var
væntandi, tí hann skrivaði sum
sagt nógv um myrku síðuna í
tjóðareyðkenni føroyinga. Jacob-
sen meinar, at her fanst: "Sociale
masse- og gruppehysteri og den
affekt- og konfliktpsykologi, som
et århundrede senere kom til
lysende udbrud under læge-
affæren i Klaksvík". Við hesum
orðum er greitt, at bókin hjá
Panum, viðgerðin hon fekk og
øll henda søgan eru partur av
okkara søgu, sum ein áhuagverd
kelda, ið hevur uppiborið at vera
lisin.
Nakrar keldur:
P.L. Panum: Iagttagelser
anstillede under Mæslinge-
Epidemien på Færøerne i Aaret
1846 Af Cabd. med. & chir. P.L.
Panum. Bibliotek for Læger,
januar-april. 1847
Fædrelandet nr. 141-152,
1846.
Graba, Carl Julian: Tagebuch
gefürt auf einer Reise nach Färö
im Jahre 1828 von Carl Julian
Graba. Advokaten in Kiel,
mehrerer naturhistorischen
Gesellschaften correspondirend-
em Mitglide. Hamburg, 1830.
Hammershaimb, V.U.: Færøsk
Antologi. 2 vol. Kbh., Køben-
havn, 1891.
Peder Samuelsen Lamhauge:
En paalidelig Efterretning om
Strømmene, ujevne Grunde og
Bouver, samt Fiordenes Brede,
omkring og imellem Færøerne,
tilligemed hvad Bugter, der ere
gode at ankre udi, med videre
som benævnte materialer
henhører: Saavelsom og hosføjet
Appendix om det ferske Vand her
i Landet. København, 1767.
Küchler, Carl: Die Färöer.
Studien und Wanderfahrten.
Munchen, 1913.
Landt, Jørgen: Forsøg til en
Beskrivelse over Færøerne.
Torshavn, 1965.
Leclercq, Jules: La terre de
glace: Féroe —Islande: les
geysers — le mont Hekla. Paris,
1883.
Lehmann, Edv.: Auf den
Färöern. Berlin, 1913.
Lucas Debes: Færoe et Færoa
reserata. Torshavn, 1963.
Nicoll, James: An historical
and descriptive account of
Island, Greenland, and the Faroe
Islands, with illustrations of their
natural history. Edinburg, 1860.
Niels Winther: Færøernes
oldtidshistorie. Torshavn, 1985
Ølgaard, Anders: Færinger —
Frænder — Sprog, historie,
politik og økonomi. København,
1968.
Patursson, Jóannes: Føroya
søga — Úrdráttur úr stjórnar-
laginum. Torshavn, 1939.
Ole Jacobsen: P.L. Panum og
Færøerne. Í: Fra Færøerne — Úr
Føroyum VI. Dansk-færøsk
samfund 1972.
Træskurður úr 19. øld úr Kirkjubø
Romantiskur træskurður úr Kollafirði. Kelda: Illustreret Tidende
C
M
Y
K
25
24