Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 19. oktober 2002 27 SUMMAR OG SØGUR Rúna Sivertsen Við Nýggjaveg í Klaksvík er ein lítil skósmiðja. Har er stuttligt at koma framvið, tí tá skómakarin hevur eina løtu, kann tað altíð henda, at hann er tilreiðar at fortelja eina søgu. Hevur tú søgubókina við sjálv, so er leyst og liðugt beinanvegin. Petur Jacob Højsted er ættaður úr Funningi. Sum ungur kom hann til Klaksvíkar, har hann fór í smiðjulæru á Ídni. Í nógv ár arbeiddi Petur Jakku sum maskinsmiðjur, bæði á sjógvi og landi. Fyri nøkrum árum síðani fekk hann skaða í ryggin sum gjørdi, at hann mátti gevast at arbeiða sum maskinsmiðjur. Men tað fekk ikki Petur Jakku at falla í fátt. Í 1991 fór hann niður at læra seg at umvæla skógvar. Hann arbeiddi eina tíð á trimum skósmiðjum niðri, einari í Haderslev og tveimum í Kolding. Tá Petur Jakku hevði verið í Danmark eina tíð, segði lærumeistarin við hann: "Nu kan du godt rejse hjem til Færøerne". Hann helt, at nú dugdi Petur Jakku tað, sum skuldi til fyri at lata upp eina skósmiðju. Heimafturkomin keypti Petur Jakku sær nýggjar maskinur, og á heysti 1992 fyri smáum 10 árum síðan læt skógsmiðjan við Nýggjaveg í Klaksvík upp. Hentur skósmiðjur Ein skósmiðjur, sum eisini hevur verið maskinsmiðjur, kann vera hentur. Einaferð kom ein kenningur til hansara við einum brotnum gebissi. Tað kom at kosta honum 12.000 krónur at fáa nýtt gebiss, hevði tannlæknin sagt. Hesi stóru útreiðslu slapp Petur Jakku manninum undan. Við hegni og góðum lími setti hann gebissið saman aftur. Og eftir hvat vit skilja, er gebissið í fínasta standi tann dag í dag. Nú hann er farin um pensjónsaldur, er ferðin sett nakað niður, men skósmiðjan við Nýggjaveg er enn opin hvøn dag frá 13.30 til 17.30. Petur Jakku er giftur Thormeinu Johannesen og eiga tey børnini, Súsonnu, Knút, Símin Jákup og Joan. Henda dagin, vit av tilvild komu framvið hjá Petur Jakku við Nýggjaveg, tóku vit hesa hugnaligu myndina. Eitt summarminni frá einum av okkara frægastu sumrum í mong ár. 8 Sosialurin Nr. 201 - 19. oktober 2002 Mitt í miðlarokanum um snigskjúttan, sum hevur skotið tíggju tilvildarlig fólk, og mitt í valstríðnum undan miðleiðsvalinum, hevur amerikanski forsetin George W. Bush fingið samtykt í bæði umboðsmannatinginum og senatinum stuðul til at brúka hervald ímóti irakska einaræðisharranum, Saddam Hussein. Í báðum kømrum í Kongressini var býtið umleið 75% fyri og 25% ímóti. Í flokkinum hjá forsetanum, republikanarunum, atkvøddu næstan allir fyri, men í hinum stóra flokkinum, hjá demokratunum, var býtið umleið helvtin fyri og helvtin ímóti. Fleiri miðlar siga tó frá ónevndum umboðsmonnum og senatorum úr demokratiska flokkinum, sum heldur vildu atkvøða ímóti, men av tí at val er fyri framman ikki tora tala ímóti kríggi ímóti Saddam Hussein, tí teir stúra fyri, at hetta kann brúkast í valstríðnum, og at teir kunnu ákærast fyri ikki at standa saman við teimum, sum vilja verja Amerika ímóti fleiri yvirgangsatsóknum. Tað eru ikki øll sum halda, at Saddam Hussein er nakar størri vandi. Tað er lítið at ivast í, at uttan Hussein var heimurin at betri stað; hann hevur brúkt evnafrøðilig vápn ímóti sínum egna fólki, og sagt er frá píning av andstøðingum í Irak. Men hetta er ikki nøktandi grundgeving fyri at fara í kríggj, og hevur heldur ikki verið brúkt. Sagt hevur verið, at Irak hevur ment ella er við at menna hópoyðingarvápn, men enn eru eingi prógv fyri hesum almannakunngjørd. Fleiri viðurskifti benda á, at ein partur av orsøkini til, at forsetin so fegin vil hava avgerðina tikna nú um eina uppgerð við Saddam Hussein er, at hann vil forða øðrum evnum at verða viðgjørd í valstríðnum enn stríðið ímóti yvirgangi. Bestu beinleiðis ábendingina fingu vit tá næsti politiski ráðgevin hjá forsetanum av óvart kom at avdúka, at hann í vár hevði sagt í framløgu fyri republikanskum valevnum til miðleiðsvalið, at teir skuldu royna tað teir kundu at fáa valstríðið at snúgva seg um stríðið ímóti yvirgangi, tí tað kundi gagna flokkinum. Búskaparfrøðingar og amerikanarar sum heild eru samdir um, at búskaparstøðan er versnað síðani verandi forseti tók við. Arbeiðsloysið er vaksið, og stór fall á virðisbrævamarknaðunum hótta pensiónssparingarnar hjá fólki. Veljarakanningar hava víst, at amerikanarar stúra fyri búskaparútlitunum, og at fólk eru ótolin við forsetanum, sum tey vilja hava at gera nakað. Kanningarnar hava eisini víst, at amerikanarar hava stórt álit á forsetanum, tá tað snýr seg um verjuna av landinum og stríðnum ímóti yvirgangi, meðan fólk í størri mun halda, at andstøðuflokkurin, demokratarnir, megna at bøta um viðurskifti hjá teimum arbeiðsleysu og pensiónistunum og um búskaparstøðuna sum heild. Samstundis er hent, at síðani talebanarnir ikki gera nógv um seg í Afghanistan meira, byrjaðu fólk at fáa størri áhuga fyri øðrum viðurskiftum aftur enn stríðnum ímóti yvirgangi. Í vár avvístu ráðgevar í Hvítu Húsunum, at ætlanir vóru um at leypa á onnur lond enn Afghanistan. Men í summar, tá áhugin fyri stríðnum ímóti yvirgangi var minkandi, byrjaðu ráðgevar hjá forsetanum spakuliga at tosa um álop á Irak, og nú eru vit komin so langt at samtykt er at fara í kríggj "um neyðugt", sum tað eitur. Framvegis verður bíðað eftir, at trygdarráðið hjá ST skal geva grønt ljós til at brúka vald ímóti Irak. Men forsetin hevur allatíðina sagt, at hann ikki letur ST avgera, hvussu Amerika verjir seg ímóti yvirgangi. Endin verður helst, at ST fer at taka undir við amerisku álopsætlanunum. Av tí at lítið er at ivast í, at amerikanarar fara at vinna á Irak, og at tað helst eisini verður rættiliga lættvunnið, fara helst mong lond at stuðla amerikanarum beinleiðis og óbeinleiðis. Øll vilja vera við vinnandi partinum. Harvið er mest sannlíkt, at vit fáa eitt kríggj ímóti Irak, at hetta kríggj fær stóran stuðul, at kríggið verður lættvunnið, og at Saddam Hussein verður rikin frá valdinum í Irak. Tað løgna er, at einans tosið um kríggj skal brúkast politiskt, tí kríggið sjálvt kemur ikki fyrr enn eftir valið. Saddam Hussein er neyvan stórur vandi fyri heimsfriðin, og hann hevur neyvan hópoyðingarvápn sum kunnu brúkast ímóti øðrum londum langt burturi. Og aftaná kemur helst at síggja út sum at rætt var at fara í kríggj, tí stuðulin var stórur og sigurin lættvunnnin. Hetta hóast argumentini fyri at fara í kíggj vóru hóttan ímóti heimsfriðinum og hópoyðingarvápn. Og vit koma ongantíð at síggja, hvat úrslit alternativini høvdu havt, um tað er at royna at senda vápnaeftirlitsmenn enn einaferð, ella bara at avtaka stongsilin av Irak og kanska stuðla andstøðuni í Irak. Eitt land á veg í kríggj TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, men staddur í San Diego, flovin@math.ku.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Við vegin stóð eitt skómakarahús Í skósmiðjuni hjá Petur Jacob Højsted í Klaksvík, fært tú ikki bara umvælt skógvar og taskur. Nei, har kanst tú eisini fáa bøtt um gebissið og hoyra søgur, um tað skal vera Ein av fagrastu summardøgum okkara - um miðan september - komu vit framvið skómakara- húsunum við Nýggjaveg í Klaksvík. Ein slíkur dagur sum hesin, er alt ov góður at sita innandura. Petur Jacob Højsted hevur tikið frí frá "skósingini" eina løtu og lesur úr bókini, Gramma kaninin, fyri grannagentuni, Victoriu (t.v.) og abbadóttur sínari, Bjartu. Mynd Rúna Sivertsen UTTAN ÚR HEIMI Amerikanski forsetin, George W. Bush, vil hava eina friðarráð- stevnu um Miðeystur næsta ár og varandi frið innan innan 2006. Ariel Sharon, forsætisráðharri sigur seg vilja kanna ameri- kansku ætlanina, men leggur afturat, at hann kennir seg ikki bundnan av henni MIÐEYSTUR Árni Joensen Bush legði friðarætlanina fyri Sharon, tá teir báðir hittust í Washington í vik- uni. Politiskir eygleiðarar í Ísrael siga, at amerikanska friðarætlanin er ein sigur fyri Ariel Sharon, forsætis- ráðharra. Næsta ár verður val í Ísrael, og við ameri- kanska uppskotinum í hondini kann Sharon vísa veljarunum, at framstig eru hend í friðartilgongdini, sjálvt um sjálvar friðarsam- ráðingarnar ikki eru farnar í gongd til ta tíð. Amerikanska uppskotið um varandi frið í seinasta lagi í 2006 víkir eitt sindur frá uppskotinum, sum tann sokallaða "Miðeystur-kvar- tettin" legði fram í summar. Har skutu ST, ES, USA og Russland upp, at varandi friður skal fáast í lag í 2005. Serligi Miðeystur-sendi- maðurin hjá ST, norðmað- urin Terje Rød Larsen, ivast í, at tað fer at bera til at fáa frið millum ísraelsmenn og palestinar í bræði. Í einari grein í ísraelska blaðnum Haaretz skrivar hann, at tað er nógv, sum forðar fyri friði. Hann nevnir m. a. tey sera vánaligu viðurskiftini, sum nógvir palestinar liva undir, at ísraelsmenn hava oyðilagt ein stóran part av kervinum hjá palestinsku sjálvsstýrismyndugleikun- um, og at fólk doyggja dag- liga báðumegin av harð- skapi og yvirgangi. - Tað eru tær víðgongdu og oyðileggjandi kreftirnar, sum stýra gongdini í dag. Í teirra eygum kann bert ein statur vera vestan fyri Jordanánna, Ísrael ella Palestina, skrivar Terje Rød Larsen í ísraelska blaðnum. Ariel Sharon segði í gjár, at hann fer at kanna amerikansku friðarætlanina væl og virðiliga, men hann gjørdi samstundis greitt, at hann kennir seg ikki bund- nan av henni. Írar skulu í dag fyri aðru ferð á fólkaatkvøðu um Nice-sáttmálan. Dagurin í dag kann gerast lagnudagur hjá ES. Fyri aðru ferð skulu írar í dag taka støðu til Nice- sáttmálan. Fyrru ferð var í fjør, og tá atkvøddu 54 prosent ímóti at góðkenna sáttmálan. Nice-sáttmálin er avgerandi fyri, at ES kann taka tey eysturevropeisku londini uppí, og formaðurin í ES, Anders Fogh Ras- mussen, dylir ikki fyri, at tað fer at elva til kreppu í samveldinum, siga írar aftur nei í dag. - Nice-sáttmálin er sjálvt grundarlagið undir víðk- anini. Verður sáttmálin ikki staðfestur, kunnu vit ikki fylgja teimum ætlanum, sum vit hava lagt, segði danski forsætisráðharrin í gjár. Hann endurtók, at ES hevur onga ætlan, sum kann setast ístaðin fyri Nice-sáttmálan. Tí er støðutakanin hjá írum av- gerandi. (Meiri um írsku fólkaat- kvøðuna á síðu 11). Við svørði í hond ávaraði irakski for- setin, Saddam Hus- sein, amerikanarar og bað irakska fólkið reka allan ameri- kanskan ágang aftur IRAK-KREPPAN Árni Joensen Saddam Hussein ætlar sær ikki at slaka ein tumma fyri amerikanska trýstinum. Tað gjørdi hann greitt á há- tíðarhaldi í Bagdad, har hann varð tikin í eið sum afturvaldur forseti. Sambært valmyndugleik- unum fekk hann allar at- kvøðurnar á forsetavalinum og kann tí stýra Irak í sjey ár afturat. Men stendur tað til amerikansku stjórnina, sleppur Saddam Hussein ikki at sita í forsetaembæt- inum leingi afturat. Hetta tóktist ikki ørkymla irakska leiðaran. - Blóð elvir til meiri blóð, og tann, sum roynir at taka blóð frá øðrum, kann vænta at missa sítt egna, segði Saddam Hussein og fanst hvassliga at amerikansku stjórnini, sum hann legði undir at vera atvoldin til tær vanlukkur, sum hava rakt amerikanarar. Í røðuni ávaraði Saddam Hussein eisini irakska fólk- ið ímóti einum møguligum komandi amerikanskum álopi. - Skuldi tann almáttugi Guð enn einaferð roynt tykkum við at lata tykkum koma í bardaga, tá munnu tann tann almáttugi, tjóðin og søgan vænta, at tit fara at verja tykkum manniliga, segði Saddam. Fyrireikaði fólkið til kríggj ES kemur í kreppu, siga írar nei USA vil hava frið í Miðeystri innan 2006 Amerikansku myndug- leikarnir hava nú gjørt av at kanna, um snigskjútt- in, sum herjar leiðina við Washington, kann hava samband við yvirgangs- felagsskapin al-Qaeda. Myndugleikarnir hava tí gjørt av at avhoyra nakrar av fangunum, sum sita á herflotastøðini Guantanamo á Kuba. Millum fangarnar eru fleiri fyrrverandi limir í al-Qaeda, og tað kann hugsast, at onkur teirra veit um mannin, sigur løgreglan. Løgreglan í Washing- ton hevur seinastu dagar- nar fingið hjálp frá kann- ingarflogførum hjá flog- vápninum til at leita eftir snigskjúrttanum, men higartil uttan úrslit. Sam- stundis ásannar løgregl- an, at tað er trupult at staðfesta, hvør maðurin kann vera, tí frágreið- ingarnar frá vitnunum, sum hava sæð hann, eru so ymiskar. Samband við al-Qaeda? Tað eydnaðist fyrra- kvøldið teimum stríðandi pørtunum á Fílabeins- strondini at semjast um eina vápnahvíld, sum kom í gildi á midnátt. Samstundis varð avtalað, at partarnir skuldu fara til samráðingarborðið í gjár at tosa um eina varandi loysn. Vápnahvíldin gjørdi enda á einum uppreistri, sum deildir av herinum settu í verk fyri átta døgum síðani. Tað eydn- aðist uppreistrarmonnun- um at taka valdið í land- sins næststørsta býi, Bouake, men tað eydn- aðist stjórnarherinum at forða teimum í at taka størri part av landinum. Frakland hevur sent einar 1.000 hermenn til Fílabeinsstrondina, sum er fyrrverandi franskt hjáland. Upprunaliga skuldu teir fronsku her- menninir verja teir út- lendsku ríkisborgararnar, sum eru í landinum, men sambært vápnahvíldar- avtaluni skulu teir nú eisini tryggja, at partarnir halda vápnahvíldina. Tosa um frið Granskarar, sum hava kannað ísin ovast á hægsta fjallinum í Afrika, Kilimanjaro, siga, at ísurin er nógv minkaður seinnu árini, og at í 2020 verður hvørki ísur ella kavi á fjallinum. Amerikanskir gransk- arar hava roknað út, at ísur hevur verið á Kili- manjaro seinastu 11.700 árini, men seinastu 40 árini er ískappin lækk- aður 17 metrar, siga teir. Lonnie Thompson, pro- fessari á lærda háskúlan- um í Ohio, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur, at ískappin lækkar í meðal ein hálvan metur um árið. Granskararnir duga ikki at siga, aum tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum er orsøkin. Kanningarnar hjá granskarunum hava eis- ini prógvað, at trý tíðar- skeið við álvarssomum turki hava verið á leiðini við Kilimanjaro. Tað fysra var fyri 8.300 árum síðani, síðani var eitt fyri 5.200 árum síðani, og tað seinasta tíðarskeiðið við ringum turki var fyri 4.000 árum síðani. Ísurin tiðnar Tólv starvsfólk í einum banka í London vóru so heppin at vinna heilar 90 milliónir krónur í einum lottospæli, og tey gjørd- ust so ovurfegin, at tey valdu at siga upp í bank- anum beinanvegin. Leiðslan í Halifax- bankanum noyddist næstan á knæ fyri at fáa starvsfólkini at arbeiða í hvussu er ein dag afturat. Tað gjørdu tey tólv, men morgunin eftir møtti ikki eingin teirra til arbeiðis. Tey tólv hava nú fingið umleið 7,5 milliónir krónur í part á banka- bókina. Um framtíðina siga tey, at tey ætla í hvussu er ikki at arbeiða í uppsagnartíðini, sum tey hava í bankanum, sum tey arbeiddu í. Vunnu og søgdu upp Á fundinum í Hvítu Húsunum lat George W. Bush, forseti Ariel Sharon, forsætisráðharra ta nýggju friðarætlanina, men Sharon sigur, at hann kennir seg ikki bundnan av henni Mynd: Reuters C M Y K 27 26