Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið VSLUr MarK Meðalhav ið er irK yrðantil Libya er vesturmark, sum gongur gjøgnum fólkatóma oyðimerk Sucan er suðurmark og gongur tað gjøgnum libysku og nubisku oyði- merkina Við undantaki av deltaøkinum er strondin bein við smáum innvikum, hevur oyðimarkarveðurlag og vánaligar havnameguleikar. Nógv oyðimerk Náttúrliga kann landið býtast sundur í 4 hevuðspartar: Vestara oyðimerkin, Eystara oyði- merkin, Sinai hálvoyggin og Nildeltaið. Vestara oyðimerkin er næstan 3/4 av ellum landinum og rekkur úr Meðal- havinum norðantil at sudanesiska mark- inum í suðri og frá Nildalinum, eystantil vestur móti libyska markinum. Í útsuðri er oyðimerkin hægst har Golf El Kebir fløtan røkkur upp í 900 m. Kharijah, Boharyia oasirnar liggja í láglendinum, og næst Nilánni er hin stóra El Fayyum oasin, sim liggur nidan havsýti og fær vatn gjøgnum veit úr Nil- ánni. Norðari, nærri Meðalhavinum, liggja Siva og Qattara oasirnar í tveimum køssum. Qatta.a er tann størra og liggur 120 m undir havskorpuni í Meðalhavinum. Har er hópur av saltvetnum og mosum og ikki búgvandi. Oyðimerkin er grýtut ella sandur, ofta sanddýnir. Eystara oyðimerkin ella arabiska oyðimerkin rekkur úr Nilánni at Suez- víkini og Reyða Havinum, og har eru fjøll upp i 2100 m. hædd. Hópur av ryggjum og gilum, wadi, frá teirri tíðini, tá meira vátligt var, eru har. Suezvíkin skilir Sinai-hálvoynna frá restini av landinum og Akabavíkin frá arabisku hálvoynni. ; Har eru fjøll, sum røkka næstan 3000 m. t. d. Djebel Katrinah og Djebei Musa (fjall Mósesar) ella Sinai-fjall. Fjellini eru av vulkanskum uppruna og teirra reyði litur hevur sivið hav:rnúm navn. Tey dyrkandi lendini eru við El Arish í norðara partinum av Sinai Í vestara partinum er nakað av námsrakstri og mangan, og olja er at finna í Suezvíkini Nildalurin Ur uppruna og til hon rennur út í Meðal- havið er Nilå um 6000 km, harav teir 2000 eru í Egyptalandi. Hon rennur spakuliga gjøgnum slættalendi Sudans, A hesum strekkinum eru 6 katarakt 1 ir. fossar, einans tann rorðast, hin fyrsti er í Egyptalandi. 80C km norður- eftir frá Aswan er áardalurin flatbotnað veit gyrd av grønari striku, sum í meðal er 16-22 km breið. Deltaið norðanfyri Cairo er ein stór flota. Deltanavnið verður fyrstu ferð nýtt av grikska segumanninum Herodot, 490-420 f. kr., um tríkantin, ið er millum ytstu armar Nilás. Fletan minti hann um grikske bók- stavin delta. Fløtan er breidast millum Alexandria og Port Said, um 250 kra, og norður og suður er hon 150 km. Jerðin er 15-25 m djúp og tann fruktabesta í Afrika. Stóri týdningur Nilás fyri Egyptaland stavar frá hennara ferningi av vatni gjøgnum oyðimerkina. Tann negdi::, ið rennur úr Viktoriavatninum í Miðafrika, er reiðiliga stødug, tí har regnar javnt alt árið, meðan summarregnið í ethiop- iska fjallalandinum sum rennur í Nilá gjøgnum åirnar Sobat, Bláu Nil og At- bara, fyllir Niå og rennur upp um hennara åarbakkar. Egyptaland merkist av skjótari broytan frá meðalhavs- veðurlag til oyðimarkarveðurlag. Við undantaki av eini fáar km breiðari seil móti Meðalhavinum, sum fær eitt sindur av regni vetrarárshelmingin, er ongar staðir at rokna við vissari árligari regnnegd. Í Alexandria er árliga avfallið 22 cm, í Port Said 8 cm og í Cairo 3 cm. Hitin Frá nov. til apríl er lýveður og heitt frá mai til oktober. Hitin veksur tess longur suðureftir tú kemur. Meðalhitin kaldasta mánað í Alex- andria er 14” og i Aswan 15*, fyri heitasta mánað í Alexandria er hann 26“ í Aswan 33”. Her er talan um meðalhita samdøgursins. Dagsins hægsti hiti er munandi sterri. Um summarið er javnan landnyrðingur og um veturin útsynning- ur. Um várið eru ofta stormar sunnan- eftir, hin sonevndi Ha sin við nógvum hita, litlar: luftvætu 0. stórum nøgdum av fínum dusti. Juni, juli og august eru heitastu mán- aðirnir, uttan framvið havinum, hvar tað er juli, august og september. Fyri landið sum heild er januar kaldasti mán- aðin. Landið og fólkið Alt landið er 1 mill. km' og av hesum er tað dyrkaða landið, tað er eisini har fólk búgva. einans 37.000 km". Hetta ekið er sum Jútland til stoddar og har búgva Nr. 36 — 26. mars 1985 Karl Nolsøe heldur her fram við at greiða frá Egyptalandi. Í dag skrivar hann um sjálvt landið og veðurlagið og fóikið har býr. Karl Nolsee her uttanfyri eitt av teimum kendastu gistingarhúsunum í Cairo — í egyptiskum búna um 47 mill. Knappliga 50% av teimum eru inna1 landbúnað. Hevuðsstaðurin Cairo hevur 12—15 mill. íbúgvar og Alexandria um 3 mill. 90% eru muslimar og restin eru ymiskir kristnir trúarbólkar, av teimum eru koptar teir týdningarmestu, um 4 mill. Fyri øll børn millum 7—13 ár er skúla- skylda. Utbugving við allar almennar skúlar og hægri lærustovnar er ókeypis. Hóast hetta eru tað mong, sum ikki kunna lesa og skriva, men tey eru ein stødugt minkandi partur av fólkinum. Mong hundraðtúsund bern koma tó ongantíð í skúla, ella tey fara úr skúlanum í úrtí, serstakliga bernini í landsbygdunum. Málið er arabiskt, men enskt og franskt verður nógv nýtt sum handils- mál, og mong skilja hesi fremmanda- málini. Hús á landsbygd eru ikki nógv broytt síðan forntíð. Tey eru gjerd úr leiri og hava hverki vatn ella elektrisitet, men hetta broytist so við og við. Læknar eru vælútbúnir, og mangir eru sera væl útbúnir, men burtursæð frá fáum av teim nýggjastu sjúkra- húsunum eru tey væl undir vanligum vestureuropeiskum standardi. Búskapurin mennist Aftaná kollveltingina í 1952 hevur bú- skapurin verið merktur av stórum ídn- aðarætlanum og av at stjórnarvaldið hevur havt vald á og ávirkan á allar partar av vinnulívinum. Hin broytta stødan aftaná 1973 bar- dagan skapti møguleikar fyri búskapar- ligum ábetum. Inntekur frá Suezveitini, turismu og peningur, ið um 2—3 mill. egyptar senda árliga heim úr arabiskum granna- londum og munandi oljuinntekan, saman við týðandi stuðuli vestanifrá settu gongd á og gjørdu til veruleika tað. ið einans høvdu veið ætlanir, so at búskapurin batnaði munandi. Landbúnaðurin er alsam. høvud: tátturin í búskapir"m, har næstan 50% vinna, og landbúnaðurin kann setast fyri 50—60% av útflutninginum og Annar partur hevur stóran tydning fyri handil og idn- að. Hann er treytaður av vatni úr Nilánni og er tí stórt sæð avmarkaður til Nildalin, deltaið og oasir í vestaru oyði- merkini t.d. Fayyum og Siva. Í deltainum og Nildalinum verður heystað tvær ferður árliga. Hóast landbúnaðarframleiðslan veks- ur, stendur hon ikki mát við fólkaveksturin og tí mugu stórar negdir av fødievni innflytast. Tær týdningarmestu avgreðirnar eru: Bummul, hveit, majs og rís. Týðandi nøgdir verða framleiddar av bæði frukt og grenmeti. Sjálvbjargni Landið er sjálvbjargið við flestu vanligu nýtsluverunum og innflutningur av so- vorðnum hevur litlan tydning. A:tur- ognan av Sinai og nýggjar oljukeldur í Suezvíkini og í vestaru oyðimerkini hevur vaksið munandi um fremleidsl- una, og teir eru nettoútflytarar av olju. Egyptaland hevur hópin av mineral- um, sum t.d. fosfat, jarnmálm, salt, gass og kálkstein til sementframleiðslu, eisini eru týðandi negdir av natúrgassi í daltainum. Afturupplatingin av Suezveitini í 1975 hevur havt nógv at týða, hon er breiðkað, so at flestu sterri tangaskip kunna nú fara igjøgnum hana. Turistmeguleikar eru stórir, og stórur dentur verður lagdur á at vaksa um hesar við bygging av hotellum. Byggingin av Aswanbyrgingini hevur økt munandi um el-framleiðsluna, sum verður nýtt til vaksandi idnaðargerð. Í vetrarmánaðunum november-mars vilja venlig klæði veru hóskandi, men summarid krevur heilt lætt klæði.