Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Utgåvudagar: týsdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joense Uppseting: P/f Sosialuri Prent: P/f Pressan 1981 Framhaldandi rækjupionerar! TAD er als einki loyndarmål, at føroyskir rækjumenn hava verið og eru tad framvegis — rækjupionerar. Tad hevur vid treiskni og ovurstérum åhuga — og somuleidis av neyd — verid leitad bædi nær og fjar eftir nýggjum fiskiveidumøguleikum við tí úrsliti, at vit í dag kunnu kalla okkum pionerar á fleiri økjum. Eitt nú á rækjuveiduøkinum, har vit vóru teir fyrstu at fiska rækjur á djúpum vatni undir Grenlandi og seinni á djúpum vatni við Svalbard. Í dag verða hesar leiðir, sum okkara fiskimenn funnu troyttar av tjóðum við góðum úrsliti nógvum VIT fingu nógv burturúr grønlendska rækjuævintýrinum og kunnu vit bert fegnast um tað. At grønlendingar síðani sjálvir hava tikið við læru av føroyingum og eru vornir eins kringir rækjumenn sum vit, kunnu vit bert fegnast um, tí tað eru teirra rækju- mið, sum vit hava lánt — troytt. KANSKA her fara at vera møguleikar hjá okkum eisini í framtíðini, um stovnarnir mennast aftur — at grøn- lendingar tá fara +t minnast okkum sum teir, sum ikki bert troyttu grunn- arnar men sum eisini løgdu teimum lag á. VIT hava eisini fingið nógv burtur úr rækjuævintýrinum við Svalbard, sum vónandi verður rækjuleið okkara í nógv ár aftrat. Her eru stórir møgu- leikar, men eiga vit eins og alla aðra- staðni at vera varnir — í tað minsta eiga vit at fylgja væl við fiski- skapinum við Svalbard, soleiðis at vit . ikki bráddliga ein dag mugu gevast og eftir síta við einum stórum og dýrum rækjuflota. Kanska løtan er komin, tá vit eiga at leita upp og troyta aðrar leiðir eisini, soleiðis at ikki bert Svalbard verður hevuðs- álitið. VIT eiga at taka undir við avgerð landsstýrisins um, at tey sterru rækjuskipini nú eisini skulu fiska rækjur í sovjettiskum sjógvi. Her hava vit nevniliga eina kvotu uppá 2000 tons, men sum ongantíð hevur oddagrein verið troytt. Hetta kemst so av tí, at fiskimøguleikarnir við Svalbard hava verið so góðir. MEN vit eru helst á einum vegamóti júst nú. Tí nú rækjuflotin er endur- nýggjaður, og vit meguliga fara at síggja nøkur nýggj rækjuskip aftrat í komandi árum, um landsstýrið gevur loyvi til slík skip, so mugu vit hava meira enn bert Svalbardleiðina at lýta á. Grønlands fiskiskapurin er ógvu liga avmarkaður og tí ikki nakað veruligt álit hjá flotanum LANDSSTYRIÐ hevur álagt teimum stórri rækjuskipunum at fiska í sovjettiskum oki í nakrar dagar og verður tað spennandi at síggja, hvussu hesin fiskiskapurin fer at ganga. Væl eru vit vitandi um, at sovjettisk skip fiska við Svalbard. Men um hetta merkir, at fiskaloysi er i sovjettiskum øki, vita vit ikki. Tað eiga vit at kanna. OG verður so talan bert um smærri rækjur har, so kann nýggja rækju- pilkimaskinan hjá dønum, sum nú verður roynd umborð á Sólborg. koma okkum til hjálpar. Ja, kann gerast so hent, at vit i komandi åri longu fara at fiska øll tey sovjettisku tonsini eisini. Gongst eftir ætlan, so kunnu vit so spakuliga tosa um at økja um flotan. Tað er ti í tøkum tíma, at landsstýrið ger hesa roynd at fáa føroysku skipini at royna í sovjett- iskum øki eisini. VIT vóru pionerar í Grønlandi og nú eisini við Svalbard. Kanska koma vit at gerast pionerar í sovjettiskum eki eisini. UM somu tíð sum hetta verður skriv- að frætta vit í sjónvarpinum at ein av okkara mætu trolaraskiparum hevur funnið nýggjar fiskileiðir undir Føroyum. Kanska tað eisini ein dag fer at eydnast okkum at finna onkra rækjuleið við Føroyar eisini. Tað verður so sanniliga spennandi at vita. Og tað kostar einki at vóna. Nr. 37 — 28. mars 1985 „Okkara< borgmeistari Í rusksendingini í útvarp- inum hin 6. mars pástóð borgmeistari „okkara“, Poul Michelsen, ímillum mangt annað ivasamt, at eiturbrennisteðin í Havna- dali, — sum hann hevur havt ábyrgd av seinastu mongu árini — eitraði 1000 ferðir verri enn tann hann nú, í óðum verkum kroystir niðuryvir ell tey sum við bjørtum vónum komu uppí Havnar komm- unu, fyri ikki so langari tíð síðani. Hetta má fáa okkum at spyrja, hví hesin kalurin ikki fyri langari tíð síðani er hildin uppat at eitra drekkivatni hjá okkum við hesum vandamikla báli í Havnadali. Hví hevur hann snorksovi ell hesi ár, fyri nú at loypa upp, og handla í ødi og fåvitsku, til almiklan skaða fyri vidur- skiftini í kommununi, og fyri framtíðina hjá Havn- ini, fyri ikki at tala um Hvítanes, Kalbaksfjørd og Hoyvík A býráðsfundi fyri kort um, pástóð hann so nakað heilt annað, nevniliga tað als ikki var progva brennistødin í Havn: yvirhøvur eitraði! Vor sum sannleiksvitni A sama fundi gekk hann hart ímóti, sum eina roynd, at — privatisera arbeiði við at tyrva ruski, fyribils í eitt ár. hann sum annars sigur seg vera so heitan fyri privatisering. Heldur trumfaði hann igjøgnum at tveita fleiri hundraðtúsund krónur til umvæling av ovnunum, soleiðis at eitringin kann halda áfram. Nú má opin- bart neyðhaldast, soleiðis at ongin uppdagar at rusk- málið kann loysast — uttan risaílegur, við 10 ferð bíligari rakstri og um- hvervisliga frægari. Í hesum sambandi kann u sigast at hann í ut- varpinum eisini segði, at munandi partur av rusk- inum í Havnadali var tyrvt. Vildi hann so gjret so væl at sagt okkum hvat vatnroyndir undan dung- anum sýna? Býarskrivarin slapp eitt kveldi til mikrofonina í út- varpinum, hann hevði verið á DIOXIN-stevnu i Sveríki, saman við fram- komnum serfreðingum á hesum eki. Yvirskriftin fyri tíðindunum sam- svaraði als ikki við inni- haldið í tí hann segði, og tað var altíð nakað. Hann hevði als ikki fingið nakra trygd fyri at tað teir eru við at gera er í lagi. Tað ið bendi tann vegin vóru hansara egnu útleggingar. Annars var tað altíð nakað, at monopolið hjá borgmeistaranum, at bara hann hevur loyvi til at út- talað seg til fjølmidlarnar, varð brotið! býráði við hesum Men nær hevur framt eina »effektiva« og , x y kontrolleraða< brenning! Mongdirnar Eg segði a ein trid ngur av ruskinum kom frá húsarhaldum, meðan tveir triðingar vóru frá virkj- um. Borgmeistarin segði at 70% var frá húsarhald- um, og 30% frá virkjum Míni tel stava frá at Poul sjálvur hevur koyrt eitt tal fram uppá 8000 tons árliga. Vitandi er at talið á ruskposum er árliga 200.000 og roknað verður við at hver vigar eini 14 kg. Hetta gevur 2800 tons, tríggjar ferðir 2800 er 8400. Haðani er tað. Poulsa tel 30 og 70% stav- aðu frá IRF. Øll vita, at tali á virkjum er nógv sterri í Havn enn í IRF- økinum. Mini tel eru nógv rættari enn hansara, í nakað 8000 hvussu so er um hepi er í teimum tonsunum. Viðvíkjandi útvarps- sendingini, so ferdi eg hart og týðuliga fram, at eg yvirhøvur ikki gekk inn fyri brenning. Men um teir allir, ímóti skili og viti endiliga skuldu brenna, so var nokk frægast at brúka eitt skip til brennisteð. So- leiðis kundi eitt vet av skili fáast í galskapin, við at IRF-brennisteðin, tann hjá Poul og kanska eisini MARPOL-brennisteðin, kundu samskipast. So- leiðis slappst eisini undan molmosliga ruskflutning- inum hjá IRF. Men ein væl skipa tyrving á hósk- andi plássum í staðin fyri hesar tríggjar brennisteð- irnar, vildi spart Feroyar fyri hópin av peningi, og tað sær út til at lands- politikkarar leggja dent á sparing nú. Tá borgmeistari okkara so kom inn við seinasta orði sjálvandi sigur hann beint ímóti sannleik inum, at eg gekk inn fyri brenning, bara tað ikki var Í hjá okkum Hetta hoyrdu øll ið lurtaðu At Poul Michelsen lýgur í opna mikrofon, má hann um. Verri er um »okkara« borgmeistari dámar at lúgva. Tað kann gerast okkum dýrt, og verða til óbótaligan skaða. Eitt orðatak sigur: >Det er kun de dumme, der ikke tvivler«. Kann hetta orða- tak læra okkum nakað? Hanus Vang P. S. At enda ein lítil neilsa til Lorvíkingar. Kunnu tit ikki lata Havnar kommunu eisini byggja sína brennisteð á Getunesi? Tvær má jú vera dupult so gott sum ein ha? Postverkið og rúsdrekka Sjónvarpið visti herfyri tey tíðindi, at postverks- stjórin í brævi til lands- stýrið heitti á sama, um at broyta framferðarháttin, tá rúsdrekka verður um- biðið og sent. Í staðin fyri, sum nú er, at hver einstakur bíleggur í Danmark, skjýtur post- verksstjórin upp, at post- verkið fær heimild til at keypa og goyma rús- drekka og at ein skipan lík tí, sum nú er viðvíkjandi føroyskum øli, verður sett i verk. Postverksstjórin má fela seg sikran í saðlinum, tá hann torir at seta eitt tilikt uppskot fram, tí tað er eingin so heilag kúgv í Indiu, sum kann líknast At so er, haldi eg øll kunnu vera á einum máli um. Síðsta heyst hevdu vit eitt valstrid undan løg- tingsvalinum, trýr tú nakar flokkur ella nakað valevni tordi somikið sum at nevna hesa lóg? Nei minni enn so. Okkara leiðandi polit- ikarar munnu nokk hava givið sínum monnum boð um tegn, at um bert ein flokkur torir at tala um broytingar í hesi avoldaðu lóg. skulu hinir flokkarnir nokk útnytta meguleikan fyri at heinta atkvødur frá viðkomandi drankara- flokki. Tey, ið hava lisið um politisku steðuna aftaná 1906, minnast væl til, at tann eini flokkurin við okkara rúsdrekkalóg. - fekk eyknevnið >brænde- vinspartiet< og hetta gav hesum flokki eitt stórt bakkast í fyrstani. So leingi veran er donsk, eru vit moralskt óspiltir, at so danir fáa vinning og arbeiðspláss burturúr, ja tað kemur aftanfyri tað etiska (og stammurnar). Um postverkið hevði fingið loyvi til sjálvt at distribuera alla rús- drekkasølu, hevði tað minkað munandi um av- greiðsluna hjá postverk- inum av pakkapost úr út- londunum, tí roknast kann við, at um post- verkið fær loyvið, verður bílagt í stórum kontain- arum, sum so verður pakkað her í Feroyum við sølu. Framhald å sidu 14 : El rr se "er AP VIÐ ski