Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mars 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 37 — 28. mars 1985 uoindabladid Saksunarfolk ynskja ikki at leggja saman við Hvalvikar kommunu Landsstýrið hevur sent bygdarráðnum í Saksun bræv, har tað biður bygdarráðið greiða frá síni stødu til saman- legging Saksunarfólk eru ikki hugað fyri at leggja saman við Hvalvíkar kommunu fyri sunnan. Saksunarvatn. Her vitja nógvir turistar um summarið Tað er helst eingin áhugi 7 millum saksunarfólk at leggja kommununa saman við Hvalvíkar kommunu, soleiðis sum landsstýrið ynskir tað. Hetta heldur bygdarráðsformaðurin í Saksun, Jógvan Joensen. Sjálvur er hann ikki í iva: — Eg eri so avgjert ímóti at leggja saman við Hvalvíkar kommunu. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar fyrimunur fyri Saksun og heldur ikki fyri Hvalvík, at báðar kommunurnar verða lagdar saman. Jógvan Joensen sigur, at vit hava demi um sam- anlegging aðrastaðni, har tað vísir seg, at tær smærru bygdirnar vera við undirlutan. Landsstýrið sett ynski fram Spurningurin um saman- legging er vorðin aktuell- ur, síðani landsstýrið her- fyri sendi kommununi eitt skriv. Har verður vist á, at landsstýrið er komið til ta niðursteðu, at Saksunar kommuna er ógvuliga ó- hóskandi sum kommuna, við tað at tað í hesi komm- unu bert búgva 25 fólk — tá serliga sæð í mun til at sambandið er stak gott til Hvalvíkar kommunu, sum liggur tætt við. Landsstýrið mælir tí til, at Saksunar kommuna og Hvalvíkar kommuna taka til umhugsunar spurning- in um samanlegging. Í brævinum til komm- unurnar biðjur lands- stýrið tær viðgera henda spurning og siga lands- stýrinum frá steðu teirra. Landsstýrið sigur víðari í brævi sínum, at tað eru nógvar bygdir úti kring landið, sum hava somu fjarstødu og eru í somu kommunu, og verða Klaksvik-Årnafjørdur, Vik-Tjørnuvik og Funn- ingsbotnur-Elduvik nevnd sum dømi. Jógvan Joensen, bygd- arráðsformaður, sigur at Saksun einaferð fyrr hevur verið saman við aðr- ari kommunu, tað var við Haldarsvík og Tjernuvík, men tók seg úr tí komm- ununi í 40-unum. Jógvan heldur ikki, at saksunarfólk vera fegin um, at kommunan nú skal leggja saman aftur við eina aðra kommunu. — Vit klára okkara skyldur og klára okkum best sum steðan er nú leggur hann aftrat. Kommunuval av „nýggjum! Tað er tó ikki bert spurn- ingurin um samanlegging, sum landsstýrið hevur gjørt vart vid í umrødda brævi sinum til Saksunar bygdarråd. Landsstýrið = umrødur eisini = spurningin um kommunuvalið og vísir á, at við tað at tað í desem- ber í fjør bert vóru trý val- evni á listanum til komm- unustýrisvalið og nýggja kommunulógin sigur, at tað skulu vera fimm, so er steðan enn ógreið. Reglan um fimm valevni var gjerd til tess, at tað altíð skal vera val í eini bygd. Valið hevur so ikki verið iSaksun og er ti neyðugt, at landsstýrið lýsir, at val skal fara fram av nýggjum. Jógvan Joensen sigur, at tað var eitt mistak, at tað bert vóru trý valevni og at teir tá mettu, at tað ikki var neyðugt við vali. Hetta var samsvarandi ta gomlu vallógina. — Vit eru vitandi um, at her er farið fram eitt mist- ak. — Men hvat nú um landsstýrið fer at krevja, at kommunuval fer fram í Saksun nú? — Um landsstýrið krevur tað sum eitt alter- nativ til at leggja saman | við Hvalvíkar kommunu, so velja vit heldur tað. Jógvan Joensen sigur at enda, at bygdarráðið fer at taka hetta málið til við- gerðar um fáar dagar. jan KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBOÐS STOVA HOYDALSVEGUR 6 TLF 1 5222 HEIMA TLF 1 2940 Q DANICA — køkurin P/f HELLA Tórfinsgeta 41 Tlf. 16477 Box 351 3800 Torshavn CL rem) | heilt Finn Mortensen, stjóri, fyllir tær fyrstu fløskurnar Fyrr til Danmarkar eftir ilt — nu ut å Velbastadvegin Nýggj ilt — oxygen — stød tikin í nýtslu í Havn — fyrsta av sínum slag i landinum I gjár varð nýggja ilt- fyllingarsteðin hjá Finn Mortensen, Við Velba- staðvegin í Havn, tikin í nýtslu. Henda steðin er nýskapan í Feroyum og tann fyrgta av sínum slag. Tað verða serstakliga sjúkrahúsini og skipa- smiðjurnar, sum fara at keypa ilt (oxygen) frá hesi steðini. Higartil hava feroyingar verið noyddir til at senda iltfløskurnar til Danmarkar at fáa tær fyltar. Hetta verður nú óneyðugt. Ístaðin skulu fleskurnar bert flytast til fyllisteðina við Velbastaðvegin. Har er uppsettur ein stórur tangi, sum hevur iltgoymslu, ið rekkur til fleiri mánaðar brúk. A einum tíðindafundi í gjár segði Finn Mor- tensen, at hann leingi hevur arbeitt við hesi ætlanini og vónaði hann,a at kundarnir vera fegnir um henda nýggja megu- leikan. — Kg ivist ikki i, at ein slik stød verður til stórt gagn fyri føroysku bruk- ararnar og so gevur hetta eisini arbeidsplåss i Før- oyum segði Finn Mor- — tensen. Rúnar FERDSLUTRYGD | Øe -- nine => er at halda seg til loyvdu ferðina