Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-04-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er OP Nr. 47 — 27. april 1985 Birgir Danielsen, fiskaselustjóri: Japan er ein ahugaverdur marknaður — serstakliga kunnu vit læra av japonsku teknologisku vitanini Meðan feroyingar í dag hava ein rættiliga av- markaðan fiskaútflutning til Japan, so økist sam- handilin millum eitt av okkara næstu granna- londum, Noreg og Japan fyri hvenn dag, sum fer aftur um bak. NOrski fiskimålaråd- harrin, Thor Listau, uttal- adi seg herfyri um norska utflutningin til Japan i komandi árum Hann segði m.a., at innan fimm ár verður Japan tað landið, sum fer at keypa flestar fiskaverur úr Nor- eg! Áhugavert Á tidindafundinum á Fer oya Fiskaselu í vikuni fekk fiskaselustjórin, Bir- gir Danielsen spurningin, hvussu nógv feroyingar kunnu vænta sær av fiskaútflutninginum til Japan í næstu framtíð. Til tað segði hann, at Japan er ein sera áhuga- verdur marknaður. — Vit eru noyddir til at royna at læra av japanarum, ser- stakliga tað teir hava gjørt á ti teknologiska økinum, segði Birgir Dan- ielsen. Hann helt, at tað er ein gongd leid at leggja størri dent å samarbeidi vid jap- anarar. tíAndahlaði tíðindablaðið Feroya Fiskasela hevur í eina tid selt sonevndar surimiverur í Europa, ser- liga í Bretlandi. Hetta eru verur, sum eru framleidd ir í Japan, men sum eru pakkaðar av Feroya Fiskaselu. Endamálið við hesum seluroyndum er at vita, um grundarlag er fyri at fara undir at gera hesar somu verurnar i Feroyum Hetta hevur so tilknýti til ætlanina at byggja eina crabstick-verksmiðju í Kollafirði og seta mask- inur upp umborð á Reynsatindi til at fram- leiða ráveruna til verk- smiðjuna í Kollafirði. Gingið verri enn vónað Uppá fyrispurning um hann metir, at vónir eru fyri eini slíkari japanskari framleiðslu i Feroyum segði Birgir Danielsen, at royndirnar at selja verur- nar hava ikki gingið so væl sum teir hevdu vón- að. Prísirnir eru lækkaðir úr 4.60 pund fyri kilo til 3.00 pund fyri kilo av lidn- ari crabstick-vøru. Birgir Danielsen segði víðari, at henda prislækkingin stav- ar frá ti, at tað er so horð kapping um at selja hesar verurnar. Eini 10 til 15 japonsk feløg kappast um at selja verurnar í Europa serstakliga í Jretlandi Samlada sølan i fjør var uppå eini 2500 tons Birgir Danielsen helt to at verdur vøran framleidd i Føroyum og utflutt til Bretlands, so sleppa vit uttanum tann toll uppå umleið 25%, sum er gald- andi fyri eitt nå vørur ur Japan til felagsmarkn- adin. Tå er so spurningur- in um ein slik føroysk framleiðsla ikki hevði lønad seg. Kongafisk til Japan Uppá fyrispurning um tað Framhald á síðu 10 Síða 3 Tervur á eini floks- skrivstovu Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum sein- asta vikuskiftið greiddi Hans Jergensen, floks- skrivari frá undanfarna ári og kom eisini fram við nekrum ynskjum. Hann vísti fyrst og fremst á tað avbera góða valúrslitið og helt fyri, at hetta kundi flokkurin takka arbeiðinum hjá flokslimum og ikki minst tí arbeiði javnaðaráhugað hevdu lagt í valstríðið bæði í útvarpi, sjónvarpi og í blaðnum. — Men til tess at vera betri fyrireikað at reka eitt valstríð um fýra ár, so helt Hans Jergensen, at ein floksskrivstova eigur at verða sett á stovn — Bæði floksleiðsla og starvsnevnd leggja stór- an dent á at fáa eina floksskrivstovu segði hann Ein tílík floksskrivstova skal vera savnandi forum og m.a. vera við til at ekja limatalid teimum ymsu feløgunum Byggja á ungdómin Vit eiga eisini at stuðla og styrkja SU og royna at fáa fleiri ungmannafeleg kring oyggjarnar Vit mugu byggja á ungdómin, og tað skal vera vón mín, at vit fara at síggja enn fleiri ung millum okkum til næsta landsfund Hans Jergensen legði aftrat, at tað hevur stór an týdning, at eisini flokkurin hjálpir teimun ungu at seta á stovn fleiri politisk ungmannafelog kring landið Annars nevndi hann samvinnuna við onnur lond, og helt fyri, at tað hevur stóran týdning at kunna hitta javnaðarfólk úr hinum norðanlond unum og hevur tað víst seg, at her eru við at henda stór framstig. — Samvinna við breður og systrar í hinum norðanlondunum fer so vissuliga at gagna flokk- inum segði Hans Jergensen jan ørgen Thomsen nyggjur næst- formaður i javnadar- flokkinum Tingmaðurin hjá javnað- arflokkinum i Eystur- oynni, Jergen Thomsen, er valdur til nýggjan næstformann í javnaðar- flokkinum. Hetta hendi á landsfundinum í Vágum seinasta vikuskifti. Jergen Thomsen tekur við eftir Hildubjørg Brattalíð, sum hevur verið næstformaður í nekur ár Restin av starvsnevndini varð annars afturvald Atli Dam er framvegis formaður, og hinir nevnd arlimirnir eru Vilhelm Jo hannesen, Ingeborg Vint her og Hans Jergensen Á landsfundinum: var Hans Jergensen aftur- valdur til skrivara floks- ins. Í uppskoti var annars eisini Tórfinn Smith, fyrr- verandi blaðstjóri á Sos- ialinum. Hann fekk nakr- ar fáar atkveður færri enn Hans Nýggi lóg Á landsfundinum var ein nýggj lóg fyri javnaðar flokkin samtykt. Tann gamla lógin er endurskoð- að og er nýggja lógin meira nágreinilig. Sum nakað nýtt er komið at standa í lógini, at loyvi er at hava fleiri javnaðar feløg í sama valdemi. Men samstundis verður sett ein Samskipanarnevnd, sum hevur til uppgávu at taka felagspolitiskum málum so sum uppstilling til løgtings- og fólkatings- val o.1. Valið av nýggjari floks- leiðslu varð útsett til ein komandi fund. Tilsamans 170 fólk vóru á lands- fundinum, sum varð hildin í skúlanum á Gilja- nesi leygardagin í farnu viku. Um kveldið varð veitsla hildin á Hotel Vágum. sær av jan