týsdagur 22. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 202 - 22. oktober 2002
Nr. 202 - 22. oktober 2002
3
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum sum mintust meg
á 80 ára degnum 19. sept.
Heilsan
William Hansen, Klaksvík
Tað gekk so skjótt, trúði
ikki at tað fór at ganga so
skjótt. Men nú tá eg hugsi
um tað, so var tá nú nógv
tri fyri teg, góða. Sjálvt
um eg visti, at tú fór at
doyggja, so kom tað stad-
igvekk sum eitt sjokk, at
tú var farin. Hevði ynskt,
at eg var har og hevðif
ingið sagt tær farvæl, eitt
ordiligt farvæl. Sagt tær,
at títt lív ikki var fyri
einki og at eg aldrin fari
at gloyma teg.
Tú var ein av teimum
fyrstu, eg kom at kenna tá
eg flutti suður. Vit spældu
nógv saman, men bert eitt
hálvt ár aftaná, so bleiv tú
sjúk fyrstu ferð. Sum
lívið er órættvíst og lagn-
an er so hørð við summi
fólk. Men sjálvt um tú
hevði so nógvan mót-
gang, so var tú altíð glað
og smílandi alíkavæl. Og
tú royndi sum frægast, og
nógv fekst tú burtur úr.
Tað er nakað okur øll
burdu lært av, og ikki
hvønn dag grenja um
smáting. Ein meining er
við øllum, eisini at tú er
farin. Men tann grundin
er slett ikki sjónlig fyri
mær, eg síggi/finni hana
ikki.
Sjálvt tá tú lá at
doyggja, so var tað tú
sum troystaði tey, ið fóru
at sita eftir. Og tað krevur
styrki, og tað hevði tú
nógv av, tú sum hevði
verið ígjøgnum so nógv.
Ikki var tú bangin fyri at
doyggja heldur, tí tú visti
at tú fór til eitt betri stað,
har eingin pína var. Eg
veit, at tú er saman við
pápa tínum í himlinum
nú, og hyggur av og á
niður til okkara.
Eg sendi tær eitt bræv
dagin áðrenn tú fór heim,
góða, men tað kom ikki
framm til tíðina. Men eg
veit, at tú nú veit, hvat
stóð í tí.
Sum tað verður løgið at
koma heim til jólar og
vita at tú ikki er har
meira, ikki skula niðan
við jólapakka til tín.
Ein heilsan til Solveig.
Mínir tankar leita ofta til
tín, kann ikki fyristilla
mær hvussu tú hevur tað.
Jesu pápin styrki teg og
hjálpi tær gjøgnum hesa
longu sorgarfullu tíð.
Minst til at nú hevur hon
tað gott, og at einaferð
samlast tit øll aftur.
Við hesum fari eg at
lýsa frið yvir minnið um
vinkonu mína Beintu
Bærendsen Strøm. Hvíl í
friði, kæra Beinta.
Eyð-Britt
Tað vóru svár tíðindi at
fáa tann tórsmorgunin, at
tú góða Beinta, var farin.
Vit vistu, hvønn veg tað
bar, men tað ger tað ikki
lættari. Tú hevur jú verið
ein partur av mínum lívi
so leingi eg kann minnast,
og einki kundi fyrireika
meg uppá tað tómrúm, ið
nú er eftir teg.
Nógv eru minnini um
teg, Beinta góða, bæði úr
Valinum og úr Syðru-
toftum. Sum smágentur
spældu vit saman so at
siga hvønn dag, og tað var
ikki heilt sjáldan, at vit
eisini svóvu saman. Eins
og aðrar smágentur høvdu
vit
stórar
vónir
um,
hvussu lív okkara skuldi
vera, tá vit blivu vaksnar.
Eitt summari vóru vit
báðar og familjur okkara
og ferðaðust saman. Vit
fóru øll til Eysturríki, og
hetta høvdu vit báðar glett
okkum til leingi. Vit
plagdu at sita á reiggjun-
um í garðinum hjá Groth
og ímynd okkum, hvussu
hendan ferðin fór at verða,
og hvussu alt var í hesum
landi, ið vit skjótt skuldu
vitja.
Hvør skuldi trú, at lagna
tín skuldi gerast so hørð,
góða Beinta. At tú, bara
ellivu ára gomul, skuldi
gerast so álvarsliga sjúk.
Men tú var sterk og hevði
viljan til lívið, og tú klár-
aði teg gjøgnum hesa
óhugnaligu sjúku tveir
ferðir í tínum unga lívi.
Hóast alt ikki altíð var lætt
hjá tær, so var tú altíð líka
smílandi og blíð, tá vit
vóru saman. Og tú settist
ikki aftur. Eitt tíðarskeið
var tú í Danmark á skúla,
og har dámdi tær sera væl.
Men í mei í ár komu so
hesi ringu boðini aftur, at
tú, góða Beinta, aftur var
vorðin sjúk. Hetta varð
staðfest á Ríkissjúkrahús-
inum, men hesaferð ork-
aði tú ikki meira góða. Tí
avgjørdi tú at takka nei til
viðgerð, ið helst ikki
hevði hjálpt, og valdi
ístaðin at koma heim til
Trongisvágs at vera, tað
sum eftir var av tínum alt
ov stutta lívi. Hetta var ein
sera tung avgerð, ið krevur
eina ótrúliga styrki, og
hóast eg heldur vildi havt
teg her hjá mær, so skilji
eg teg so sára væl. Tú
hevði verið gjøgnum so
nógv, og nú orkaði tú bara
ikki meira góða.
Men hóast tú var tikin
frá okkum alt ov tíðliga,
so náddu vit báðar at fáa
nógv góð minni saman
gjøgnum árini, og tey skal
tú hava stóra takk fyri
Beinta góða. Hesi minni
eru tann dýrabærasti skatt-
ur, eg eigi í dag. Tey eru
mær en góð troyst, nú tú
ikki ert her meira, og fari
eg altíð at goyma teym
væl í mínum hjarta.
Og tú, góða Solveig. Tú
hevur mist tað dýrabær-
asta, tú átti. Tit hava verið
gjøgnum so nógv saman
báðar. Tú var tann sterki
kletturin, ið Beinta hevði
at styðja seg at, tá harðast
stóð á. Má Gud vera hjá
tær og troysta og styrkja
teg í tíni stóru sorg góða.
Við hesum orðum vil eg
lýsa frið yvir minnið um
vinkonu
mína
Beintu
Bærendsen Strøm.
Góða Elskaða Beinta,
takk fyri alt.
Jónleyg
Til minnis um Beintu Bærendsen Strøm
06.05.1979 – 05.09.2002
Minningarorð um
Beintu Bærendsen Strøm
Fotoframsýning endar
LIST
Ingrid Bjarnastein
Í dag endar fotoframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík. Um
vikuskiftið hevur Anna
Katrina Højgaard sýnt fram
fotomyndir og málningar,
sum hon sjálv hevur staðið
fyri.
Anna Katrina hevur ar-
beitt nógv við fotografer-
ing. Hon fór í læru sum 17
ára gomul, og hevur fingist
við hetta síðani tá. Nú hev-
ur hon eisini latið upp sítt
egna fotogallarí uppi í Hák-
unargøtu í Hoyvík.
Myndirnar eru tiknar í
Danmark og uppi í gallarín-
um í Hoyvík.
Framsýningin
byrjaði
fríggjadagin og letur aftur í
dag, týsdag
Anna Katrina Højgaard hevur um vikuskiftið havt
fotoframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hon hevur annars eisini
júst latið upp egið fotogallarí í Hoyvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrsti partur av Fair-
waves, føroysku bylgj-
uni í Íslandi, er farin
framvið og føroying-
ar hava veruliga gjørt
vart við seg og før-
oyskan tónleik
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Fairwaves hevur rættiliga
verið í ljósinum í Íslandi
farnu vikuna. Mikudagin
byrjaði tiltakið við konsert
við Kára Sverrisson og
Mikael Blak, Hanus G. Jo-
hansen og Eivør Pálsdóttir.
Kári fekk sligið navn sítt
fast og var stórliga fagnað-
ur, eisini fyri sítt frálíka
guitarspæl.
Hanus er nógv spældur í
útvørpum og hansara fram-
førslur, eins og persónurin
sjálvur, skapa ofta virðing
og bergmál, og so var eisini
hesaferð. Eisini tá hann
leikti íslendska lagið Fatla-
fól hjá Bubba Mortens. Tá
sungu øll við. Hanus prátaði
nógv á føroyskum millum
løgini, og føroyski frásig-
arin, Sólarn, prátaði eisini á
føroyskum og gav hetta
konsertini serstakan dám.
Eivør er kend og væl
dámd í Íslandi. Saman við í-
slendskari manning hugtók
hon. Hon sang av síni fløgu
og eisini okkurt íslendskt,
m.a. lagið Augun ”ín”.
Væl gekk við fløgusøluni
hjá øllum føroysku tónleik-
arunum.
Jens Guð, tónleika- og
føroyahugaður íslendingur,
sigur, at hann hitti dana
eftir konsertina, sum hevur
nógv við tónleik at gera,
m.a. Roskilde Festivalin.
Hann gleddist um undan-
vindin hjá føroysku tón-
leikarunum í Íslandi.
Leygardagin
spældi
Clickhaze og A.R.T, saman
við Mikael Blak, í Kópa-
vági. Væleydnað konsert,
har Clickhaze hevði atdrát-
tarmegina.
Eftir
midd-
náttina vóru tað Clickhaze
og Krit, ið framførdu. Væl
gekk eisini hjá Krit við
teirra tunga tónleiki.
Næsta vikuskiftið verða
konsertir við Clickhaze og
Krit á Austurbæjarbio. Fjøl-
miðlar hava havt úr at gera
við at hitta føroysku tón-
leikararnar og umboð teirra.
Føroyska bylgjan hevur
enn ikki lagt seg í Íslandi
og tykist alt annað enn
viknað í megi.
Føroya bylgja brýtur enn
Kári Sverrisson fekk sligið navn sítt fast og var stórliga
fagnaður, eisini fyri sítt frálíka guitarspæl
C
M
Y
K
3
2