týsdagur 22. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 202 - 22. oktober 2002
Nr. 202 - 22. oktober 2002
5
Mugu vera realistiskir
Amerada Hess fer nú
at viðgera tað nógva
tilfarið teir hava
fingið frá boringini
við markið. Hetta
arbeiði verður liðugt
einaferð næsta ár og
fer felagið neyvan at
bora í føroyskum øki
fyrr enn í 2004 ella
seinni.
OLJULEITING
Jan Müller
Fríggjadagin
kunngjørdi
amerikanska
oljufelagið
Amerada Hess tíðindaskriv,
har tað sera stuttorðað
greiðir frá úrslitinum av
seinastu boringini í bretsk-
um øki skamt frá markin-
um. Borað var niður á 4275
metrar. Í brunninum vóru
kolvetni men ikki í nóg
stórum nøgdum til at kunna
rættvísgera eina royndar-
framleiðslu, testing. Nú
verður farið at evaluera úr-
slitið og verður tað eisini
tengt at teimum seinastu
3D kanningunum, sum eru
gjørdar á hesum økinum og
tí økinum, har fund varð
gjørt á landgrunninum í
fjør. Sagt verður eisini, at
avgerð um at fara undir
aftur at bora metingar- og
avmarkingarboring í sam-
bandi við umrøddu tveir
brunnarnar verður grundað
á úrslitini av víðari við-
gerðini og metingunum av
tilfarinum,
sum
verður
gjørt liðugt í 2003.
Feløgini, sum eru við í
boringini, eru Amerada
Hess
(42,57%),
BG
(23,60%),
Premier
Oil
(16,0%), Dong (16,83) og
Atlants Kolvetni (1%, kann
økjast til 2,5%).
Ben Arabo, stjóri í Amer-
ada Hess í Føroyum sigur,
at tey fara nú at analysera
tilfarið frá boringini saman
við tí nýggja 3D seismikk-
inum, sum júst er gjørdur.
Tað fer man at gera til eina-
ferð í næsta ár. Og so tekur
man tað harfrá. Uppá fyri-
spurning um hann ikki er
vónsvikin av úrslitinum
sigur Ben Arabo, at olju-
leiting er ikki løtuverk. Tað
er nakað, sum tekur ár. –
Okkara uppgáva er hvørki
at vera optimistiskir ella
pessimistiskir. Okkara upp-
gáva er at vera realistiskir.
Hann vísir á, at tað eru
dømi bretsku megin markið
um successøgur td. feltini
sum vórðu funnin fyrst í
90-unum og sum fóru undir
framleiðslu seinast í 90-un-
um, Foinaven og Schie-
hallion. Tað eru eisini
dømi um felt, sum eru
funnin um somu tí, ð men
sum ikki eru útviklað enn,
antin tí tey eru ov smá ella
ov ring. T.d. Solan og
Strathmore og Suilven. Tað
eru eisini dømi um felt,
sum var funnið í 70-unum
og sum nú verður utbyugt.
Tað er Clairfeltið. So tíðar-
karmurin kann vera alt frá
nøkrum árum til ongantíð.
Amerada Hess fer í hes-
um døgum undir enn eina
boring í bretskum øki. Tað
er Cambo-brunnurin, sum
liggur longur norðuri. West
Navion skal eisini bora
henda brunnin, sum liggur
nakað frá føroyska markin-
um. Úrslitið av tí boringini
kann eisini hava týdning
fyri leitingina á føroyskum
øki. Ikki minst fyri 9 ára
loyvið hjá Agip.
Ben Arabo, stjóri -Oljuleiting
er ikki løtuverk. Her er hann
stæddur umborð á Sovereign
Explorer, tá fund varð gjørt
við Føroyar
Mynd Jan Müller
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Náttina til sunnudagin var
ein maður sligin í høvdið í
klubbagarðinum.
Hann
bløddi í høvdinum og bæði
politibilur og sjúkrabilur
vóru á staðnum.
Tað vísti seg seinni, at
maðurin varð sligin av eini
kvinnu og tveimum øðrum
monnum, sum hann hevði
provokerað fyrr um kvøldið
inni í Club 20. Tey vóru
farin til hendurs uttanfyri,
og tann sligni maðurin varð
koyrdur á skaðastovuna.
Har varð staðfest, at hann
hevði brotið nøsina.
Vitnir á staðnum høvdu
útpeikað tey trý fólkini,
sum høvdu sligið mannin,
men tá politiið seinni um
náttina hevði tosað við
mannin á skaðastovuni,
ynskti hann ikki at gera
meira burturúr málinum, tí
hann
meinti,
at
hann
kanska sjálvur hevði stóra
skyld í tí.
Brotin nøs
LØGREGLUTÍÐINDI
LØGREGLUTÍÐINDI
Fríggjakvøldið fekk poli-
tiið í Havn fráboðan um
Alarmsentralin, at ein mað-
ur í Koltri hevði brotið eitt
bein. Maðurin hevði nógva
pínu og tyrlan varð send
eftir honum, og hann varð
fluttur á sjúkrahúsið.
Somuleiðis fríggjadagin
fekk politiið fráboðan um,
at eitt seksmannafar var
komið í trupulleikar á
Vágsfirði. Har stóð ein
maður á takinum á maskin-
húsinum og veipaði um
hjálp. Politiið í Havn segði
Vaktar- og Bjarningartæn-
astuni og politinum í Vági
frá, sum síðani tók sær av
málinum.
LØGREGLUTÍÐINDI
Áðrenn Maersk flogfarið
lendi sunnudagin fekk boð-
aði tornið á flogvøllinum
frá, at eitt av ferða-
fólkunum varð svímað um-
borð, og tí varð lækni
ynsktur á staðið. Politiið
sigur, at hetta var ikki so
álvarsamt. Talan hevur
helst bara verið um ein
buldrutan túr, har ferða-
fólkið er vorðið bangið, og
er tí svímað.
ÓHAPP
Sunnudagin fór ein per-
sónsbilur útav við brúnna
um Sandá í Havnardali. Ein
kvinna var í bilinum. Tað
eydnaðist henni sjálv at
sleppa úr bilinum, men hon
hevði fingið sjokk, og varð
vorðin heldur køld eftir ein
túr í ánna. Hon varð koyrd
á sjúkrahúsið til nærri
kanningar.
Leygarkvøldið var eitt
ferðsluóhapp, har promillu-
koyring var uppi í spælin-
um. Politiið fekk fráboðan
um, at ein full kvinna hevði
rent á ein parkeraðan bil á
Landavegnum, og hon var
farin avstað uttan at boða
frá. Politiið fann hana aftur
uppi á Marknagilsvegnum.
Hon verður skuldsett fyri
spirituskoyring og ferðslu-
óhapp.
Leygarmorgunin
fekk
politiið fráboðan um, at ein
bilur stóð á Vestmanna-
vegnum. Bilførarin varð
avdottin við róðrið. Frá-
boðarin hevði roynt at fing-
ið lív í mannin, men uttan
úrslit. Tá politiið úr Havn
kom á staðið var bilurin
farin avstað aftur.
Politiið í Havn sigur ann-
ars, at tað hava verið nøkur
ferðsluóhapp í sambandi
við hálku um vikuskiftið.
LØGREGLUTÍÐINDI
Sunnunáttina um fimm
tíðina um morgunin hoyrdi
vakthavandi á politistøðini
í Havn eitt buldur. Hildið
var í fyrstani, at hetta kom
frá garðinum, men tá hædd-
in í neðra varð kannað, varð
funnið útav, at onkur hevði
kastað ein stein ígjøgnum
vindeygað. Hetta vindeyg-
að vendi ímóti Bókbindara-
gøtu, og steinurin var lend-
ur á borðinum.
Politiið leitaði í granna-
lagnum og kom skjótt fram
á tveir persónar. Upplýst
verður av politistøðini í
Havn, at enn er ikki fastlagt
hvør hevur kastað steinin,
men hesir báðir persónarn-
ir, ið tiknir eru, eru gamlir
kenningar hjá politinum, so
lítið ivamál er um, teir eru
gerningsmenninir.
Seinni fekk politiið í
Havn fráboðan um, at royk-
ur kom úr eini íbúð undir
Glasheyggi í Havn. Tá poli-
tiið kom á staðið uppdag-
aðu teir, at hetta var ein lítil
íbúð og inni var ein fullur
maður. Hann hevði fingist
við eina kókiplátu og ein
plastikkposi lá soleiðis fyri,
at hann var smeltaður.
Maðurin hevði sjálvur klár-
að at fáa posan vekk áðrenn
eldur kom í, men nógvur
roykur var, og tí hevði hann
gloppað hurðini.
LØGREGLUTÍÐINDI
Sunnunáttina hevði ein
maður, sum kom út úr
Barok í Klaksvík, fingið
eina fløsku í høvdið. Hann
varð koyrdur á skaðastov-
una, og har varð staðfest, at
hann hevði brotið eina
stifttonn. Eftir øllum at
døma hevði ein ung kvinna
staðið og veipað við eini
fløsku, sum síðani av óvart
hevði
rakt
mannin
í
andlitið.
Kastaðu stein inn
á politistøðina
Ferðsluóhapp við
brúnna um Sandá
Beinbrot í Koltri
Fløsku
í
høvdið
Svímað umborð á Maersk
C
M
Y
K
5
4
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in