Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Nr. 202 - 22. oktober 2002 7 Ger Landsstýrið álvara av sínum ætlanum, er talan um eina skattahækking, hvussu tað so verður vent og snarað og tað er tað øvugta av tí, sum Landsstýrið hev- ur lovað, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag SKATTUR Áki Bertholdsen – Ger Landsstýrið álvara av hesum, er talan um eina skattahækking, hvussu tað so verður vent ella snarað. Føroya Arbeiðsgevarafel- ag er púra samt við fakfel- øgunum í, at Landsstýrið skal skal halda seg frá pengunum, sum fólk spara, nú ætlanin er at lækka inn- gjaldið til ALS. Nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS, hevur Landsstýrið róð framundir at brúka tað, sum fólk spara til at fíggja eitt longri barnsburðarfarlovyi við. Í greinini omanfyri mót- mæla fakfeløgini at tað hendir og Arbeiðsgevararn- ir eru púra samdir. – Vit halda ikki, at ALS og Barnsburðargrunnurin hava nakað sum helst við hvørt annað at gera, sigur Jan Mortensen á skrivstov- uni hjá arbeiðsgevarunum í Vinnuhúsinum. Hann sigur, at tað eru partarnir á arbeiðsmarkn- aðinum, sum hava ábyrgd- ina av Arbeiðsloysisskipan- ini og stýrið fyri ALS hevur hækkað og lækkað gjaldið, alt eftir, hvussu tíðirnar hava verið. – Men tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum gjalda hækkingarnar og vit halda, at teir eisini eiga at fáa ágóðan av lækkingun- um. Hann sigur, at skal barna- burðarfarloyvið longjast, má Landsstýrið finna fígg- ingina aðrastaðni og at vita, hvar tað ber til at spara í al- menna rakstrinum, tí fíggj- arlógin er longu ríkiliga stór, sum hon er og nú er tíðin komin at vita, hvar tað ber til at spara í almenna rakstrinum. Hann leggur dent á, at verða verri tíðir aftur, er onki at ivast í, at ALS gjaldið fer uppaftur, tí tað vil altíð hækka og lækka alt eftir, hvussu tíðirnar eru. – Ger landsstýrið álvara av sínum ætlanum og tekur tað, sum fólk spara, nú ALS gjaldið lækkar, til barns- burðargrunnin, er tað onki uttan ein eykaskattur og tað er beint tað øvugta av tí, sum Landsstýrið hevur frá- boðað, tí samgongan hevur lovað skattalætta, sigur Jan Mortensen. – Samstundis sum Landsstýrið lovar at seta skattin niður, er ætlanin er at seta eina dulda skattahækking í verk, og tað góðtaka fakfeløgini ikki, sigur Ingeborg Vinther SKATTUR Áki Bertholdsen – Nú fólk fáa ein møgu- leika at spara eitt lítið sind- ur av pengum, má lands- stýrið ikki sleppa at leggja hald á teir. Politikkurin hjá Lands- stýrinum hevur enn eina- ferð fingið fakfeløgini at ressast við. Tað er spurningurin um inngjaldið til Arbeiðsloys- isskipanina, sum nú fáa fakfeløgini at reisast ímóti Landsstýrinum. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at nú ætlanin er at lækka inngjaldið til ALS, ætlar Landsstýrið at leggja hald á peningin og tað góð- taka fakfeløgini ikki. Hon sigur, at seinni verð- ur stórur fundur ímillum øll fakfeløgini, har tey fara at viðgera málið og sat taka støðu til, hvat skal gerast. Beinleiðis orsøkin til, at fakfeløgini nú ætla at mót- mæla politikkinum hjá Landsstýrinum, er, at nú er ætlanin at lækka inngjaldið til Als. – Í tí sambandi eru tað politikarar í Landsstýrin- um, sum rógva framundir, at peningurin, sum fólk spara av teirri orsøk, skal gjaldast í Barnsburðar- grunnin so at tað verður ráð til at longja farloyvið upp í 52 vikur. Tað hevur eisini verið nevnt, at tað skal brúkast til at fíggja karendsdagar við. – Hetta kann ikki koma upp á tal, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað er fólkið sjálvt, sum eigur peningin og tað, sum fólk nú spara við at gjaldið til Als lækkar, skal koma teimum sjálvum til góðar og tað kann ikki koma uppá tal at tað skal enda í landskassanum til barnsburðarfarloyvi ella nakað annað, sigur Inge- borg Vinter. Tí eru øll fakfeløg kalla saman til fundar seinni at viðgera støðuna og at gera av, hvat skal gerast við málið, men hetta kann ikki góðtakast, sigur Ingeborg Vinther. Eru lumpað einaferð Hon sigur, at í løtuni er gjaldið til Als 1,25 % av lønini, men tað lækkar nú niður í 0, 5%, sum er tað lægsta, tað hevur verið. Tá ið gjaldið varð hægst, var tað 2,75%. – Tað eru partarnir á ar- beiðsmarknaðinum sjálvir, sum burturav eiga ALS og betala alt, sum fer í skipan- ina og tí er tað fólkið, sum eigur peningin, sum er í skipanini. Politikararnir hava ongantíð viljað havt nakað við ALS at gera og teir skulu ikki sleppa at leggja hald á peningin, nú tað eru góðar tíðir og nakað ALS-skipanin er væl fyri. – Teir vildu ikk vitað av Als, tá ið ringar tíðir vóru í Føroyum. Tá vóru tað part- arnir á arbeiðsmarknaðin- um, sum hingu upp á skip- anina og politikararnir skulu ikki leggja hald á peningin, hjá fólki, nú, tað gongur væl. – Umboðini fyri fakfel- øgini hava alla tíðina roynt at fingið arbeiðsloysisstuð- ulin upp á 80% av eini ar- beiðarainntøku, men tað er ongantíð eydnast. – Tað einasta, vit hava kunnað samst um, er at lækka inngjaldið og nú tað lækkar niður í 0,5 % av lønini, skal Landsstýrið ikki sleppa at leggja hald á peningin, tí tað skal koma teimum til góðar, sum eiga peningin, sigur hon. Hon sigur, at Stýrið fyri ALS hevur øll árini hækkað og lækkað gjaldið eftir, hvussu tíðirnar eru, men tað eru partarnir á arbeiðs- marknaðinum, sum hava goldið hækkingarnar og tí skulu partarnir á arbeiðs- marknaðinum eisini hava ágóðan av lækkingini og at politikararnir halda seg burtur. Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini eru lumpað einaferð, tí einaferð ALS gjaldið lækkaði, var pen- ingurin tikin til barnsburð- argrunn og tað skal ikki henda aftur. Duld skattahækking Hon vísir á, at landsstýrið hevur lovað at lækka skatt- in. Men verður hald lagt á tað, sum fólk spara við at inngjaldið verður lækkað, er talan um eina dulda skattahækking. – Hóast tíðirnar eru góð- ar nú, er tað nógv, sum bendir á, at gongdin er við at venda. – Tað skal ikki ein serliga djúp kreppa til, so verður neyðugt at hækka gjaldið aftur, og so er talan í veru- leikanum um eina skatta- hækking, tí so koma fólk tilsamans av betala meir enn tey nakrantíð hava gjørt, skuldi Landsstýrið fingið sín vilja við tí, sum fólk spara við tað at inn- gjaldið til Als lækkar so at tað verður brúkt til Barns- burðargrunnin. Hon sigur, at stýrið fyri ALS hevur samtykt, at lækka gjaldið til ALS, men tað var ongantíð talan um, at sparingin skuldi brúkast til Barnsburðargrunnin. – Tað var alla tíðina ætl- anin, at fólkið sjálvt skuldi fáa ágóðan, sigur hon. Men skal barnsburðarfar- loyvið so ikki longjast? – Arbeiðsloysisskipanin og Barnsburðargrunnurin hava onki við hvørt annað at gera og skal farloyvið longjast, eiga politikararnir ikki at blanda ALS upp í tað. Fakfeløgini vóru ikki við, tá ið barsnburðar- grunnurin var gjørdur og hann liggur á einum so høgum støði, at fólk kunnu fáa upp í 35.000 krónur um mánaðin úr honum. Skal tað bøtast um hann, mugu politikararnir fáa peningin aðrastaðni frá, enn frá ALS, tí fólkið betalir nóg mikið nú. Skal barnsburðarfarloyv- ið longjast, kostar tað pen- ing og tað er bara eina- staðni at fara eftir pengun- um, antin so ella so? – Vit hava ikki havt nakra ávirkan á barnsburðar- grunnin og tá poltikararnir gera eina skipan, sum er so rúmlig, at hon kann betala 35.000 krónur um mánað- in, mugu teir sjálvir finna fíggingina til tað, uttan at koma til løntakaran eftir meiri pengum, sigur Inge- borg Vinther. Landsstýrið ætlar nú at taka meiri pengar frá fólki Talan er um at hækka skattin – Tað, sum Landsstýrið nú er í ferð við, er at leggja eykaskatt á fólk og vinnulílv, hóast samgongan hevur lovað júst tað øvugta, sigur Jan Mortensen hjá Arbeiðsgevarafelagnum Landsstýrið ætlar at leggja hald á tað, sum fólk spara við at gjaldið til ALS lækkar, men tað góðtaka fakfeløgini ikki, sigur Ingeborg Vinther Almannastovan møguliga húsvill Leigusáttmálin mill- um Almannastovuna og P/F Dygd um leigu av bygninginum í Jónas Broncks Gøtu í Havn gongur út á nýggjárinum, og enn eru partarnir ikki samdir um at leingja leigumálið. Tískil kann Almannastovan gerast húsvill, fæst ikki ein loysn í næst- um. Landsstýrismað- urin í almannamál- um, Páll á Reyna- túgvu, hevur ongar viðmerkingar til mál- ið. ALMANNASTOVAN Jón Brian Hvidtfeldt Almannastovan hevur sein- astu mongu árini leigað seg inn í stóra bygningin í Jón- as Broncks Gøtu í Havn. Men á nýggjárinum gongur leigusáttmálin út millum Almannastovuna og P/F Dygd, sum eigur bygning- in, og framvegis er óvist, hvørt Almannastovan sleppur at vera verandi í bygninginum, ella stovnur- in noyðist at finna sær nýggj høli. Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni, sigur, at sáttmálin upprunaliga gekk út í 2000, men er síðan longdur. Í summar fekk stjórin á Almannastovuni at vita, at tey fóru at vera upp- søgd úr bygninginum. Partarnir hava síðan sam- ráðst um nýggjan leigusátt- mála, og fríggjadagin í síðstu viku var aftur fundur. Petra Joensen sigur, at eing- in loysn varð funnin á tí fundinum, og partarnir hava avtalað nýggjan fund í november. Stjórin á Al- mannastovuni vónar, at ein loysn verður funnin á hølis- viðurskiftunum hjá Al- mannastovuni sum skjótast. Hon leggur tó afturat, at skal Almannastovan fram- haldandi leiga í bygning- inum í Jónas Broncks Gøtu, so skulu ábøtur gerast. – Vit hava sett okkum fyri at skapa eitt gott um- hvørvi á Almannastovuni, bæði fyri viðskiftafólk og fyri starvsfólkini, og tí verður neyðugt at gera íløg- ur í bygningin. Til dømis ber ikki til hjá viðskifta- fólki, sum sita í rullustóli, at sleppa upp á ovaru hædd- irnar í bygninginum, tí lyft- an er ov lítil. Og harum- framt eru nógvar aðrar ábøtur, sum skulu gerast, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni. Almannastovan leigar í dag í tveimum bygningum í Havn. Umframt bygningin í Jónas Broncks Gøtu leigar stovnurin seg eisini inn í bygningin hjá Føroya Sparikassa við Tinghúsveg- in, har veitingardeildin hjá Almannastovuni heldur til. Leigumálið við Tinghús- vegin byrjaði 1.február í ár og er galdandi í hálvt triðja ár. Á fíggjarlógini fyri í ár eru settar av 2.661.000 krónur til leigu og viðlíka- hald í samband við leigu- sáttamálarnar av hesum báðum bygningum. Sama upphædd er sett av í fíggj- arlógaruppskotinum fyri næsta ár. Hølisútreiðslurnar av deildunum hjá Almanna- stovuni í Eysturoynni, í Klaksvík og Suðuroynni verða goldnar av kommun- unum á staðnum. Sum nevnt er tað P/F Dygd, sum eigur bygningin í Jónas Broncks Gøtu, har Almannastovan heldur til. P/F Dygd er felag, hvørs einasta endamál er at eiga og útleiga bygningin í Jónas Broncks Gøtu, umframt ein bygning við Skálafjørðin. Nevndarformaðurin í P/F Dygd, Tummas Hanus Dam, hevur ikki stórvegis við- merkingar til uppsøgnina. – Leigumálið gongur út, og nú verður tingast um at endurnýggja leigumálið. Sjálvandi hava vit okkara krøv til eina møguliga end- urnýggjan av sáttmálanum, eins og leigarin hevur síni krøv, sigur Tummas Hanus Dam. Hann váttar, at P/F Dygd vil hava leigukostn- aðin broyttan, skal leigu- málið halda fram. Nevndar- formaðurin sigur, at fyrst og fremst verður samráðst við Almannastovuna um framhaldandi leigumál, áðrenn farið verður at sam- ráðast við onnur um at leiga bygningin. Hann sigur seg vænta, at partarnir fara at fáa ein nýggjan leigusátt- mála uppá pláss í næstum. Páll onga viðmerking Landsstýrismaðurin í al- mannamálum, Páll á Reyn- atúgvu, hevur onga við- merking til støðuna hjá Al- mannastovuni. Hann vil ikki siga, um Almanna- málaráðið hevur nakra alt- ernativa loysn, skuldi tað ikki eydnast Almannastov- uni at leingja leigumálið í Jónas Broncks Gøtu, ella um tað yvirhøvur verður ar- beitt við at útvega stovnin- um onnur høli. Vit ætlaðu eisini at biðja landsstýris- mannin um eina viðmerk- ing til tað, sum var havt á lofti frá Løgtingsins røðara- palli í síðstu viku, um at Al- mannastovan kundi flutt í hølini hjá Postverkinum á Argjum. Men landsstýris- maðurin hevur stutt sagt onga viðmerking. Staðfestast kann tó, at næsta ár er sama upphædd sett av í fíggjarlógarupp- skotinum til leiguútreiðslur hjá Almannastovuni. Landsverkfrøðinguri n fekk trý tilboð uppá at leggja slit- lagið av asfalti í og við undirsjóvar- tunnlinum um Vest- mannasund. 55.000 krónur eru á muni millum hægsta og lægsta tilboðið. LANDSVERK- FRØÐINGURIN Jón Brian Hvidtfeldt Tríggir bjóða sær til at asfaltera undirsjóvartunn- ilin um Vestmannasund. Landsverkfrøðingurin bjóðaði herfyri út arbeiðið at leggja slitlag av asfalti á koyribreytirnar í tunnlin- um, umframt á økjunum við báðar tunnilsmunnar- nar. Tilsamans er talan um 10.000 tons av asfalti, sum skulu leggjast á vegin. Teir tríggir, sum bjóð- aðu uppá asfalteringina vóru IR Lastvognar, Niels O. Joensen og Gestur Hansen. Teir báðir sein- astu bjóðaðu uppá arbeiði saman við øðrum. Bílig- asta tilboðið eigur Gestur Hansen, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri 15,50 krónur fyri tonsið av asfalti, ella fyri tilsam- ans 155.000 krónur. Næst- lagsta tilboðið kom frá Niels O. Joensen, sum bjóðar sær til at gera ar- beiðið fyri 18,90 krónur fyri tonsið, ella fyri til- samans 189.000 krónur. Tilboðið frá IR Lastvogn- um ljóðaði uppá 21 krónur tonsið, ella tilsamans 210.000 krónur. Sostætt lægsta tilboðið 55.000 krónur - tað er umleið ein fjórðapart, bí- ligari enn dýrasta tilboðið. Landsverkfrøðingurin fer nú at samráðast við tann, sum hevði bíligasta til- boðið, um at fáa arbeiðið gjørt. Arbeiðið at leggja slit- lagið av asfalti á koyri- breytirnar í tunnlinum og á økini báðu megin tunni- lin er mett at taka umleið tvær vikur at gera. Trý tilboð uppá asfalter- ingina av Vágatunnlinum Á nýggjárinum gongur sáttmálin millum P/F Dygd og Almannastovuna um leigu av bygninginum í Jónas Broncks Gøtu 27 út, og enn er nýggjur leigusáttmáli ikki fingin uppá pláss. Longu nú er tó greitt, at tað verður dýrari enn higartil, skal Almannastovan sleppa at halda fram at húsast í hesum bygninginum. C M Y K 7 6