týsdagur 22. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 202 - 22. oktober 2002
Nr. 202 - 22. oktober 2002
9
Tað eru serliga
dreingir, sum ikki
duga so væl at lesa og
skriva. Í vetur fer
áhugafelagið fyri lesi-
og skriviveik at skipa
fyri kvøldskúla-
undirvísing undir
Tórshavnar Kvøld-og
Ungdómsskúla í Havn
KVØLDSKÚLI
Vilmund Jacobsen
Ungdómar og vaksin, sum
hava lesi-og skrivitrupul-
leikar, fáa nú møguleika at
fara á skeið hjá Tórshavnar
Kvøld-og Ungdómsskúla í
vetur.
Anna Karin Kjeld í
Funningsfirði er ein av
stigtakarunum til og for-
maður í áhugafelagnum hjá
lesi-og skriviveikum.
Felagið hevur eina nevnd,
sum telir sjey limir, sum øll
eru avvarðandi at børnum
og ungdómum við hesum
trupulleikum. Felagið hev-
ur 40-45 limir um megin-
partin av landinum.
Hon sigur, at felagið
hevur arbeitt við at fáa í lag
skeið fyri lesi-og skriviveik
í langa tíð, og nú verður
hetta so veruleiki í vetur.
Í fyrstu syfti er ætlanin at
hava eitt kvøld um vikuna,
men verður undirtøkan stór,
er ikki óhugsandi, at talan
verður um tvey kvøld.
Øll vælkomin
Í lýsing vísir áhugafelagið
á, at ungdómar og vaksin,
sum eru 14 ár og eldri,
kunnu tekna seg til skeiðið
á tlf. 441541 ella 317755.
- Um tit kenna onkran,
sum tit meta hevur tørv á
einum slíkum skeiði, eru tit
vælkomin at lata okkum
frætta, sigur Anna Karin.
Hon væntar ikki, tað
verður so lætt at fáa fólk at
geva seg til kennar, tí lesi-
og skriviveik eru vanliga
lítillátin og duga væl at
krógva hesar trupulleikar.
- Men eingin eigur at
halda seg aftur, tí hetta
kann
vera
avgerandi
skumpið til at koma eitt stig
víðari, antin til aðrar skúlar
ella bara til at klára seg
betur í gerandisdegnum.
Áhugafelagið fyri lesi-
og skriviveik hevur í tí stilla
arbeitt við trupulleikanum í
eini 2-3 ár, og tá ið aðal-
fundur verður aftur í no-
vember, er ætlanin at skipa
felagið meira "legalt", sum
tikið verður til.
- Vit hava havt fundir við
ymiskar myndugleikar og
fundir runt ymsastaðni, og
nú er tað so hent, at skjøtil
er settur á.
Anna Karin sigur, at fe-
lagið er sera takksamt fyri
stuðulin, tey hava fingið á
skúlanum á Trøðni, og tað
verður ein lærari frá ser-
námsdeplinum, sum kemur
at taka sær av undirvísing-
ini á kvøldskúlanum.
- Undirvísingin byrjar, so
skjótt vit hava nóg mikið at
næmingum til skeiðið. Sum
er, hava vit fýra næmingar,
men pláss er fyri fleiri. Tí
er ikki at halda seg aftur,
sigur hon.
Tá ið eitt hóskandi tal av
næmingum hava teknað
seg, verður lærari settur.
Hann fer síðan at kalla
næmingarnar saman, og tá
ið tað er gjørt, byrjar undir-
vísingin.
Orðblind
Anna Karin vísir á, at tey
flestu, sum hava ilt við at
lesa og skriva, eru tað, tey
rópa, orðblind.
- Hetta vísir seg allar oft-
ast at ganga útyvir dreingir-
nar. Vit eru sjey foreldur í
nevndini í áhugafelagnum,
og øll eiga vit dreingir, sum
hava hesar trupulleikar. Eg
veit bara um eina gentu í
felagnum, sum er orðblind,
sigur hon.
Anna Karin sigur, at lesi-
og
skrivitrupulleikarnir
millum ung og vaksin eru
nógv størri, enn fólk van-
liga geva sær far um.
- Hetta hevur vanliga
einki við skil at gera.
Flestu, sum hava hesar
trupulleikar, eru ógvuliga
skilagóð. Tey duga hin-
vegin væl at krógva trupul-
leikarnar og snúgva sær
undan. Men hesi kunnu
læra bæði at lesa og skriva.
Tað gongur bara eitt sindur
seinni og krevur meira tíð
og arbeiði, um tú ert orð-
blindur.
Hon sigur, at ungdómar
og vaksin, sum ikki hava
lært at lesa og skriva, sum
oftast eru orðblind – tað, at
eyguni og heilin ikki sam-
arbeiða, men tað eru eisini
tey, sum síggja illa, ið
kunnu vera afturútsigld á
hesum øki.
- Eingin hevur tikið sær
nakað serligt av hesum
trupulleikanum og tey, sum
hava hesar trupulleikar,
vilja helst sleppa undan at
tosa um teir. Tí vilja vit nú
royna hetta skeiðið, og vit
vóna, at tað fær neyðugu
undirtøkuna. Eingin skal
halda seg aftur við at koma,
sigur Anna Karin Kjeld.
Hon vísir á, at fólk kunnu
altíð ringja til hennara
(441541) og spyrja seg fyri.
Fleiri dreingir hava lesi
og skrivitrupulleikar
Skeiðið fyri lesi-og skriviveik er ætlað ungdómum og vaksnum, sum hava tungt við at lesa og skriva. - Hetta er ein nógv størri
trupulleiki, enn vit geva okkum far um, sigur Anna Karin Kjeld.
Myndin er tilvildarlig
Handilsmaðurin,
Eivind Jacobsen, ætl-
ar at byggja ein stór-
an handil á Strondum
um nøkur ár
HANDIL
Vilmund Jacobsen
Um hálvan juli í ár broyttist
handilsmynstrið á Strond-
um. Tá yvirtók Eivind
Jacobsen handilin hjá Kára
Hansen á Høvdanum og
handilin hjá Poul Godt-
hardi, Stranda Sentrum.
Eivind avgjørdi at lata
Stranda Sentrum aftur og
halda fram við handlinum á
Høvdanum. Poul Godthard
gjørdist dagligur leiðari á
Høvdanum.
Eivind Jacobsen sigur, at
neyvu tølini yvir gongdina
eru ikki tøk enn, men hann
heldur, at tað hevur gingið
hampiligt,
síðan
hann
yvirtók handlarnar.
- Tað er tungt at reka
matvøruhandlar í kapping
við teir stóru, men eg havi
ongar ætlanir um at gevast
á hendur.
Ætlar at byggja
Eivind sigur, at hann hevur
ætlanir um at byggja upp
ein stóran handil á Strond-
um, sum hevur eitt nógv
størri
úrval
enn
bara
matvørur.
- Kommunan arbeiðir við
eini býarætlan, og tá ið
hendan fyriliggur, fæst ein
ábending um, hvar ein
slíkur handil kann byggjast,
sigur Eivind.
Enn vil hann ikki siga,
hvat
úrvalið
í
nýggja
handlinum verður, men
hann leggur dent á, at mat-
vøruparturin verður ikki
sleptur, men mentur upp
aftur meira.
- Eg hugsi um eitt minni
SMS við einum eigara,
sigur hann og leggur aftrat,
at ætlanin er, at alt skal vera
ein handil og ikki fleiri, tí
tað er dýrari í arbeiðsløn-
um.
- At byggja ein hand-
ilsbygning kostar einki
aftur ímóti at hava fleiri
starvsfólk; tí hugsi eg í
fyrsta lagi um ein stóran
handil við stórum og fjøl-
broyttum vøruúrvali, sigur
Eivind.
Eini 8-10 fólk eru í dag
knýtt
at
handlinum
á
Høvdanum. Hetta gevur
umleið 4 fulltíðarstørv.
Nær nýggi handilin á
Strondum verður reistur,
dugir Eivind Jacobsen ikki
at siga í løtuni, men ætlanin
er ikki, at tað skulu ganga
fleiri ár, áðrenn nýggi
handilin gerst veruleiki.
Á eystara armi á Skála-
fjørðinum er eisini ein
annar rímiliga stórur mat-
vøruhandil. Tað er Joma á
Skála. Síðan er Kovin á
Skála, sum er ein minni
handil enn handilin á
Høvdanum og Joma.
Tað gongur hampiliga á Høvdanum
Væntandi ganga ikki nógv ár, fyrr enn Eivind Jacobsen hevur bygt ein nýggjan og nógv størri
handil á Strondum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tvær konsertir fyri
nærum fullum húsi Í
Norðurlandahúsinum
var úrslitið av sang-
skeiðinum, sum
Heimamissiónin
skipaði fyri. Fyrireik-
ararnir lata sera væl
at konsertunum
KONSERT
Solby A. Eliasen
Tann fyrra konsertin fór av
bakkastokki klokkan trý.
Hon byrjaði við at barna-
kórið framførdi fýra sangir.
Sosialurin frættir, at fram-
førslan hjá teimum var av-
bera
góð,
so
ivaleyst
mundu nógv sera stolt for-
eldur sita millum áhoyr-ar-
arnar leygardagin.
Tá barnakórið var liðugt
við teirra framførslu, kom
stóra kórið, sum tað verður
kallað, á pallin við norð-
manninum Jostein Mykle-
bust á odda. Hann var sera
vælupplagdur, og hann
leiddi kórið trygt og væl
gjøgnum teir ymsu sang-
irnar. Sangstílurin var fyri
tað mesta Black Gospel,
men eisini vóru meira sið-
vandir sangir á skránni.
Kórið framførdi ellivu av
teimum fimtan sangunum,
sum tey høvdu vant á
sangskeiðinum. So ikki
kann annað sigast enn, at
tey hava fingið nógv burtur
úr á skeiðinum, sum endaði
við báðum konsertunum
leygardagin.
Hans Jákup Hansen, for-
maður í sangnevndini hjá
Heimamissiónini, sigur, at
tað er altíð betur at hava í
meira lagi av sangum, tí tað
skal helst ikki vera ov lítið.
Tann fyrra konsertin vardi í
umleið fimm korter, meðan
tann seinna var heldur
longri - umleið hálvan
annan tíma.
Hans Jákup Hansen letur
sera væl at konsertunum,
men hann sigur tó, at tann
seinna eydnaðist betur.
– Tað vil nokk altíð verða
so, tá tað eru tvær konsertir.
Tað eru fleiri nervar upp á
spæl til ta fyrru og sangar-
arnir skulu tá eisini føla seg
fram. Meðan til ta seinnu
eru tey greið yvir alt og
slappa meira av tá. Og tá
skulu tey heldur ikki spara
seg til eina konsert afturat,
og kunna tískil geva alt,
sum tey hava, greiðir Hans
Jákup Hansen frá.
Hóast konsertirnar vóru
klokkan 15 og 17 leygar-
dagin, so var nógv fólk. Til
ta fyrru var ikki útselt,
meðan tann seinna var fyri
fullum húsi, og tað vil siga
340 fólk. Hetta var triðju
ferð, at konsertirnar í sam-
bandi við sangskeiðið hjá
Heimamissiónini
var
í
Norðurlandahúsinum.
– Vit vita frá undanfarn-
um árum, at áhugin fyri
hesum konsertunum er
stórur, og tí hava vit valt at
hava tvær, sigur Hans
Jákup Hansen, sum fegnast
um, at bæði sangskeiðið og
konsertirnar enn einaferð
eydnaðust so væl.
Væleydnaðar konsertir í
Norðurlandahúsinum
Fyri fullum húsi fór seinna
konsertin hjá
Heimamissiónini fram
leygardagin í
Norðurlandahúsinum
Fleiri solistar sungu á konsertini.
Dirigentur hjá stóra kórinum var norðmaðurin Jostein Myklabust, sum er kendur millum føroy-
ingar, sum hava verið á Bíbliuskúla, har hann undirvísir
C
M
Y
K
9
8