Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Nr. 202 - 22. oktober 2002 11 Fótbóltsdysturin í Hannover seinasta mikukvøld hevur veruliga sett Føroyar á týska heimskortið. Tað er ikki blað, sum ikki nevnir dystin, og summi hava langar greinar og ferðafrá- sagnir úr Føroyum FERÐAVINNA Edvard Joensen Braunschweig: Týskarar hava lagt merki til, at føroyingar skulu spæla landsdyst móti risan- um í fótbóltsheiminum. Tí týska landsliðnum. Øll bløð, tú fekst hendur á dag- arnar undan dystinum, nevna hann, og eisini tíðar- rit, sum liggja frammi, eitt nú í tokinum, hava gjørt væl burturúr. Tað er kvøld, og myrkt er uttanfyri, tá vit eftir at hava flogið til Berlin, koma á Spandau jarnbreytastøðina og seta okkum í skjóttgang- andi ICE tokið, Bettina von Arnium, sum við hálvt- triðjahundrað kilometra ferð um tíman flytir okkum móti Braunschweig. Týski feðaleiðarin, sum býr í Danmark og tosar enskt, er ættaður úr Braun- schweig og vil fegin siga frá um býin. Tó argar tað hann ikki sørt, at Braun- schweig, sum hevur stoltar fótbóltstraditiónir, nú má víkja fyri pinkubýnum í grannalagnum, Wolfsburg, sum við sínum nógvu fólkavognspengum setir seg á fóltbóltin í umráðn- um. Vit tosa um fótbólt, sum vera man, og Knut, sum ferðaleiðarin eitur og sigur seg vera uppkallaðan eftir Hamsun, ið mammu hans- ara dámdi so væl at lesa, er fólkaligur og væntar ikki, at føroyingar fara at klára seg so illa í dysti móti týskarum. Hann hevur verið í ferða- vinnuni í mong ár og kennir eisini Føroyar, men ivast eitt sindur í, hvussu væl oyggjarnar annars eru kendar her, hóast nógvir týskarar eru farnir at ferð- ast í Norðuratlantshavi, síð- an Norrøna er komin. – Men nú verða teir helst fleiri, sum fara at vita eitt sindur um Føroyar, tí nú er nógv skrivað og sagt um tykkum seinastu tíðna, sigur hann. Tokið ekur skjótt eftir jarnbreytini. Vit síggja beint yvir á elektroniska ferðmátaran, sum stendur á skottinum yvir av okkum. Hann er uppi á 249 km/t., og vit eru spent at síggja, um hann fer upp á 250. Tað fer hann. Heilt upp á 251 km/t. Men tað er eisini annað, sum fangar hugin, tí á borð- inum, vit sita við, liggur eitt tíðarrit, sum týska jarn- breytarfelagið gevur út og leggur í tokini, so fólk kunnu taka tað heim við sær. Ókeypis. Eg taki tað upp av vanlig- um forvitni og blaði í. Hvøkki við, tí har standa knappliga bæði Risin og Kellingin og smílast til mín. Ein stór litmynd tvørt- ur um alla opnuna. Tikin oman fyri Tjørnuvík í hoyna við útsýni tvørtur um Flógvan. Eg blaði, og greinin held- ur fram yvir enn tríggjar heilar síður við nógvum góðum litmyndum. Ikki eiti á reklama at fáa soleiðis. Fleiri milliónir fólk hava møguleika at síggja og lesa hesa ferða- frásøgnina, sum týski blað- maðurin hevur gjørt í Før- oyum í summar. Og vit gjalda ikki eitt oyra fyri alla hesa lýsingina. Hann hevur ferðast víða, hesin Martin Müller, sum hevur verið í Føroyum í summar. Hevur upplivað Havleik í Havn, verið og fleygað í Mykinesi, til konsert í Klæmintsgjógv í Hesti og vitjað á Hotel Norð á Viðareiði. Og hon- um hevur eftir øllum at døma dámað tað, hann hev- ur sæð og upplivað. Og tað er ikki eiti á yvir- skrift, hann hevur givið sín- ari ferðafrásøgn. »Tá fiskararnir hátíðar- halda UFO'ararnar«, nevnir hann greinina. Hann sigur frá, at ein teirra, hann hevur tosað við, metti tað javnt við eina UFO innrás, tá føroyingar fyri 12 árum síðan rættiliga harðliga stigu inn á altjóða fótbóltsvøllin. Sipað verður sjálvandi til hin tiltikna Landskronadystin móti Eysturríki. Og nú eiga týskarar tørn, verður víst á. Ferðin til Føroya og ferðafrásøgnin í toktíðarrit- inum týska eru heilt greitt eitt úrslit av fótbóltslands- dystinum landanna millum. Tað gongur eisini týðuliga fram í greinini. Og at týskarar taka hetta í álvara, er eingin ivi um. Tí við síðuna av blaðnum »mobil« hjá Deutche Bahn liggur eitt blað, sum týski fíggjarheimurin dagliga gevur út, og sum eisini hevur ein stubba um, at nú eru bæði Ballack og Haman frískir aftur, og vónirnar fyri einum góðum dysti móti føroyingum eru til staðar. Sum kunnugt gjørdist úr- slitið av dystinum rættiligra óvæntað hjá nógvum. Og eingin ivi er um, at umrøð- an av Føroyum er stór í Týsklandi í løtuni, og tí eiga føroyingar nú at smíða, meðan jarnið er gløðandi heitt. Týskarar kenna Føroyar Yvir fleiri síður í týskum jarnbreytatíðarriti, sum milliónir av týskarum hava møguleika at lesa, er ferðafrásøgn úr Føroyum við rættiliga góðari og ókeypis reklamu fyri okkum Nógvar milliónir týskarar kunnu í hesum døgum sita í tokunum og lesa um Føroyar Mynd: Edvard Joensen -Vit kunnu vænta innrás av týskum ferðafólki í framtíð- ini, eftir at landsliðið við sínum frálíka spæli hevur markn- aðarført Føroyar til eina gullmedalju. Týdningurin lands- liðið hevur fyri Før- oyar kann ikki gerast upp í pengum og eiga vit tí eisini at gera alt vit kunnu fyri at stuðla og stimbra tí í framtíðini sigur stjór- in í Ferðaráðnum Heri Niclasen FÓTBÓLTUR OG FERÐAVINNA Jan Müller Millum mongu føroying- arnar, sum vóru til dystin í Hannover herfyri var eisini stjórin í Ferðaráðnum, Heri Niclasen. Hann fegnast um úrslitið og heldur týski áhugin fyri Føroyum sum ferðamannalandi nú av álvara kann fara at taka dik á seg. Ferðaráðið hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at tengja fótbóltin og so áhugan fyri Føroyum sum ferðamannalandi saman við eitt nú at bjóða útlendskum fjølmiðlafólki henda vegin og so eisini við at skipa fyri tiltaki í Hannover í sam- bandi við sjálvan dystin. Ferðaráðið hevði boðið fólki til eina stóra sam- komu í Gartenshalle í City Hall í Hannover. Har komu nógv fólk, eitt nú yvir- borgarstjórin. Sjálvur kanslarin Schrøder varð boðin við men takkaði fyri innbjóðingina og segði, at kallendarin var fullur. Á samkomuni takkaði stjórin í Ferðaráðnum fótbólts- sambandinum fyri tað arbeiði tað hevur gjørt til frama fyri Føroyar sum ferðamannalandi eisini. Hann vísti á, at hetta at vikt eru við í altjóða fótbólti er nakað, sum ikki bert gagnar ítróttinum men so sanniliga eisini bæði vinnu og ment- an. Sirri, sum eisini er eitt av okkara vinnuligu flagg- skipum ikki minst tá tað um ferðamannin umræður var eisini við á samkomuni og vísti fram nakrar av sínum vørum. Heri Niclasen vísir á, at tað góða samstarvið, sum er millum Ferðaráðið og so tey bæði stóru ferðamanna- feløgini Atlantic og Smyril Line, og sum gongur langt aftur í tíðina, slapp eisini at standa sína roynd her. Hann sær fyri sær, at eitt slíkt samstarv fer at hava stóran týdning fyri tann stóra áhuga, sum fer at verða í kjalarvørrinum á lands- dystinum. Nettupp á týska marknaðinum hava før- oysku feløgini og Ferða- ráðið samstarvað væl eitt nú á altjóða ferðamanna- messuni, sum er hvørt ár í Berlin. Fleiri týskarar koma Stjórin í Ferðaráðnum, sum sjálvur í sínum arbeiði hevur gjørt nógv fyri at fáa týsk ferðafólk henda vegin, ivast ikki í, at tað fara at koma fleiri og fleiri týsk- arar til Føroya sum frálíður og vísir hann eisini til, at Smyril Line í løtuni byggir nýggja Norrønu á týskari skipasmiðju. Náttúruupplivilsi er nak- að, sum Føroyar kunnu bjóða fram til eitt miljø- bevíst publikum, sum týsk- arar eru. Føroyar eiga nógv av tí, sum kann fáa ein týskan ferðamann at leita henda vegin. Tað má arbeiðast seriøst víðari við tí, sum er sett í gongd. Her hugsar ferða- vinnustjórin ikki bara um Týskland men eisini um Skotland og Ísland, sum vit eisini spæla landsdystir ímóti í hesum umfarinum. Ætlanin er at gera okkurt serligt tiltak í Reykjavík. Nú er hetta tiltakið so liðugt. Men vit skulu møta teimum og hinum tjóðum næsta ár og tað pliktar okkum til at halda fram við arbeiðinum heldur ferða- mannastjórin. Hann hevur varhugan av ikki minst eftir dystin í Hannover, at týskarar hava fingið eitt sera positivt inntrykk av Føroyum sum tjóð og fólk. Teir meta okk- um eitt hugnaligt, lítið og sjarmerandi land. Føroyingarnir, sum vórðu til dystin í Hannover, vóru eisini sera góðir ambassa- dørar fyri sítt land og hava latið eftir seg eitt sera positivt inntrykk ikki bara á vøllinum men eisini í gøt- ununum og har føroying- arnir hava ferðast. Tað besta nakrantíð Heri Niclasen var eisini áskoðari til sjálvan dystin. Hann sigur, at tað merktist longu undir upphitingini, at føroyska liðið varð sera tendrað uppá dystin. Teir góvu eisini alt tað teir áttu, ikki bara fysiskt men eisini mentalt og strategiskt. -- Hetta er tað besta eg nak- rantíð havi sæð landsliðið spæla. So Rumenikke, sum undan dystinunum segði, at føroyingar vóru eitt bein uttan kjøt á, man helst hava fingið hetta beinið í ranga- strúpan eftir dystin. Tað var eisini nakað stórt í at síggja og hoyra Rúna Brattaberg syngja fyri tjóðsangin. Hann fylti nógv hjá eini so lítlari tjóð at vera so leingi í hugaheim- inum hjá eini so stórari tjóð sum tí týsku. - Tá eg gekk heim eftir dystin sá eg nakað, sum segði so nógv. Eg sá tveir dreingir. Ein føroyskan uppá 10 til 11 ár sum møtti einum týskum drongi á sama aldri. Teir høvdu fløgg um herarnar. So tosaðu teir saman og býttu um fløgg og smíltust til hvønn annan og tóku í hondina á hvørjum øðrum, áðrenn teir fóru hvør til sítt. Sama gjørdu páparnir. Hetta er nakað, sum gevur ein annan boðskap enn bara eitt fótbóltsúrslit. Tað liggur annað enn tað aftan fyri slíkar dystir. Tað mentanarliga og virðingin fyri hvørjum øðrum sum fólk telur so sanniliga eisini nógv. Heri Niclasen heldur ann- ars, at tað at vit fingu Týsk- land sum mótstøðulið í hesi undankappingini var tað besta sum kundi henda. Høvdu vit næstu ferð drigið Ongland í lutakastinum hevði tað eisini verið sera gott. Kann ikki gerast upp í pengum Heri, sum hevur verið við til at brúka nógvar milliónir í marknaðarføring hjá bæði Atlantic og Smyril Line á týska marknaðinum, dylur ikki fyri, at slíkur dystur kann ikki gerast upp í pengum, hvussu nógv tað hevur at siga fyri okkum. - Hetta er tað størsta upp- livilsi eg havi havt saman við landsliðnum og stóð tað einki aftanfyri tí at møta Danmark fyri 10 árum síðani. Allir gjørdu sítt ítarsta. Tá føroyska liðið var á veg út reistu týsku áskoðararnir seg og klapp- aðu fyri spælarunum. Tað eiga vit at vera ernir av. Tað er nakað tú sjáldan upplivir. Heri Niclasen heldur annars fyri, at jú meira ítróttin verður stuðlað og ment og tess meira lands- liðið ger vart við seg, tess størri verður áhugin fyri Føroyum. Tí er landsliðið tann besti ambassadørurin vit hava havt og koma at hava. Nógvir europearar taka hetta lítla landið til sín vegna landsliðið. Landsliðið átti tí at fingið betri umstøður til at vant og arbeitt undir. Teir steðga um heystið og so verður alt avmonterað. Høvdu vit havt eina innandura høll, sum stóð altjóða mát kundi verið spælt um veturin eisini. - Hesaferð vóru týskar- arnir hepnir. Tað vóru marginalar og millimetrar, sum avgjørdu dystin. Tað er skeivt at siga, at týskarar kundu fingið nógv fleiri mál vórðu teir hepnari. Tað sama kanst tú siga um okkara landslið. Lat okk- um nú síggja, hvussu verður á Tórsvølli næsta ár. Fótbóltslandsliðið okkara bestu ambassadørar Yvirborgarstjórin í Hannover tosar við Hera Niclasen Mynd: Edvard Joensen Limir í føroyska vinafelagnum í Týsklandi Mynd: Edvard Joensen Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn Mynd: Edvard Joensen C M Y K 11 10