týsdagur 22. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 202 - 22. oktober 2002
Nr. 202 - 22. oktober 2002
13
Tað er ein løgin støða, ið løgtingið er komið í av
fíggjarlógaruppskotinum, og atfinningarnar tróta
ikki. Eftir eitt samgonguskjal, ið lovar gull og
grønar skógir umframt skattalætta uppá 50 til 150
milliónir, sæst lítið og einki til hetta í fíggjar-
lógaruppskotinum. Í fjølmiðlunum hevur fíggja-
rmálaráðharrin kunngjørt, at tað kemur ikki eitt oyra
upp á fíggjarlógina afturat. Skal nakað gerast, so
skulu niðurskurðir finnast svarandi til tað, ið skal
gerast. Her hongur ikki saman. Her kemur at svíða.
Løgmaður letur skína ígjøgnum, at nú verður farið
eftir almenna sektorinum. Eftir at hava gingið á
odda at byggja upp ein stóran almennan sektor við
fleiri nýggjum aðalstýrum, verður nú farið undir at
pilka hendan almenna sektorin sundur aftur. Tað er
møguligt, at vit hava ein ov stóran almennan sektor,
men eitt nútímans framkomið samfelag má hava
eina vælvirkandi fyrisiting, eitt gott heilsuverk, eitt
almannaverk, ið lýkur vanlig krøv til vælferðar-
samfelagið og eitt gott útbúgvingarverk. Her hongur
ikki saman. Øll samgongufólk vita, hvat ið er galið,
men einign torir at nevna meginorsøkina til ruðu-
leikan: tann nógv skerda blokkin.
Undir orðaskiftinum um fíggjarlógaruppskotið
nýttu samgongufólk heilt nógva tíð og orku til tess
at royna at prógva, at skerdi blokkurin var til gangs
fyri almenna búskapin. At blokkskerjingin einki
hevði við ta trongu fíggjarlógina at gera - at skerdi
blokkurin var einki minni enn búskaparliga
bjargingin. Tey nýttu so nógva orku, at hetta gjørdist
beinleiðis illgrunasamt. Hví gera so nógv burturúr,
tá ein veit at ein hevur rætt. Er tað ikki tí, at tey inn-
ast inni vita, at tey mistaka seg? At blokkskerjingin
er vorðin mestsum ein trúarspurningur fyri ávísar
samgongutingmenn? Her hongur ikki saman! Øll
kunnu semjast um, at blokkurin eigur at minkast.
Men hetta eigur at verða gjørt so líðandi og ikki sum
ein sjokkviðgerð, tí blokkurin hevur eisini gjørt
mikið gagn. At hann skaðar er ikki ein
skjalprógvaður búskaparligur veruleiki.
Tá Írland fyri góðum ári síðan atkvøddi nei til Nice-
sáttmálan, var tað tí at Nice-skipanin og víðkanin
eystureftir merkti, at blokkurin frá ES fór at verða
avtikin. Írar vistu sum var, at blokkurin frá ES var
meginorsøkin til búskaparligu framgongdina í
Írlandi seinastu 10 árini. Hetta eru allir leiðandi bú-
skaparfrøðingar samdir um. Nú hava írar fingið
vissu fyri, at teir onga sjokkviðgerð fáa og atkvøddu
tí ja fyrradagin. Men her heima er einki avklárað,
her er ruðuleiki, her flýtur alt, og samgongan heldur
fram við klandrinum um fíggjarlógina til stóran
skaða fyri land og fólk. Hvussu leingi kann hetta
óskil halda fram?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Stórur ivi um fíggjarlóg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ísak Mikladal
skrivari FSF’s
Sosialurin hevði leygardag-
in 19. oktober 2002 eitt
áhugavert hugskot í sam-
bandi við føroyska landslið-
ið í fótbólti, og sum undir
dagsins meining verður
nevnt, Landsliðið og fólka-
heilsan.
Tað er nevniliga ein
sannroynd, at tað als ikki
kann lata seg gera at koma
so langt framá ítróttarliga
uttan at heilsan er í lagi, og
tá verður hugsa í víðastu
merking, bæði kropsliga og
sálarliga.
Fyri at tað skal vera gjør-
ligt hjá landsliðnum at
røkka nøktandi málum í
dag og í framtíðini, er
neyðugt við miðvísum ung-
dómsvirksemi og greiðum
málsetningum, hetta ar-
beiðið fer fyrst og fremst
fram í feløgunum. Afturat
arbeiðnum í feløgunum,
kemur arbeiði sum Fót-
bóltssambandið ger í sam-
bandi við ymisku ung-
dómslandsliðini og til sein-
ast og ikki minst í sam-
bandi við A-landsliðið.
Her er eisini talan um
førleikamenning á ítróttar-
liga økinum og átti til
dømis
Vinnuhúsið/Olju-
tingið eisini at havt áhugað
fyri hesum – í dag telist
ítróttin í Føroyum sum
stórsta ítriv, men tað slepst
ikki undan at viðurkenna at
ítróttin í dag er ein av stóru
vinnunum.
Tað er eingin ivi um, at
okkara landslið kann verða
ambassadørur og fyrimynd
fyri føroysku fólkaheilsuni,
spurningurin er hvussu
gongd fæst á, vónandi kann
uppskotstillarin
kallar
landsstýrismenninar
í
Trivnaðarmálum, Heilsu-
málum, og Mentamálum á
fund saman við til dømis
Vinnuhúsinum og Fótbólts-
sambandinum fyri at fáa út-
greina, um tað ber til og á
hvønn hátt hetta kann ger-
ast.
Tað er av stórum týdn-
ingi, at ein breið undirtøka
er fyri hugskotinum, so-
leiðis at fólk frá byrjan av
fáa tokka til verkætlanina.
Landsliðið og fólkaheilsan
Ikki ein lóg um arv!
Jógvan á Lakjuni,
tingmaður
Eftir at hava hoyrt samrøð-
una, sum útvarpið fríggja-
kvøldið hevði við Hans J.
Joensen, bisp, um lóg um
skrásett parlag, haldi eg tað
vera neyðugt at koma við
eini lítlari viðmerking.
Lógin um skrásett parlag
er ikki ein lóg um arv!
Hetta kann ein og hvør
síggja við at hyggja í ta
donsku lógina um “registr-
eret partnerskab”. Tað er jú
hesa lógina, ið Høgni Hoy-
dal vil hava setta í gildi í
Føroyum eisini.
§ 1, sum lýsir endamálið
við lógini, sigur: “To per-
soner af samme køn kan
lade deres partnerskab reg-
istrere”. Hetta fortelur okk-
um, at lógin er ætlað sam-
kyndum, sum vilja liva
saman í skrásettum parlagi
- t.e. á líka føti við hjún.
Í § 3 í lógini stendur, at
skráseting av parlagi gevur
sama rættarvirknað, sum
hjúnalagið gevur, tó við
nøkrum fáum undantøkum.
M.a. sleppa samkynd ikki
at adoptera, (sum tey
sleppa í Svøríki).
Latið okkum kalla ein
spaka fyri ein spaka! Lógin
um skrásett parlag er als
ikki ein lóg um arv, men
hevur eittans endamál, og
tað er: at javnseta samkynt
parlag við hjúnabandið
millum mann og konu!
Hans Birgir Hansen
Eg eri ógvuliga hart ímóti
øllum etableraðum fyritøk-
um,
stovnum,
verkum,
virkjum, kreftum, skipan-
um, myndugleikum, vøldir,
hvat ið ein ger blaðlesarum
nógv greitt.
Tað sama geldur barna-
garðum, frískúlar, komm-
unalar skúlar, hægri skúlar,
lærustovnar,
lærupláss,
hvørs øll geva mær and-
stygdina innanfyri áður-
nevnda í dag.
Eg síggi ikki nakað posit-
ivt í tí betri vitandi fakbólk-
inum, ið leggja niður í
børn, ungdómar, tilkomin,
ein finst harðliga at í les-
arabrøvum, í bløðunum nú
í næstum.
Tað er fjøtranin, heilda-
dálkanin, vaskanin, indoktr-
ineran, av sinnalagi, og um-
skapan til robottmenniskju,
ið vera sett í bás, eftir stætt-
arskipan, muni í Føroyum.
Tað er óhugnaligt at upp-
liva hvussu køld, kynisk,
fyrilita, kensla samvitsku-
leys robottmenniskju eru, ið
ein dagliga verður konfront-
eraður við her í Havnini.
Tað er gott at síggja
heimsins undirgang, ragnar-
rok, sinnissjúku, breiða seg
í øllum heimsins londum og
tá ið alt er skapt av manna-
áðum ein vísir til í dag.
Tað er gott, at menniskj-
an ikki skilir álvara við
nógvu náttúruvanlukkum,
ið eru tekin um heimsins
undirgang, raknarrok, sinn-
issjúku,
ið
skal
oyða
mannaættina.
Tað er ikki tilvildin ið
ræður, hvat ein dagliga alt
lívið hevur verið merktur
av og tá ein er blivin herdur
av øllum skipa persóns- og
telefonterror í Havnini.
Tað koma øll at vera
kostnaðin av við at falla í
egnar gravir, ið grivnar
hava verið einum seinastu
mongu árini fyri at tæna
einaræðisvaldsharrunum.
Tað er gott at kunna eyg-
leiða, filosofera, granska
alt og øll knýtt at heildar-
skipanum í Føroyum.
Betri vitandi fakbólkar
eiga ein stóran leiklut í
øllum tí ein finst harðliga at
í lesarabrøvunum tað skulu
øll gera sær greitt í øllum
Føroyum.
Ps. Betri vitandi fakbólkar
skapa falska propaganda
Betri vitandi fakbólkar
VIÐMERKINGAR
Heri Mohr
Tá ið Føroysk Orðabók
kom út í 1998, fegnaðust
bæði leik og lærd. Eitt
megnarverk í okkara bók-
mentum: 1596 síður, um-
leið 30000 orð við frágreið-
ingum - sum óivað finst á
mangari reol í Føroyum,
(hóast tað orðið stendur
ikki í bókini). Hann, ið
hetta skrivar, brúkar orða-
bókina dag og dagliga.
Men tað er ein mangul, at
nógv orð, sum verða brúkt í
dagligari talu, ikki eru at
finna í bókini, eitt nú navn-
orðið mangul. Konvoluttur,
sum hevur verið til keyps í
bókahandlunum í Havn frá
fyrsta degi av, er ikki at
finna í bókini, men í hans-
ara stað finna vit orðið
brævbjálvi, sum merkir
»umslag um bræv ella sam-
anløgd køka«. Her í Havn
(og óivað aðrastaðni við)
hava vit altíð lagt ella koyrt
bræv og kort í konvolutt,
áðrenn tað verður tveitt í
postkassa. Tað kann koma
fyri, at pappírsumslag og
tape verður brúkt, um kon-
voluttur ikki er í húsinum,
og tað riggar væl, men tá
tosa vit ikki um konvolutt.
Hvussu ber tað til, at
belgiari eitur belgi og kan-
adiari eitur kanadiamaður í
orðabókini? Flest allir før-
oyingar siga, at í Belgia
búgva belgiarar, og í Kan-
ada búgva kanadiarar o.s.fr.
Og hvussu ber tað til, at
næstan øll lond í Europa
eru nevnd í bókini, men so
at siga onki av londunum í
Asia, Afrika og Norður- og
Suðuramerika eru nevnd.
Ermarsund og Oyrasund
eru, men ikki Svartahavið
o.s.fr.
Og hvat skulu vit halda
um tað, at nautisk tól ella
amboð, sum eru ómissandi
hjá bátum, skipum og flog-
førum, eru ikki í orðabók-
ini! Kann sjómansskúlin
undirvísa við ongum naut-
iskum amboðum? Og hvat
siga tannlæknar til tað, at
forlornar tenn ikki sam-
pakka við føroyska tungu?
Handilstenn!
Jamen,
hvussu so við teimum ym-
isku
gjørdu
limunum:
hendur, armar, bein. Tosa
vit tá um handilsbein ella
handilseyga? Og ikki um
protesur?
Verri er tó statt við okk-
ara latínska alfabeti, sum
máttmiklir menn ósmæðið
og eirindaleyst hava svæv-
að. Í skrift og talu eru vit
strongd; gjørd ógreið, fløkt,
stereotyp. - Tað sakar
kanska einki, at c,q, w, x, z
eru tveitt á bláman, bara vit
rótføroyskt kvøða um fel-
ags lagnu og felags blóð.
Sum rosinan í pylsuend-
anum so mugu vit stað-
festa, at orðið alfabet finst
als ikki í orðabókini!Og
heldur ikki orðið makk-
verk.
Fjølmiðlarnir og onnur,
Orðabókin
Signar P. Heinesen
Fíggjarlógin er ein av
høvuðsstuðlunum
undir
praktiska
politikkinum.
Fíggjarlógin er tann lógin,
sum í smálutum stingur út í
kortið, hvat vit vilja.
Til tess at røkka enda-
málinum við lógini, skal
fíggjarlógarteksturin og tey
tøl, sum liggja aftanfyri
vera væl umhugsað og helst
skal eingin villa vera í.
Búskaparstýring er ikki
eitt mál í sjálvum sær, men
búskaparstýringin ber boð
um, hvussu væl vit megna
at húsast við tí tilfeingi,
sum okkum er litið til og
okkara evni til at velta
burturúr nýggjum. Við-
gerðin av fíggjarlógini gev-
ur tí eina samlaða ábending
um, hvussu effektivt land-
sins stýri er.
Fíggjarlógarviðgerðin
hesuferð
Úslitið hesuferð ber ikki
boð um, at nøkur breið
politisk viðgerð av fíggjar-
lógunum tey seinnu árini er
farin fram. Heldur ber
hendan framløgan boð um,
at politisk talv eru leikt úti
millum tingmenn og lands-
stýrismenn og umsitingina,
sum hava fingið fíggjarlig-
ar avleiðingar - men uttan-
um fíggjarlógarviðgerðina.
Sagt við øðrum orðum,
so bendir hendan fíggjar-
lógin á, at uppgávan hjá
fíggarmálaráðharranum er
at kalla ómøgulig í praksis.
Hann gerst ein Ramboo-
figurur, sum einsamallur
skal føra kríggj móti einum
heilum heri av politikarum
og embætisfólki við øðrum
áhugamálum. Í hesum døg-
um uppliva vit, at fjøl-
miðlar ókritiskt útloysa
vápn, sum verða sett fram,
til tess at karaktermyrða
fíggjarmálaráðharran
og
annars at gera fíggjarlóg-
arviðgerðina væl truplari
enn neyðugt.
Soleiðis, sum eg havi
fingið fatan av tí, er tó
einki, sum bendir á, at ov
lítil peningur er til taks. Tað
man vera mikið gott, at vit
fingu skarvað hasar 366
mió. kr. av blokkstuðlinum,
tí annars var helst størri
parturin av teimum peng-
unum eisini settur í umfarð
- hetta neyvan til gagns fyri
land og fólk uppá sikt.
At viðgerðin av fíggjar-
lógini hesuferð er ørkyml-
andi hoyra vit, tá ið bæði
andstøðupolitikarar
og
s a m g o n g u p o l i t i k a r a r
gremja seg um, at teir vita
ikki rættiliga, hvat verður
av teimum pengunum, sum
fara til hækkaðar játtanir í
ymsum verkum.
"Livet i løgn" fyri
opnum skýggja
Tann stóri vandin í sam-
bandi við fíggjarlógina er,
um "livet i løgn" gerst ein
partur av fíggjarlógarvið-
gerðini.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani sóu vit tveir lands-
stýrismenn, sum søgdu
hvør sína søgu um vantandi
játtan til postverkið. Sum
veljari kann eg staðfesta, at
minst annar av hesum
landsstýrismonnum segði
beinleiðis ósatt. Sum velj-
ari eri eg tí noyddur at gita
sum frægast.
Hóast eg ikki ivist í
viljanum til gott verk, so
veit eg um annan lands-
stýrismannin, at hansara
nærmasti ráðgevi alment
hevur sagt ósatt tvær ferðir,
tað eg veit um - og lands-
stýrismaðurin hevur góð-
tikið tað báðar ferðir. Fyrru
ferð sum løgtingsmaður við
floksfelaga í landsstýrinum
og aðru ferð sum lands-
stýrismaður. Um hin haldi
eg meg vita, at honum ikki
nýtist ósannindi ella ósanna
atferð, og at hann roynir at
útinna politikk eftir bestu
sannføring. Annað, sum er
komið alment fram, gevur
mær somu fatan.
Persónar ella "system"
Eru tað persónarnir, sum
ikki eru búnir til uppgáv-
una, ella er tað skipanin
sjálv, sum er skeivt saman-
sett - tað, vit ofta nevna
"systemfeilur". Hetta er ein
høvuðsspurningur fyri okk-
um veljarar, sum hava evstu
ábyrgd av teimum politisku
avgerðum, sum framdar
verða, tá ið vit síggja ella
hóma ein trupulleika.
Heilivágurin fyri skeiva
persónsamanseting er, at vit
veljarar velja onnur fólk
ella aðrar flokkar. Stutt og
greitt.
Heilivágurin
fyri
ein
"systemfeil" er væl truplari
at finna og ikki minni
trupul at fáa at virka í
praksis. Systemfeilir kann
veljarin ikki einsamallur
gera stórvegis við - felags
tøk millum veljara og
veljarans umboð er einasta
leiðin.
Onkrar ábendingar um, at
persónar ikki eru búnir til
uppgávuna, síggja vit bæði
í sambandi við landsstýris-
menn og í sambandi við
embætisfólk. Viðgerðin í
sambandi við siðsemis-
nevndina, yvirtøkuna av
kirkjuni, spurningin um
samkynd og stórur partur
av viðgerðini av sam-
ferðsluni eru dømi, sum
vísa, at fólk á ovastu rók-
unum ikki eru búgvin at
savna og leiða fram móti
felags málum við felags til-
feingi.
Hóast hesar ábendingar
um persónar, so eri eg ikki
so vísur í, at tað er høv-
uðstrupulleikin. Eitt sam-
felag má tola, at øll ikki eru
eins sterk og at øll ikki eru
eins búgvin. Eisini á teim
ovastu rókunum.
"Systemfeilir"
Ein "systemfeilur" í al-
mennu skipanini hevur
nøkur eyðkenni, m.o.:
- Vit missa tamarhaldið og
einki sett av ítøkiligum
persónum í ítøkiligum
embætum kunnu rætti-
liga taka kvørkratak um
skeivleikar
- Skeivleikar hava lyndi til
at "rósa" - gerast verri og
verri. Heldur enn at læra
av skeivleikum verður
onnur royndin verri enn
tann fyrra.
- Tað verður truplari og
truplari hjá fleiri og fleiri
fólkum í almennari tæn-
astu at røkja sítt starv við
nærlagni og samstundis
vera eitt hampafólk.
- Fólk, sum vit annars
rokna sum skilafólk, gera
tápuligar gerðir
- Áhugamál eru í fløkju
Ein "systemfeilur" kann
hava sín kjarna í eini
politiskari skipan. Avtikni
"ráðfiskagrunnurin" man
vera tann kendasti her á
klettunum. Í hesum føri
skuldi tað so verið partar av
stýrisskipanini ella ting-
skipanini, sum eru óhepnir.
Ein "systemfeilur" kann
eisini hava sín kjarna í
almenna bygnaðinum. Vit
vóru fleiri, sum vístu á
hendan vandan í sambandi
við tann bygnaðin, sum
varð stungin út í kortið í
1995-96 og sum vit hava í
dag. Hóast tað mesta gekk
væl verri, enn eg hevði
hugsað tað møguligt, so eri
eg ikki vísur í, at bygn-
aðurin í sjálvum sær er
kjarnin í tí ørkymlaða
politiska talvinum í dag.
Men tað kann vera partur
av málinum.
Ein "systemfeilur" kann
hava sín kjarna í systemat-
iskt skeivt útvaldum fólki á
ovastu rókum. Taka vit
dømi úr fótbóltinum, so
mega vit rokna við, at
landsliðið fær vána úrslit,
um vit taka allar spælar-
arnar úr ringastu liðunum í
landskappingini. Atferðar-
læran hevur eitt hugtak um
leiðara við at kalla ongum
uppbyggjandi eginleikum,
sum hon nevnir ein "Null-
ert". Situr ein slíkur ovast í
eini skipan, so er "...ingen
livsgnist, ingen kamplyst,
ingen målbevidste men-
ingsfyldte aktiviteter. Der
er ingen kreativitet eller
integration af mennesker
tilbage - kun goldhed.",
Ichak Adizes, Lederens
faldgruber, 1979(1999).
Ein "systemfeilur" kann
eisini hava sín kjarna í teim
ráðandi virðum, sum liggja
til grund undir atferðini hjá
persónum í teim ovastu løg-
unum í politisku flokkun-
um og í embætisverkinum.
Í hesum sambandi er helst
vert
at
nevna
gomlu
griksku leiðsluidealini, har
leiðarin ikki søkti starv,
men varð útvaldur. Tað
hevði helst nakað at gera
við ta sannroynd, at har
viljin til makt ræður er
eisini vilji til at sita ovast,
men sjáldan við leiðslu-
idealum í huga.
Vit kunnu vera óheppin
og fáa feilir, sum eru sam-
ansetingar av fleiri møgu-
leikum. Vit hava t.d. eina
stýrisskipanarlóg,
sum
gevur landsstýrismanninum
víðar heimildir. Um vit
samstundis hava persónar í
ovastu løgunum, sum ikki
taka tað so tungt við ósann-
ari atferð og ósannindum,
tá hava vit onga stýris-
skipan og einki rættar-
samfelag. Leiðslutekniskt
fáa vit tá ein leik, har tann
veikasti systematiskt verð-
ur eftir, heilt einfalt tí tey,
sum eru at sær komin, taka
seg burturúr slíkum fjáka-
lótum.
Eru grundleggjandi
trupulleikar í okkara
politisku skipan?
Fíggjarlógarviðgerðin
hesuferð er løgin. Sam-
gongustevið er ikki gott og
andstøðan brúkar hetta til at
vísa á, at betur var við eini
aðrari samgongu. Hetta er
natúrligt í politikki.
Fyrrverandi og núverandi
løgtingsformenn
hava
nakrar viðmerkingar, sum
benda á, at teir meta, at
broytingar í mannagongd-
um skulu til, fyri at fáa
fíggjarlógarviðgerðina
á
beint. Finnbogi Ísakson
nevnir eisini hetta, at partur
av
fíggjarlógini
liggur
uttanfyri sjálva lógina, t.d.
60 mió. grunnurin og
onkrar av teim stóru al-
mennu íløgunum.
Magni Laksafoss hevur
eisini gjørt nakrar áhuga-
verdar viðmerkingar, m.a.
um
konjunkturstýringar.
Hetta er alt samalt helst
mikið viðkomandi og eru
góð íkast til eina breiða
politiska fíggjarlógarvið-
gerð, men eg kenni meg
lítið sannførdan um, at
hesar viðmerkingar raka
kjarnan í málinum í sam-
bandi við hesa fíggjar-
lógina. Uttan at hugsa í
persónum, so haldi eg tað
vera vert at spyrja, um
støðan var stórt øðrvísi, um
hesi sótu við valdinum,
hóast viljin til at gera tað
betri er til staðar. Snøgt
sagt, tí eg ivist ikki í, at
viljin hjá samgonguni er
góður. Um ein er politiskt
samdur ella ikki, er so
annar spurningur.
Vit gera helst gott í at
spyrja okkum sjálv, um
hendan løgna fíggjarlógar-
viðgerðin er úrslit av
smávegis
persónligum
veikleikum, veikleikum í
persónsamansetingini, vána
mannagongdum ella "ein
ringur dagur" - ella um
hendan gongdin er eitt
úrslit av meira grund-
leggjandi trupulleikum í
okkara politisku skipan.
Ein fíggjarlógarviðgerð
Framhald á síðu 14
C
M
Y
K
13
12