Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast eingin ítøki- ligur leikarahandil er farin fram enn, so er einki at ivast í, at av- rikið hjá føroyska landsliðnum í Hann- over hevur skapt stóran útlendskan áhuga fyri fleiri av landsliðsleikarum okkara YRKISTILVERUR Jákup Mørk Tá eitt lítið land sum Før- oyar brádliga skelkar eina av heimsins sterkastu og mest siðvandu fótbólts- tjóðum, er einki at siga til, at áhugin fyri einstøku leikarunum gerst stórur. Tað mugu jú búgva onkrar dygdir í hesum djørvu dvørgunum, sum somikið óræddir trinu á pallin móti Ballack & Co. Ungt landslið Einasti føroyski leikaraum- boðsmaðurin er Jákup í Stórustovu, sum rekur fyritøkuna, NAFA, og hann ásannar, at áhugin fyri føroyskum leikarum er vaksin síðani brakið í Hannover. Somikið nógv, at hann avlýsti at fara við á ferðini hjá føroyska U-19 landsliðnum til Ukraina, so sum ætlanin annars var. - Tað sigur seg sjálvt, at tá føroyska landsliðið skap- ar eitt slíkt úrslit, so ger tað samstundis, at útlendskir umboðsmenn og útlendsk feløg av sær sjálvum bíta merki í hetta. - Ikki minst tí tað eisini er soleiðis, at føroyska lands- liðið er samansett av lut- falsliga ungum leikarum, og tað er sjálvandi serliga hesum, sum áhugi er fyri. Ikki fyri at taka nakað frá teimum meira royndu, men tað eru leikararnir, sum eru fyrst í 20’unum og kanska yngri enn tað, sum hava serligan áhuga. Tá vit spyrja beinleiðis um nøvn, vil Jákup í Stórustovu helst ikki siga nakað, men hann staðfestir enn einaferð, at áhugin er vaksandi. - Dysturin ímóti Skot- landi skapti sera stóru um- røðu, og tann umrøðan var ikki minni eftir dystin í Týsklandi. Kanska eisini tí, at fleiri útlendskir umboðs- menn vóru í Hannover og hugdu at dystinum, soleiðis at teir kundu síggja, hvussu leikararnir reageraðu, tá teir brádliga spældu móti nøkrum av heimsins bestu leikarum. Tríggir tykjast vísir Sum nevnt, so vil Jákup ikki seta nøkur nøvn á, tá spurt verður um, hvørjir leikarar eru serliga áhuga- verdir hjá útlendskum feløgum, men tað er neyvan skotið heilt við síðuna av, tá gitt verður, at áhugin ser- liga snýr seg um tríggjar leikarar. Jón Rói Jacobsen hevur longu vunnið sær fast pláss í landsliðsverjuni, og við sínum 19 árum er einki at ivast í, at hann hevur møgu- leika at røkka heilt langt. Hann hevur longu verið til venjingar í Brøndby, og sum hann hevur leikt móti Skotlandi, Litava og Týsk- landi skal vera heilt løgið, um hann aftur verður at síggja í føroysku kapping- ini komandi ár. Gaman í hevur HB tryggjað sær undirskrift hansara á einum sáttmála, men hetta man einamest vera gjørt fyri at tryggja sær, at gullfuglurin ikki fer kostnaðarleysur úr reiðrinum. Jón Rói hevur sum kunnugt longu verið í Brøndby og roynt seg, og hetta tykist í øllum førum sum eitt gott boð upp á eina møguliga fótbóltsframtíð. Brøndby hevur í løtuni stórar trupulleikar við at halda seg í oddinum donsku superliguni, og tá Jón Rói leikti venjingardyst við næst besta liðnum hjá teimum gulu, mundi fáur ivast í, at hann taldist millum teir allar bestu á liðnum. Jákup á Borg hevur áður verið upp á tal, tá talan er um útlendskan fótbólt. Nú er hann 23 ára gamal, og tað er kanska um at vera seinasta útkall fyri hansara viðkomandi. Men tað skuldi verið løgið, um Beckham-líknandi innlegg hansara ímóti bæði Skot- landi og Týsklandi ikki hava skapt áhuga onkra staðni. Sjálvur sigur Jákup á Borg, at onkrir fyrispurn- ingar hava verið, men at hann fyrst og fremst vil tryggja sær, at skaðin í lærkrikanum verður lektur, áðrenn hann fer at royna fótbóltseydnuna nakra staðni. Og so er tað sjálvandi Jákup Mikkelsen. Hann er nú farin um tey tríati, men málverjar liva gjarna longri enn útileikararnir gera, og so hevur Jákup eisini longu tryggjað sær heitið, dansk- ur meistari, á visitkortinum hjá sær, so hann hevur longu prógvað sítt virði í so máta, og so er spurning- urin, hvat felag verður tað fyrsta, sum vil keypa hann leysan av beinkinum í Molde. Nr. 202 • týsdagur • 22. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eingin hevði rokn- að við, at VB- kvinnurnar skuldu koma so væl frá byrjan í kapping- ini, tí eitt skifti var ivasamt, um 1. deildarhondbóltur yvirhøvur bleiv í Vági í vetur KVINNU- HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen At árið er byrjað so væl hjá VB, siga vágbingar vera heilt óvæntað, tí liðið er í grundini spild- urnýtt. Sum vit hava nevnt fyrr, hava tær klassisku orsøkirnar eisini gjørt um seg í Vági, har onkrar eru í eydnusom- um umstøðum, onkrar eru farnar av landinum og aðrar bara givnar. Einasti av spælarun- um frá í fjør, sum er eftir, er Laila Jespersen, og so er Arnleyg Hjelm komin við aftur eftir steðg í eitt ár. Hinvegin hevur liðið fingið styrk úr Litava við málverja og tveim- um bakkspælarum, men annars er restin fólk, ið hevur flestu royndirnar úr 2. deild. Nú tað hevur koyrt sum knívur í bleytum smøri fyrstu dystirnar, hava vit fingið uppspurt, at undan kappingini var støðan í Vági næstan sum í Klaksvík. Eisini hjá VB sá tað so svart út við fólki, at ein hugsaður tanki var at satsa upp á 2. deildar- liðið, fyri at byggja nak- að nýtt upp og heldur gloyma 1. deild, til fólk- ið var til tað. Nú hava VB-kvinnur- nar spælt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Hetta merkir, at nú summi av liðunum hava spælt tríggjar og onnur fýra dystir, eru VB- kvinnurnar á odda í 1. deild. Samstundis eigur eis- ini at nevnast, at allir tríggir dystirnir higartil hava verið á heimavølli í Vági, og at VB enn ikki hevur víst, hvør dugur er í liðnum á útivølli. Tað sleppur liðið nú, tí tveir teir næstu dystirnir eru í Havnini. Fyrst móti Neistanum komandi leygardag og síðani móti Kyndli sunnudagin 3. november. Á heimavølli hevur liðið fingið góðan stuðul frá sínum trúgvu áskoð- arum, sum neyvan verða eins væl mannaðir til útidystirnar. Men hvussu er og ikki, so man lítið vera at ivast í, at hondbóltsprát- ið í Vági verður nógv hesa vikuna og kanska næstu vikurnar eisini. Møguliga verður kvinnuhondbólturin heitasta samrøðuevnið hjá vágbingum allan veturin. Livst, so spyrst. Óvæntað støða Landsliðsleikarar selja seg sjálvar Jákup í Stórustovu hevur havt úr at gera síðani føroyska avrikið Í Hannover, men enn vil hann ikki seta nøvn á møguligar leikarahandlar 15 14 Nr. 202 - 22. oktober 2002 sum skriva og tala (eitt nú frá tingsins røðarapalli), av- skepla og skamfíla okkara móðurmál á so álvarsligan hátt, at málsligar nuancur, myndir og hittinorð fara so líðandi og hvørva. Málið, tað málmríka, livandi, kveikjandi amboðið, verður stirvið, sálarleyst og - mis- hátt. Nøkur dømi úr dagligu talurúgvuni. Orðið varmi er at kalla bannlýst í okkara fjølmiðl- um, nú er alt hiti, hóast tað er kalt ella heitt, og er tað nakað, vit ikki hava í Før- oyum, so er tað hita.Vilja vit hava hita, so mugu vit fara, har veðurlagið er subtropiskt ella tropiskt. Hóast harraboðini um ikki at siga varmi, men hiti, tá ið vit tosa um tað, sum upptekur okkum rættiliga nógv, nevniliga veðrið, so er tað tó enn loyvt okkum at siga Varmakelda, varma- dunkur, varmafløska, varmapúta, kom og verm teg. Er tað loyvt at koma úr varma í hita; - ella skulu vit siga úr hita í hita? Í øllum øðrum londum (Onglandi, Týsklandi, Danmark o.ø.) kenna tey munin millum varma og hita (warm and hot, varme og hede o.s.fr.). Fyri ikki so nógvum árum síðan dugdi hvørt mans- barn at siga temperaturur, tá ið talan var um kuldastig og hitastig, og tað duga sjálvandi øll fólk í fram- komnum londum. Men so er ikki hjá okkum,tí her er ongin varmi, hann hevur mist sín elligamla heima- rætt í dagligari talu. Orðið hiti er hjá okkum, so løgið tað ljóðar, vorðið synonymt við temperatur. Fyri at vita, hvussu kalt ella heitt tað er, ella tá ið fepurin skal takast, er neyð- ugt at hava eitt termometur, uttan mun til hvar í verðini vit eru stødd. Hesi bæði orðini - temperaturur og termometur - hava ikki innivist í tí føroysku orða- bókini, men systkinabarnið barometur hevur snikka- leyst sníkt seg ígjøgnum nálareygað. Heimføðisligt stórlatni, í hesum føri mótvegis øðrum tungumálum um okkara leiðir, slóðar ikki fyri góð- um. Ú/F fráboðar dagliga, at »tíðindini koma um eitt lítið bil«. Tey gomlu (í Havn) høvdu óivað sagt um eina lítla løtu í staðin fyri um eitt lítið bil. Orðið bil er kalt og einsamalt. Í Havn hevur tað verið lítið brúkt. Orðið løta hinvegin er fjálgt og mjúkt og gevandi. Øll hava vit ástarløtur, fríløtur, summar- løtur, gleðisløtur, sorgarløt- ur, bíðiløtur. Hesar og ótelj- andi aðrar løtur eru sjálvt lívið, tilveran. Vit bíða í løt- um - eisini teimum áðrenn tíðindini koma - men sjáld- an í bilum. (Her verður ikki hugsað um tað, sum koyra á fýra hjólum) Eisini orðini fleiri enn og meira enn eru vorðin fløkjaslig. Vit fáa t.d. at vita, at fleiri enn 1000 sóu dystin ella fleiri enn 100 lótu lív. Flest allir føroying- ar høvdu sagt, at meira enn 1000 sóu dystin og meira enn 100 lótu lív ella t.d., at hann hevur meira enn 100 krónur í lummanum, men fleiri túsund í bankanum. Tað ber ikki til at siga, at nú er tað fleiri enn nokk, tá ið vit meina, at nú er tað meira enn nokk, og nú er tað nóg mikið við hasum tvætlinum. Í ÚF starvast meira enn 20 fólk, men í DR starvast nógv fleiri. Okkara tingmenn og fleiri við teimum meta um eina meting; næstan ongin sigur, hvat tey halda um tað ella tað. Tey siga t.d.: Vit meta, at hallið verður stórt, og okkara meting er - Í van- ligari talu høvdu vit sagt: Vit halda ella vænta, at hallið verður stórt, og okk- ara áskoðan er - Í meira enn 100 ár hava føroyingar fegnast um góðar málmenn hjá TB, og skjótt kunnu vit siga tað sama um HB og KÍ, men ein lítil hóttan hevur tikið seg upp, av tí at frálíka góð- ir frásøgumenn í ÚF eru farnir at brúka heitið mál- verji um málmannin. Hetta kann geva lurtarunum trup- ulleikar, av tí at næstan alt fótbóltsliðið í roynd og veru er málverji, tá ið á stendur, men liðið hevur ongantíð meira enn ein málmann á vøllinum. Hetta áttu frásøgu- menninir at skrivað sær aftan fyri oyrað. Í mong harrans ár hava termostatur verið í hvørjum húsi og á hvørjum skipi, og í meira enn 40 ár hava vit brúkt termorútar, og teir verða eisini gjørdir í Føroy- um. Fólk fáa sjúkrahjálp við termoterapi frá terape- utum. Termodrakt er frálíkt klæði í kulda o.s.fr. Hesi orð eru vanlig í dagligari talu, men tey finnast ikki í tí føroysku orðabókini. Hevði ein fremmandorða- bók ikki verið hent? Tað stendur illa til, tá ið havnarmaður við vánalig- um stevi í góðari málføring, fær ilt í eygað og oyrað or- sakað av klombring í dag- ligari skrift og talu. P.S. Havi lisið greinina hjá Regini Eikholm í bløðun- um seinastu viku. Sum ikki einaferð fáa vit frá honum væl skrivað og væl definerað varskó um vandamál, ið hótta okkara mentalu tilveru á hesum oyggjum. Hesaferð um tær sera álvarsligu talibanútreins- ingar í okkara móðurmáli, vit hava verið og framhald- andi eru fyri; um okkara fyrr frælsa, sjálvberandi alfabet, men nú ikki annað enn ein rudimenter (kripl- að) bókstavarøð. P.P.S. Tað kemur fyri, at fjølmiðlarnir siga/skriva vacum. Hetta er skeivt; orð- ið vacuum merkir lufttómt, og bæði u-ini hoyrast. Framhald frá síðu 13 VIÐMERKINGAR Skal roynast í tinginum Rættingar til greinina í Sosialinum 12. Okt.: Høgni Hoydal um skrásett parlag: Ingi Kirke Minnilutabólkurin Høgni Hoydal sigur seg vera harman um, at minni- lutabólkurin, tey samkyndu eru sett í fokus í hesum máli. Eg haldi hinvegin, at Høgni Hoydal hevur sett seg sjálvan í fokus enn einaferð. Tað dugir hann sera væl! Hví skal hetta mál í tingið? Hví er tað knapp- liga vorðið so umráðandi fyri “loysingarmannin”, at skrásett parlag skal í tingið? Minnilutabólkurin vil altíð vera her. Men tað sum ikki er til at skilja er, at so mong “vanlig” menniskju skulu góðtaka slíkan livi- hátt. Eg vil siga tað soleið- is, at tað er minnilutabólk- urin, tey kristnu, sum eru uppi ímóti einum stórum bólki av menniskjum, sum eru totalt líkaglað við krist- indómin, gudsóttan og standardin sum hetta gevur okkum í lívinum! Minnilutabólkurin, tey samkyndu, er als ikki kjarn- in í hesum máli. Kjarnin, og tað vil siga bardagin hjá okkum sum ávara móti slík- um, er ímóti eini ræðuligari líkasælu sum ræður í fólk- inum her á landi. Annars er at siga, at tey sum rópa har- ast neyvan eru so mong! Tey samkyndu skulu hin- vegin fáa frið fyri mær hes- um viðvíkjandi, so leingi tey ikki kalla seg kristin! Yvirtaka arvarætt Høgni sigur at vit skulu yvirtaka arvarætt, og at tað er útfrá hesum, at hann ger greitt, at málið fer niðan í Løgtingið til eitt aðalorða- skifti. Hví? Enn einaferð má eg spyrja hví? Hví er hetta so umráðandi? Hví so ikki heldur hava eitt aðal- orðaskifti, um eitt nógv størri mál, nemliga yvirtøk- una av fólkakirkjuni? Nei, hana skulu vit bara yvir- taka, og síðani fáa greiðu á innihaldinum! Kann tað hugsast, at fólkakirkjan skal yvirtakast sum hon er, tí at onkur lóg hesum viðvíkj- andi verður yvirtikin sam- stundis, sum sigur, at prest- ar skulu signa samkynd? Eisini sigur Høgni, at vit kunnu ikki bara longur út- flyta okkara trupuleikar til Danmarkar. Men veruleikin er, at Høgni er við at inn- flyta ein trupuleika. At yv- irtaka er at innflyta! Og eingin hevur útflutt hendan “trupuleika”, uttan trupu- leikin sjálvur. Sjálvur haldi eg, at Høgni er tann størsti trupuleikin í hesum málin- um. Hví ikki brúka alla tað orku og evnir, sum maðurin hevur, til tað hann er kall- aður til - nemliga loysing! Og so sigur hann eisini, at tað er ikki rætt, tá fólk royna at gera hetta til ein spurning um átrúnað. Eg spyrji bara, hvat er tað fyri dreymaheimur Høgni livir í? Vit “royna” ikki at gera hetta til ein spurning um átrúnað. Hetta er ein spurn- ingur um átrúnað! Alt før- oyska samfelagið er fult av átrúnað. Sjálvt tey sam- kyndu játta, at tey “trúgva”! Vit kristnu trúgva, at sam- kyndur liviháttur er skeivur sambart Guds orði. Tað stendur beint fram, at tey sum liva á henda hátt, eru deyðasek! Hesin spurningur er ikki viðkvæmur, sum Høgni sigur hann vera. Í øllum førðum ikki fyri ein kristnan! Svarið er NEI! Her er ikki neyðugt við ein- um aðalorðaskifti, ei heldur nøkrum kjaki. Hví? Tí Bíblian er ikki til at taka feil av hesum viðvíkjandi. Tí er tað til at blíva bæði bilsin, flóvur og rasandi av, tá ein hoyrir sokallaði “kristin” menniskju siga ting sum: “Eg virði rættindi teirra samkyndu sæð útfrá einum menniskjaligum sjónarmiði, men útfrá mínum kristna sjónarmiði, komi eg ongan- tíð at góðtaka hetta.” Hetta er størsta hyklarí sum finst! Enn einaferð skal tað vera sagt, at hatur er ikki mótvegis teimum sam- kyndu. Men at góðtaka synd, tað er at góðtaka tað sum er skeivt í Guds eyg- um, tað letur seg ikki gera fyri ein sunnan, góðan og elskandi fundamentalistisk- an kristnan! Allir føroyingar hava rætt til, at skriva eitt arvaskjal, eisini tey samkyndu! Men trupuleikin er opinbart ikki arvarætturin. Hvat snýr hetta mál seg í veruleikan- um um? Kjakið farið av sporinum Er kjakið farið av sporin- um, so eiga fjølmiðlarnir størstu æruna av tí. Teir skriva síðu upp og síðu nið- ur, har teir hava samrøður við samkyndar persónar. Teir royna enntá at hugna um, við at fortelja hvussu deiligt tað er har teir sita og práta osf. Og so skulu vit onnur bara sita og tiga? Og samtykkja? Eg haldi ikki! Eg haldi tað vera ótrúligt, sum Høgni tvætlar. At siga slíkt sum: Tað, sum er hent, er, at man er farin at viðgera málið sum ein heilt annar spurningur, har vit skulu til at lóggeva um innihaldið í lívinum hjá fólki. Eingin, og eg sigi eingin hevur ætlað sær at lóggeva um innihaldið í lívinum hjá fólki, og tað veit eg, at hann eisini veit! Annars er at siga viðvíkj- andi tí at lóggeva um inni- haldið í lívinum hjá fólki, at tað verður gjørt alla tíðina. Um tað ikki verður gjørt, so endar alt samfelagið sum tað er av sporinum. Men tað sum er farið av sporinum, tað er Høgni sjálvur! Hann átti at gjørt tað, sum hann varð kallaður til, nemliga loysing! Hetta er ikki ein partur av loysingarmálinum. Tí fáa vit fyrst loysing, so kunnu vit smíða okkara egnu lóg um persóns- familju- og arvarætt. Høgni, lat teg ikki brúka sum eitt amboð fyri tíðaran- danum, órættvísini, rákin- um í heiminum í dag, har alt skal góðtakast og signast. Demokratiska samfelagið Føroyar, hevur mær vitandi ikki noktað nøkrum menn- iskja at skriva eitt arvaskjal til ein av sama kyni. Niðurgerðingin Hvar er hon - niðurgerðing- in? Hvør verður niðurgjørd- ur, og av hvørjum? Tað sum tey kristnu “nið- urgera” (ávara ímóti), er samkyndi livihátturin, tí hann er bannaður av Gudi. Søgan er tann, at menniskj- að vrakaði Gud, og tí gav Gud tey upp til samkyndan livihátt v.m. Og tí er tað at venda menniskjuni við, so vil Gud eisini geva tey upp til hinkyndan livihátt v.m. Niðurgerðingin er í øll- um førðum ikki einsrætta. Tey kristnu verða sanniliga eisini niðurgjørd. Men vit eru so von við tað, at eisini hesaferð skulu vit lata tað fara afturvið borðinum! Samgongan Eisini samgongan stendur uppá spæl. Hví risikera eina samgongu, sum kann arbeiða víðari móti full- veldi, móti málinum, so vit í friði kunnu taka okkum av málum sum hesum? Eg trúgvi ikki, at eg kann und- irstrika tað nóg mikið; at tað er Høgni Hoydal, sum er farin av sporinum her! Lat meg spyrja: Er tað til- vild, at Miðflokkurin situr í samgongu nú vandi er fyri, at hetta mál er á veg niðan í tingið? Er tað tilvild, at Kristiligi Fólkaflokkurin sat í samgongu á sinni, tá líknandi mál eisini kostaði samgonguna? Ella er mið- flokkurin í samgongu aftur nú, fyri at verja hetta land enn einaferð? Tekur stórliga feil Málið fer av sporinum, tá fólk halda, at tað er ein landsstýrismaður, sum tek- ur avgerðina, sigur Høgni Hoydal. Er hetta hugmóð ella er maðurin býttur? Hvør held- ur, uttan kanska Høgni sjálvur, at tað er hann einsamallur sum bestemm- ar her á landið? Eg vóni fyri hann, at blaðmaðurin hevur sitera hann skeivt! Maðurin, sum við rúk- andi ferð bleiv valdur inn á ting, tekur stórliga feil í nógvum hesum viðvíkjandi. Fyrst skal Høgni Hoydal vita, at Føroyar eru “enn” eitt kristiligt samfelag. Føroyar hava enn møgu- leikan til at siga nei! Føroyar hava enn møgu- leikan til at vera annar- leiðis! Føroyar hava enn møgu- leikan til at varðveita Guds signing, í staðin fyri bannið sum er avleiðingin av órættvísum livihátti, og góðtakan av hesum! Er loysingarmaðurin bliv- in troyttur á leiðini, og hev- ur hann mist málið úr eyg- sjón? Hann byrjaði gott, vónandi er hann maður nokk til at fullføra skeiðið, sum fyri hann er sett! Tí líka skjótt sum Høgni bleiv valdur inn, skal hann verða koyrdur út, um hann ikki skikkar sær rætt! Takið ikki feil av tí. Tí har bestemmar Høgni ikki! Hann (Gud) umskiftir tíð- ir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kong- ar til valdið. Dán. 2,21. C M Y K 14