týsdagur 22. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2002
17
Í einum góðum og
spennandi dysti í
Vági megnaðu VB-
kvinnurnar við ein-
um góðum innsatsi
og stórum stríðsvilja
at vinna á greipu-
vinnarunum síðstu
tvey árini
KVINNUHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Líkasum alt í Vági snúði
seg um fótbólt fyri tveim-
um árum síðani, hoyrist nú
bara hondbóltsprát alla-
staðni. Orsøkin er, at VB-
kvinnurnar hava staðið seg
so væl við sínum nýggja
liði, at tær eru bestar í bestu
kvinnudeildini.
Var mótstøðan kanska
ikki tann størsta í dystunum
móti Stjørnuni og Tjaldri
herfyri, so kundi ikki
roknast við løttum dysti
sunnudagin, tá VÍF kom á
vitjan.
Hinvegin hevði onkur
bjartskygdur
vágbingur
skrivað sær aftan fyri
oyrað, at VB jú í fjør var
einasta liðið, ið vann á VÍF.
Og at hetta tí ikki var
ómøguligt hesa ferð heldur
…
Og so var eisini, tí VB
vann góða, spennandi og
dramatiska dystin í Vági
sunnudagin við fýra mál-
um. Eftir javnleik 11-11 í
hálvleikinum royndust VB-
kvinnurnar betur í seinna
hálvleiki og vunnu at enda
dystin 23-19.
Onga útskifting
Sigurin hjá VB var grund-
aður á stóran stríðsvilja og
ein góðan innsats av øllum
— og tað vóru tær somu, ið
spældu allan dystin á tamb
— tí VB gjørdi onga út-
skifting!
Eitt skifti í seinna hálv-
leiki vóru tekin um, at
kreftirnar vóru um at ganga
undan hjá VB, men so bleiv
aftur undanbrekka.
Verjan tók sær av tí, ið
væntast kundi av henni ein
góðan dyst, og málverjin
Daina Ilaite stóð serliga
móti endanum sera væl í
málinum, so ikki bar til hjá
VÍF at fáa bóltin fram við
henni nóg ofta.
VÍF tóktist hinvegin ikki
rættiliga at hava neyðuga
fótafestið í dystinum, men
sá hinvegin heldur ikki út
til at undirmeta VB.
Í verjustøðu brúkti VÍF
onkuntíð 5-1 og onkuntíð
6-0, og onkuntíð mansvardi
VÍF báðar tær litavisku og
onkuntíð bara aðra.
Einasta støðuga hóttanin
hjá VÍF var Sóley Mikkel-
sen, ið skjeyt næstan helvt-
ina av málunum hjá vest-
mannakvinnum, men eisini
brendi tvey brotskøst.
Dramatikkur
Eftir ein javnan fyrra
hálvleik gjørdist tað sera
spennandi og ikki sørt
dramatiskt í høllini í Vági,
tá liðini í seinna hálvleiki
skiftust um at hava yvir-
takið og at vera undir.
VÍF tóktist koma betur
frá byrjan í seinna hálv-
leiki, men VB svaraði aftur.
Frá 12-14 fór VB upp á 15-
14.
VÍF royndi eina ferð
aftrat, og meðan VB brendi
brotskast og aðrar stórar
kjansir, bardi VÍF seg
framum av nýggjum og
kom á odda 17-15.
Hesa løtuna sá út til, at
VÍF — sum so mangan fyrr
— skuldi avgera dystin og
stýra trygt móti sigrinum.
Men VB vildi tað enn
eina ferð øðrvísi og svaraði
aftur, samstundis sum tað
nú vóru tær úr Vestmanna,
sum gjørdi feilir og mistøk,
ið kostaðu.
Restina av dystinum átti
VB yvirvágina og fekk
skorað neyðugu málini, so
VÍF ongantíð aftur kom inn
í dystin. Og teir síðstu seks
minuttirnar fekk VÍF einki
mál!
Spennandi verður nú at
síggja, um VB eigur tað,
sum skal til at halda fast við
góðu gongdina, og eisini
verður áhugavert at síggja
eftir teir næstu dystirnar,
um VÍF bara haltar nú í
byrjanini, ella um liðið ikki
longur hevur suverenan
status, eins og tvey tey
síðstu kappingarárini.
Dysturin í tølum:
VB-VÍF 23-19 (11-11)
Málskjúttar:
VB:
Arnleyð Hjelm 8,
Laila Jespersen 5, Daiva
Toumaite 5 (2), Reda
Kurkauskiene 2 (1), Guðr-
un Midjord 2, Anja Magn-
ussen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 9,
Jacklyn Durhuus 2, Niko-
lina Eyðbjørnsdóttir 2,
Ioana Rapa 2 (1), Alis Høg-
hamar 1, Fríða Marjunar-
dóttir 1, Nicoleta Radu 1,
Hertha Simonsen 1
Brotskøst: VB 5, VÍF 4
Útvísingar: VB 3, VÍF 3
Dómarar: Birgir Dimon og
Kári Niclasen
Eftir ávaringina
um at taka felagði
úr kappingini
vaknaði Tjaldur úr
dvala, og tað var
um reppið, at teir
fingu stig móti
Neistanum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Í leygardagsútgávu okk-
ara segði Ragnar Olsen,
formaður í Tjaldri, at
støðan í felagnum var
somikið álvarslig, at
menn umhugsaðu at
taka besta mansliðið úr
kappingini,
um
ikki
annað skil kom á upp-
møtingina til venjing og
hugburðin til dystirnar
annars.
Eftir øllum at døma
hevur hetta hjálpt nakað.
Í øllum førum hevur
reglulig venjing verið í
Runavíkini seinastu vik-
una,
og
sunnudagin
skuldi hetta so standa
sína roynd, tá Tjaldur
vitjaði Neistan.
Lupu hvøkk á
Og eftir øllum at døma
hava
venjingarnar
hjálpt. Kanska var tað
ikki nóg mikið til stig
hesaferð, men Tjaldur
var alla tíðina heilt væl
við í dystinum. Eftir
eina javna byrjan tóku
gestirnir spakuliga yvir,
og tá farið varð til hálv-
leiks, vóru teir á odda
við fýra málum.
Gongdin helt sær nak-
að væl inn í seinna hálv-
leik. Neistin stríddist
manniliga fyri at koma
inn aftur í dystin, men
tað var sum um einki
vildi bera til hjá teimum,
og tá Tjaldur so eisini
hevur ein av landsins
bestu málverjum í Dejan
Lacok var leingi líkt til,
at tað skuldi eydnast
gulu
monnunum
at
vinna ein sera óvæntað-
an sigur.
Tá alt kom til alt, so
vórðu tað tó heima-
menninir, sum fóru av-
stað við sigrinum. Betra
venjingarstøðan merkti,
at teir seinastu løtuna
kundu renna Tjaldur um
koll, og tá teir fyrst
høvdu lagt seg framum,
vóru ongar kreftir eftir
hjá gestunum at toga seg
upp.
Sostatt
eydnaðist
Neistanum at halda fast í
oddasessinum á stiga-
talvuni, har teir eru
ájvanir StÍF í eini higar-
til sera spennandi kapp-
ing,
har
fimm
tey
fremstu liðini hava tapt
ein dyst hvør.
Tjaldur er hinvegin
framvegis stigaleyst í
botninum, men dysturin
sunnudagin gav tó vónir
um, at betri tíðir eru
ávegis. Megna leikarar-
nir at fáa venjingarstøð-
una upp har, sum hon
eigur at vera, er í øllum
førum ikki óhugsandi, at
runavíkingarnir eins og í
fjør av og á fara at spæla
ovaru støddu liðunum
eitt puss.
Dysturin í tølum
Neistin-Tjaldur 29-27
(10-14)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Kneze-
vic 8(1), Ragnar Stakk-
sund 5, Helgi Justinus-
sen 5, Áki Mørk 4, Kári
Mortensen
2,
Jón
Ludvig 2, Birgir Kass 1,
Dann Thorleifsson 1,
Helgi Michelsen 1
Tjaldur: Dragisa Stojo-
vic 9(1), Arnfinn Lang-
gaard 6, Zoran Sarcevic
5, Áki L. Hansen 3,
Ragnar S. Olsen 2, Tór-
hallur Thomsen 2(1)
Brotskøst: Neistin 3,
Tjaldur 4
Útvísingar: Neistin 2,
Tjaldur 4
Dómarar úr H71: Hallur
Danielsen & Jákup S.
Simonsen
Neistin-Tjaldur 29-27 (10-14):
Tjaldur tók
seg saman
VB-VÍF 23-19 (11-11):
Vágskvinnur vístu VÍF
durafjórðingin
VB hevur sýnt góðar taktir í ár, og sunnudagin krimaði av álvara, tá tvífaldu greipuvinnararnir
úr VÍF vórðu sendar stigaleysar norður um Suðuroyarfjørð
17
16
Nr. 202 - 22. oktober 2002
VÍF, sum annars hev-
ur verið einaráðandi
seinnu árini, fekk av
at vita á Skála, har eitt
væl upplagt heimalið
við ferðmiklum spæli
sendi gula herin í
gólvið
HONDBÓLTUR-MENN
Jákup Mørk
Seinastu tvey árini hevur
tað verið VÍF, sum hevur
sett dagsskránna í føroysk-
um hondbólti á bæði mans-
og kvinnusíðuni, men so-
leiðis tykist tað ikki verða í
ár. Í øllum førum skuldu
tað hesu ferð bert ganga
tríggir dystir, áðrenn mans-
liðið rendi seg í fyrsta tap-
ið, og tað hendi – sjálvandi
– á Skála. Sjálvandi, tí er
tað nakað lið, sum hevur
dugað at vunnið vestmenn-
ingum neisur hesi bæði
seinastu árini, so er tað júst
StÍF, sum fleiri ferðir hevur
argað, og tað enntá somikið
nógv, at teir tvey ár á rað
hava kunnað rópt seg
steypavinnarar.
Ferð á verjuni
Sunnudagin var sjáldan
nakar ivi um, hvat av liðun-
um var hitt betra, men tað
var serliga í løtunum kring
steðgin,
at
strandingar
sýndu, júst hví teir hava átt
ein leiklut í føroyska hond-
bóltsoddinum seinnu árini.
Verjuspælið við einum
stórleikandi Marian Cirlo-
ganescu aftan fyri seg
riggaði til fulnar. Aloftast
vórðu
vestmannaálopini
steðgað, áðrenn tey gjørd-
ust rættiliga vandamikil, og
so gekk tað skjótt hinvegin.
Ofta tóktist vestmenningar
mest sum dólskir, tá strand-
ingar við fáum kvikum
flytingum leiktu seg niðan
til málið, og av tí sama
møddust vestmenningarnir
meira enn gott var. StÍF
hinvegin nýtti fáar kreftir, tí
talan var ofta bert um ein
ella tveir leikarar, sum
runnu kontra, meðan hinir
fingu eina góða hvíld afturi
í verjuni.
Nakað av hesum taktum,
sum miðskeiðis í dystinum
avgjørdu tað heila, vóru
eisini at síggja fyrstu løtuna
av dystinum.
StÍF fekk alt fyri eitt gott
tak á tungu skjúttunum hjá
VÍF, soleiðis at hesir ikki
sluppu alt ov væl framat.
Roynt varð at treingja spæl-
ið saman á miðjuni, so-
leiðis at VÍF noyddist út í
borðini við skotroyndun-
um, og hetta eydnaðist til
fulnar. Ikki minst tí Marian
í málinum alt fyri eitt fekk
eitt sera gott tak á John
Zachariasen.
Hetta gjørdi, at StÍF
slapp eitt sindur frá mót-
støðuni tíðliga í dystinum,
men spakuliga var tað tó so,
at VÍF aftur skapti spenning
í. Vengirnir byrjaðu brád-
liga at skora, og so fingu
strandingar ikki longur
koyrt kontr-spælið, sum
annars hevði riggað so væl.
Stutt undan steðginum
fekk heimaliðið tó aftur
glið á. Uppskriftin var
framvegis hin sama, og í
løtunum eftir steðgin hildu
teir sum nevnt á við sama
lag. Eitt skifti sá út til, at
VÍF skuldi vera fyri rætti-
ligum avsmurningi, men
lukkutíð fyri teir, so setti
heimaliðið ferðina nakað
niður seinasta korterið, og
hugsaði mest um at koyra
sigurin heim.
Trúnan ridlar
Og tað varð eisini gjørt.
Gaman í fekk VÍF minkað
munin úr 10 niður í seks
mál, men í vanda kom
sigurin ongantíð. Og nakað
so langt ífrá.
Sum nevnt, so varð sig-
urin grundaður á gott verju-
og málmansspæl, og megna
strandingar at halda fast um
hetta, so er eingin ivi um, at
teir fara at gerast eitt
veruliga gott boð upp á eina
møguliga topp-plasering í
ár. Kanska er enn nakað
tíðliga at staðfesta møgu-
leikan, men vanliga hava
strandingar verið munandi
sterkari eftir jólasteðgin, og
um so verður aftur í ar,
verður ikki lukkuligt at
standa fyri, tá Costin, Artur,
Sveinur og hinir koma
stormandi niðan eftir vøll-
inum.
Fyri vestmenningar var
dysturin hinvegin ein stað-
festing av, at teir í øllum
førum ikki koma spadser-
andi til nakað í ár. Tað
høvdu teir sum kanska
heldur ikki roknað við, men
vandin lúrir altíð, tá tú
hevur verið somikið eina-
ráðandi tvey ár á rað. Enn
er kanska ov tíðliga at siga
nakað um eitt maktskifti í
føroyskum hondbólti, men
eftir stigatalvuni at døma,
verður talan í øllum førum
um eina væl meira spenn-
andi kapping í ár, sammett
við seinasta ár.
Dysturin í tølum:
StÍF-VÍF 31-25 (16-11)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen
10(1), Dostin Dumitrescu
7(5), Artur Johansen 5(1),
Andre F. Danielsen 5,
Alexandur Johansen 2, Jón
Rasmussen 1, Kristjan Pet-
ursson 1
VÍF: Áki Olsen 6, John
Zachariasen 6, Piti Negru
6(2), Ingi Olsen 4, Fríð-
bjørn Seloy 1, Áki G. Olsen
1
Brotskøst: StÍF 7, VÍF 4
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen:
Høvdu ikki alla tíðina eins
gott tak á, og ivaðust eina
einstaka ferð í reglunum,
men koyrdu tó kortini nógv
heim upp á rutinuna, sum
nú er um at verða, so sum
hon eigur at vera.
Við sterkum spæli í
málinum í avgerandi
løtuni í seinna
hálvleiki, var Agne
Masenaite høvuðs-
orsøkin til sigurin hjá
Stjørnuni móti StÍF
KVINNUHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Heldur Agne Masenaite
fram við spælinum, hon
higartil hevur víst í málin-
um hjá Stjørnuni, er hon
heitur kandidatur til heið-
urin sum »Ársins mál-
verji«,
tá
hondbólturin
komandi vár aftur verður í
galla-hýri.
Trý stig hava tær í
Stjørnuni fingið higartil, og
ikki er at taka munnin ov
fullan, um sagt verður, at
Agne eigur størsta partin av
teimum — umframt at hon
eisini hevur hildið lív í
Stjørnuni sum longst í
teimum báðum taptu dyst-
unum.
Sunnudagin hevði StÍF
fingið fatur í rætta endan-
um og var á veg at tryggja
sær sigurin, tá Agne spílaði
seg út og gav teimum í
Stjørnuni nýggjar vón og
nýggjar kreftir.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki hevði StÍF vunnið seg
frá at vera aftanfyri við
trimum málum til at vera á
odda við tveimum. Tær hjá
Stjørnuni, sum hesa løtuna
brendu
tvey
brotskøst,
dugdu ikki at síggja annað
enn at tap stóð í hendi!
Agne tók alt
Við leiðsluni 19-17 fór StÍF
í vælmannað skjótálop fyri
at geva Stjørnuni mønu-
stingin, men trimum skot-
royndum í sama álopi vardi
Agne fyri, og so var tað
brádliga, at dysturin vendi.
Nú raknaði Stjørnan við
aftur. Hóast verjan kanska
ikki spældi upp til sítt
besta, tók Agne alt, sum
kom innum, og næstu
løtuna fekk Stjørnan fimm
mál og einki fór ígjøgnum.
Nú var støðan brádliga
23-19 til Stjørnuna — og
bara einir fimm minuttir
eftir.
Sjálvt um StÍF royndi at
koma innaftur í dystin, lá
ikki nóg væl fyri síðstu
løtuna, samstundis sum
gloppið var ov langt, og
Stjørnan fekk sostatt hálað
sín fyrsta sigur í land.
Sigurin gav Stjørnuni eitt
sindur av luft, og nú er
samlaði fongurin trý stig,
meðan StÍF við sínum báð-
um stigum enn bert er om-
an fyri Tjaldri við ongum.
Dysturin í tølum:
Stjørnan-StÍF 24-22
(13-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Natasja Stamen-
kovic 9, Danijela Ercevic 5
(2), Súsanna Hansen 4,
Jastrid Gullaksen 3, Una
Olsen 2, Gunvør Isaksen 1
StÍF: Alina Olaru 7 (1),
Asta Petraukieke 6, Anna
B. Danielsen 5, Poula B.
Olsen 3, Elin Jacobsen 1
Brotskøst: Stjørnan 6, StÍF
1
Útvísingar: Stjørnan 7, StÍF
2
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Sámal Hansen
StÍF-VÍF 31-25 (16-11):
Vestmenningar koppaðu
Stjørnan-StÍF 24-22 (13-10):
Agne bjargaði Stjørnuni sigurin
Costin Dumitrescu og hansara menn í StÍF tykjast longu nú hava fingið ferðina upp í hægsta gear, og hetta fingu vestmenningar
at kenna sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16