Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 202 - 22. oktober 2002 19 18 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Eftir lokna lands- kapping og eitt lands- liðsbrak í Hannover varð punktum sett fyri fótbóltinum, 2002, tá stór galla- veitsla varð hildin í Fuglafirði FÓTBÓLTSGALLA orð: Jákup Mørk Myndir: Jonhard Hammer Seinnu árini hevur tað verið siður, at við lokið kapping- arár verður stór gallaveitsla hildin, til tess at heiðra teimum, sum hava kappast hvør móti øðrum og eisini innanhýsis seinasta hálva árið ella so. Alt byrjaði við hondbólt- inum, men skjótt komu hin- ar ítróttargreinarnar eisini eftir hesum, og fótbólturin var einki undantak í so máta. Fyrstu ferð á bygd Tey trý seinastu árini hevur gallaveitslan verið skipað í Havn, men í ár varð hon so fyri fyrstu ferð hildin uttan fyri Havnina, tá GÍ hevði átikið sær at halda galla. Og ikki kann sigast ann- að enn, at undirtøkan var góð. Eini 150 fólk út mest sum øllum landinum høvdu leitað sær til Fuglafjarðar, hóast veðurlíkindini søgdu, at tað helst fór at gerast dekan ov hált, sum náttin leið. Í mun til undanfarnu gallaveistlurnar varð ikki so nógv gjørt burtur úr borð- haldinum hesa ferð, men sum skilst á luttakarunum, so gjørdi hetta sum so einki. Væl smurd smyrji- breyð vóru á menu-kort- inum, og og meðan leik- ararnir hugnaðu sær, vórðu røður av ymsum slag hildnar, har kanska serliga tann hjá Torbjørn Jacobsen fekk fólk at flenna í kíki. Heiðraðu teimum bestu Hæddarpunktið undir borð- haldinum var sjálvandi, tá heiðursgávurnar til bestu leikararnar og venjararnar skuldu latast. Á sama hátt sum í fjør hevði Sosialurin skipað fyri atkvøðu- greiðslu, har liðformenn og venjarar úr ymsu feløg- unum fingu høvi at siga, hvønn tey hildu vera bestan hetta farna árið. Atkvøðast skuldi um, hvør hevði verið ávíkavist besti málverji í árinum, besti venjarin, og ársins stjørnuskot. Og so skuldi sjálvandi eisini finnast fram til, hvørji høvdu verið best av øllum hetta farna kappingarárið. Toppskjúttarnir vunnu Ikki óvæntað, so fall hesin seinastu heiðurin á tey bæði, sum eisini endaðu ovast á máltindunum í farna kappingarárinum. Nevnliga Andrew av Fløtum úr HB og Rannvá Andreasen úr KÍ. Andrew hevur í ár havt eitt framúr gott kappingar- ár. Bæði perónsligt og saman við liðnum. Við HB gjørdist hann føroyameist- ari í bestu mansdeildini, og sjálvur endaði hann eisini ovast á máltindunum við sínum 18 málum. Undan- farin ár hava skaðar ofta nervað avrikini hjá evna- ríka leikarunum, men nú hann kom heilur ígjøgnum eitt kappingarár, stóð eing- in honum kurl, og sum Tey bestu Niðanfyri verður sett upp yvirlit, sum sýnir, hvørji vórðu kosin sum bestu fótbóltsleikarar í landinum hetta farna kappingarárið. Leggjast skal til merkis, at tað bert varð avdúkað, hvørji gjørdust vinnarar í atkvøðugreiðsluni. Tey bæði eftirfylgjandi nøvnini eru tey, sum gjørdust nummar tvey og trý, men raðfylgjan á hesum er tó tilvildarlig. Ársins leikari, menn (Steyp frá Atlantic Airways) Andrew av Fløtum, HB Jón Rói Jacobsen, HB John Petersen, B36 Ársins leikari, kvinnur (Steyp frá P/F Eilif Arge) Rannvá Andreasen, KÍ Maria Vang, B36 Ása á Neystabø, B36 Ársins málverji, menn (Steyp frá Føroya Sparikassa) Jens Martin Knudsen, NSÍ Rene Tórgarð, B36 Meinhardt Joensen, KÍ Ársins málverji, kvinnur (Steyp frá Kaupthing) Randi Wardum, HB Anna Kristina Simonsen, GÍ Marita Reinert, B36 Ársins venjari, menn (Steyp frá Faxe Kondi) Jógvan Martin Olsen, NSÍ Kurt Mørkøre, KÍ Kári Nielsen, HB Ársins venjari, kvinnur (Steyp frá Faxe Kondi) Herman Jacobsen, B68 Malan Mohr, GÍ Jón Harald Poulsen, KÍ Ársins stjørnuskot, menn (Steyp frá Føroya Bjór) Hjalgrím Elttør, KÍ Atli Danielsen, KÍ Brynjolvur Nielsen, NSÍ Ársins stjørnuskot, kvinnur (Steyp frá Føroya Tele) Ása á Neystabø, B36 – Føroya Tele Heidi Heinesen, GÍ Malan á Dunga, HB Gylti skógvurin, menn (Latin av Thomas Dam Ítrótti) Andrew av Fløtum, HB 18 mál John Petersen, B36 15 mál Jón Rói Jacobsen, HB 12 mál Gylti skógvurin, kvinnur (Latin av Thomas Dam Ítrótti) Rannvá Andreasen, KÍ 20 mál Malena Josephsen, KÍ 12 mál Arnbjørg Danielsen, B36 7 mál Majbritt Olsen, B68 7 mál So er fótbólturin liðugur prikkurin yvir i’num vann hann sær eisini fyri fyrstu ferð pláss í byrjunarupp- stillingini á landsliðnum, tá Týsklands-dysturin stóð á skránni. Ein uppgáva, sum framherjin eisini loysti uttan stórvegis hóvasták. Fyri Rannvá Andreasen mundi árið í ár kennast sum ein stórur fløvi eftir partvíst miseydnaða árið í fjør. Ta ferðina var hon ein av týdningarmestu leikarun- um á gullvinnandi Oyggja- leikaliðnum, men seinna hálva av kappingarárinum varð oyðiløgd av skaðum, og tó at hon kundi fegnast um gull saman við liðfeløg- unum, so mundi tað kenn- ast eitt sindur hálvt, at hon ikki hevði verið við til at sparka gullið heim í enda- spælinum. Í ár skuldi tó gerast árið, har Rannvá kom meira enn sterkt aftur. Alt kappingar- árið var KÍ at kalla flúgv- andi, og tó at tær taptu ein dyst í grundspælinum, so endaðu tær endaspælið við fullum stigatali, og kunnu sostatt rættiliga suverent rópa seg besta lið í Føroy- um aftur í ár. Og á leikara- síðuni er einki at ivast á, at Rannvá Andreasen taldist millum tær stóru. Ikki bara gjørdist hon toppskjútti við sínum 20 málum í 10 dyst- um! Hóast tað ikki verður gjørt upp, so er tað neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Rannvá var leikarin við flestu upplegg- unum hetta kappingarárið, og meira enn ta einu ferð- ina var tað júst hon, sum var munurin á liðunum, tá dystirnir gjørdust dekan av tættir. Sosialurin ynskir teimum báðum, Andrew og Rannvá, hjartaliga tillukku við heiðrinum sum tey bestu í hesum árinum, og sam- stundis verður eisini sent eitt stórt tillukku til hini, sum fingu steyp at prýða hillarnir við burturúr kapp- ingarárinum. Rannvá Andreasen úr KÍ og Andrew av Fløtum úr HB vórðu leygarkvøldið kosin sum bestu fótbóltsleikararnir í júst lidna kappingarárinum Hjá kvinnunum gjørdist Ása á Neystabø ársins stjørnuskot eftir eitt sera væl eydnað kappingarár, sum tó partvíst varð darvað av skaðum Í fjør gjørdist hon ársins stjørnuskot, og í ár varð Randi Wardum úr HB so kosin til besta málverjan í landinum Við NSÍ gjørdist endastøðan í ár so høg, sum hon ongantíð hevur verið fyrr, og ein partur av lønini hjá Jens Martini Knudsen var, at hann annað árið á rað varð kosin sum besti málverjin í landinum Bestu fótbóltsfólkini hetta kappingarárið eftir handanina av steypum á gallaveitsluni í Fuglafirði Umframt heiðurin sum bestu leikararnir hetta kappingarárið vóru bæði Andrew av Fløtum og Rannvá Andreasen stinnastu málskjúttarnir hetta kappingarárið, og fyri hetta fingu tey bæði gylta skógvin frá Thomas Dam ítrótti C M Y K 18