týsdagur 22. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 202 - 22. oktober 2002
21
Hóast FCK og Brøndby
framvegis eru í toppin-
um, so er stóra sam-
røðuevnið í donskum
fótbólti, at uppflytar-
arnir úr Farum og Køge
enn eina ferð fingu fult
á útivølli
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað eru tey trý feløgini,
sum undan kappingarbyrj-
an vóru favorittar, ið eru á
trimum teimum fremstu
plássunum í superliguni.
Men tað vóru avgjørt ikki
FCK, AaB og Brøndby,
sum fingu mestu positivu
umrøðuna eftir tólvta um-
farið, sum varð spælt í
vikuskiftinum.
Tað verður mest tosað
um uppflytaraliðini Køge
og Farum. Felags fyri tey
bæði er, at tey hava verið
roknað sum uppløgd evni at
flyta niður aftur. Og tað er
eisini felags fyri uppflytar-
arnar, at teir higartil so
rudduliga
hava
gjørt
rokningini til skammar.
Sunnudagin settu tey
nýggja striku undir, at tey
megna at standa seg á úti-
vølli, eisini um mótstøðu-
liðini teljast millum tey
gomlu og sigursvandu í
donskum fótbólti.
Farum var sunnudagin í
Esbjerg, og teir komu til
hús aftur við 2–0 sigri.
Nichlas Hindsberg skoraði
fyrra málið beinanvegin
eftir steðgin. Esbjerg kiks-
aði uppspæl, og fyrrverandi
Lyngby spælarin, sum fyri
trimum vikum síðani varð
mettur at vera so knæ-
skaddur, at hann ikki fór at
spæla aftur, hevði hálvan
vøllin fyri seg sjálvan,
áðrenn hann sneiddi fram-
við málverjanum og skor-
aði. Seinna málið skoraði
David Rasmussen bein-
leiðis upp á fríspark, og
Farum sigurin var uppi-
borin.
Køge var í Århus. Tey
fyrstu umførini í nýggju
kappingini stóð AGF seg
væl, tað bar stórar áskoð-
arafjøldir við sær, og tað
varð roknað við, at AGF nú
skuldi stríðast um heiðurs-
merkini. Men fleiri tær
seinastu ferðirnar hevur
gingið illa, og úrtøkan
hevur verið sera soltin.
Fýra av føstu monnunum
hjá Køge vóru ikki við í
Århus. Tað hevði við sær, at
ein av gomlu liðfeløgunum
hjá Óla Johannesen í
Hvidovre, Henrik Eggerts,
fekk møguleikan, og hann
tók so rudduliga møgu-
leikan, skoraði og gjørdist
dagsins maður. Køge vann
3–1. Teir hava íalt fingið 16
stig, og tað er merkisvert, at
trettan av stigunum hava
teir vunnið á útivølli. Tað
eru seks umfør eftir, áðrenn
superligan fer í vetrarfrí,
men í Køge hava teir longu
næstan fingið tey stigini,
sum teir høvdu roknað við
at fingið hesumegin jólini.
Oddaliðini vunnu ikki
FCK, AaB og Brøndby
mynda ovasta plássini í
superliguni. Men einki av
oddaliðunum fekk fulla
úrtøku í tólvta umfarinum.
Stephan Andersen er ein
av gomlu liðfeløgunum hjá
Óla Johannesen í Hvidovre.
Hann er nú málverji í AB.
Har er tað sum á føroyska
landsliðnum. Veteranmál-
verjin Jan Hoffmann, sum
hevur verið skaddur, heldur
seg vera nóg góðan at verja
málið. Hann og nýggi
málverjin stuðla hvørjum
øðrum undir venjing, men
teir eru kappingarneytar
um plássið ímillum stólp-
arnar.
Tá Brøndby var í Glad-
saxe, var Stephan Andersen
málverji hjá AB. Úrslitið
var 1–1, og tað var vónbrot
fyri Brøndby og størsta
partin av teimum 7.321
áskoðarunum, sum vóru
komnir úr Brøndby.
AB kom á odda seks
minuttir eftir hvíldina, og
Brøndby javnaði beinan-
vegin. Siðstu løtuna trýsti
Brøndby, og Michael Laud-
rup rósti AB málverjanum
fyri gott avrik. Brøndby
skal hava nýggjan mál-
verja, tí Mogens Krogh fer
at gevast á jólum. Nú verð-
ur gitt, at kanska verður 20
ára gamli Stephan Ander-
sen nýggjur málverji í
Brøndby ella kanska Jan
Hoffmann.
Fyri fyrstu ferð í hesum
kappingarárinum
endaði
tað málleyst, tá OB sunnu-
dagin var í Viborg. Heima-
liðið hevði allar møguleikar
at vinna. Í 47 minuttir vóru
teir ellivu ímóti níggju, teir
høvdu bóltin nógv, og teir
løgdu ofta innfyri málið,
men teir megnaðu ikki at
fáa bóltin framvið væl
spælandi Karim Zaza.
Í Aalborg var tað veitslu-
rómur undan dystinum. Teir
tóku
nýggjan
part
av
nýmótans stadion í nýtslu.
Men undir dystinum var
lítið at fegnast um hjá
nógvu heimaáskoðarunum.
Teir vóru vitni til triðja
AaB tapið á heimavølli á
rað. Serliga meint mundi
tað kennast, at tað var
botnliðið úr Silkeborg, sum
vann 4–3 og harvið av
álvara kom í nánd av hinum
liðunum, sum stríðast fyri
at sleppa undan niður-
flyting.
Longu leygardagin var
FCK í Parkini. Gestirnir
vóru FCM, sum hósdagin
skulu royna seg í UEFA
Cup. Teir royndu uppskrift-
ina, sum teir ætla at nýta
ímóti belgiska Anderlecht,
og tað hilnaðist væl. Peter
Møller legði FCK á odda í
1. hálvleiki, men FCM
javnaði í 2. hálvleiki.
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1
FCK
12
7 - 3 - 2
18
15
3
24
2
AaB
12
6 - 1 - 5
19
18
1
19
3
Brøndby (M)
12
5 - 3 - 4
23
15
8
18
4
Esbjerg
12
5 - 3 - 4
25
24
1
18
5
Farum
12
6 - 0 - 6
17
17
0
18
6
OB (S)
12
5 - 2 - 5
19
16
3
17
7
Køge
12
5 - 1 - 6
21
23
-2
16
8
FCM
12
4 - 4 - 4
16
18
-2
16
9
AGF
12
4 - 3 - 5
17
21
-4
15
10 Viborg
12
3 - 5 - 4
20
22
-2
14
11 AB
12
3 - 4 - 5
14
17
-3
13
12 Silkeborg
12
3 - 3 - 6
14
17
-3
12
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1
Herfølge
12
8 - 1 - 3
27
18
9
25
2
Frem
12
7 - 3 - 2
28
20
8
24
3
Randers F.
12
7 - 1 - 4
26
18
8
22
4
Vejle
12
6 - 3 - 3
19
15
4
21
5
Skjold
12
6 - 2 - 4
24
12
12
20
6
Fredericia
12
5 - 4 - 3
19
14
5
19
7
Ølstykke
12
5 - 4 - 3
28
27
1
19
8
HFK Sønderj. 12
5 - 3 - 4
27
24
3
18
9
Brønshøj
12
4 - 4 - 4
15
13
2
16
10 B 1913
12
4 - 4 - 4
19
20
-1
16
11 FC Aarhus
11
4 - 1 - 6
18
18
0
13
12 B93
11
4 - 1 - 6
17
20
-3
13
13 AC Horsens
12
3 - 3 - 6
19
23
-4
12
14 Hvidovre
12
2 - 4 - 6
12
26 -14
10
15 B 1909
12
2 - 3 - 7
18
27
-9
9
16 HIK
12
2 - 1 - 9
9
30 -21
7
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli
Gregersen (Randers Freja),
Johan Byrial Hansen (AC Horsens)
Norska tippeligan
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1
Rosenb. (M)
25
16- 5 - 4
53
30
23
53
2
Molde
25
15- 4 - 6
45
23
22
49
3
Lyn
24
14- 4 - 6
35
27
8
46
4
Viking
25
10-11- 4
43
31
12
41
5
Odd. Grenl.
24
12- 4 - 8
35
26
9
40
6
Stabæk
25
11- 6 - 8
41
32
9
39
7
Lillestrøm
25
9 - 6 -10
34
30
4
33
8
Våleranga
25
7 -11- 7
36
29
7
32
9
Bryne
25
8 - 6 -11
36
37
-1
30
10 Sogndal
25
8 - 5 -12
34
48 -14
29
11 Bodø/Glimt
25
8 - 4 -13
35
41
-6
28
12 Brann
25
8 - 3 -14
35
48 -13
27
13 Moss
25
6 - 6 -13
30
42 -12
24
14 Start
25
2 - 5 -18
21
69 -48
11
Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde)
Christian Høgni Ja-
cobsen var alla tíðina
á vongverjanum í
høgru hjá Vejle, sum
ikki megnaði meiri
enn 1–1 á heimavølli
ímóti botnliðnum
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Ein føroyskur landsliðs-
spælari var í vikuskiftinum
millum málskjúttarnar í
næstbestu donsku deildini.
Men tað var ikki Christian
Høgni Jacobsen. Hann var
vongverji í høgru allar 90
minuttirnar, tá ið Vejle
hevði vitjan av HIK, sum er
avgjørda botnliðið. Tí var
tað púra óvæntað, at HIK
legði seg á odda, tá seinna
umfarið var hálvrunnið.
Innskifti Kenneth Knudsen
javnaði til 1–1, tá tað rest-
aðu níggju minuttir. Men
tað var stórt vónbrot fyri
teir 1.030 áskoðararnar, at
Vejle ikki megnaði at vinna
ímóti botnliðnum. Áskoð-
ararnir mundu hava roknað
við stórsigri.
Hóast Herfølge á heima-
vølli tapti 3–1 ímóti Frede-
ricia, so eru teir framvegis
oddalið. Frem vann 3–1 í
Odense ímóti B 1909, og
nú er gamla arbeiðara-
felagið í Valby næstfremst.
Randers Freja tapti 2–0 á
heimavølli ímóti Skjold,
sum eftir góðu gongdina
seinastu vikurnar ikki verð-
ur roknað sum nakar lætti-
soppur. Hóast tapið er
Randers Freja á triðja
plássinum, og Vejle er
nummar fýra.
Føroyska málið skoraði
Johan B. Hansen, tá Hor-
sens vann 4–2 á útivølli
ímóti Ølstykke, sum ikki
hevur sama flogið, sum teir
høvdu fyrstu nógvu vik-
urnar í nýggja kappingar-
árinum.
Johan B. Hansen, sum
var á landsliðnum í fjør, og
sum hevur verið skaðaplág-
aður, síðani hann flutti úr
OB og aftur til barndóms-
felagið Horsens, skoraði
fyrsta málið, tá tíggju
minuttir vóru farnir.
HFK Sønderjylland vann
2–0 á Tingbjerg stadion í
Keypmannahavn, sum er
heimavøllur hjá Brønshøj.
Og Hvidovre, sum er triði
aftast, megnaði ikki meiri
enn 1–1 á heimavølli ímóti
B 1913 úr Odense.
Føroyski álopsspælarin í
FCK heldur seg ikki hava
spælt seg av liðnum, men
tað er venjarin, sum ger
av, hvussu liðið skal síggja
út, og hann tykist ikki
vilja hava føroyingin
ímillum teir fyrstu
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Todi Jónsson fær fáar og
smáar møguleikar at vísa á
besta liðnum hjá FCK, hvør
dugur er í honum.
– Tað hevur ikki verið
serliga hugaligt síðsta mán-
aðin. Eg haldi ikki, at eg
havi spælt meg av liðnum,
men tað er venjarin, sum
setur liðið. Eg eri noyddur
at virða avgerðina hjá
honum og so undir venjing
og í dystum at royna at
sannføra hann um, at eg
eigi rætt til pláss á liðnum.
Hetta segði Todi Jónsson
á heimasíðuni hjá sær und-
an vikuskiftinum. Tá ið
FCM var í Parkini leygar-
dagin, var svenski álops-
spælarin Jörgen Pettersson
ikki tøkur. Tað hevði við
sær, at Todi var eykamaður
hjá FCK, meðan Zuma og
Peter Møller vóru í álopin-
um.
Beinanvegin eftir steðgin
kom Todi á vøllin, tí Peter
Møller hevði fingið eina
skeinu í høvdið.
Todi var í álopinum við
síðuna av Zuma, men teir
fingu einki mál. Einasta
FCK málið kom tveir
minuttir undan steðginum.
Peter Møller skoraði, eftir
at Thomas Røll hevði lagt
innfyri úr vinstru, og bólt-
urin var stokkin frá liðfor-
manninum Peter Nielsen og
til Peter Møller.
Sáttmálasamráðingar
Hvørki Todi ella nakar ann-
ar sigur nakað um tað. Men
tað tykist vera ein partur av
orsøkini til, at hann ikki
sleppur upp í part, at Todi
ikki enn hevur skrivað und-
ir nýggjan sáttmála við
FCK. Leiðslan í felagnum
hevur viljað havt spælarar-
nar, sum hava sáttmála
fram til 30. juni komandi
ár, at skriva undir nýggjar
sáttmálar nú í heyst. Men
Todi hevur ikki enn skrivað
undir.
At Todi ikki sleppur á
liðið, ger tað sjálvandi
truplari hjá honum at verða
seldur til nakað annað fe-
lag. Reglurnar eru soleiðis,
at spælararnir hava rætt at
samráðast við onnur felag
eitt hálvt ár frammanundan,
at teir eru leysir av sátt-
málanum, sum nú er gald-
andi. Tað vil við øðrum
orðum siga, at um Todi ikki
hevur skrivað undir nýggj-
an sáttmála við FCK á
nýggjárinum,
so
hevur
hann eftir nýggjár rætt at
samráðast við onnur feløg,
og so kann FCK ikki krevja
pening fyri hann, tá hann í
summar fer frá teimum.
Men tað er sjálvandi trupl-
ari at selja seg sjálvan av
beinkinum ella av 2. liði
enn sum fastur maður og
málskjútti á besta liðnum.
Men enn er rúm tíð til
nýggjárs og uppaftur rúm-
ari tíð til 1. juli. Todi hevur
fyrr í ár sagt, at hann ikki er
so fegin um at sita á beink-
inum, og at hann vil hava
ábending um, hvussu vánir-
nar vera at spæla.
Í síðstu viku vistu danskir
fjølmiðlar at siga, at FCK
er í samband við australsk-
an álopsspælara, sum teir
umhugsa at skriva sáttmála
við.
Johan B. Hansen millum
málskjúttarnar
Uppflytararnir seta dagsskránna
Todi sleppur ikki framat
21
20
Nr. 202 - 22. oktober 2002
Rosenborg megnaði
bara javnleik leygar-
dagin, men teir
gjørdust sunnudagin
meistarar, tí Molde
tapti á útivølli
NOREG
Jóannes Hansen
Ellinta árið á rað hevur
Rosenborg úr Tróndheimi
vunnið NM í fótbólti. Tað
man vera fram ímóti at vera
einastandandi í heiminum,
og í norsku pressuni siga
teir seg ikki ivast í, at tað er
heimsmet fyri einstakan
spælara, at 36 ára gamli
Bent Skammelbrud hevur
verið við til at vinna ellivu
gullkrónur á rað við sama
felag.
Rosenborg spældi leygar-
dagin. Tá vóru teir í Sogn-
dal, og úrslitið var 2–2. Tað
merkisverda við uppgerðini
var, at trý av teimum fýra
málunum vórðu skorað upp
á brotsspørk. Sogndal legði
seg á odda við brotssparki í
6. minutti, ellivu minuttir
seinni javnaði Rosenborg
við brotssparki, RBK legði
seg á odda í 54. minutti, og
sjey minuttir undan leikloki
javnaði Sogndal upp á
brotsspark.
Molde heilkiksaði
At RBK leygardagin bara
megnaði javnleik í næst-
síðsta
umfarinum
gav
Molde møguleikan sunnu-
dagin at minka um munin
til bara eitt stig undan
síðsta umfarinum. Men
Molde spilti seg burtur á
Nadderud stadion, sum er
heimavøllurin hjá Stabæk.
Heimaliðið var nógv meiri
ágangandi, og einki í
Molde avrikinum boðaði
frá, at gestirnir stríddust
fyri at halda tørn í gull-
stríðnum.
Úrslitið var 4–2, og har-
við var Rosenborg meistari.
Tá fimm minuttir vóru
farnir, var støðan 2–0.
Fyrra málið var skot úr
sekstan metrum, og tað
næsta var sjálvmál. Á hálva
tímanum minkaði Molde
um munin við brotssparki.
Stutt undan hvíldini økti
Stabæk til 3–1, og í 2.
hálvleiki høvdu teir nógvar
møguleikar,
tí
Molde
royndi at flyta spælið fram
á vøllin. Seks minuttir
undan leikloki varð tað
4–1, og í yvirtíðini skoraði
Molde til 4–2.
Hóast hann mikukvøldið
megnaði besta avrikið av
øllum í Hannover, so fekk
Jákup Mikkelsen ikki pláss
í Molde málinum sunnu-
dagin. Jákup sat á beinkin-
um og hugdi at dystinum,
og tað gjørdu tveir av best
kendu
norðmonnunum
eisini. Kjell Inge Røkke sat
og blakaði sær fyri at halda
heystarkulanum burtur, og
norski forsætisráðharrin,
Kjell Magne Bondevik, sat
eisini og tók á við Molde,
sum er hansara lið.
Molde vann silvur í 1998
og í 1999. Nú Rosenborg
undan síðsta umfarinum er
fýra stig undan teimum, er
tað greitt, at Molde ikki fer
at megna meiri enn silvur í
ár. Tað er møguleiki fyri, at
Lyn fer at hótta næst-
fremsta plássið. Í gjár-
kvøldið skuldi Lyn spæla í
Skien ímóti Odd Genland.
Um teir vunnu, so eru teir
undan síðsta umfarinum á
sama stigatali sum Molde.
Meiri venjing
Molde venjarin, Gunder
Bengtsson, hevði ætlað, at
Molde skuldi vera fyrsta
felagið í ellivu ár, sum
megnaði at koppa Rosen-
borg av norsku fótbólts-
trónuni. Tað verður ikki í
ár, men svenski venjarin er
longu farin at fyrireika seg
til, hvussu tað skal eydnast
komandi ár.
Hann heldur, at Molde
spælararnir skulu venja
uppaftur meiri, enn teir
hava gjørt. Tað eru spælar-
arnir ikki samdir við hon-
um í. Teir halda ikki, at tað
hevur sást í dystunum, at
teir hava verið verri fyri
enn aðrir. Heldur halda teir,
at verjan ikki hevur verið
nóg avgjørd, tá tað stóð
mest á.
– At vit báðu ferðirnar
taptu
ímóti
Rosenborg
hevur
verið
avgerandi,
segði Molde venjarin, tá ið
tað var greitt, at RBK er
meistari fyri 11. ferð.
Sogndal í vanda
Botnliðið
Start
var
á
Ullevaal ímóti Vålerengen,
sum vann 4–0. Moss tapti
2–0 í Bodø, sum harvið
bjargaði sær undan bein-
leiðis niðurflyting. Moss
hongur í sera klønum tráði.
Brann úr Bergen hevði
møguleika at tryggja sær
eitt ár afturat í bestu deild-
ini. Í steðginum vóru teir á
odda
í
heimadystinum
ímóti Lillestrøm, men teir
taptu 2–1. Lillestrøm klár-
aði seg leingi illa, men nú
eru teir komnir undan. Nú
mugu teir í Bergen bíta
negl í hvussu so er eina
viku afturat.
Eftir javnleikin ímóti
RBK er Sogndal komið
undan beinleiðis niðurflyt-
ingini, men teir eru fram-
vegis í vanda fyri at gerast
partur av endaspæli um
pláss í bestu deildini.
Í síðsta umfarinum, sum
verður spælt nú sunnu-
dagin, skal Sogndal spæla í
Molde.
Rosenborg
fær
vitjan av Brann, og hinir
dystirnir eru Lillestrøm
–Odd Grenland, Moss–
Stabæk, Start–Bodø/Glimt,
Lyn–Viking og Bryne–
Vålerengen.
Leygarkvøldið
varð
greitt, at Jógvan Martin
Olsen er ársins venjari í
2002. Og nú er greitt, at
hann eisini komandi ár
fer at hava ábyrgdina av
NSÍ.
– Eg havi skrivað
undir nýggjan eitt ára
sáttmála við NSÍ, segði
Jógvan Martin Olsen,
áðrenn hann leygar-
dagin fór til Georgia
við U–19 landsliðnum.
Fyrr í summar ljóð-
aði, at NSÍ og Jógvan
Martin Olsen høvdu
tvey ára samstarvssátt-
mála, men tað var ikki
rætt.
At Jógvan Martin
heldur fram í NSÍ er
upp á ein máta merkis-
vert. At NSÍ vann
steypakappingina
og
endaði næstfremst í
landskappingini legði
sjálvandi upp til, at
samstarvið fór at halda
fram.
Men tað er merkis-
vert á annan hátt. Í øll-
um hinum feløgunum,
sum vóru í 1. deild
seinasta kappingarár,
verður annar venjari í
januar komandi ár, enn
tað var í januar í ár. Í
fimm feløgum vórðu
venjararnir skiftir út, tí
tað ikki gekk, sum tað
varð vónað. Hesi feløg-
ini vóru B68, Skála,
HB, VB og TB. Í hinum
fýra feløgunum er av
ymsum orsøkum gjørt
av at skifta venjara. Fe-
løgini eru KÍ, GÍ, EB/
Streyumur og B36.
Einasta felagið í 1.
deild komandi ár, sum –
umframt NSÍ – fer at
hava sama venjara, sum
teir høvdu í fjør, verður
FS Vágar. Albert Ellef-
sen var venjari, tá FSV
fór undir stríðið at
vinna seg uppaftur í 1.
deild, og hann verður
eisini venjari, tá FSV
komandi ár fer at royna
at verja plássið í bestu
deildini.
-jh
Fyrsti dysturin í EM
undankappingini í
Georgia verður ímóti
Ukreina seinnapartin
í dag
U–19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Leygardagin
fór
U–19
landsliðið
úr
Vágum.
Henda síðsta føroyska fót-
bóltsferðin í hesum árinum
hevur EM undankapping-
ina í Georgia sum mál.
Fyrsti dysturin verður
spældur seinnapartin í dag.
Hann verður ímóti Ukreina.
Hósdagin er mótstøðuliðið
Belgia, og leygardagin
skulu Føroyar spæla ímóti
Georgia. Allir dystirnir
verða spældir klokkan 16
lokala tíð.
Eingin ivast í, at mót-
støðan fer at vera ivaleysa
stór í øllum dystunum. Og
tað ber væl til at ímynda
sær, at mótstøðuliðini fara
at taka føroyska liðið í
uppaftur størri álvara, eftir
at a–landsliðið mikukvøld-
ið í síðstu viku stóð fyri so
góðum avriki á útivølli
ímóti Týsklandi.
Undan fráferðini vandi
U–19
landsliðið
fleiri
ferðir. Jógvan Martin Olsen
var í Litava og Týsklandi.
Tí hevði hjálparvenjarin,
Mathias Davidsen, ábyrgd-
ina av venjingunum.
Andy Olsen úr NSÍ var
noyddur at geva avboð. Í
hansara stað varð Hanus
Eliasen úr ÍF úttikin. Hann
hevur alt kappingarárið
verið fastur maður á mið-
vøllinum hjá ÍF í 2. deild. Í
síðsta umfarinum, tá ÍF á
heimavølli vann 1–0 ímóti
FS Vágum, var Hanus
Eliasen ímillum teir mest
eyðsýndu.
Sum vit áður hava nevnt,
so kom tað illa við, at
liðformaðurin á føroyska
liðnum, Ingi Højsted, sum
spælir
í
Arsenal,
var
noyddur at geva avboð, tí
hann ikki var komin nóg
væl fyri seg eftir skaða.
Men kortini verður mett, at
føroyska
liðið
er
væl
mannað.
Teir, sum hesa vikuna eru
í Georgia, eru hesir: Gunn-
ar Nielsen, Frem, Poul Eli
Bærentsen, TB, Eli Thor-
steinsson, HB, Áki Peter-
sen, Skála, Rasmus Nolsøe,
Brøndby
IF,
Rani
D.
Christiansen, HB, Marni
Djurhuus,
EB/Streymur,
Jann Ingi Petersen, B68,
Hans Pauli Samuelsen,
EB/Streymur, Bergur Mid-
jord, B36, Símun Samuel-
sen, VB, Hanus Eliasen, ÍF,
Hanus Thorleifsson, Skála,
Bárður Danielsen, Skála,
Rókur Jespersen, Brøndby
IF, Bjarni Jørgensen, HB,
og Magnus Skoralíð, GÍ.
Jógvan Martin
heldur fram
Fyrsta royndin sum venjari hjá NSÍ var væleydnað, og
nú er gjørt av, at Jógvan Martin Olsen tekur í hvussu
so er eitt ár afturat í Runavíkini
Molde spilti seg burtur
Hanus nýggjur á U–19
landsliðnum
C
M
Y
K
20