Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Neistin so langt framman fyri Tjaldur, sum munurin plagar at vera í tryggum sigrum KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Ikki var tað júst mest spennandi hondbóltsupp- livingin, áskoðararnir í høllini á Hálsi í Havn fingu seinnapartin sunnudagin, tá Neistin tók móti Tjaldri. Frá byrjan til enda var munur á liðunum, og Neist- in tók seg skjótt framum og útbygdi síðani leiðsluna trygt, til dysturin at enda var vunnin við níggju málum. Hjá Neistanum var mest eyðsýndi spælarin Simona Dziugyte, ið annars ikki altíð er sloppin at gera so nógv um seg í undanfarnu dystunum. Men hesa ferð átti hon 14 av teimum 24 málunum hjá Neistanum. Hartil skal so sigast, at ein part av fyrra hálvleiki og stórar partar av seinna hálvleiki var hon mansvard. Kortini var hon ikki til at steðgað, men átti størsta leiklutin í stórsigrinum hjá Neistanum. Men Neistin hevði eisini aðrar spælarar, ið kundu hava ein fingur við í spæl- inum. Soleiðis vóru fleiri við í gjøgnumbrotunum, hóast Simona oftast hevði síðstu hond á bóltinum. Tjaldur hevði hinvegin ikki so nógvar streingir at spæla uppá. Tó var tað aftur hesa ferð Milica Ergic, ið stóð fyri tí mesta — hóast Neistin gjørdi nokk so nógv burtur úr at mansverja hana. Trupulleikin hjá Tjaldrin- um var bara, at tá Milica var tikin burturúr, var eingin at lyfta arvin og skapa nakra veruliga hóttan móti Neistanum, ið stýrdi dystinum úr enda í annan. Við sigrinum er Neistin á næstfremsta plássi og hevur bara eitt stig minni enn oddaliðið VB. Tjaldur eigur framvegis fyrsta stiga- fongin á, eftir at fyrstu fýra dystirnir eru spældir. Dysturin í tølum: Neistin-Tjaldur 24-15 (13-7) Málskjúttar: Neistin: Simona Dziugyte 14 (3), Rakul Augustinus- sen 2, Ata Høgnadóttir 2, Mildrið Jacobsen 2, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1, Bjørg Patursson 1 Tjaldur: Milica Ergic 8 (3), Kristine Ellingsgaard 2, Turið Lamhauge 2, Beinta Joensen 2, Lenka Bibaric 1 Brotskøst: Neistin 4, Tjald- ur 3 Útvísingar: Tjaldur 3 Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Hallur Danielsen 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 3 3 - 0 - 0 73 59 14 6 2 Neistin 4 2 - 1 - 1 84 75 9 5 3 Kyndil 3 2 - 0 - 1 81 69 12 4 4 VÍF 3 2 - 0 - 1 73 61 12 4 5 Stjørnan 4 1 - 1 - 2 80 85 -5 3 6 StÍF 3 1 - 0 - 2 74 86 -12 2 7 Tjaldur 4 0 - 0 - 4 75 105 -30 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 4 3 - 0 - 1 120 104 16 6 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 107 99 8 6 3 VÍF 3 2 - 0 - 1 83 78 5 4 4 H71 3 2 - 0 - 1 71 70 1 4 5 Kyndil 2 1 - 0 - 1 52 53 -1 2 6 Tjaldur 3 0 - 0 - 3 78 91 -13 0 7 KÍF 3 0 - 0 - 3 60 76 -16 0 Talvforritið Deep Fritz vardi borg móti Vladimir Kramnik í dysti teirra millum í Bahrain. Úrslitið bleiv 4-4, eftir at Kramnik eitt skifti var á odda 3-1. Hetta má metast sum eitt ómetaliga gott úrslit hjá vísindafólkunum aftanfyri talvforritið. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Lagt var upp til sannan revansjudyst hjá manna- ættini. Í 1997 tapti Garry Kasparov móti Deep Blue í vælkendum dysti, og tá varð hildið at tíðin hjá talvforritum var komin fyri at verða. Men eftir dystin í Bahrain er torført at meta um hvør er sterkari; menn- iskjan ella talvforrit (talv- teldur). Øgiligur spenningur kring heimin tók seg upp tá dystur millum Deep Fritz og heimsmeistaran Vladmir Kramnik varð kunngjørdur í fjør. Vegna yvirgangs- atsókina 11. september, bleiv dysturin fluttur. Fyrst til várið 2002, og síðani nú til oktober 2002. Eina millión dollarar hevði Kramnik møguleika at ogna sær vann hann dystin; 800.000 dollarar um javnt bleiv, og heili 500.000 doll. sjálvt um hann tapti dystin. Jú, pengar eru í talvelituni. Kramnik átti fyrru helvt Djúp Fritz hevði hvíta fólkið í fyrsta talvinum, sum endaði javnt uttan veruligt stríð. Síðani tók stóri russarin dyk á seg og vann annað og triða talvið. Fritz leikti merkiliga óneyvt í hesum báðum talvunum, men tað kravdi tó ein meistara fyri at út- nytta tað, og júst tað megnaði Big Vlad, sum Kramnik eisini verður nevndur. Fjórða talvið endaði javnt, tá Fritz við svarta fólkinum leikti aktivt. "In 1989 it was about fun; In 1996 it was about Science; Now it's different: I think that they want to win." (man vs. machine qoute) Tøknin svarar aftur Dysturin var nú komin í helvt, og Kramnik hevði eina trygga 3-1 leiðslu. Í roynd og veru metti ser- kønir innan dystin, at Deep Fritz ongan møguleika hevði móti Kramnik. Talv- fjepparar kring heimin vóru tó skelkaðir av at síggja hvussu leikandi lætt russ- arin hevði fingið sær hesa tryggu leiðslu innan sein- astu fýra talvini. Sjálvsagt vóru øll samd um at Kramnik hevði telvað væl, men at Fritz ongantíð fekk nakran fyrimun eftir byrj- anarspælið, var ein gáta fyri flest øll. Fritz reistist tó í fimta talvinum, sum eisini var besta talvið hjá forritinum í dystinum. Spakuliga bleiv Kramnik trýstur, sum loksins endaði við at hann sensationelt misti yvir- blikkið og riddari reyk í einfaldari kombinatión. Sætta talvið var sera undirhaldandi, ikki minst takkað verið fyri einum heldur ivasamum riddara- offri hjá Kramnik. Offrið sá vandamikið út, men forrit hava av góðum orsøkum nervar av stál — ella rættari sagt ongar nervar - og óttaðist als ikki trøll á al- ljósum degi og fór við gleði eina langa kaitúr við kongi sínum, sum seinni gav úrslit. Kramnik átti ikki at givið skarvin yvir so tíðliga sum hann gjørdi. Eitt nú úttalaði Kasparov seg eftir talvið, har hann vísti á ein remis- møguleika, sum tó varð ómetaliga ringur at fáa eyga á við sjálvt talvborðið. Ótrúligt. 3-3 innan tvey tey seinastu talvini. Hesi seinastu tvey talv skuffaðu. Tey mongu sum fylgdu við á alnetið vænt- aði helst meira, men Kram- nik valdi tryggar loysnir sum góvu tveir javnleikir. Hann var týðiliga merkur av at hava tapt tvey talv á rað. Nær hevur tað nevnliga hent seinast? Eitt afturstig hjá talvfor- ritum, sum hinvegin prógv- ar at tapið hjá Kasparov í 1997 var av tilvild. Vladimir Kramnik =11=00== 4 Deep Fritz =00=11== 4 Kasparov — Deep Junior Garry Kasparov fær møguleikan í desember at vísa heiminum at menn- iskjan enn hevur munin á fremstu talvforritum. Ís- raelska talvforritið Deep Junior er “mótstøðumað- urin”. Hetta forrit leikti eitt nú 12-12 móti Deep Fritz fyri góðum árið síðani, og er tí lítið ella einki aftanfyri Deep Fritz, sum Kramnik jú ikki megnaði at basa. Spennandi verður at fylgja gongdini. Talvið hesa vikuna DEEP FRITZ - Kramnik,V (2807) Brains in Bahrain Manama BAH (5), 13.10.2002 Dronningagambit 1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 d5 4.Ric3 Be7 5.Bg5 (ein vanlig byrjan, sum Karpov nú á døgum oftani leikar) 5...h6 6.Bh4 0-0 7.e3 Rie4 (Lasker varianturin) 8.Bxe7 Fxe7 9.cxd5 Rixc3 10.bxc3 exd5 11.Fb3 Rd8 12.c4 dxc4 13.Bxc4 Ric6 14.Be2 (praktiskur góður leikur. Fritz vil ikki býta bispin av eftir Ria5) 14...b6 15.0-0 Bb7 16.Rfc1 Rac8 (við ætlanini c5 seinni) 17.Fa4 Ria5 18.Rc3 c5 19.Rac1 cxd4 20.Rixd4 Rxc3 21.Rxc3 Rc8 22.Rxc8+ Bxc8 (støðan er nøkunlunda jøvn nú farið verður í endatalvið. Riddarin á d4 er kanska lítli munurin) 23.h3 g6 24.Bf3 Bd7 25.Fc2 Fc5 26.Fe4 Fc1+ 27.Kh2 Fc7+ 28.g3 Ric4 29.Be2 (ein týpiskur djúpur telduleikur) 29...Rie5 30.Bb5! (somuleiðis ein anti-menniskjaleikur. f4 hevði helst flest øll menniskju leikt) 30...Bxb5 31.Rixb5 Fc5 32.Rixa7 Fa5 33.Kg2 Fxa2 34.Ric8 Fc4?? (Kramnik metur hetta vera hansara ringasta leik nakrantíð í sínari proffessionalari karrieru) 35.Rie7+ (og riddarin á e5 rýkur) 1-0 Tøknin bardi seg aftur Neistin-Tjaldur 24-15 (13-7): Alt avgjørt beinanvegin Súna Mørk og Neistin vunnu aftur hetta vikuskiftið, og halda sostatt fast í støðuni beint undir oddinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22 Nr. 202 - 22. oktober 2002 23 UTTAN ÚR HEIMI Norðurkoreanska stjórn- in er til reiðar at samráð- ast við amerikanarar, nú tað er komið fram, at norðurkoreanar í fleiri ár hava arbeitt við einari loyniligari kjarnorku- vápnaætlan. Á fundi við suðurkore- anskar sendimenn í gjár segði Kim Oung-Nam, sum verður hildin at vera næstovasti leiðarin í Norðurkorea, at stjórnin í Pyongyang er sinnað at samráðast við amerikan- ararnar fyri at rudda allan ótta og allan iva av veg- num. Samstundis kunngjørdi amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, at sáttmálin, sum USA og Norðurkorea gjørdu í 1994, er farin úr gildi. Í hesum sáttmálanum bundu norðurkoreanar seg til at gevast við sínum kjarnorkuætlan- um. Powell vildi ikki siga, um USA fer at seta nøkur revsitiltøk í verki ímóti Norðurkorea, aftur fyri at landið hevur hildið fram við kjarnorku- vápnaætlanini, hóast tað í 1994 bant seg til at gevast. Vilja samráðast Amerikanska tíðarritið Time sigur seg hava fingið at vita frá góðum keldum, at einir 150 limir í al-Qaeda flýddu úr Af- ghanistan til Bangladesh seinasta heyst. Sambært blaðnum komu teir við einum skipi til Chitta- gong. Umframt teir 150 menninar hevði skipið eina rúgvu av vápnum og lóðuri í lastini, skrivar Time. Myndugleikarnir í Bangladesh avsanna tíð- indini, og amerikanska sendistovan í landinum sigur seg heldur ikki vitað nakað um, at menn úr al-Qaeda eru komnir hagar. Amerikanski sendiharrin, Mary Ann Peters, sigur, at tey hava ongar ábendingar um, at tíðindini í Time eru sonn. Sambært amerikanska tíðarritinum var vara- leiðarin í al-Qaeda, Ay- man al-Zawahiri, við skipinum, sum kom til Chittagong fyri einum ári síðani. Al-Qaeda í Bangladesh Norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, heldur, at norðmenn eiga at bíða eitt sindur við at tosa um eina møguliga umsókn um limaskap í ES. Kjell Magne Bondevik sigur, at sjálvandi eiga norðmenn at fylgja gongdini í ES, og serliga heldur hann tað vera áhugavert at halda eygað við, hvussu stóra ávirkan tey smáu limalondini fáa. Hann væntar, at tað fer at taka nøkur ár at kanna hesi viðurskiftini, og tí eiga norðmenn at bíða við at tosa um eina møguliga umsókn um limaskap, sigur norski forsætisráðharrin. Eingin ES-viðgerð enn Svenska stjórnin, sum er skipað aftan á sam- gongusamráðingarnar millum sosialdemokrat- arnar, Vinstraflokkin og Umhvørvisflokkin, telur 22 ráðharar ella tveir fleiri enn tann undan- farna. Tað hevur leingi verið greitt, at stjórnin skuldi hava fleiri nýggjar ráð- harrar, og í gjár kunn- gjørdi Gøran Persson so nøvnini á átta nýggjum ráðharrum. Samstundis fáa ráð- harrar í teirri gomlu stjórnini onnur mál at umsita. Eitt nú er Leif Pagrotsky, handilsmála- ráðharri nú eisini ídnað- armálaráðharri, og Mar- gareta Winberg, land- búnaðarmálaráðharri er nú eisini varaforsætis- ráðharri. Sviar nýggjar ráðharrar Írska avgerðin at góðtaka Nice-sátt- málan var bert ein av forðingunum í tí, sum líkist einari forða- renning hjá ES. Longu í gjár komu londini til ta næstu forðingina ES-VÍÐKAN Árni Joensen Frøin var stór í Bruxelles og aðrastaðni, tá tað frætt- ist, at ein meiriluti av írsku veljarunum høvdu atkvøtt fyri at góðkenna Nice-sátt- málan, tí nú bar til at halda fram við arbeiðinum at taka tey eysturevropeisku lond- ini upp í felagsskapin. Men samstundis skund- aðu leiðararnir sær at gera vart við, at Írland var bert ein av forðingunum á veg- num. Í gjár komu uttan- ríkisráðharrarnir í ES- londunum saman í Luxen- bourg, har teir í tveir dagar skulu umrøða ein annan spurning, sum kann vísa seg at vera ein trupul forð- ing at sleppa uppum. Hesa- ferð snýr tað seg um, hvør skal gjalda tað, sum tað kostar at taka tey lutfalsliga fátæku londini í Eystur- evropa uppí. Lond sum Svøríki, Týsk- land og Bretland krevja broytingar í landbúnaðar- politikkinum, áðrenn lond- ini eystanfyri fáa limaskap, men hesum eru Frakland, Spania og onnur lond ímóti. Eystanfyri fylgja tey eisini væl við fundinum í Luxenbourg. Serliga Póland er misnøgt við, at ES ætlar at geva teimum polsku bøndrunum ein fjórðing av tí stuðuli, sum bøndurnir í teimum verandi limalondunum fáa. Hetta hevur gjørt, at nógvir polskir bøndur eru farnir at venda ES-limaskapinum bakið. Hvat úrslitið av fundin- um í Luxenbourg verður, er ikki greitt, men málið er at fáa eitt ella annað slag av semju, sum skal leggjast fyri ríkis- og stjórnarleið- ararnar, tá teir hittast til ein óformligan toppfund í Bruxelles hósdagin. Í Bruxelles eru menn greiðir yvir, at ES eigur at fara varisliga fram. Fleiri av umsøkjaralondunum hava boðað frá, at tey fara at halda fólkaatkvøðu um ES-limaskap næsta ár, og er tilboðið úr Bruxelles ikki nóg gott, kann væl henda, at fólk fara at atkvøða ímóti at fara uppí. Serliga á Malta er mótstøðan ímóti ES- limaskapi veksandi. Snigskjúttin, sum hevur herjað leiðina við Washington sein- astu tríggjar vikur- nar, gav sunnunáttina løgregluni eitt tele- fonnummar SNIGSKJÚTTI Árni Joensen Snigskjúttin, sum ameri- kanska løgreglan hevur leitað eftir seinastu tríggjar vikurnar, gjørdi aftur vart við seg sunnunáttina. Tá skeyt hann ein mann á einari bensinstøð. Maðurin varð raktur í búkin, men doyði ikki. Á einum staði nærhendis bensinstøðini funnu løg- reglumenn stutt eftir ein pappírslepa við einum telefonnummari, og gjára- morgunin mælti løgreglan snigskjúttanum til at ringja til nummarið á pappírs- lepanum, so løgreglan kundi fáa samband við hann. Var pappírslepin við tele- fonnummarinum veruliga frá snigskjúttanum, so er tað eftir øllum at døma aðru ferð, at hann hevur vent sær til løgregluna. Fyrru ferð var í síðstu viku, tá løgreglan fan eitt kort við orðunum "Góði løg- reglumaður. Eg eri Guð". Í USA eru nógvar giting- ar um, hvør snigskjúttin er. Summi vilja vera við, at maðurin hevur samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, men kanningar- menn hjá løgregluni halda, at talan er um ein ameri- kanara, sum kennir seg stoyttan og illa viðfarnan av samfelagnum. Svenska ákæruvaldið hevur gjørt av at sleppa einari ákæru ímóti ísraelska forsætisráðharranum SVØRÍKI Árni Joensen Í summar meldaði ung- mannafelagið hjá svensku sosialdemokratunum ís- raelska forsætisráðharran, Ariel Sharon, fyri krígs- brotsverk og fyri at hava brotið altjóða lóg. Men málið verður ikki reist. Thomas Lindstrand, ákæri segði í gjár, at tað er ógjørligt at fáa staðfest, um hald er í ákærununum, og tí ber ikki til at reisa málið ímóti Sharon, segði hann. Sosialdemokratiska ung- mannafelagið SSU bygdi sínar ákærur á tað, sum er hent í teimum hersettu palestinsku økjunum, síð- ani tann palestinski upp- reisturin byrjaði í august í 2000. Svøríki er eitt av teimum sera fáu londunum, har lóggávan heimilar rættar- málum um brotsverk, sum eru framd uttanlands, og SSU umhugsar nú at kæra avgerðina hjá ákæruvald- inum. Sharon verður ikki ákærdur Snigskjúttin læt boð frá sær Írar søgdu ja, men enn er langt á mál Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, var fegin um úrslitið av fólkaatkvøðuni leygardagin. 63 prosent atkvøddu fyri Nice-sáttmálanum og 37 prosent ímóti. Á fyrru fólkaatkvøðuni, sum var í fjør, atkvøddu 54 prosent ímóti 23