Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Nr. 202 - 22. oktober 2002 25 Í heystfrítíðini skip- aðu Náttúrugripa- og Jarðfrøðisavnið fyri eini viku, har størsti denturin varð lagdur á børnini. Endamálið var fyrst og fremst at vekja áhuga fyri teim framsýningum, sum savnini liggja inni við FRAMSÝNING Ragnhild Ellingsgaard "Mamma, hvat er hattar ?", spyr ein lítil genta, meðan hon togar í jakkaermuna hjá mammuni, sum stendur við einum kaffikoppi í hondini. Tær báðar standa undir liðini av eini beinagrind, sum er fleiri ferðir størri enn smágentan. Mamma greiðir gentuni frá, at hetta hevur einaferð verið ein stórur hvalur, men gentan hevur ikki tollyndi til at bíða. Hon er longu farin víðari í framsýningini, og stendur nú ótolin við ein annan lut og bíðar eftir mammuni. Sosialurin er staddur á Náttúrugripasavninum, sum í heystfrítíðini skipaði fyri einum tiltaki, sum serliga var ætlað børnum. Rundan um okkum renna børn í øllum aldri; tey flestu við penn og pappíri í hondini. Tey eru farin á skattajagt, og skunda sær alt tey kunnu fyri at gerast liðug. Tá fáa tey nevniliga ein leskiligan Oljudropa frá starvsfólkunum á savnin- um. Komandi oljuverkfrøðingar Ì meðal 180 vitjandi, bæði børn og foreldur, hava um dagin vitjað á framsýning- ini, sum í heystfrítíðini ser- liga var ognað børnunum. Hetta er eitt tal, sum er nógv omanfyri vanliga vitjunartalið hjá savninum. - Vit hava tó ikki broytt framsýningina nakað. Hon er enn tann sama, men vit hava havt ymsar aktivitetir á skránni, sum serliga hava verið ætlaðir børnum, greiðir Palli Askham, ein av fyrireikarunum, frá. Í framsýningini "Olju- leiting í Føroyum" hava børnini roynt sítt hugflog við ymsum uppgávum. Eisini varð skipað fyri eini sonevndari skattajagt, har hvørt barn skuldi finna og kenna ymsar lutir, sum eru at finna á framsýningunum. Og um onkur var vorðin troyttur, so bar eisini til at seta seg niður við eitt borð at tekna. Áhugin fyri tiltakinum hevur eisini verið ovur- honds stórur, tí ongantíð áður hevur Náttúrugripa- savnið havt so nógvar vitj- anir í so stuttum tíðarbili. - Børnini hava víst stóran áhuga fyri framsýningi, og eingin hevur sett seg aftur við ymsum spurningum viðvíkjandi teim lutum, sum eru at finna á savnin- um. Eftir áhuganum at døma, so ivist eg onga løtu í, at vit finna onkrar kom- andi oljuverkfrøðingar millum teirra, sum hava vitja savnið teir seinastu dagarnar, sigur Palli skemt- andi. Afturvendandi tiltak Hetta er fyrstu ferð, at Náttúrugripa- og Jarðfrøði- savnið hava skipað fyri tiltøkum, har størsti dentur hevur verið lagdur á yngra ættarliðið. Endamálið við tiltakinum var fyrst og fremst at vekja áhugan hjá børnunum fyri teim lutum, sum savnið liggur inni við. Men dentur varð eisini lagdur á, at børnini skuldu hava eina hugnaliga løtu saman við starvsfólkunum á savnin- um. Sambært Palla Askham verður hetta tó ikki seinastu ferð, at farið verður undir slíkt tiltak. - Vit høvdu als ikki væntað, at tiltakið fór at fáa so góða undirtøku., og vit eru sera væl nøgd, nú vikan er farin afturum. Av tí sama ivist eg heldur onga løtu í, at vit fara undir fleiri líknandi tiltøk í framtíðini, greiðir Palli frá. Fyribils fer savnið at leggja seg eftir at skipa fyri barnavinarligum tiltøkum í hvørji heystfrítíð, og møgu- liga verða eisini onnur til- tøk á skránni. - Hetta veldst sjálvandi eisini um, hvørjar fram- sýningar verða at síggja á savninum. Men okkurt verður so á skránni kom- andi heyst, sigur Palli at enda. Á skattajagt í Náttúrugripasavninum: Børnini hugnaðu sær Børnini hugnaðu sær við skattajagtum og Oljudropum – Oljan er svørt … Sosialurin hitti eisini 8 ára gomlu Rannvá og 13 ára gomlu Anniku á Náttúrugripasavninum. Tær høvdu hoyrt um framsýningina, og saman vóru tær nú farnar á skattajakt. Dúgliga varð leitað eftir olju, fiskum og fuglum, og tær sóu út til at hugna sær óført. - Vit eru ikki í familju, sjálvt um vit fylgjast, fortelur Annika okkum og hyggur uppá Rannvá. - Nei, vit fylgjast bara, leggur Rannvá afturat. Tær báðar vinkonurnar greiða frá, at tær hava verið á skattajagt, og tað dámdu teimum heilt væl. - Men okkurt var eitt sindur ringt, heldur Rannvá. Tær hava eisini verið og hugt eftir beina- grindunum av hvalum. Tær vóru ordiliga flottar, hildu tær. Prátið fellur inn á olju, og tað hoyrist, at hetta hava tær báðar prátað um fyrr. - Olja er svørt og flótandi, og onkrir bilar brúka eisini olju at koyra við, greiðir Annika okkum frá. Vit lata tær báðar sleppa víðari á skattajagt, og takka teimum fyri hugnaliga prátið. – – – Vinmennirnir og floksfelagarnir báðir, Eyðun og Teitur, standa og kanna eina mynd av einum manni, sum stendur á einum oljupalli. Hvørgin teirra hevur nakrantíð sæð veruliga olju, men teir standa ein góða løtu framman myndina og kjakast óført: - Olja er sóritt, sum man blívur ríkur av, heldur Eyðun. Teir vita, hvussu ein boripallur sær út, og prátið fellur á borikrúnur, ymisk hjól og eisini vanligar borimaskinur. Hetta halda teir er ordiliga spennandi. Mamman hjá Eyðun bað teir fara ein túr oman á savnið at vitja framsýningina, og tað angra teir ikki eina løtu. - Vit ætla okkum at vera her ordiliga leingi, sigur Teitur, áðrenn vit lata teir báðar sleppa víðari. – – – Sosialurin hitti eisini eina mammu, sum saman við børnunum hevði leitað sær oman á framsýningina. - Hetta er eitt gott høvi at læra børnini okkurt. Og so er tað enntá eisini hugnaligt, helt mamman, Randi Gregersen. Og børnini hugnaðu sær. Tey høvdu fingið hvør sín íspinn, sum kallaðist Oljudropin, og hetta dámdu teimum væl. 12 ára gamla Valgerð, 8 ára gamla Kristvør og 5 ára gamli Hallur eru øll samd í, at skattajagtin var mest spennandi. - Men vit hava eisini hugt eftir djórunum - sindur løgið at hugsa um, at tey einaferð hava verið livandi, heldur Kristvør. Valgerð greiðir okkum frá, at hetta avgjørt var nakað, sum hon fer at fortelja floksfeløgunum um, tá hon aftur skal í skúla eftir heystfrítíðina. - Eg hevði bara ynskt, at vit høvdu eitt sindur betri tíð á savninum. Vit fóru ov seint heimanífrá, og við trimum børnum gongur tíðin alt ov skjótt. Men hetta er eitt gott hugskot við tiltakinum. Tað kundi gott verið meira av slíkum í Føroyum, sigur Randi, áðrenn lítli Hallur halar mammuna víðari til okkurt spennandi, sum hann nú hevur borið eyga á. Umleið 180 vitjandi um dagin. So væl tóku børnini undir tiltakinum, sum Føroya Nátttúrugripa- og Jarðfrøðisavnið skipaðu fyri í heystfrítíðini Ungdómsmentanarstevnan: Ung í Føroyum 2003 UNGDÓMSSTEVNA Tíðinaskriv Á øðrum sinni skipar Norð- urlandahúsið fyri eini tvør- listarligari mentanarstevnu fyri ung í aldrinum 13 til 18 ár. Ung í Føroyum 2001 Fyrsta stevnan av hesum slag var í februar 2001 og var hon sera væl eydna. 60 ung frá øllum landinum ar- beiddu eitt vikuskiftið við teimum ymisku listagrein- unum og úrslitið var víst fram fyri almeninginum á einum “opnum húsið” í Norðurlandahúsinum 3. stevnudagin, og eisini varð ein ferðandi listaframsýn- ing sýnd fram á ymsu deildunum hjá Føroya Banka, sum stuðlaði stevn- uni, og SvF hevði eina sending, ið viðgjørdi alla stevnuna. Norðurlendskar fyrimyndir Fyrimyndin til hesa stevuna fingu projektleiðaranir Hedvig Westerlund og Rak- el Helmsdal úr Noregi og Svøríki, har tey hava eitt til- tak, ið kallast “ungdomm- ens kulturmönstring”. Hetta er skipað sum kapp- ingar í teimum ymsu kommununum um alt land- ið, har ung sjálvi fyrireika og vísa fram tey ymsu list- arligu økini, tey fáast við. Vinnarnir verða síðani við í eini landspartakapping, og vinnaranir av hesi, fáa møguleika at vera útvald at vera við á norðurlendskum stevnum. Hesi tiltøk eru serliga áhugaverd, tí tey sýna, hvat tey ungu fáast við og eru áhugaði í, ikki hvat tey vaksnu halda, at tey ungu eru áhugaði í. Føroyskt model Av tí at Føroyar eru smáar, var í fyrsta umfarið avgjørt at gera ein mentanarstevnu har tað listarliga samstarvið og felags úrslitið standa í miðdeplinum. Ung úr øll- um partinum av landinum skuldu hava møguleika bæði at sýna fram tað, tey gera, og fáa listarliga veg- leiðing frá yrkislistarfólk- um, og soleiðis “snodda” eitt sindur til, hvat tað vil siga, at arbeiða við list burturav. Ung í Føroyum 2003 Tann 31. januar 2003 verð- ur onnur UíF-stevnan so sett, og eitt vikuskiftið við listarverksmiðjum, fram- førslum og framsýning byrjar. Listagreinarnar, sum hesaferð verða umboðaðar eru: Myndlist, tónleikur, video, dansur, skriving, sjónleikur. Tvær myndlista- verksmiðjur verða, tvívídda (2D) list og trívídda (3D) list, og fyri teimum koma Guðrið Poulsen og Karstin Olgar Lamhauge at standa. Tónleikurin verður eisini býttur í tvey, ein kórverk- smiðja, sum Bjarni Restorff leiðir og ein við instru- mentalum tónleiki, sum Kári Jacobsen stendur fyri. Skriviverksmiðjan verður hesaferð við Mariannu Debess Dahl, og video verður eins og seinast við Jákup Veyhe. Til at leiða dansiverksmiðjuna kemur ein kendur danskur dansi- verksmiðjuleiðari, Peter Friis. Og sum nakað nýtt, verður sjónleikaverksmiðj- an í Ung í Føroyum 2003 fyri ung, ið eru antin rørslu- ella menningartarnað. Tað verður Jórun Simonsen, ið fer at leiða hesa verksmiðj- una. Stevnan byrjar við, at tey ungu sýna egnu list sína fyri hvørjum øðrum, og endar eisini hesaferð við eini felagssýning av úrslitunum av verksmiðjunum fyri almeninginum sunnudagin tann 2. februar. Tað verður Vár Jacobsen, sum fer at samskipa hesa sýning. Tilmeldingarfreistin er 15 novembur!!! Í hesi vikuni fáa øll ung millum 13 og 18 ár eitt bræv í skúlanum ella á teimum ungdómsstovnum (skótarørslur o.t.), tey ganga á, sum greiðir frá UíF2003 og bjóðar teimum at melda seg til. Tey, ið eru farin úr skúlanum og ikki ganga á nøkrum stovni, eru sjálvandi eins vælkomin at melda seg til. Tey skulu bara fara inn á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum, http://www.nlh.fo og fáa sama tilfari og tilmelding- arblaði, - eisini ber til at ringja til 317900 ella skriva til uif@nlh.fo. 60 ung úr øllum landin- um kunnu vera við á stevn- uni. Tikið verður móti til- meldingum til 15. novem- ber 2002. Tey, ið ætla at sýna egnu list sína á stevn- uni, verða tikin framum. Fyriskiparar Tað eru Rakel Helmsdal, rithøvundi, og Hedvig Westerlund, teaturpedagog- ur, sum eru leiðarar og fyri- skiparar av UíF2003 fyri Norðurlandahúsið. Annlis Bjarkhamar, mentamálaráðharri, er verndari fyri stevnuni og Mentamálaráðið og Føroya Banki hava stuðlað tiltak- inum bæði fyrru ferðina og nú. Norðmenn útflyta vánaliga alifisk ALIFISKUR Jógvan Hugo Gardar Noreg: Norska fiskimála- stýrið, Fiskeridirektoratet, ákærir útflytarar av alifisk fyri at selja fisk av so vána- ligari góðsku, at hann ong- antíð skuldi verið farin av sláturstøðini. Tað er stjórin fyri eftir- listisdeildini í fiskimála- stýrinum, Aksel Eikemo, sum sigur hetta við norska útvarpi, NRK. Hann sigur, at teir fleiri ferðir hava funnið fisk, sum hevur verið á markinum til ikki at vera klárur til út- flutnings. Laksurin verður býttur í tríggjar bólkar: Besti fisk- urin kallast »Superior«, síðani kemur »Ordinær«, meðan tann seinasti bólk- urin kallast »framleiðslu- fiskur«, og tað er bannað at útflyta hendan bólkin. Men norskir myndugleik- ar siga, at hetta hendir kort- ini. Seinast fyri 14 døgum síðani steðgaðu teir einum bili við 19 tonsum av fram- leiðslulaksi: Bilurin var á veg til Danmarkar. Intra- fish.no skrivar, at tveir út- flytarar eru meldaðir til løgregluna, ein í Finnmark og ein í Oslo. Sambært Aksel Eiko hava teir eyguni við fleiri øðrum útflytarum, og hesir eru spjaddir um alt Noreg. C M Y K 25 24