Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Nr. 202 - 22. oktober 2002 27 Televarpi›: TV3 av skíggjanum Hin 25. november verður Televarpið til reiðar at víðarisenda fylgisveinarásir til borgararnar í Havn. Tær flestu avtalurnar eru komnar upp á pláss, og nú er greitt, at væl umtókta rásin TV3 ikki verður við frá byrjan. Allar hinar rásirnar í verandi útboði hjá Rás Tórshavn verða kortini við SJÓNVARP Heri á Rógvi Hin 25. november verður Televarpið, sum m.a. avoysir Rás Tórshavn, væntandi til reiðar at byrja at senda fylgisveinarásir til føroyingar. Hetta upplýsir stjórin í Televarpinum, Tróndur Djurhuus. Tað er tó ikki vist, at Televarpið byrjar at senda hin 25. Verandi út- gerð og skipanin hjá Rás Tórshavn skal takast niður. Tað ganga væntandi nakrir dagar, áðrenn útgerðin hjá Televarpinum er riggað til, soleiðis at klárt er at byrja at senda. Afturat hesum skal Tele- varpið eisini hava frekvens- loyvi frá Fjarskiftiseftirlit- inum til at senda sínar tal- gildu(digtalu) sjónvarps- rásir. – Við vera væntandi til reiðar 25. november, men vit hava sett nakra dag, har vit byrja at senda enn, tá ið vit eisini skulu bíða eftir øllum loyvum og Tórshavn- ar kommuna skal eisini sleppa at enda sítt virksemi, sigur Tróndur Djurhuus. Sostatt er tað ikki heilt greitt, nær ókeypis sjón- varpstænastan hjá Tórs- havnar kommunu syngur síðsta ørindið, men tað verður mestur í einum av døgunum undan 25. nov- ember. Televarpið kann byrja at senda til borgarar í Havn, á Skálafjørðinum og Nólsoy, uttan at hetta ávirkar Rás Tórshavn, men byrjað verð- ur væntandi ikki fyrr enn sløkt er fyri Rás Tórshavn, soleiðis at alt verður sett í gongd samstundis. Føroya Tele eigur 100% av partapeninginum í Tele- varpinum, sum verður rikin leys frá Føroya Tele. Ókeypis til 1. januar Fyri at síggja rásirnar hjá Televarpinum krevst ein sokallað set-top boks. Tað er hendan boksin, sum ger talgilda signalið um til sjónvarpsmyndir. Tað verð- ur heldur nógv at taka feil av við hesum boksunum, tí tað verður nevniliga bert tann eina boksin, sum fólk kunnu keypa. Hendan boksin er av merkinum Force, og prísurin fer, sam- bært Tróndi Djurhuus, at liggja niðanfyri 2.000 kr. Tað verður ikki Føroya Tele, sum fer at selja boks- irnar sjálvir, men hinvegin ymsir handlar. Tað verða so hesir, sum fara at áseta sín egna vinning og sostatt eisini samlaða prísin hjá kundanum. Tróndur Djur- huus roknar tó fyri vist, at prísurin fer at liggja niðan- fyri 2.000 kr. Televarpið fer at senda umvegis UHF-netið, og hetta ger, at fólk í flestu førum kunnu nýtast sína verandi útgerð og set-top boksina til at síggja Telepvarpið. Edvard í Skorini Joensen, tøkningur hjá Føroya Tele, sigur, at teir hava royndar- koyrt útgerð í Havn, og hetta hevur í flestu førum riggað væl við verandi útgerð, sum eru at finna í húsum – eisini við vanlig- um “inni-antennum” í støð- um. Hann leggur afturat, at summi fólk mestur verða noydd at skifta sína útgerð út fyri at síggja Televarpið. Hetta er serliga galdandi fyri eldri útgerð. Til 1. januar verður tað ókeypis at síggja Televarp- ið, upplýsir Tróndur Djur- huus. Gjaldast skal sjálv- andi fyri boksirnar, men inntil 1. januar verður tað sum í gomlum døgum hjá í øllum førum borgarum í høvuðsstaðnum við ókeyp- is fylgisveinasjónvarpi. Televarpið fer í fyrstu atløgu at senda í Havn, í Nólsoy og pørtum av Skálafjørðinum. Stutt eftir fara kollfirðingar eisini at síggja Televarpið. Her skulu tó onkrar tekniskar broytingar gerast fyri at dekka alla bygdina. Hetta fer kanska at gera móttøkuna eitt sindur óregluliga at byrja við. Áðrenn árið er runnið verður Televarpið væntandi klárt at senda í Klaksívk, Fuglafirði og Gøtu eisini. Ætlanin er at øll skulu fáa møguleikan at keypa sær set-top boksina, og tí fer sølan væntandi í gongd nakað skjótt. Júst sum við øðrum digi- talum móttakarum krevst ein móttakara til hvørt sjónvarp. Arbeitt verður við einari loysn við høvuðs- móttakara fyri hvørt hús, men hetta liggur longur frammi í tíðini. Tað ber til at knýta fleiri sjónvarp saman í ein mót- takara, men so noyðist øll at síggja somu rásina. Canal+ og hinar Rásirnar, sum Televarpið fer at bjóða út, eru allar kendar rásir. Av teimum verandi hjá Rás Tórshavn vera allar við uttan TV3. Væl umtókta TV3 kann koma á skíggjan aftur seinni, men verður ikki við frá byrjan. Canal+ verður eisini við, og DR verður somuleiðis í útboðinum. Rásirnar verða seldar í pakkum. DR og Canal+ er lutfalsliga dýrar rásir, og her skulu fólk so nakað longur niður í lumm- an fyri at síggja. Samráð- ingarnar við DR eru ikki lidnar enn, men DR verður so við. Tað er so spurning- urin, hvussu nógv hetta fer at kosar Tann minsti og bíligasti pakkin verður við umleið 20 rásum. Teirra millum verður SvF og ein sokallað info-rás. Hendan rásin fer í fyrstu atløgu at senda upplýsingar, men møgu- leikin er fyri, at hendan rás- in fer at senda føroyskt til- far seinni. Fyritøkur og fólk kunnu so keypa sær senditíð. Tróndur Djurhuus sigur, at teir hava fingið fleiri fyrispurningar. Hann leggur dent á, at tað undir ongum umstøðum verður Føroya Tele, sum fer at framleiða sendingar sum fjølmiðil. Av øðrum rásum hjá Televarpinum kann nevnast God Channel, sum er ein kristilig rás. TV Danmark 1 og TV Danmark 2 verða væntandi eisini við. Eisini verður samráðst við Euro- sport um eina rás afturat frá teimum, umframt MUTV, sjónvarprásin hjá Man- chester United. Rásir sum TV2, DK4, NRK og aðrar norður- lendskar verða ikki at síggja hjá Televarpinum. Talan verða um enskar og danskara rásir. Ætlanin er eisini at bjóða útvarpsrásir, men hetta verður væntandi ikki við frá byrjan. Televarpið byrjar eftir ætlan at senda umleið 25. november. Á myndini sæst eisini móttakarin (set-top boksin), ið verður at síggja í nógvum føroyskum húsum í næstum. Mynd: Álvur Haraldsen. Porno á skíggjan Canal+, sum er ein av rásunum í útboðin- um hjá Televarpinum, sendir pornografiskt tilfar. Endalig støða er ikki tikin til, um Televarpið fer at senda porno. Vara- fútin sigur tað vera sera ivasamt, um hetta kann forbjóðast SJÒNVARP Heri á Rógvi Millum rásirnar, sum Tele- varpið fer at senda, tá virk- semið væntandi byrjar í komandi mánað, er Canal+. Franska rásin, ið norska Telenor umsitur í Norðan- londum, sendir hvørt kvøld pornografiskar filmar. Hes- ar kunnu eitt ótal av før- oyingum sum er síggja sum kundar hjá Canal Digital, ið bjóðar Canal+. Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, sigur, at teir hava ikki tikið støðu til, um hetta verður við á kervinum hjá Televarpinum. Í løtuni verður kannað, hvørjar heimildir Televarpið hevur. – Vit halda okkum sjálv- andi til landsins lógir, sigur Tróndur Djurhuus. Hann vísir á, at teir ikki eru nakar fjølmiðil, t.e. tað er ikki Televarpið, sum sendir sendingar, filmarnar ella annað. Televarpið end- urvarpar og harvið er út- býtari fyri hesar rásirnar. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað eru Telenor ella hvør tað skal vera, sum er sendari og ikki Televarpið. – Vit hava als einki ynski at virka sum fjølmiðil. Tað einasta redaktionella virk- semið, vit gera, er at velja rásir út, sigur Tróndur Djur- huus. Ivasamt Finn Ougaard, varafúti, sig- ur, at vit á hesum økinum eru í einum "gráum øki". – Eg meti tað vera sera ivasamt, um tað ber til at forbjóða einum útbýtari sum í hesum førinum at senda pornografiskt tilfar, sigur Finn Ougaard. Hann greiðir frá, at tað í Føroyum ikki er loyvt at senda pornografiskt tilfar alment, sambært revsilóg- ini. Tað er tó, sambært Finn Ougaard sera ivasamt og ein tulkingarspurningur, um Televarpið í hesum førinum er sendari av hesum. § 234 í revsilógini ger m.a., at Sjónvarp Føroya ella nakar annar ikki hevur loyvi at senda pornograf- iskt (utugtigt) tilfar. Fólk í Føroyum kunnu tó frítt bíleggja sær pornograf- iskt tilfar uttanlanda. Tað er heldur ikki nakað forgjørt í, at fólk móttaka pornograf- iskar sendingar úr útland- inum umvegis parabolina. – Tað er ringt at gera nak- að við hetta, soleingi fólk ikki vísa tað alment. Tað er so ein tulkingarspurningur, hvat hugsar verður um, tá avgerðast skal, hvør send- arin er, sigur Finn Ougaard. Hann vísir á, at vit í Før- oyum enn ongan dóm hava havt hesum viðvíjandi. – Í síðsta enda verður tað so dómstólurin, sum ger av, hvussu lógin skal tulkast, sigur Finn Ougaard. Varafútin sigur, at teir ongar ætlanir hava at granska víðari í málinum um fylgisveinarásirnar og pornografi í Føroyum fyri- bils, soleingi ongin tilburð- ur ella hending verður frá- boðaður løgregluni. Í Lovbekendtgørelse nr. 215 frá 24.06.1939. Seinast broytt við Kongelig An- ordning nr. 818 af 3. Nov- ember 1997 stendur at lesa: § 234. Med Bøde, Hæfte eller under skærpende Om- stændigheder med Fængsel indtil 6 Maaneder straffes den, som 1) tilbyder eller over- lader en Person under 18 år utugtige Skrifter, Billeder eller Genstande, 2) offentliggør eller udbreder eller i saadan Hensigt forfærdiger eller indfører utugtige Skrifter, Billeder eller Genstande, 3) foranstalter off- entligt Foredrag, Forestil- ling eller Udstilling af utugtigt Indhold. Ber til Tøkniliga – eins og løg- frøðiliga – er eingin forðing fyri at sperra fyri ávísum sendingum. Fólk kunnu gera hetta sjálvi á móttakar- unum (set-top boksini), har tey kunnu innstilla tólið til at hava svartan skíggja á ávísar tíðir. Eisini kann útbýtarin, Televarpið, sløkkja fyri ávísum send- ingum. Hetta skuldi verið í tráð við lógina um kring- varp, sum annars ikki loyv- ir at sendingar verða redig- eraðar, men sendar í fullum líki. Spurningurin er so, um føroyingar sleppa at síggja porno umvegis dóttirfyri- tøkan hjá Føroya Tele. Sum nú hevur ein stórur partur av føroyingum møguleik- um at síggja pornografi. Spurningurin er so eisini, um tað er nakar munur á at keypa porno frá Canal Digital umvegis tín radio- handil ella frá Televarp- inum? Tað er líkt til, at einki er til hindurs fyri, at Televarpið í næstum kann fara at bjóða endurvarpa porno. Eingin endalig avgerð er kortini tikin í málinum. C M Y K 27 26 Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100