Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 202 - 22. oktober 2002 Nr. 202 - 22. oktober 2002 29 SPURNARKANNING Tíðindaskriv Í hesum døgum eru stovnar kring alt landið í ferð við at svara spurnabløðum frá Trivnaðar- og heilsuráðn- um. Hetta er fyrstu ferð ein slík umfatandi spurnakann- ing um føroyska almanna- og heilsuverkið verður framd. Úrslitini skulu leggjast fram á stórari trivnaðar- og heilsuráðstevnu, sum verð- ur í Norðurlandahúsinum 14. og 15. november 2002. Hvussu er støðan? Trivnaðar- og heilsuráðið er sett at greina almanna- og heilsuverkið. Og síðani skal ráðið gera eitt uppskot til hvussu føroyska væl- ferðartænastan skal síggja út í framtíðini. At røkka hesum umfat- andi arbeiðssetningi, skipar ráðið fyri tveimum spurna- kanningum, umframt at skipa fyri ráðstevnuni. Endamálið við spurna- bløðunum er at lata brúkar- arnar, og tey sum gjøgnum starv sítt veita vælferðar- tænastur, sleppa til orðana. Svarini skulu geva Trivnað- ar- og heilsuráðnum eitt so gott støði sum gjørligt at lýsa verðandi støðu á før- oyska trvinaðar- og heilsu- økinum. Einir 60 almennir-, sjálvsognar og privatir stovnar og feløg hava fing- ið spurnabløð. – Vit byggja okkara ar- beiði á royndirnar hjá brúk- arunum og teimum sum starvast innan almanna- og heilsuverkið. At tey svara svara spurnablaðnum, hev- ur tí avgerðandi tíðning fyri endaliga úrslitið av okkara arbeiði. – Tað hevði tí verið frá- líkt, um teir stovnarn, sum enn ikki hava havt stundir at svara, gera tað skjótt, so úrslitini, ið leggjast skulu fram á trivnaðar- og heilsu- ráðstevnuni í november, eru so fullfíggjað sum gjør- ligt, sigur Mia Pedersen, formaður í ráðnum. Umfatandi kanning Í spurnakanningini spyr ráðið millum annað, um starvsfólkið á stovnunum metur samsvar vera millum uppgávurnar tey skulu loysa og tær játtanir og karmar stovnurin hevur. Hvørjar broytingar ynskja tey? Hvat riggar væl? Nær føla tey at kreftirnar ikki røkka? Fær brúkarin nøkt- andi tilboð? Finnast tilboð til avvarðandi? Eru lógir sum skulu broytast? Og mangt annað. Teir nógvu spurningarnir skulu geva eina mynd av veikum, sterkum og vænt- andi liðum í føroyska al- manna- og heilsuverkinum. Hvat skal varðveitast, hvat skal broytast og á hvørjum økjum skal nýhugsan fremjast. Sig tína meining Ráðið vil eisini hava sam- skifti við brúkaran – tað vil siga flestøll okkara. Til ber at siga sína hugs- an, ella koma við hugskot- um við at leita sær inn á heimasíðuna hjá ráðnum www.thr.fo ella senda teldupost thr@thr.fo. Í næstum verða 1000 spurnabløð send brúkarum, sum annar liður í umfatandi spurnakanningini, sigur Trivnaðar- og Heilsumála- ráðið í tíðindaskrivi. Svein Askildsen Á Polatrøð 410 Kollafjørður Tað hevur í longri tíð stað- ist mikið orðaskifti av ætl- anum Høgna Hoydals og Tjóðveldisflokksins um at fáa lóg um skrásett paralag fyri samkynd setta í gildi í Føroyum. Tað tykir mær margháttligt, at Høgni Hoy- dal sum tjóveldismaður skal vera so mentunnar- fremmandur í Føroyum, at hann nú ger Tjóðveldis- flokkin til fremsta talsmann teirra samkyndu. Um tjóðveldisflokkurin ætlar at gera Føroyar til eina miniaturu av Danmark við donskum »frælslynt- um« lógum, sum binda fólk á hond og fót, og avspora náttúrligan livihátt og lívs- mynstur, so hevur tjóðveld- isflokkurin einki at bjóða einum frælsum Føroyum. »Við lóg skal land byggj- ast« verður sagt, og satt er tað. Men um lógir, sum eru ímóti náttúruni, verða sett- ar í gildi, byggja vit ikki land. So bróta vit niður! Eg fari at loyva mær at staðfesta 3 ting: • Samkynd eru ikki burðardygg. • Samkynd bróta niður burðardygga menning. • Samkynd eru ímóti náttúruni. Náttúran viðurkennir ikki samkynd sum burðardygg, tí kann einki náttúrligt menniskja, við náttúrligum viti og skili, viðurkenna samkynt paralag sum javn- sett við t.d. hjúnalag við at skráseta tey sum eina fam- iljueind. Tað eru tveir ella tvær og kunnu aldri við náttúrunnar hjálp gerast fleiri enn teir báðir ella tær báðar. Hvørki avsporaðar lógir ella avsporaðar trúar- rørslur kunnu broyta tað. At snakka um manna- rættindi er heilt burturvið. Ídag hevur ein og hvør í Føroyum loyvið til at hava eina meining – eisini tey samkyndu. Men hvat síggja vit í kjalarvørrinum av lóg- gávuni um skásett paralag rundan um okkum? Jú, um tú vágar tær alment at siga, at ónáttúrligt samlív er synd ella bara burturvið, verður tú revsaður eftir revsilógini og settur fastur. Í londum sum hava breggj- að sær av talu-, skrivi- og trúarfrælsi verður alt blak- að fyri borð, tí eingin al- ment má meina, at tey sam- kyndu hava brúk fyri hjálp. Tú hevur loyvið til at meina at bíblian fer skeiv, men tú hevur ikki loyvi til at meina at bíblian hevur rætt. Diskriminerandi??? Vandin við ónáttúrligum fyribrigdum er júst tann, at nøkur vilja lata tað so pent í, sum vit eru vitni til í hes- um døgum. Tað skal legal- iserast, so eingin longur skal fáa loyvi at halda fast við og læra tað náttúrliga og revsa tað ónáttúrliga. Í øllum vanligum førum t.d. í plantu- og djóralívi royna skilagóð menniskju at bøta um brek og lúka ónáttúrlig fyribrygdir út. Vit kunnu ikki og skulu ikki lúka menniskju út – samkynd ella ikki. Men við sam- kyndum er tað so, at tey hava brúk fyri hjálp, tí tey megna ikki ella vilja ikki liva eftir náttúrliga kyns- mynstrinum. Og tað kunnu vit bert bøta uppá, um vit áhaldandi og framhaldandi halda okkum til og lesa náttúruna av, sum sigur, at samkynd kunnu ikki nørast náttúrliga. Tí skulu vit hel- dur ikki við lóg framala samkynd við at javnstilla tað náttúrliga við tað ónáttúrliga. Óansæð um danir, norð- menn, sviar, íslendarar ella hvør tað so enn er, smíða lógir til frama fyri sam- kynd, so broytist náttúru- lógin aldri. Men kanska tey samkyndu seta eina ella aðra falska vón til útvikl- ingslæruna (evolutións- teoriina). Tað skal ikki undra meg at tað verður tað næsta hjá hesari desperatu religión, sum serliga lív- frøðilærarar hava gjørt seg til talsmenn fyri – enntá í fólkaskúlanum. Ein vís- indagrein, sum ikki kann peika á eitt einasta haldgott prógv fyri sínum pástand- um, kann ikki sigast at vera annað enn ein vánalig reli- gión. Hendan læra fór í 19. øld sum brandur um allan heim, og fekk í 20. øld stór- an stuðul frá vísindini, ser- liga tí at vísindin sá sær ein møguleika at sleppa av við Gud. Nú stendur útvikl- ingslæran næstan við grav- arbakkan tí seriøsir gransk- arar skammast við at viður- kenna hana sum eina vís- indagrein tí »prógv« aftaná »prógv« einki hald hevði í veruleikanum og harvið heldur ikki í vísindini. Fleiri og fleiri ikki-kristin vísindafólk viðurkenna seg nú eisini sum trúgvandi á ein skapara um enn tey ikki trúgva, at hann skal hava nakran áhuga í okkum sum menniskju. Útviklingslær- an er sikkurt eisini tann einasta religiónin, sum kann geva tí ónáttúrliga vón um at gerast náttúrligt á ónáttúrligan hátt. Men um so allur heimurin boyggir seg fyri samkyndum par- lagi í dag, so fara eftirkom- ararnir um 100-200 ár at síggja í eyguni, at vit fóru so syndarliga skeiv. Vón- andi vera Føroya eftirkom- arar ikki partur av hesi van- lagnu. Eg sat í einum flúgvara og læs greinina hjá Boga Davidsen við yvirskriftini »Ikki syndari hóast sam- kyndur«. So segði síðu- maðurin: »Eg haldi ein átti at skriva eina grein undir heitinum »Ikki samkyndur hóast syndari«.« Bíblian og Jesus geva eisini vón fyri samkynd. Sanna vón, ja, vón fyri øll menniskju. Øll, sum fata at tey eru vilst. Og tað vóru vit øll. Tað er bert ein vegur innaftur á beint, og tað er Jesus. Hann hevur rindað fyri allar syndir og øll brek. Jesus kann full- komiliga frelsa, endurreisa, grøða og uppafturrætta ein og hvønn, sum viðurkennir Hann sum einasta og full- komna offur fyri okkara syndir, misgerðir, veikleik- ar og sjúkur. Og so mong, sum taka ímóti Honum, teimum gevur Hann mátt til at vera Guds børn. Tí mugu vit ikki vera slíkir dárar, at vit sum land og fólk fara at góðkenna og viðurkenna og lóggeva ímóti náttúruni. Fyri tað um »eingin er heima« í hin- um Norðurlondunum, skulu vit so bara siga »Ø« og vera líka tóm sum tey? NEI. Latið okkum nú vísa okkum sum eitt skilagott fólk. Tað skal vera mín áheitan til allar flokkar á tingi. Tað er eingin framtíð í samkyndum. Men latið okkum hóast tað vera góð við tey og royna at hjálpa teimum á beint. Sum tað stendur skrivað: »So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskj- um við svikabrøgdum vill- unnar. Nei, sannleikanum trúgv í kærleika skulu vit á allan hátt vaksa upp til Hansara, sum er høvdið, Kristus.« Efesusbrævið 4:14-15. Samkynd og framtíðar lóggáva Føroya Báðar framførslurnar hjá føroyska bólkin- um eydnaðust væl, og áhoyrararnir høvdu stóran áhuga í at keypa teir føroysku sangirnar hjá Týr TÓNLEIKUR Pop.fo Týr spældi í farnu viku til tvey tiltøk í norska høvuðs- staðnum, og báðar fram- førslurnar riggaðu væl. Tónleikararnir í bólkinum lata sera væl at ferðina, og æltanin er at fara aftur til Noregs í komandi ár, tá Týr væntandi kemur við nýggj- ari útgávu. Fyrra framførslan var í Smuget hóskvøldið, og hóast bæði diskotek, ein onnur konsert og matstova er í bygninginum, kláraði Týr at savna nógv fólk í salinum, har teir spældu. Nógv fólk hoyrdu sjálvsagt Týr fyri fyrstu ferð, men tey lótu væl at. Seinnapartin fríggjadag- in spældi Týr í Norli tjald- inum í Universitetsgaten, og millum rithøvundar og bókaummæli, var Týr ein- asta tónleikaliga innslagið í hesum tiltakið. Vanligt er, at klassiskur tónleikur er á skránni til slík tiltøk, men hesaferð høvdu fyrireikar- arnir sent boð eftir føroysk- um kvæðarocki. Hóast vandi var fyri, at oyruni á teimum bókaáhug- aðu ikki fór at tola rock- tónleikin, so eydnaðist framførslan væl. Tey, sum vóru til bókatiltakið, vóru sitandi, og onnur fólk leit- aðu sær innar at hoyra Týr. Fyrireikararnir vóru stak væl nøgdir við Týr. Áhugi fyri føroyskum sangum Týr seldi nógvar fløgur til tiltøkini, og fólk vóru serliga áhugað í at keypa teir føroysku sangirnar hjá bólkinum – Ormin Langa, Stýrisvølin, Ólav Riddara- rós og Regin Smið. Fjølmiðlarnir sýndu eis- ini føroyska bólkinum áhuga. Tíðarritið Scream var á konsertini í Smuget, og fer í komandi útgávu at skriva um framførsluna. Metal Express gjørdi inter- view við Hera Joensen, gittarspælara, og tað kann lesast á adressuni: http:// www.metalexpress.no Tónleikararnir í Týr eru sera væl nøgdir við ferðina, og ætlanin er at gera sær dælt av teimum nýggju sambondunum, teir hava fingið við fólk í norsku tónleikavinnuni. Hetta var fyrsta rættiliga styrkisroyndin hjá Allani Streymoy, sum er nýggjur sangari í bólkinum, og hann kom væl frá báðum framførslunum. Týr hevði óføra ferð í Noregi Spennandi spurnakanning um almanna- og heilsuverkið Goymsluhøli Vit sóknast eftir goymsluhøli í Havn, sum er uml. 150 m2 til støddar. Vinarliga setið tykkum í sam- band við okkum. Føroya Fiskasøla Postsmoga 68 110 Tórshavn Att.: Guðrun Olsen Tlf. 345 345 Kunngerð um ognartøku í Hvalvík Í samband við innangarðsútskiftingina í Hvalvík hevur bygdaráðið á fundi 14.10.2002 samtykt at ognartaka ávís lendi eftir §22 í útskiftingarlógini frá 27. mars 1939. Ognartøkan er víst á kortskjali nr. 16 við broyting- um og er burtur av hesum matr. nr.: 44,46a,47,48,49,52a,55,56a,57,59a,62,64a,66,72, 78, 80a, 113a, 142, 146, 148, 151, 152, 153. 154, 167, 168, 169, 170, 171, 172, 173, 174, 175, 176a, 176b, 179, 195 og 214. Kortið, og listi yvir, hvussu nógv verður tikið av hvørjum matr. nr., liggur frammi hjá Hvalvíkar kommunu frá 19.10.2002, til kærufreistin er úti 18.01.2003. Kærast kann um ognartøkuna til Landsstýrið. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og sendast Hvalvíkar kommunu. Viðvíkjandi meting og endurgjaldi verða reglurnar í §4 í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 nýttar. Hvalvíkar kommuna Plátusmiður P/F Wenzel søkir eftir dugnaligum plátusmiðji til plátuverkstað okkara at byrja skjótast gjørligt. Viðkomandi hevur møguleika at leiga sær eina íbúð við úýni yvir alla havnina frá okkum. P/F Wenzel Akranesgøta 5 · 100 Tórshavn Tlf. 354500 Att.: Antonius Dalsgaard Bilasølan v/ Øssur Johannesen postboks 3192 110 Tórshavn Tlf. 315354 Søkt verður eftir lærlingi til eykalutagoymsluna FHS-prógv er ein fyrimunur. Hevur hetta tín áhuga, send eina skrivliga umsókn til: 100 Tórshavn - Tlf. 313442 FØROYA PRO VITA Leygardagin 26. okt. hevur„Føroya Pro Vita“ sín árliga evnisdag. Hesaferð eru fýra evni á skránni. Kl. 10.10 „Lívið, heppin tilvild“. Lívið sæð í ljósinum frá einum biologiskum sjónarhorni og einari kristnari lívsáskoðam. Kl. 13.00 „Tá ið fyribyrging hevur við sær dráp“. Viðgerð av viðkomandi fyri- byrgingarháttum og hvussu teir í veruleikanum fyribyrgja. Kl. 14.30 „Royndir sæð í ljósinum frá norskum fisturtøkuvirksemi“. Kl.15.30 „Náttúrlig familjuplanlegging“. Hesin seinasti fyrilesturin er bert ætl- aður kvinnum. Fyrilestrarnir fer norski læknin Inger Lund Thosen at halda.Inger hevur gjørt seg galdandi í kjakinum um fosturtøku í Norra. Hon kemur higar saman við mannin- um Arna. Evnisdagarnir verða hildnir í matarhøllini á Føroya Læraraskúla. Fyrilesararnir eru almennir. F/ nevndina í „Føroya Pro Vita“ Ólavur í Mittúni, form. SAMFELAGSSTEVNA Í EBENEZER Samfelagsstevna verður, um Gud vil, frá mikudegi 6. til og við sunnudegi 10. november. Møtini fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin verða hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi. Greinligari kunngerðir koma senni, Ein og hvør er hjartaliga vælkomin til hesi møti. Samkoman í Ebenezer ð -tað loysir seg C M Y K 29 28