týsdagur 30. apríl 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pe
me
Nr. 48 — 30. april 1985
— Tå eg greiddi børn-
unum frá, at tað hevur
týdning at onkur stríðist
fyri at geva arbeiðarum
betri semdir skiltu tey
tað. Eisini greiddi eg
teimum frá, at hetta var
arbeiði, har ein kundi
koma at standa fyri skoti.
— Tað er greitt, at
bernini ikki skiltu ljótu
viðferðina, sum eitt serligt
blað gav mær, og tey
spurdu eisini, um tað var
rætt? — Eg svaraði, at tey
skuldu vita, at tað var
neyðugt!
— Tíbetur er tað soleiðis
heima hjá okkum, at ber-
nini liva við í arbeiði
mínum og hava áhuga fyri
fakfelagsmálum. Tey
búnast eisini og fáa skil
fyri, hvat er rætt og
skeivt.
Hvussu kendi tú tað
persónliga?
— Eg kendi meg vón-
sviknan, — tad dylji eg
ikki. Eg hevdi verid vid til
at byggja felagid upp, og
tad var svårt, at nevndin
soleiðis stakk knivin í
ryggin á mær. Hevði eg
væntað hetta, so hevði tað
ikki verið so torfert at liva
við...
Ingeborg Vinther kom
styrkt burturúr merkja-
stíðinum.
— Við hesum málinum
kendi hon rættuliga,
hvussu stór arbeiðara-
fjøldin var, sum stóð
aftanfyri hana. — Hóast
ógvusligu persónligu álop-
ini, so vóru júst hesi við til
at sýna henni, hvar styrk-
in lá, — og hon ikki var at
finna hjá teimum fáu, sum
stóðu saman um part í
Fjallbrúður.
Tær standa nú einsa-
mallar.
Segan
Aðalfundurin 1982 í FA
álegði nevndini at fáa
merkjamålid viðgjert og
loyst. Tað byrjaði í Fugla-
firði, har kvinnur noktaðu
at brúka merkju. Tær
vóru koyrdar til hús.
FA kom upp í og
stuðlaðu kvinnurnar.
Ósemjan endaði við, at
merkini bert skuldi nýtast
av teimum, sum vildu tað
sjálvar
Á fundi í november
1983, varð aftur viðtikið,
at loysa merkjamálið, og
fáa skrásetingina burtur,
har vanlig tímalen var
nýtt.
FA kallaði tá saman til
umboðsmannafund, har
álitisfólk og nevndarlimir
frá ellum flakavirkjum í
Feroyum vóru við.
— Eingin mótmælti hesi
samtykt, — heldur íkki
Fjallbrúður, sum hevði
tvey umboð á fundinum.
Úrslitið kom aftaná, ein
sonn øsing móti mær per-
sónliga.
Tann 7. januar 1984
sótu vit við degurðaborð-
ið, tá Útvarpið læs kunn-
gerðirnar. Henda dagin kl.
fýra seinnapartin, hevði
eg kallað inn til nevndar-
fund.
Utvarpið kom við kunn-
gerð um eykaaðalfund frá
Fjallbrúður, sum ein meir-
luti í nevndini kravdi. Fel-
agið skuldi viðgerða: -
misálitisváttan av for-
manninum!
— Eg noyðist at við-
ganga, at eg fekk eitt
sjokk, tí eg visti ikki av
nekrum. Eg kendi tað sum
hevði eg tikið av kass-
anum, ella gjert okkurt
ólógligt.
Eingin munur
Heldur tú, at tað hevði
týdning, at tú var kvinna.
— Eg meini, hevði ein
maður fingið slíka viðferð.
— Tað veit eg ikki. Sjálv
skilji eg ikki millum
mannfólk og konufólk í
arbeiði, — eitt nú fáa tey
somu len í dag, so har
haldi eg ikki, at vansin er.
Hverji ráð hevur tú til
kvinnur í leiðandi sterv-
um?
— Ein kvinna má ongan-
tíð halda, at menn skulu
hjálpa teimum í leiðardi
stervum, — bara tí tær eru
kvinnur.
Kvinnur skulu sjálvar
arbeiða seg fram. Tær
skulu vita, at tær eru eins
dugnaligar, sum menn.
Tær skulu koma fram við
egnu sjónarmiðum og ikki
nýta uppskriftina hjá
monnum!
0 Fyri meg hevur tað
altíð verið eyðsæð, at
kvinnur eru sjálvsteðugar
verur — skilji ikki munin.
Ið hvussu so er, havi eg
altíð arbeitt javnstødugt.
— Í fyrstuni skilti eg
kanska, at onnur hildu tað
vera legið, at eg var for-
maður í FA, — bæði menn
og kvinnur hildu tað vera
óhóskandi.
Ingeborg Vinther hevur
tey evni, at taka
spurningar upp til við-
gerðar, so hvert sum teir
stinga seg upp. Eru
trupulleikar, sigur hon, at
hon tekur tað til eftir-
tektar beinanvegin, — og
skúgvar teir síðan til viks.
— Eg kenni, at upp-
gávan hjá mær innan FA
er ein stór ábyrgd og at eg
skal gera tað eftir besta
forimuni.
— Eg tími ikki at fáast
við tað, sum er negativt og
einkisigandi fyri heildina.
Lat tað fara!
Hvussu kennist tað sum
mamma og kona, at hava
so týðandi arbeiði?
— Mítt arbeiði hevur við
sær, at eg eri nógv
heimanífrá.
Tað kann ikki sammet-
ast við eitt átta tímars
arbeiði.
Eg skal altíð vera til
reiðar at fara út í lokal-
feløgini at tosa við limirnir
og geva teimum svar upp
á ivaspurningar. Telefonin
er eisini uppfunnin, og tað
merkist væl í gerandis-
degnum og í frítíðini.
— Við síðuna av fakfel-
agsspurningum, fyrisiting
og samráðingararbeiðn-
um, so er eisini mín
uppgáva at ferðast nóg
uttanlanda. Tað er ein týð
andi partur, at eg kann
umboða FA. Vit tosa um
samfelagsspurningar og
fakfelagsmál. A henda
hátt fái eg eisini innlit í,
hvussu grannalond
okkara arbeiða við slíkum
spurningum. Hetta er
læruríkt, — eisini tí eg fái
samband við fakfelagsfólk
í hinum Norðurlondum.
Samvitskubit
— Sjálvsagt kenni eg tað,
sum einhver onnur
mamma og kona vildi
kent, at eg havi sam-
vitskubit av, at ferðast so
nógv burtur heimanífrá.
— Her noyðist eg at við-
gang, at vit heima hjá
okkum hava eitt óvanliga
stórt samanhald, tí
familjan sum heild stuðlar
meg í mínum starvi. Tað
er mín styrki; at eg ikki
nýtist at hava ampa av
mínum heima. Bernini
hava altíð onkran at fara
til. Omman býr í granna-
húsinum og hon er altíð til
reiðar at taka móti ommu-
bernunum, eins og eg havi
onnur í familjuni, sum eru
góð við tey.
— Vit kunnu eisini seta
tað umvent upp. Hevdi
tað verið pápin, sum fór
avstað, so hevði tað ikki
verið óvanligt.
Hjá okkum er tað bert
natúrligt, at tað eri eg
sum fari avstað. Pápin er
heima hjá bernunum.
Eg kann eisini siga, at
vit ell eru ment og búnað
av hesum, sum eg fáist
við. Tað er vorið ein natúr-
lig gongd í gerandisdegn-
um.
— Eg fari norður til
Havnar hvenn mánamorg-
un, sum so mangur annar,
her suðuri, sigur Ingeborg
Vinther.
Tú ert 40 ára gomul og
hevur júst tikið við í FA,
eitt 2 ára skeið afturat.
Hvat er aðalmál títt innan
FA?
— Tað er ma. at fáa
Upplýsingarfelagsskapin
Verkamanna at virka. Í
dag eru átta felog uttan-
fyri FA, sum eru limir.
Hetta hevur at týða, at vit
kunnu fara undir regluligt
upplýsingararbeiði fyri
limir í arbeiðsrersluni.
Hetta er ein týðandi
táttur fyri arbeiðarnar, at
teir kunnu fáa upplýsing
og frálæru í teirra egna
umhvervi.
Onnur aðaluppgáva er
sum heild at betra um
viðurskiftini hjá láglont-
um og veikum í samfel-
agnum. Tað gerst eisini
m.a. við at upplýsa um tey
krev og rættindi, sum hesi
sjálvsagt eiga í okkara
landi.
Høvudsuppgåvan er
sjålvsagt eisini at savna
saman arbeidarafjøldina
og verja teirra åhugamål.
Hetta verdur gjørt vid at
sum tey plaga,
haldinum i
morgin.
spælir, og
verða
Hjalmar Joensen og Sign-
ar Hansen.
fylgja við í tí sum fyriferst
í samfelagnum, ikki
bert innan fakfelags
arbeiðið. bæði politiskt
og samfelagsliga
Tað hevur við sær, at eg
lesi øll blødini, uttan
mun til politiskan lit, lurti
eftir, hvat fer fram å Tingi
0.s.fr.
Sidan skal eg taka stødu
til tey mål, sum feløgini
leggja fram i FA. Eg havi
1
faktel
skyldu at
øgunum vid trupulleikum
hjálpa
á arbeiðsplássunum og fáa
greiði á ósemjum, iva
málum o.e
Sum tú
torfert hjá mær at halda
átta tímars regluna, sigur
Vinther og
so er
sært,
Ingeborg
brosar.
Í kveld kl. 12 er sátt-
málin millum Feroya
Arbeiðarafelag og Feroya
Arbeiðsgevarafelag úti og
nýggjar samráðingar eru í
gongd
Ingeborg
treystliga til verka
Vinther fer
Hon
var einmælt vald
at åtaka sær samrådingar
starvið fyri 7.500 fólk i
Feroyum
Tað tímir hon at fáast
við...!
Dagny
Tveir nýggir
i nevndina
Aðalfundurin í Feroya Ar-
beiðarafelag fríggjadagin
og leygardagin valdi tveir
nýggjar menn í nevndina í
felagnum. Teir eru Torleif
Augustinussen í Vági og
Elias Hansen á Skála. Úr
nevndini fóru Óla Christ-
ian Olsen og Karl Robert
Johannesen, ið ikki still-
aðu upp aftur. Ingeborg
Vinther, ið eisini stóð fyri
vali, varð afturvald. Og
hon varð eisini einmælt
afturvald til formann í
telagnum
A fundinum var orða-
skifti um uppskotini til
nýggjan sáttmála, og
fundurin samtykti eina
rammulóg fyri lokalfeløg-
ini
Fríggjakveldið var
samkoma, har Jóngerð
Purkhús greiddi frá bú-
skapi og teimum nýggju
avskrivingarreglunum. Á
samkomuni var eisini Sig-
urd Joensen, sum felagið
takkaði fyri trúgva tæn-
astu sum sakferari fel-
agsins, samstundis sum
teir nýggju sakførararnir
Trúgvi Jacobsen og Páll
Nielsen vórðu ynsktir væl
komnir í arbeiðið.
randi
Í. mai í morgin
Altjóða arbeiðaradagurin verður hildin
ymsa staðni um alt landið
Eins og undan-
farnu ár verður 1.
maidagshald ymsa
Í Havn
1. maidagshaldið,
ag skipar fyri, byrjar kl.
15 vid Tinghúsið. Reð-
ararnir verða Karl Joh-
ansen, Harriet Nybo,
Jóanes Nielsen,
Smith og Andreas Debes.
Á Tvøroyri
Arbeiðsmannafelagið
Fylking, Fiskepigernes
Fagforening og Arbeiðs-
kvinnufelagið Drósan
skipa fyri haldinum á
Tveroyri. Reðarar verða
Ingeborg Vinther, Sverri
Midjord og John Morten-
sen.
Í Fuglafirði
Arbeiðskvinnufelagið, ar-
beiðsmannafelagið og
handverkarafelagið skipa,
fyri
Fuglafirði í
Hornorkestrið
reðararnir
Tummas Arabo,
sum
Havnar Arbeiðamannafel-
Tórfinn
áður hava hildið
dagin, verður tó
einki í ár.
staðni í landinum. Í
Sørvågi, Klaksvík
og Vági, har tey
Ein 1. mai dags heilsan til allar javn-
aðarbreður og -systrar um allan
heim, ið berjast fyri veruligum javn-
rætti...
Lag: Sádan er Kapitalismen
Fyrsta maidags rósan blómar
hátt mót himni — fogur reyð.
Hon sum ongar aðrar blómur
litar heimin — Guð svá beyð:
Niðurlag:
Reinsið Templið — pengaveldið —
víki fyri alheims girnd.
>Verkafólke í ollum aldri
hátt tit hevjið brand mót »synd«.
Hendan rósan boðskap hevur
til oll tey, ið hjarta reyð,
berjast við teim rættvis'andum
Loysa leinkjur — fólk úr neyð.
Ongantíð á jardarriki
rósan stríðsfús — sum í dag:
Vaknið, stríðist, fylkist saman
móti trælaoksins lag.
Sólmundur