Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mai 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fugloyggin — nýggjasta skipið í flotanum: Eitt foroyskt-danskt felag hevur fingið innflutningsloyvi til eitt fimm ára gamalt kemikaliutangaskip. Felagið hevur gjørt kvetti við at fáa skipið fyri 46,6 mill. kr. Tað kostaði 70 mill kr. at byggja skipið. Eitt nýtt skip av hesum slag í dag kost- ar omanfyri 100 mill. kr. at byggja. Skipið verður yvirtikið 25. mai og fær navnið Fugloyggin — Bird Island. Lands- kassin veðheldur ikki — fíggingin er donsk. Feroyingar hava nú fingið sítt fimta kemikaliutanga- skip. Tað er felagið Global Bird í Havn, sum júst nú hevur fingið innflutnings- loyvi til eitt kemikaliu- tangaskip av nekunlunda sama slag sum tey fýra, sum Global Chemical Tankers rekur. Meðan undanfarnu tangaskipini kosta um 100 mill. kr. hvert, so hava keypararnir við hesum fimm ára gamla skipinum gjert kvetti. Teir hava keypt tað fyri 46,6 mill. kr., sum má sigast at vera óvanliga bíligt, og kemur hetta ti sjálvsagt at gera raksturin av skipinum lættari. Skipið er bygt í Krøger- werft í Rensburg í Vestur- týsklandi í 1980 og er seinni longt nakað. Skipið kostaði umleið 70 mill. kr. at byggja, so verandi keypsprisur er nærum helvtina av uppruna pris- inum. Global rekur Tað verður Global Chem- ical Tankers, sum skal! skin ng y KID1 } 24 hini fyra kemikaliuskip føroyinga. Mortan Holm i Porkeri er nevndarlimur i felagnum og sigur hann i samreðu við Tidindabladid Sosialin, at keypið av nýggja skipinum er eitt 0- ført keyp, sum verður figgjað av Den Danske Bank. Tað er eitt føroyskt- danskt felag sum eigur skipið. 2/3 av parta- peninginum eru á feroysk- um hondum, meðan 1/3 er danskur. Den Danske Bank fíggjar skipið 100% og skal hava prioritet í 60% av kostnaðinum, meðan tey restandi 40% eru partapeningur. Umleið 12 feroyingar eru partaeigarar, tann størsti av teimum er Svend Sigvardsen úr Fuglafirði. Lánini uppá skipið eru yvir 10 ár og við 8,6% rentu, sum er sera lagaligt. Hetta er samstundis tað fyrsta kemikaliutanga- skipið, har landsstýrið ikki veðheldur. Higartil hevur landsstyri8 ved- hi 1 ryri 15% av kostn- aðinum til kemikaliu- angaskif Mortan Holm sigur: — Vit hava nú arbeitt við ætlanini at byggja og keypa kemikaliutangaskip síðani 1978. Vit hava gjørt neyvar marknaðarkann- ingar og hava ikki tikið avgerðir, fyrr enn vit hava verið rættiliga vísir í tí vit ynsktu at gera. Sjálvur haldi eg, at tað eru stórir framtidarmøgu- leikar við flutningi av kemikalium. Í letuni gongur rættiliga striltið at fáa farm, men tað vendist skjótt við. Mortan Holm visir her til orðini hjá gamla A. P. Møller, sum segði, at tað er í ringum tíðum, at ein skal byggja flotan upp. Og hesar »ringu« tíðir hava so gjørt, at føroying- ar hava fingið hetta nýggjasta tangaskipið fyri so biligan penga. Mortan Holm upplysir, at týska felagið, sum átti skipið, hevði bert hetta eina skipið, og í hesi vinnuni er tað vónleyst at arbeiða, um ein ikki hevur fleiri skip. Harafturat kemur, at teir mistu eina kontrakt, og vildu tí sleppa sær av við skipið sum skjót ast Nr. 50 — 4. maí 1985 Nýggja skipið er nærum sama slag sum skipini hjá Global Chemical Tankers. Her er eitt teirra, Suðuroyggin. Í góðum standi Skipið er 3700 tons deyð- vekt, tað hevur 3000 hesta Maak-motor og siglir 13 mil. Tað er 92,58 metrar langt, 13,80 metrar breitt og 6,9 metrar djúpt. Skipið hevur 17 tangar úr rustfríum stáli. Tað er í sera góðum standi og lýk- ur ell krøv, sum IMO setir til slíka sigling. Skipið hevur fingið navnið Bird Island — Fugloyggin. Undanfarnu skipini bera nevnini Suð- uroyggin, Sandoyggin, Dímun og Borðoyggin. Mortan Holm sigur, at tey fimm skipini kunnu sigla heim 120 mill. kr. árliga. Hesin peningur kemur at standa inni í før- oyskum peningastovnun- um. Stórur partur av tí er fremmant gjaldoyra, sum kemur tjóðini væl við, heldur Mortan fyri. Hann ivast ikki í, at hesi fimm skipini fara at klára seg og vísir til, at higartil hava tey rindað hverjum sítt. Nógv arbeiði Umframt at geva okkum fremmant gjaldoyra, so geva hesi skipini stødugt arbeiði til einar 100 fer- oyingar, tá samanum kemur. Tilsamans 11 mans eru við hverjum skipi, og teir eru burtur í fýra mánaðir og so heima í tveir. Ein av orsekunum til at tað yvirhevur letur seg gera hjá eini lítlari tjóð sum teirri føroysku at gera iløgur í slík special skip, heldur Mortan Holm vera, at lenirnar eru nakað lægri, at vit hava eina sera góða avtalu við A. P. Møller, sum skaffar skip- unum farm og sum eisini tekur sær av ti tekniska eftirlitinum. Hetta verður gjørt i London. Somuleið- is verður proviantur og FØROYSK MÅLING Til ánktekjur: Oxydmúnja og TOL-Húsamáling. Til asbest- og etemittekjur: Acrylgrundara og Acryl- måling (hålvblanka ella silkiglans). Til zinkhåsaklædning: Oxydmúnja og TOL-Húsamál- ing. Til betonghús, garðar, trappur, gólv 0.s.fr.: Acrylgrund- ara, Acrylmáling (silkiglans) ella Kunstharpiks- máling (matt). Til træhús: Alkydoljubasserað Træverja. Um húsini eru málað — tá TOL-Húsamáling Acryl- máling ella Kunstharpiksmáling. Til træbátar: Grunda við linoljufernis ella alkyd- oljubasseraðari Træverju — síðan TOL-Húsa- máling ella Skipslakk. Til stálskip: Oxydmúnja ella Aðalmúnja, síðan Skipslakk. Ti loft, stór arbeiðshelir innandura o.s.fr.: Plastmáling fæst fyri 10 kr./litur, tá ið nøgdin er minst 200 litrar, og málingin verður leverað í tunnum, so- leiðis at pakkitilfarið einki kostar. TOL-Húsamáling fæst í næstan gllum málinga- handlum. Onnur sløg av omanfyri nevndu mål- ingum fåast eisini í nógvum målingahandlum. Vørur, sum ikki fåast å plåssinum, kunna vit senda vid Strandferåsluni. PF. MÅLING — 3815 Strendur Telefon 47601 — Telex 71354