leygardagur 11. mai 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Verkfall!
SO fingu vit verkfall. Ein meiriluti av
limunum i Havnar Arbeiðsmanna-
felag feldi i gjåramorgun eitt uppskot
til semju um nyggjan såttmåla millum
Arbeiðsmannafelggini i Havn og
Klaksvik Arbeiðsgevarafelagið.
Henda atkvødugreidslan førdi til, at
verkfall varð lyst at galda beinan-
vegin.
TÆR fyrstu avleiðingarnar eru tær, at
arbeiðsfólk, sum eru limir í Havnar
Arbeiðsmannafelag eru farin til hús,
og hetta merktist beinanvegin eitt nú
á vestaru bryggju í Havn, har nøkur
av fiskiskipunum steðgaðu landingini
og rimdu til aðra havn at landa —
møguliga til onkra útlendska havn.
Í GJÁR skuldi so vera atkvoðu-
greiðsla í Havnar Arbeiðskvinnufelag
og í arbeiðskvinnu- og arbeiðsmanna-
felagnum í Klaksvík. So óvist er enn,
um hesi feløgini fara at lýsa verkfall
eisini. Haraftrat koma so samráð-
ingarnar millum Feroya Arbeiðara-
felag og Arbeiðsgevarafelagið. Hesar
samráðingar eru fyribils útsettar til
sunnudagin. Í dag skal nevndin í
Føroya Arbeiðarafelag kunna limir
sínar um samrådingarstøduna
SEMJAN, sum tey fýra verkamanna
felogini og arbeiðsgevararnir komu
ásamt um saman við semingsmann
inum, gevur 1.15 kr. aftrat timalønini
og 1.80 kr. næsta ár. Haraftrat skulu
arbeiðsgevararnir gjalda 1% av lønini
í ein eftirlønargrunn
FYRST í næstu viku vita vit so, um alt
landið verður lagt lamið. Nú eitt av
felogunum hevur sagt nei til eina
semju kunnu vit rokna við, at hini
feløgini fara at fylgja ti — og fáa vit tí
eitt landsumfatandi verkfall
EFTIR hvat skilst, so hava verka-
mannafeløgini kent seg illa viðfarin
av arbeiðsgevarunum. Teir hava ikki
so frætt víst vilja at seta seg við sam-
ráðingarborðið og í álvara at tosa um
ynskini frá feløgunum. Beinanvegin
hava teir boðsent semingsmann-
inum, ið rætt og slætt er ein manna-
gongd, sum verkamannafeløgini á
ongan hátt kunnu góðtaka. At verka-
mannafeløgini soleiðis hava verið
hildin fyri gjøldur, kemur nú til
sjóndar í einum verkfalli.
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Múller
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
oddagrein
ARBEIÐSGEVARARNIR hava víst ein
sera ringan samráðingarvilja og hetta
mugu teir so taka avleiðingarnar av.
Fyri mong av okkum fyrikemur hetta
sum, at arbeiðsgevararnir meta sam-
ráðingarnar sum eitt „spæla, har teir
kunnu skalta og valta við arbeiðsfólk-
inum sum teimum lystir.
ØLL tosa vit um, hvussu ringt tað er
at fáa endarnar at rokka saman. Eitt
er heilt vist! Ringast stendur til hjá
teimum, sum minst forvinna. Hesi
eru limirnir í arbeidarafeløgunum
kring landið.
TAÐ verður so sagt at okkara
vinnuliv tolir ikki, at lønirnar hækka
— tí tá klára vit okkum ikki í kapping-
ini við aðrar. Um arbeiðsgevararnir
halda, at verkafólk glaðbeint skulu
taka hetta fyri fult, so fara teir
skeivir. Hetta, at sagt verður, at sam-
felagið hevur ikki ráð at hækka løn-
irnar hjá verkamannastættini, er jú
ikki nakað nýtt. Hetta hoyra vit
hverja ferð samráðingar eru. Tað er
tó ein sannroynd, at reallønin hjá
arbeiðsfólki er minkað munandi.
VINNULÍVIÐ hevur ikki ráð verður
sagt. Men arbeiðsmaðurin og
arbeiðskvinnan hava so sanniliga
heldur ikki ráð. Tað er ti væl skiljandi,
at tey seta fyrst ynski og síðani krov
fram um lønarhækkanir
VIT meta okkum at liva í einum upp
lýstum samfelag. Men hvat er tað fyri
eitt samfelag. ið kallar seg upplýst,
sum loyvir so stórum lønarmuni
millum samfelagsstættirnar!
FAKFELØGINI hava vissuliga nógv at
gera í hesum tíðum. Teirra uppgáva
er ikki bert at stríðast við arbeiðsgev-
ararnar men eisini at greiða sínum
egnu limum frá, hvussu órættvíst
býtið er millum tey og restina av
samfelagsstættunum.
VERKFALSAMBOÐIÐ er besta og
helst einasta veruliga »våpn«, sum
verkafjøldin hevur til at taka, tå
arbeiðsgevararnir halda hana fyri
gjøldur vid als ikki at virða samráð-
ingarleiðina.
NÚ vil so tíðin vísa, hvussu munagott
hetta verkfallsamboð er!
Nr 53
11. maí 1985
Aftursvar til Thomas
Juul Askham
Herfyri skrivaði T. J. Ask-
ham lesarabræv og fanst
at, at teir lystu vid »Mat-
bingo«. Hann visti í
hesum førinum til hun-
gursneyðin a iEtiopia. Eg
dugi ikki sjálvur at líkna
hesi bæði saman. Sjálvan
matin nyttar ikki at senda
hartil. Ein av grundunum
til, at ofta er matur at
vinna, er, at tað eru frívill-
igar gávur, so sum ræstur
fiskur, kalvi o.a. úr hav-
inum, hettar hevur einki
kostað gevaranum, tí
hann hevur veitt tað
sjálvur.
Tað, sum eigur lívið í
ítróttarfelogunum figgjar-
liga, runt um í landinum,
eru bingospelini, og
serliga væl kemur tað við,
tá gávurnar eru latnar
ókeypis. Øll vita vit, at
ung fólk, sum íðka ítrótt,
eru nærum »fri fyri« krimi-
nalitet, og haraftrat er tað
gott fyri heilsuna at idka
ítrótt, tað forðar t.d. fyri
blóðproppi.
Jú bakgrundin fyri
bingospelum er sterri enn
tú heldur, Thomas Juul:
haraftrat er ein matbingo-
vinningur minst líka væl
vælsignaður, sum annar
matur á borðinum.
Tá ein maður sum Th. J.
skrivar lesarabrev og finn-
ist at ymsum, so hugsar
man beinanvegin, at
einum sovorðnum manni
kann man ikki svara aftur,
tí hann skuldi jú verið ein
fyrimynd, so er ikki.
Eg var vesturi í Vágum
á páskum og vitjaði skyld-
fólk. Meðan eg var har
vesturi, lýstu teir við
påskastevnu í ltróttar-
hellini á Giljanesi. Hettar
var Langafríggjadag. Eg
fór inn at lurta, tað fyrsta
eg metti, var ein handil
teir høvdu sett upp inni í
sjálvum salinum, har meti
varð hildið, og har seldu
tey dúgliga, ja enntá undir
øllum metinum, og so
Langafríggjadag aftrat,
tann heilagasti dagurin á
ellum árinum, sum øll av
teimum, sum verða kallað
>Verðsinsbern< respek-
tera. Tummas Juul,
hoyrdi tú, at nakar lýsti
við matbingo Langa-
fríggjadag? Tá tað leið út
a endanum á metinum,
kom > leidarin (sjálvur
Thomas Juul Askham) og
segði, at tað bleiv savnað
inn til »Meinigheitina« og
bað fólk grópa djúpt í
lumman eftir peningi. Eg
má siga, at eg ikki fekk
tað heilt nógva burtur úr
metinum, tað sum tað
snúði seg um, var pengar.
Í lesarabrævinum, sum
Thomas Juul skrivaði,
segði hann millum annå,
at tað var skeivt at spæla
um mat, tá tey hungra í
Afrika, men hesum vil eg
venda eitt sindur á, og
siga, at tað er stór synd av
„Harrans tænarum« (tað
eru missionerar) at koyra í
eksklosivum dýrum
bilum, so sum Audi og
Mersedes, fyri nærum kr.
300.000,—, tå ið man
kemur líka væl fram við
einum bili fyri kr.
50.000,—. Tann prísmun-
urin hevði komið ógvuliga
væl við í Etiopia og eðrum
hungursraktum londum.
Thomas Juul, næstu
ferð tú kastar út við for-
maningum, so kasta ikki
við Boomerangum, tí tær
færst tú altíð aftur í høvd-
ið
Ítróttarmaður
Meinigheitshúsið í Havn
Nekur ár síðan varð sam-
tykt at byggja aftrat
býráðshúsinum, so pláss
bleiv til alalr deildir by
ráðsins.
Øki er nógmikið av til
afturatbygging, so tad er
als ikki neydugt at taka
Guds hus.
Talan er eisini un
ið fær byggiloyvi, har
sum tað nú er
Vónandi verður útsjónd
in ikki broytt, og at húsið
fær flagtak«
Nekur brev havi eg sent
til Dimmalætting við
nevnda húsi, sum endaðu
soleiðis:
„Lat meinigheitshúsið
fáa frið og lat tað
standa, har sum tað
tsendur, sum ein minnis
Havnarfolk
sum hava bygt og goldið
Meinigheitshusid«
Kirkjumeinigheitin i
fedranna kirkju ið
stendur á Bryggjubakka í
Havn, eigur Meinigheits-
húsið (sbr. SKODE).
Orsekin til hesar reglur
varði yvir
er einans tann, at Meinig-
heitshúsið í Havn, er og
altíð verður standandi,
har sum tað nú stendur
sum ein minnisvarði yvir
kirkjufólk í havn, sum
hava bygt og goldið
Meinigheitshúsið
Menighedshuset ved
siden af kirken
Hetta er gamal siður
sum ikki kann broytast
Martin Petersen
Kirkjuráðslimur
og formaður í nógv ár
Til fútan!
Hr. Politimester og Land-
foged!
Dette på dansk, i håbet
om, at De bedre skal for-
stå.
Færdselspolitiet, hvad
er det? Er de rigtig kloge?
Siden januar er fire
grove
færdselsforseelser
kommet mig for øre.
Den første: Politiet
jager, med en af politiets
biler, to knallertkørende
knægte i havnen, med
knallerter og hele pibe-
tøjet. Alt, kun fordi
knægtene ikki ville stoppe
til kontrol.
Den næste: politiet
jager, i politiets bil, en
anden knægt på knallert,
sådan, at denne presses til
at køre ud over vejsiden.
Resultat: begge arme
brækket.
Den tredie: politiet
jager, på motorcykel, en
trafikant, således, at pol-
itiet kører galt, og knuser
cyklen.
Og den fjerde: nú
forleden, jager politiet en
motorcyklist, således, at
politiet i sin bil, kører
galt. og bilen bliver total-
skadet.
Ja, hvad skal man nu
tærke? Hvad med disse
mennesker, som kan
miste liv eller helbred,
p.g.a. nogle betjentes
utrolige arbejdsiver?
Hvad med andre vej-
farende?
Hvis dette bliver ved,
kan jeg forsikre dem om,
at det ender galt.
For hvem er
mennesker, der
disse
bliver