Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mai 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag Lýsingar skutu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin . - tíðindablaðið spsíalurin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Píf Pressan 1981 —""Þi Bygdamenning! UTVARPIÐ hevði herfyri eina sending um trivnaðin í smábygd- unum í Eysturoynni við ongum arbeiðsplássum. Eina bygdaráðs formaður visti á ta ótolandi stød- una hjá slíkum kommunum uttan arbeiðspláss og lítlum inntøku- grundarlagi. TRUPULLEIKARNIR eru tvinn andi: Fólkið á plássinum hevur ikki pening at seta í eitt arbeiðs- pláss og kanska hevur fólkið av somu orsøk heldur ikki áræði at fara undir eitt arbeiðspláss. Har- afturat skulu hesar smáu komm- unurnar lúka somu treytir sum stórri kommunur, tá ein lending. bátahylur, vegastubbi ella okkurt tílíkt skal gerast: Ein fjórðingur skal leggjast á borðið! BYGDAMENNING hevur verið loysunnarorðið í fleiri ár. Nógv er gjørt fyri at skapa bygdunum vinnuligar og trivnaðarligar for- treytir. Serliga við bøttum sam- ferðsluviðurskiftum. Nógvar bygdir eru farnar at blóma. Men fleiri bygdir — bæði á megin- gkinum og á útoyggjum — hava ikki rokkið henda framburð higar- til í serligan mun. ENDAMÁL Javnaðarfloksins er javnaður. Hetta hugtak hevur eisini eyðkent politikk floksins, tá tað hevur rátt um at geva fólki á smáplássum somu møguleikar sum á stórplássunum, hóast fleiri bygdir hava verið við skerdan lut og nógv framvegis liggur á láni. MANGUR man kortini í dag fegnast um, at politikkur javn- aðarfioksins vann frama, tå verulig gongd kom á flakavinn- una. Tá kastaði onkur speirek- andi eftir flokkinum fyri at vilja leggja eitt flakavirki á hvønn tanga. Í dag munnu tey flestu vera nøgd við verandi útbygging. hóast tað, at vit við ávísari lands- planlegging høvdu kunnað út- oddagrein bygt vinnuna skilabetri. Men sum heild hevur henda menning verið bygdunum og landslutunum til miklan frama. EINA SLÍKA leið mugu vit eisini ganga, tá tað snýr seg um små- bygdirnar. Javnaðarflokkurin skuldi í dag virka í einum fram- burðssinnaðum landsstýri. Nógv og tung tok skulu takast á tí vinnuliga og búskaparliga økin- um, men fáa hesir flokkarnir ment smábygdirnar er Føroya land ríkari. TVEIR spurningar eiga tí at takast upp til umhugsingar. Annar er at lætta um treytirnar, tá smábygd- irnar skulu gera okkurt alment arbeiði fyri at bóta um umstød- urnar. Og hin er at skapa serligar figgingarmøguleikar, tå arbeiðs- plåss skulu setast å stovn. Uttan at tad er skattaspekulation hjå pengamonnum sum fremur verkið. UNDANFARNA landsstyri pynt- adi seg vid heitinum »landsstyris- maður í bygdamenning«. Lítið og einki hendi, hóast milliénirnar rullaðu. Fær hetta landsstýrið gjørt nakað av tí, sum undanfarna pyntaði seg við, er hetta heitið kanska, um ikki óneyðugt, so minni neyðugt, tá næsta sam- gonguskjalið skal skrivast. BYGDAMENNING er eitt nógv brúkt orð. Tað er fyri stóran part misbrúkt. Latið okkum nú fara at brúka hetta orðið til réttu tíð og rætta stað. Og latið okkum geva orðinum tað rætta innihaldið. MEN til tess krevst politiskur vilji og ikki minst politiskt dirvi. Nú fáa vit at síggja, hvor eigur hesar eginleikar og torir at vísa teir í verki. jamii Nr. 55 — 16. mai 1985 Til arbeidseftirlitid og Bacalao Aftanå at ein 17 åra gomul genta hevur mist høgru hond i einari flakamaskinu å Bacalao, hevur ymiskt verid skrivad i blødunum um hesa hending, alt gongur út uppá at bera i bøtuflaka fyri Bacalao, ar- beiðseftirlitið og lóggávu valdið. Virkisleiðarin, Martin Jacobsen og tryggleika- umboðið Inger á Argja garði á Bacalao hava sagt. at tað ikki er >tervandi tryggleiki«, sum er at voldin til óhappið Tey siga, at arbeiðseft irlitið hevur góðkent hesa maskinuna, sjálvt um ein heilur armur kann sting ast niður í hana, og verða malin til eisini, at fars 12 slíkar mask- inur verða brúktar vmsa ðstaðni í Føroyum. Ein má bert Tey siga spyrja, hvussu er lógir og við- tøkur, arbeidseftir- litið hevur at virka eftir? Sosialurin hevur fingið upplýst. at tað bert eina ferð áður er hent óhapp við slíkari maskinu, tá var tað ikki bert ein hond, men ein heilur armur, sum tó ikki fekk varandi skaða onki fyri at beta um leikan Eg vil handan gentan sum Tó er gjørt trygg bert vóna, at sum misti hondina, fær eitt endurgjald fyri tað, hon hevur mist. stort N.B. Hatta var handan maskinan, men hvat við ollum teimum maskinum runt um í landinum, t.d. á skúlunum, har standa maskinur, sum bernini brúka uttan nakað sum helst skaðafyribyrgjandi Í ellum sum viðvíkir fyribyrgjan av sjúkum og vanlukkum eru vit analfa betar Arbeiðsfólk Tann stóra friðarferðin Í sambandi við Ta Stóru Friðarferðina til øll ST lond í Europa 11.-28. mai heita Kvinnur fyri Friði á foroysku fjølmidlarnar at fylgja vid og siga fólki í Feroyum frá, hvussu Frið- arkvinnurnar vera mót- tiknar í teimum ymisku høvudsstødunum, og hvussu stjórnarleiðararnir svara spurningunum, teimum verður settir Tað er svenska Kvinnu- ligain fyri Friði og Frælsi, sum stílar fyri Friðarferð- ini, og er hon ætlað sum framhald av Friðargong- unum, sum norðurlendsk- ar Kvinnur fyri Friði hava skipað fyri seinastu árini Spurningarnir snúgva seg landanna til: kjarnorkuvápn, um steðu verju, våpnautflutning, fólka rætt og kreppuloysnir Meira um ferðina stendur at lesa í Kvinnutíðindum, koma út í sum hesum døgum Kvinnur fyri Fridi Torshavn Fedranna kirkja og biddaragongd Vid tad, at Dimma helst metir fólkakirkjuna sum eina heilaga kúgv. ið má vera fri fyri atfinningar, so vil hon ikki taka tilik brov upp. Ti vóni eg, at Sosialurin vil gera so væl at geva innivist fyri hesum aftursvari til Mart- in Petersen, uppá tað sum hann kallar »Biddara- gongd (tiggergang)«. Nú veit eg ikki rætti- liga, um Martin Petersen skal takast fyri fult, tí eftir skriving hansara at dema, er hann helst farin at ganga í barndomi. Men skuldi tað hent, at hann meinar alt í fullum skili og álvara, so hevði tað verið uppá sitt pláss at gjørt nakrar viðmerkingar Tað sær út sum. at M.P. hevur fingið ilt av, at fólk heilum gongur runt um í land- inum og biddar pengar til ymisk endamál enntá sunnudag. So skrivar hann eisini, at hetta ikki eru kirkjufólk og at Mein- igheitshúsið og kirkjan eru eitt og tað sama. Tað loysir seg ikki at soleiðis í fara at leita eftir nøkrum logikki íhesum pástand- um, ti tað verður bert til fánýtis. Martin Petersen mátti vitað. at hann ikki skal sipa við gróti, tá hann sjálvur býr í glas- húsi. Og sum demi um glashús er Meinigheits- húsið frålikt! Hvat sigur M.P. til, at fólk í alt vár hevur gingið hús úr húsi og selt luta- seðlar fyri Meinigheits- húsið? Er tað ikki bidd- aragongd? Skótarnir og K.F.U.M. hava eisini selt lutaseðlar. Hoyrir tað ikki undir Kirkjuna — ella hvat? Og er tað kanska ikki biddaragong ?? Tað er jú skomm at biðja, Martin Petersen! Øll vita, at tá Kirkjan á Co. skal gera okkurt, ið kostar pengar, so noyðast limirnir út at bidda. Skal ein kirkja t.d. hava eina wc-kummu ella eina nýggja trappu. so verður beinanvegin lýst við eydnuhjóli. Á eydnuhjól koma ikki einans kirkju- og missiónshúsgangarar, men eisini fólk úr eðrum trúðarbólkum og har- afturat = tey sokallaðu „heimsins børn«, sum jú ikki altið sketta so væl um peningin. Er eydnuhjól ikki nóg gott, ja so verður roynt við lutaseðlum ella kanska girokortum. Akkurát tað sama hvat Kirkjan og hennara av- kom fer undir at gera, so mugu tey fáa hjálp frá ødrum, uttanfyristand- andi. Tann statsstudlada fólkakirkjan! Aðrar sam- komur brúka vanliga ikki henda biddaraháttin. Tær klára at svara hverjum sítt við egnari hjálp — og Guds. Og hava eins prýði- lig samkomuhús sum Kirkjan á Co. Uttan at gjalda kirkjuskatt! Tað kann væl vera, eg havi misskilt Martin Pet- ersen, ongantíð betur. Kanska var brævið hjá honum ætlað sum ein á- breiðsla til ta alsamt vaksandi biddaragongd- ina innan Fedranna Kirkju, sum ívaleyst mangur kirkjumaður hev- ur skomm av. »Babtist«